Eftirlýsing av sluppmyndum.

Little Emma TN17 stødd í Ísafjarðardjúpinum í Íslandi í 1939, myndin er tikin av týska ferðamanninum Franz Grosser. Little Emma, sum bara var nevnd Lítla Emma, hevði heimstað í Sandavági í tíðarskeiðinum 1916 til 1920.

24. januar 2018


 

Eftirlýsing av sluppmyndum.

Í samband við eitt miðvíst arbeiði, at finna fram til myndir av sluppum úr Vágum, fara vit at gera hesa roynd fyri at vita um ein ella fleiri myndir finnast av hesum sluppum. Tað er ikki avgerðandi at myndin er frá tí tíðarskeiðinum sluppin hevði heimstað í Vágum, bara tað er ein mynd.

Hesar tríggar sluppirnar, sum eg serliga sóknist eftir beint nú, vóru partur av skipunum, sum Jegvan Elias Thomsen keypti og átti, ella hevði raksturin um hendi hjá, samstundis sum hann var partaeigari.

Tær eru Galway VA223, Dúgvan VA178 og Alexandra VA214.

 

Nærri upplýsingar um sluppirnar:

 

Galway VA223

Bygd 1891 í Grimsby hjá Smith & Stephenson

83,11 BRT

1891 - Galway, Colchester

1901 - Galway TN22, Tórshavn - Jens Mohr, Hoyvík

1909 - Galway SA??, Skopun - Jákup Johannesen & Johan Hendrik Hansen, Skopun

1917 - Galway VA223, Sandavágur - Jegvan Elias Thomsen

1922 - Galway VN212, Vestmanna - Jóannes á Bakkanum, skipari, Vestmanna

1930 - seld til Tvøroyrar nýtt sum *hulkur.

 

*Hulkur: Ein niðurslitin slupp sum bleiv løgd fyri teym á vágni og nýtt sum goymsla

 

Alexandra VA214

Bygd 1879 í Hamburg hjá C.C.A. Dreyer

104,20 BRT

(dammslupp)

1879 – Alexandra GY756, Grimsby

1906 - Alexandra TG397, Trangisvágur  - Hans Jákup á Skalla, Tvøroyri

1917 - Alexandra VA214, Sandavágur - Jegvan Elias Thomsen

1920 - Alexandra FD557, Strendir - Sìmun Johansen við Keldu, skipari, Strendir

 

Dúgvan VA223

bygd 1878 í Rye í Sussex hjá James Collins Hood.

82,72 BRT

1878 - Game Keeper H???, Hull

1900 - Dúgvan TG314 - N.J.Mortensen, Tvøroyri

1908 - Dúgvan VA178, Sandavágur - Jóhan Johansen á Mýrini, skipari

1917 - Dúgvan VA178, Sandavágur - Jegvan Elias Thomsen

1923 - Dúgvan TG5, Tvøroyri - N.J.Mortensen, Tvøroyri

Løgd 1929.

 

Annars er áhugi fyri øllum sluppmyndum, skipsmanningum á sluppum og arbeiðslívið umborð á sluppum og skonnartum.

Um tit eiga nakað av tí sum er omanfyri nevnt, vil eg fegin hoyra frá tykkum.

Jan Erik Simonsen

janerik_69@hotmail.com

 

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

02.08 | 23:35

My grandfather (Hans Hansen) owned this ship. I helped refurbish it before they sold it.

...
27.03 | 14:50

Soleiðis endaði Atlantsfarið sínar dagar:
http://www.engineersjournal.ie/2018/03/06/regina-caelis-salvaged-cook-street-quay-county/

...
15.03 | 22:25

Teir, sum bygdu Atlansfari, vóru J.F. Kjølbro, keypmaður og Joen Frederik Isaksen, skipari (Billu Jógvan).

Billu Jógvan var abbi mín..

...
11.02 | 17:59

Ég var háseti með þeim Engilbert Guðmundi og Þór veturinn 1970 .Þeir voru fínir félagar og duglegir sem og öll sú áhöfn sem var samskipa mér ,Berti var gætinn .

...
Du kan lide denne side