 |
 |
|
 |
 |
Keypa Clara Sutton til Sandavágs.
Clara Sutton HL88 - Mynd: Jonleif Joensen
Í tíðarskeiðnum 1940 til 1945 -undir seinna heimsbardaga- vóru nøkur heilt fá skip innflutt til Føroyar. Eitt av teimum var ein eingilskur, sokallaður driftari ella sildabátur, nevndur Clara Sutton við heimstaði í Hartlepool, keyptur til Sandavágs.
Tað var Firma J.E.Thomsens eftf. í Sandavági sum hevði keypt driftarin. Ognarskjølini fyri yvirtøkuna av skipinum blivu undirskrivaði hjá
Horace E. Stroud Ltd. í Aberdeen tann 31. juli 1943.
Clara Sutton HL88 - Mynd: Hartlepool Fish Company Ltd - History
Clara Sutton var bygd hjá skipasmiðjuni Colby Brothers í Oulton í Norfolk í Englandi í 1917. Tilfarið var eik, bók og fura. Hon var 103 bruttotons til støddar og máldi 27 metur til longdar, 6,7 metur breið og knappar 3 metur djúp. (88,9 x 21,8 x 9,6 føtur)
Skipið hevði dampmaskinu uppá 200 hestar. Clara Sutton fekk navnið Mary Margreth við VA157 og heimstað í Sandavági.
Umfatandi umvæling.
Mary Margreth VA157 - Mynd: Jóanis Nielsen
Á heysti í 1943 var skipið tikin upp á Tórshavnar Skipasmiðju, tað var í sera ringum standi og fekk umfatandi umvælingar.
Tá arbeiði á skipasmiðjuni var liðugt var reiðarin Jegvan Elias Thomsen so sera væl nøgdur við arbeiði hjá Tórshavnar Skipasmiðju, at hann sendi skipasmiðjuni virðisløn afturfyri
arbeiði, søgan sigur tó einki um hvat hendan virðislønin var. Fyrstu árini frá tíðliga á vári 1944 til
1947 var Sámal Hans Hansen úr Norðagøtu skipari á Mary Margreth, tað bleiv roynt við línu undir Føroyum, við Ísland og við Grønland. Hon lastaði 100 tons av saltfiski.
Eftir 1947 var Jákup Joensen á Dunga í Sandavági skipari á Mary Margreth og eftir hann var Steintór Johannesen úr Miðvági
skipari. Rætting: Eftir at greinin kom út, eru fleiri
sum vísa á aðrar skiparar við Mary Margreth. Hans Mikkelsen í Sørvági var skipari onkustaðni í tíðarskeiðnum
við dampmaskinu tvs. 1943-1949. Jakku Højgaard úr Eysturonni var skipari á sild. Á mynd frá 1945 er Mourits Joensen úr Vági, var hann møguliga eisini skipari á Mary Margreth (hann var sonur navnframa rokskiparin úr Vági Jóan Petur hjá Móuritsi).
Í 1950unum var Mary Margreth útgjørd til trolfiskiskap okkurt tíðarskeið, ørminnist um at skipið eisini bleiv brúkt til strandafarasigling
millum oyggjarnar, og tey seinastu árini ”á sild” sum var garnafiskiskapur eftir sild, sildin bleiv geld og salta í tunnur.
Nýggjan motor.
Mary Margreth á beding í Havn - Mynd: Finn Bjørn Guttesen
í 1949 verður dampmaskinan tikin úr Mary Margreth og í staðin verður ein Skandia motorur á 125 hestar settur í. Jegvan Elias Thomsen umboðaði sjálvur teir svensku Skandia motorarnar í Føroyum. Skipið var eisini uppmált av nýggjum og bleiv eftir motorskifti 99,91 bruttotons til støddar. Eftir hesa seinnu umvælingina er Mary
Margreth tryggja fyri 334.000 krónur, harav kaskotryggja fyri 125.000 krónur fyri skipið, 80.000 krónur fyri útgerð og rest er trygging av manning.
Jegvan Elias Thomsen umboðaði svensku Skandia skipsmotorarnar.
Eigararskifti.
Mary Margreth á Miðvági - Mynd: Eddi Leyni
Í 1955 er eigarskifti, Firma J.E.Thomsen Eftf. v/Helene Thomsen selur Mary Margreth tann 11. september 1955 til P/F J.E. Thomsen Eftf. í Sandavági.
Í nevndini í nýggja felagnum sótu: Hugo Fjørðoy úr Sørvági, sum formaður og Aslai Thomsen, Zacharias Thomsen, Jóan
Jakku Thomsen í Haraldsstovu og Maria Hansen, øll hesi úr Sandavági. Stjórar vóru Zacharias Thomsen og Jóan Jakku Thomsen í Haraldsstovu. Við øðrum orðum keypmaðurin og reiðarin Jegvan Elias Thomsen leggur frá sær vegna heilsubrek. Og børnini hjá Helenu og Jegvan Elias og nærmasta familjan taka yvir.
Umborð á Mary Margreth í 1945
Umborð á Mary Margreth í 1945. F.v. Eivind Gudmundsen, Mourits Joensen, Theodor Haraldsen, ókendur, Niels Marius Petersen - Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Mary Margreth rennir á land.
Mary Margreth - Mynd: Eddi Leyni
Týskvøldið 17. september 1957 klokkan 18, var sandavágsskipið Mary Margreth ávegis av Havnini og út á sildafelti norðanfyri.
Manningin taldi 12 mans. Við sær høvdu teir 550 tunnur, hetta var annar túrurin í ár, tann fyrra túrin høvdu teir fingið 240 tunnur av sild. Ístaðin fyri at fara ígjøgnum Djúpini fóru teir eystur um oyggjarnar, ljósini á Borðoyarvík
var seinasta landkenning teir høvdu. Skiparin yvaðist ikki í at teir vóru leysir av landi, men náttarmyrkur var, regn og skadda langt niður.
Mary Margreth silgdi við 3/4 ferð, tað er okkurt um 5 míla ferð. Skiparin
Steintór Johannesen var farin aftur á hekkuna at koyra loggi út, hetta var stutt fyri midnátt. Á brúnni vóru Meinhard Forná,
sum stóð og stýrdi og Karl Poulsen var eisini staddur í stýrhúsinum, hann rópti beinavegin tá hann sá brot fyri stavn, men stoyturin var alt í einum, har var einki at gera.
Sandavágsskipið Mary Margreth fór á land og sakk.
Sandavágsskipið Mary Margreth fór á land og sakk.
Berg var upp fyri, eini 100 metrar frá Mary Margreth, nógvur sjógvur kom skjótt, frammi í lugarinum og manningin var skjót uppá
dekkið. Neyðsent var yvir radio, men einki samband fekst. Seinni frættist at Tórshavn Radio hevði einki neyðarall hoyrt. Rakettir vóru uppsendar, eins og fest var í kanónsløg og bál var kynt frammi á bakkanum. Maskinmeistarin Henning Johansen, hevði av sínum eintingum roynt at bakka skipið av aftur, við at nýta umkoblingsgreiðurnar í maskinrúminum, men hetta miseydnaðist, har stóð
púra fast. Mett var aftaná, at hevði hetta eydnast, so hevði skipið sokkið beinavegin, tá tað var fari av boðanum.
Tí stutt eftir slóknaði motorurin, tí so nógvur sjógvur var komin í maskinrúmið.
Sirra tekur mennirnar upp.
Hvalabáturin Sirra tók manningina upp og silgdi teir á Havnina - Mynd: Eddi Leyni
Mennirnir gjørdu seg til at fara í bjargingarbátin Illa gekst at fáa
bjargingarbátin út, hann legðist tvørur og skrædnaði um kjalarborðið. Hann lak so illa, at helvtin av manningini noyddist at oysa allatíðina. Manningin fekk einki við sær. Skiparin hevði tó fingið bjarga skipsdagbókin áðrenn teir fóru av skipinum. Hvalabáturin
Sirra sá ljósini, og kom til hjálpar og tók manningina upp. Tá teir fóru frá Mary Margreth roknaðu teir við at
skipið fór at søkka hvørja løtu. Sirra silgdi alla manningina, sum taldi 12, á Havnina.
Ternan leitar eftir vraklutum
Vaktarskipið Ternan leitaði eftir Mary Margreth eftir at manningin var farin av skipinum - Mynd:Eddi Leyni
Vaktarskipið Ternan sum lá á Klaksvík, kom á staði seinni, men teir sóu onki annað enn stórar oljublettir og føldu
sterkan oljuroyk, og sildatunnur og ymist rekagóðs lá og fleyt eystur úr Eysturhøvda, hetta var um 3-tíðina mikumorgunin 18. september. Mary Margreth var ikki at síggja, men tað var náttarmyrkur. Ternan legði seg at bíða til tað lýsti, men har var onki annað at síggja uttan oljublettir og rekagóðs. Mary Margreth var tískil
staðfest at vera sokkin.
Sjóðfrágreiðing
Mary Margreth VA157 - Mynd:Jóanis Nielsen
Mikudagin 18. september var sjóðfrágreiðing í Havn, har skiparin, maskinmeistarin og teir báðir sum vóru á brúnni
tá teir rendu á land, greiddu frá. Steintór Johannesen greiddi frá at hann var yvaleysur um at skipið var frítt av landi,
og metti at skipið var tikið av kós av harða streyminum. Hóast sýnið var vánaligt høvdu teir ikki brúkt floytuna
fyri at fáa landkenning, hetta var hildið ikki at vera neyðugt, av tí teir hildu seg vera so eystarlaga - longu komnir út fyri Borðoyarvík hildu teir seg vera leysar av landi. Steintór metti at hevði ferðin
verið minnið hevði streymurin óivað havt uppaftur størri ávirkan á skipið, nú var silgt við 5 míla ferð, men kortini hevði streymurin sett teir meira vestureftir, enn roknað var
við. Hinir tríggir sum góvu frágreiðing, váttaðu tað skiparin hevði sagt, og maskinmeistarin Henning Johansen legði
afturat at beint aftaná stoytin hevði hann av sínum eintingum roynt at bakka skipið av aftur, men tað stóð púra fast. Tá
maskinrúmið byrjaði at fyllast bleiv avgjørt at fara í bjargingarbátin, tá var Sirra komin á staði og tók manning og bjarginagarbát upp og silgdi manningina í taldi 12 mans, á
Havninia, endar Steintór sína frágreiðing. Og soleiðis endaði tann 40 ára gamli driftarin úr Englandi, Mary Margreth á
havsins botni eystur úr Svínoynni 17. september 1957. Í
stuttum: Mary Margreth VA157 Bygdur 1917 hjá Colby Brothers
í Oulton í Norfolk í Englandi 1917 Stødd: 103 BRT. 1949
Stødd 99,91 BRT. 1917 – Clara Sutton HL88, Hartlepool 1943 –
Mary Margreth VA157, Sandavág – Firma J.E.Thomsen Eft. v/Helene Thomsen 1955 – Mary Margreth VA157, Sandavág – P/F J.E.Thomsen Eft. v/Hugo
Fjørðoy Rent á land og sokkin við Svínoynna 17.september 1957
Keldur: Norðlýsið, Dimmalætting, 14.september, Dagblaðið, Sosialurin Lagt til rættis: Jan Erik Simonsen
Ogn: Anna Maria Thorsvik Petersen
Tekning av Mary Margreth VA157, gjørd av 14 ára gomul íslendskum drongi í 1954. Hvussu drongurin eitur og hvussu tekningin er enda í Føroyum,
kundi verið áhugavert at fingið útgreina.
|
|
 |
|
|
|