Heimdal VA151

NÆRUM 100 ÁRA GAMLI HEIMDAL VENDIR HEIM AFTUR TIL MIÐVÁGS.

Heimdal á Miðvági á Vestanstevnu 2014 - Mynd: Dánial Joensen

Eftir 83 ár í útlegd hevur motorbáturin Heimdal aftur fingið heimstað í Miðvági.

Tað er Áhugafelagið Heimdal, sum hevur tikið stig til at keypa motorbátin aftur til bygdina.

Í samrøðu við stigtakarin til verkætlanina Dánial Joensen, greiðir hann frá, at prátið byrjaði fyri trimun árum síðan á Vestanstevnu í Miðvági 2014, tá tiltakið Fólkalívsmyndir við klippfiskatilvirking fór fram úti á Bakka í Miðvági. Tá hugleiddu Dánial Joensen og Jon Hansen sína millum, um hvussu áhugavert tað kundi verið, at átt eina slupp ella motorbát í bygdini, sum kundi lagt til kai og uppskipa veiðuna, og fyri síðan at framsýna hvussu fiskur bleiv hagreiddur á landi og pakkaður til útflutnings fyrr í tíðini.

Til hetta tiltakið í 2014 lá Heimdal á Miðvági, men tá vóru tað tey fægstu, sum vistu at Heimdal einaferð hevði havt heimstað í Miðvági.

Tá bókin ”Siglandi arvurin” eftir Óla Olsen kom Dániali í hendi stutt eftir, kemur hann fram á upprunan hjá Heimdal.

Dánial setti seg í samband við eigarin av Heimdal og har var leyst og liðugt beinavegin, vestmenningurin Bjarni Heinesen vildi selja bátin til Miðvágs, um áhugi var fyri tí.

Eftir hetta bleiv áhugafelag stovnað, og arbeitt hevur verið miðvíst við at savna pening saman, og 15. august í ár er Heimdal keyptur og goldin, keypsrísurin var 300.000 krónur.

Ætlanin er at motorbáturin kann nýtast av limun áhugafelagsins og bygdafólki annars. Upplagt er, at skúlanæmingar og ung læra seg sjómansskap umborð á Heimdal.

Í fyrstu nevnd hjá áhugafelagnum sita: Dánial Joensen, Edvard Frederiksen, Jon S.Hansen, Magne Thomassen, Jóhannis Joensen og Jørgin Gaardlykke.

Heimdal er bygdur í 1919 og nærkast sostatt teimun 100 árunum. Motorbáturin er bygdur hjá Lias í Rættará í Havn til keypmannin og reiðarin í Miðvági, Hans Nikláa Niclasen.

Motorbáturin var upprunaliga 6,96 bruttotons til støddar, men er seinni uppmáldur av nýggjum til 8,75 bruttotons.

Heimdal kemur at fáa sama havnakenningsnummar aftur sum hann hevði upprunaliga VA151 og heimstað í Miðvági.

 

PS: Um tú ynskir at stuðla verkætlanini, kann ein upphædd flytast á konto í Bank Nordik konto nr. 6460-5530417  ella ynskjir at geraðst limur í áhugafelagnum Heimdal, er árliga limagjaldi  200 kr at flyta á somu kontu.

Heimdal - Mynd: Dánial Joensen

Úr søguni hjá handilsvirkinum hjá Hans Nikláa Niclasen í Miðvági

Hans Niklái Niclasen - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag

Hans Niklái Niclasen føddur 17.juli 1857 í Miðvági, var giftur Anne Margrethe Niclasen f.10. apríl 1868 í Funningi. Tey búsettust Í Húsi í Miðvági, har tey bygdu hús í 1890.

Hans Niklái fekk handilsloyvi 22. august 1883, tá bygdi hann handil uppí húsini, eginpeningurin var 2000 krónur.

Á Bakkanum bygdi hansara handilsvirkið pakkhús og íshús, og seinni eitt pakkhús afturat.

Húsini og handil hjá Hans Nikláa og Onnu Margrethu Niclasen, Í Húsi - Í dag Húsabrekka 11 - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag
Kort av Miðvági um ár 1900 - Kort: kortal.fo
F.v.: Funnings-Pól, Anna Margretha og Hans Nilái - Myndir: Miðvágs Fornminnafelag.

Bróðir konuna Annu Margrethu, var Poul Olsen, eisini róptur Funnings-Pól, sum búsettist í Vestmanna, har hann stovnaði handilsvirkið og hevði reiðaravirksemi.

Hans Niklái og svágurin Funnings-Pól samstarvaðu tætt. Og tá Royndin, Hemarin og Heimdal blivu kontraherðaðir, hjá Lias í Rættará, var Funnings-Pól parteigari.

Hans Niklái var reiðari á sluppunum Taylor (Toiler), Daggry, Doru og Fram. Og reiðari á teimun trimun motorbátunum Royndini, Hemarinum og Heimdali.

Reiðaravirksemi - Sluppirnar og Motorbátarnir.

Daggry VA19 - Mynd: Eddi Leyni

Í 1897 keypir Hans Niklái tað fyrstu sluppina tað var Daggry VA19, hetta var slupp keypt úr Hull í 1897, hon bleiv í 1901 yvirtikin av Rasmus Niclasen í Miðvági.

Í 1918 er Funnings-Pól  í Vestmanna eigari (svágur H.N.), tá fær sluppin navnið Múlin VN207, í 1932 keypir Jegvan Elias Thomsen í Sandavági sluppina og vær hon navnið Grønanes VA18.

 

Dora VN145 - Mynd: Eddi Leyni

Í 1905 verður sluppin Dora VN145, keypt til Vestmannar úr Goole í Mið-Englandi, Hans Niklái Niclasen úr Miðvági er reiðari, men onkur broyting var í 1925 tá blívur svágurin Funnings-Pól reiðari á Doru.

Dora gekk burtur á Eysturlandinum í Íslandi í september 1931.

Motorbátar fyri teym á Miðvági í 1920unum - Mynd úr Kirkjastovusavninum / Miðvágs Fornminnafelag.

 Í 1918 setir keypmaðurin og reiðarin Hans Niklái Niclasen í Miðvági seg í samband  við Lias í Rættará í Havn.

Hans Niklái hevur ætlanir um at byggja motorbátar til útróður, fyri at økja um rávørugrundarlagi til handilsfyritøkuna hjá sær, sum virkar klippfisk til útflutnings.

Í 1919 fær handilsfyritøkan tríggjar motorbátar bygdar hjá Lias í Rættará í Havn, teir vóru: Royndin, Hemarin og Heimdal.

Hesir bátar komu at dríva útróður út frá Miðvági og avreiða fiskin til virkingar hjá handilsvirkinum hjá Hans Nikláa.

 

Taylor VA229 (á myndini RE97) - Mynd: Matthías Eggertsson

Í 1923 økir Hans Niklái um reiðaravirksemi saman við øðrum, við keypinum av sluppini Taylor frá Poul Olsen, vanliga nevndur Funnings-Pól úr Vestmanna.

Sluppin Taylor er 66 bruttotons til støddar, og skipari á Taylor verður Hans Hansen, vanliga nevndur Hassurin, sum eisini var parteigari í Taylor.

Í 1929 kemur Taylor aftur undan Íslandi. Í ódnarstorminum sunnudagin 29. september 1929 -á Mikkjalsmessu- liggur Taylor uppankrað á Miðvági. Teir høvdu mist annað akkerið í Íslandi, og lógu tískil á Miðvági við einum akkerið úti og einum bátateymi, tá ódnarveðrið brast á.

Taylor sleit og rak á land og gjørdist vrak. Nakað av fiskinum fingu teir bjarga, men missurin var kortini stórur.

PS: Í skipalistum hevur Taylor ymisk nøvn, at finna eru nøvn sum: Toiler, Toyler, Tojler, Toller, Totler, Tauler og Taylor, sum er rættað navnið sambært skipalista.

 

Fram VN197 - Mynd: Guðbjartur V. Ásgeirsson

Í 1926 verður sluppin Fram keypt í felag hjá Funnings-Pól og Hans Nikláa, hetta var slupp sum var keypt til Vestmannar í 1913. Fram bleiv seld til Havnar í 1933.

Húsini og handil hjá Hans Nikláa og Onnu Margrethu Niclasen, Í Húsi - Í dag Húsabrekka 11 - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag

Eftir hendingina í 1929 fór tað at ganga niður á bakka í handilsfyritøkuni hjá Hans Nikláa Niclasen. Og tað at Taylor sakk bleiv ein so stórur smeitur fyri handilsfyrtøkuna, at eftir at Hans Niklái hevði klára at gjørt ”slætt borð” við manningina, var handilsfyritøkan í so tungum sjógvi fíggjarliga at hon fór á heysin.

Í 1920unum vóru annars tung fíggjarliga kor hjá føroyskum handilsfyritøkum við reiðaravirkið. Tað var fiskaloysi í Íslandi, og nógvar føroyskar handilsfyritøkur fór av knóranum síðst í 1920unum.

Hendingin við Taylor í 1929 setti sum nevnt djúp spor í fíggjarligu viðskiftini hjá handilsfyritøkuni í Miðvági.

Og í 1934 hóraði ikki undan meira hjá handilsfyritøkuni.

Hans Niklái Niclasen - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag

Hans Niklái Niclasen andaðist 25. oktober 1933 og Mánadagin 31. januar 1934 er tvingsilsøla av ognum hjá keymanninum.

Á uppboði er: Motorbáturin Heimdal úr Miðvági 6,96 brutto registar tons, 2 árabátar í liggja í Miðvági, ein motorbátafortøyning í Miðvági, eitt partabræv á 200 krónur í Skipafelagnum Føroyar og eitt partabræv á 100 krónur í Bilfelagið Krúnan í Miðvági.

25. apríl 1934 er endalig uppgerð og tvingsilssøla í búðnum eftir Hans Nikláa Niclasen, sála og eftirsitandi hústrú Onnu Margrethe Niclasen f.Olsen.

Á uppboði er: Eini sethús við tilbygningi við handli í Miðvági, eitt grótlaða pakkhús við uppskipingarbrúgv, eitt pakkhús úr timbri, eitt neyst, eitt íshús, eitt fiskastykki, alt í Miðvági.

Jørð á uppboði: 2 gyllin í Kvíðandali, 1 gyllin í Heimara Leiti, 3 gyllin í Eggini, alt í Miðvági og 3 gyllin á Steig í Sandavági. Harumframt, eitt traðarstykkið á Eggjatrøðni, eitt traðarstykki á Húsanesið og eitt traðarstykki Inni á Nesið. Og til seinast eitt gróthús Niðri á Vatn.

Motorbátar fyri teym á Miðvági í 1920unum - Mynd úr Kirkjastovusavninum / Miðvágs Fornminnafelag.

PS: Um nakar hevur rættingar ella okkurt at leggja afturat um Hans Nikláa Niclasen eru tit vælkomin at skriva til mín á janerik_69@hotmail.com

Ein mynd av Hans Nikláa er meir en vælkomin og kann leggjast inn her.

Eisini hava eg áhuga í at vita um tað vóru fleiri motorbátar og sluppir í hansara handilsvirksemi.

Enn er ongin mynd funnin av Heimdal VA151 frá tíðarskeiðnum 1919 til 1934.

Søgan hjá motorbátinum Heimdal.

Heimdal á Miðvági á Vestanstevnu 2014 - Mynd: Dánial Joensen

Heimdal er bygdur hjá Lias í Rættará í Havn í 1919. Og sum allir hinir motorbátarnir bygdir av Lias hevur Heimdal flata hekku, bygdur úr eik og furu.

Í Heimdal verður ein Dan diesel við 10 hestakreftum settur í, eftir uppmálingar verður motorbáturin Heimdal skrásettur at vera 6,96 brutto registar tons.

Eftir rembingarnar í handilsvirkinnum hjá Hans Nikláa Niclasen síðst í 1920unum og fyrst í 1930unum, verður Heimdal partur av eini tvingsilsins sølu hjá handilsvirkinum.

Tann 31. januar 1934 keypir P/F Balslev í Havn motorbátin Heimdal. Men longu árið eftir er motorbáturin seldur til Tvøroyar, so tað er møguligt at Heimdal ongantíð bleiv skrásettur við TN og Tórshavn sum heimstað.

Heimdal TG20 - Mynd: Eddi Leyni

Í 1935 keypa Clement Eliasen og Niels Mortensen á Tvøroyri, Heimdal, teir skifta 10 Hk Dan motorin út við ein Gamma Diesel 20/22 Hk. Samstundis veður motorbáturin uppmáldur av nýggjum og verður skrásettur at vera 8,75 brutto registar tons. Heimstaður er Tvøroyri við TG20.

Heimdal FD611 - Mynd: Eddi Leyni

Í 1961 verður Heimdal seldur norður á Toftir til Jóhan M. Olsen, Heimdal fær Toftir til heimstað og FD 611.

7 ár seinni í 1969, verður Heimdal aftur seldur til Suðuroyar, hesuferð til Oluf Ungagarð í Lopra. Heimdal fær TG40 og heimstað í Lopra.

Heimdal TG20 - Mynd: Leivur Nygaard

Bara eitt ár seinni keypur Heri Mørkøre, -sum tá var komin til Tvøroyrar at vera apotekari-, motorbátin.

Heimdal heldur navnið, men fær nú aftur TG20 og Tvøroyri til heimstað.

Heri Mørkøre gav bátinum eina høvuðsumvæling og setti nýggjan motor í, ein Volvo Penta við 125 hestakreftum.

Nøkur ár seinni bleiv Heri Mørkøre settur landapotekari í Havn, hann tók Heimdal við til Havnar, men broytti ikki skrásetingina.

Heimdal VN606 - Mynd: Eddi Leyni

Í 2006 keypir Bjarni Heinesen úr Vestmanna, Heimdal. Nú verður Heimdal skrásettur við VN606 og heimstaði í Vestmanna.

Heimdal er ofta at síggja til Regatta tiltakið runt Føroyar hetta tíðarskeiði.

Heimdal - Mynd: Dánial Joensen

Í 2016 seta miðvingar á stovn áhugafelag sum hevur til endamáls at keypa motorbátin Heimdal aftur til bygdina.

Tann 15. august 2017 er keypi endaliga avgreitt og Áhugafelagið Heimdal í Miðvági eigur nú motorbátin Heimdal.

Heimdal sum upprunaliga var bygdur til Miðvágs í 1919 og gongur sostatt á 98inda árið, fær nú upprunaliga havnakenningarnummarið aftur VA151 og heimstaður hjá Heimdal verður aftur Miðvágur eftir 83 ár í útlegd. 

Søgan hjá motorbátinum í stuttum:

Heimdal - Mynd: Dánial Joensen

Heimdal VA151

Bygdur 1919 hjá Lias í Rættará í Havn

Stødd: 6,96 BRT.

Motorur: Dan Diesel 10 Hk.

Skrásettur 1.oktober 1919.

 

1919 - Heimdal VA151, Miðvág - Hans Nicolaj Niclasen, Miðvág

1934 - Heimdal TN??, Tórshavn - P/F Balslev & Co, Tórshavn

1935 - Heimdal TG20, Tvøroyri - Clement Eliasen & Niels Mortensen, Tvøroyri

1961 - Heimdal FD611, Toftir - Johan.M.Olsen, Toftir

1969 - Heimdal TG40, Lopra - Oluf Ungagarð, Lopra

1970 - Heimdal TG20, Tvøroyri - Heri Mørkøre, Tvøroyri

2006 - Heimdal VN606, Vestmanna - Bjarni Heinesen, Vestmanna

2017 - Heimdal VA151, Miðvág - Áhugafelagið Heimdal, Miðvági

 

1935 - Uppmáldur av nýggjum til 8,75 Bruttotons

1935 - Nýggjan motor Gamma Diesel 20/22 Hk.

1970-1973 - Høvuðsumvældur

1973 - Nýggjan motor Volvo Penta 125 Hk.

 

Í dag er bara Heimdal eftir av teimun trimun motorbátunum sum Hans Niklái Niclasen lat byggja í 1919 hjá Lias í Rættará. Hvar í Hemarin og Royndin endaðu er enn ókent.

Áhugafelagið Heimdal

Heimdal á ferð ímillum lond - Mynd: Leivur Nygaard

Áhugafelagið Heimdal er sett á stovn 02. februar 2016. Endamálið hjá felagnum er at keypa, reka og varveita søguliga motorbátin Heimdal, sum hevur sín uppruna í Miðvági.

Felagið er áhugafelag, skipa við 6 mannanevnd og ætlanin er at samla so nógvar stuðulslimir sum gjørligt, sum skullu vera við til at fíggja raksturin av motorbátinum.

Ætlanin er, at báturin kann nýtast av øllum limun felagsins og bygdafólki annars. Lagt verður upp til at skúlanæmingar og ung, sleppa at royna seg umborð á bátinum, og har nema sær kunnleika um sjómansskap og sjólívið.

Fyrsta nevnd felagsins er mannað við: Dánial Joensen, Edvard Frederiksen, Jon S.Hansen, Magne Thomassen, Jóhannis Joensen og Jørgin Gaardlykke.

Tey ið vilja stuðla áhugafelagnum ella ynskja at gerðast limir, kunnu flyta eina peningaliga gávu til áhugafelagið ella gjalda eitt árligt limagjald á 200 krónur á konto hjá felagnum í Bank Nordik konto nummar 6460-5530417

 

Áhugafelagið Heimdal takkar hjartaliga fyri allan stuðul ið verður latin.

 

janerik

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

28.08 | 21:05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

...
14.07 | 02:01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

...
28.06 | 22:28

Tað er John Kjærbo Eystan Á sum hevur skriva greinina, helt at Kaj P.Mortensen hevði skriva. Mistakið er rætta og eitt eftirmæli hjá Kaj er komi við eisini.

...
27.06 | 21:20

Hey hvør hevur skriva hesa greinina

...
Du kan lide denne side