 |
 |
|
 |
 |
Myndir av flaggskrýddum skipum.
Helena, Miðvágur - Mynd: Jónleif Joensen
Myndir av flaggskrýddum skipum. Tað er nakað serligt tá
eitt flaggskrýtt skip kemur inn eftir vágni, fjørðinum ella liggur við kai. Tað merkir alt annað líka, at her hava menn og kvinnur lagt rygg til at fáa tað borið so í bandi, við felagsáhuga,
við savnan av partapeningini og stovnað felag, so at tað gerst møguligt at bygga ella keypa eitt skip. Havi verið ígjøgnum myndasavnið
hjá www.vagaskip.dk og funnið tey skip, sum eru flaggskrýdd á myndum. Tað finnast óiva fleiri, sum kunnu koma við so líðandi og lættliga kunnu setast inn í
hetta savnið, um áhugi er fyri tí, tað ber til at seta seg í samband við undirritaða á teldupost janerik_69@hotmail.com Fyribils hava 33 skip fingið innivist í hesum samandrátti, einasta treyt er at skipini á myndunum flagga við øllum signalfløggunum ella onkrum serligum fløggum latin av skipasmiðjuni
ella øðrum til tann serliga dagin. janerik
1913 – Solveig VA25, Sørvágur
Solveig í Hvannasundi - Mynd: Sørvágs Bygdarsavn.
1913 – Solveig VA25, Sørvágur Deksbáturin Solveig, var bygdur
í Vestmanna, hevði hekku, var 7,40 tons stórur og hevði 10 HK Gideon motor. Eigari og formaður á bátinum var Jógvan Rasmussen, í Løðuni, Sørvági. Á myndini eru teir royndartúr norði í Hvannasundi í mai 1913.
1940 – Vón FD442, Fuglafjørður
Vón á Havnini - Mynd: Páll Árni Joensen
1940 – Vón FD442, Fuglafjørður 19.juni 1940 fór fyrsta havgangandi
skip, sum var bygt í Føroyum, av bakkastokki hjá Tórshavnar Skipasmiðju, hetta var samstundis eisini fyrsta skip sum skipasmiðjan bygdi. Tað
var Sigurð R.F.Simonsen, skipari, ættaður úr Sandavági og búsitandi í Fuglafirði, sum lat skipið byggja. Jógvan í Skálum í Vestmanna teknaði skipið, sum var bygt á
Tórshavnar Skipasmiðju hjá Kjartani Mohr. Vón fór fyrsta túr 24. juni 1940 á sildafiskiskap við Ísland. Á
veg til Íslands legði Sigurð inn á Sandavág at sýna bygdarmonnum sínum hetta stolta farð fram. Vón sakk eftir eldsbruna
15.september 1962
Vón á Fuglafirði - Mynd: Inga Simonsen
Í 1930-unum vóru tá ikki nógv sum trúðu uppá, at tað læt seg gera hjá føroyingum at byggja skip, men hetta
var so dyggiliga mótprógvað. Danski bankastjórin í táverandi Føroya Banka segði við Sigurð R.F. Simonsen: “Jeg tror aldrig, at færinger nogensinde kommer at bygge skibe”.
Vón sigldi við fiski til Bretlands øll krígsárini, tá hetta var mest vandamikla vinna nakar kundi fáast við. Á myndini liggur Vón á Fuglafirði flaggskrýdd.
1946 – Vesturskin VA221, Sørvágur
Vesturskin - Mynd: Úr myndasavninum hjá Zakaris á Skipafelagnum
1946 – Vesturskin VA221, Sørvágur P/F Vága Trolarafelag keypti
hendan trolaran 31. juli 1946, og eftir umfatandi umbygging í Haugesund í Noreg kom Vesturskin til Føroya fyrst í mars 1947. Í fyrstu
nevndini í P/F Vága Trolarafelag sótu: Jógvan Elias Thomsen, keypmaður, Sandavági, Hans Niklái við Gil (Hans Nicolaj Hansen)fiskimaður, Sørvági, og Zakaris á Skipafelagnum(Zacharias
Niclasen), stjóri, Tórshavn. Bróðir Zakaris, Dánjal Niclasen var stjóri í felagnum.
Vesturskin við Kirkjubønes - Mynd: Karmal Olsen, eldri – Páll Hellu myndasavn
Dia á Vertshúsinum førdi Vesturskin fram til 1949, tá fór Svenning Johannesen at føra Vesturskin og var skipari fram til 1954.
Vesturskin var miðdepil í einum fiskimannaverkfallið í 1954. Vesturskin
bleiv seldur til Noregs og fekk navnið Sletnes, og bleiv ikki upphøgdur fyrrenn í 1971.
1947 – Selberg VA170, Sørvágur
Selberg í Thurø - Mynd: Sonni Jacobsen
1947 – Selberg VA170, Sørvágur 9. juli 1947 yvirtóku sørvingar
Selberg frá Thurø Skibsværft og Kutterbyggeri. Tað var P/F Skipafelagið Sørvág sum lat bátin byggja. Í fyrstu nevndini
í felagnum sótu: Jacob Johannes Weihe, fiskimaður, Sørvági, Petur Hans Joen Sivart Isaksen, fiskimaður, Sørvági, Petur Hentza Weihe keypmaður, Sørvági, Lars Emil Weihe, fiskimaður, Sørvági,
Heine Torvald Zachariassen, fiskimaður, Sørvági. Stjóri var Petur Hentza Weihe. Sørvingar seldu Selberg 1. december 1962 inn á Saltangará.
P/F Sjóvinnubankin keypti Selberg á tvingsilsuppboði 4. mai 1992. Tað bleiv eftir tað selt til Vágs. Í 2002 bleiv Mai ex. Selberg seldur til
Noregs.
1953 – Tjaldur, Tórshavn
Tjaldur á Sørvági - Mynd: Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen, Sandavági.
1953 – Tjaldur, Tórshavn 1. februar 1953 kom Tjaldur hjá Skipafelagnum
til Føroyar, og næstu dagarnar í februar silgdi Tjaldur til ymiskar havnir í Føroyum á framsýningar túrið, her kemur Tjaldur inn á Sørvág, har ein av partaeigarunum var, nevniliga
P/F N.Niclasen v/Dánjal Niclasen á odda.
Tjaldur á Sørvági - Mynd: Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen, Sandavági.
Landið átti upprunaliga Skipafelagið Føroyar. Í 1930unum bleiv Skipafelagið selt, og á odda fyri teir nýggju eigararnar vóru
brøðurnir Zacharias Niclasen í Havn (Zakaris á Skipaferlagnum) og Dánjal Niclasen í Sørvági og svágur teirra Ewald Kjølbro í Klaksvík.
Tjaldur á Sørvági - Mynd: Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen, Sandavági.
Tað var P/F Skipafelagið Føroyar í lat skipið byggja á Aalborg Værft A/S og kundi hava 292 ferðafólk, manningin taldi 50.
Tjaldur kostaði 10 millónur krónur at byggja Skipið bleiv selt til chilensku
sjóverjuna í 1967, tá ætlanir um størri skip lógu á borðinum.
1953 – Tindhólmur VA115, Sørvágur
Tindhólmur á Sørvági - Mynd: Postkort
1953 – Tindhólmur VA115, Sørvágur 11. juni 1953 keypir Jegvan
Elias Thomsen keypmaður og reiðari í Sandavági, íslendska skipið Forseti á tvingsilsuppboði. Forseti var heimahoyrandi í Reykjavík, men silgdi út frá Sørvági, hevði føroyska
manning og ein av parteigarunum í Forseta var Sørin Nielsen í Sørvági. Jegvan Elias Thomsen, selur stutt eftir tvingsilsuppboði skipið
til felagið P/F Drangur, sum var stovnað av Jegvan Elias Thomsen, keypmanni, Sandavági, Hjalmar Gásdal, skipari, Sørvági, Arnold Guttesen, skipari, Sørvági, Zacharias Thomsen, keypmaður, Sandavági
og Leivur Lützen, sakførari, Tórshavn. Seinni koma í nevndina: Erland Fossá, stjóri, Tórshavn, Joen Jacob Thomsen, fulltrúi,
Sandavági og Hugo Fjørðoy, keypmaður, Sørvági. Tindhólmur fekk í 1956 oljufýr ísetta umframt aðrar umvælingar
og nútímansgerð. Tað gekk onki serligt við rakstrinum av skipinum tí tvingisilsuppboð vóru heilar tríggjar ferðir,
11. juni 1953 er felagið Drangur keypari, 11. november 1959 er aftur tvingsilsuppboð, eftir hetta keypir P/F Nónfjall í Sørvági skipið, 17. november 1965 er aftur tvingsilsuppboð av Tindhólmi, tá keypir
Hans Pauli Johannesen, stjóri í Havn skipið, og selur trolaran til upphøggingar í Englandi.
1956 – Jegvan Elias Thomsen VA15, Sandavágur
Jegvan Elias Thomsen á Sørvági - Mynd: Jónrid og Jóan Pauli Frederiksen myndasavn, Miðvági
1956 – Jegvan Elias Thomsen VA15, Sandavágur 7. mai 1956 keypa sandavágsmenn
Hull-trolaran Lammermuir. Trolarin sum fær navnið Jegvan Elias Thomsen, eftir keypamanninum og stórreiðaranum í bygdini, kostar P/F Samvinnufelagið Sandavág 4,5 milliónir krónur at keypa. Bløðini
skriva í 1956 at ”Tað er eitt ódnartak sum her er tikið av sandavágsmonnum at fáa hetta prýðiliga skip til landi”
Jegvan Elias Thomsen á Sørvági - Mynd: Jónrid og Jóan Pauli Frederiksen myndasavn, Miðvági
Frá 1956 og fram til 1966, vaks fólkatalið í Sandavági, við áleið 100 fólkum, orsøkin til hetta sigst verða, fyrst
og fremst at trolarin Jegvan Elias Thomsen kom, og eisini at tvey stállínuskip komu til bygdina, Venus í 1961 og Reynsatindur í 1962.
Jegvan Elias Thomsen á Havnini - Mynd: Dimmalætting
1958 – Vesturvón VA200, Sørvágur
Vesturvón á Havnini - Mynd: Eddi Leyni
1958 – Vesturvón VA200, Sørvágur 22. december 1958 kemur línubáturin
Vesturvón til Føroyar á fyrsta sinnið. Tað er P/F Vesturvón í Sørvági í lat bátin byggja í Søviknes, byggiprísurin er 1.078.000 krónur. P/F Vesturvón
er handilsvirki, ið frammanundan eigur stórt turkihús. Høvuðsmenninir í fyritøkuni eru brøðurnir Johannes & Eivind
Niclasen og Hjalmar Hvítklett. Longu í 1966 bleiv línuskipið Vesturvón selt til Noregs, tá byrjaðu fyrireikingarnar til ein flakatrolara sum kom í 1969 ið fekk navnið Vesturvón.
1961 – Venus VA51, Sandavágur
Venus av bakkastokki hjá Løland - Mynd: Eivind Gudmundsen myndasavn, Sandavági
1961 – Venus VA51, Sandavágur 29. juni 1961 fer línuskipið Venus
av bakkstokki hjá Løland Motorverstad í Leirvik í Sogn. Tað P/F Nýpan v/ Eivind Rasmussen sum stjóra, sum letur bátin byggja. Byggiprísurin er 1.550.000 og er sostatt eitt av teimun dýraru
stálllínuskipunum sum komu til Føroyar um hetta mundi.
Venus í Leirvik í Sogn - Mynd: Eivind Gudmundsen myndasavn, Sandavági
Skipið bleiv gjørt liðugt mest møguligt í høllini, mastrar o.a. bleiv sett uppá tá hann var sjósettur. Tá skipið var liðugt hjá Løland Motorverkstad, bleiv silgt til Bergens at gerða krængningsprøva og fáa siglingarloyvi og klassapappírir
uppá pláss. Eivind Gudmundsen, maskinmeistari, hevði byggieftirliti.
Venus á Miðvági - Mynd: Miðvágs Forminnafelag/Ole Sørensen
Venus var sigliklárur í juli 1961, og kom á Miðvág flaggskrýddur 4. august 1961.
Venus á Miðvági - Mynd: Miðvágs Forminnafelag/Ole Sørensen
Millum hendingar við Venus var ein í 1970, har fleiri garnaskip komu á Havnina at mótmæla, tá løgtingi hevði ætlanir um
at steðga ganafiskiskapinum eftir torski. 21. juni 1972 rendi Venus á land við Glyvursnes, lítil og ongin skaði kom á skipið og mansskaði
var eingin. Venus bleiv upphøgdur á Skála í 2011 og var sostatt í vinnu í 50 ár.
Venus á Miðvági - Mynd: Miðvágs Forminnafelag/Ole Sørensen
1962 – Reynsatindur VA27, Sandavágur
Reynsatindur við kai hjá skipasmiðjuni í Dieppe - Mynd: Jónleif Joensen
1962 – Reynsatindur VA27, Sandavágur 23. apríl 1962 - 2. páskadag
– kom nýbygdi línubáturin hjá Zacharias Nielsen á Miðvág. Reynsatindur var nr. 6 í røðini av 7 systurskipum sum blivu bygd í Dieppe í Frankaríki, hetta var ein
av fleiri skipapakkum innan endurnýggjan av føroyska fiskiflotanum í 50unum og 60unum. Tá sandavágsskipið Reynsatindur kom á
Miðvág annan páskadag 1962, var stór mannfjøld á bryggjuni at taka ímóti. Sóknarstýrisformaðurin í Sandavági Niels Marius Petersen helt røðu, Sandavágs Sangkór
sang millum aðrar sangir henda sangin yrktur til móttøkuna av Heina F. Petersen. Hoyrdust ljóma sálmaløg, Syngjandi á Vágin hildu fedrar, sum av havi silgdu løgdu síðan heim at støð Ja, í teirra kjalarvørri stevnir nú ein nýggjur knørrur leggur inn á Sandavág eins og fedrar løgdu tá Tú helt út á Ermasund. Sjógvar brutu frá tær stríðir Hvørva tóku Fraklands líðir skjótt gekk norður hvørja stund. Føroya tindar reystu, fríðu fjart frá bógvi sóust síga heilsan hvør í kvirru bar: Ver vælkomið nýggja far. Vit nú vilja bera tær. "Reynsatindur" fagnar kvøðu. so at millum hamrar høgu hoyrist ljóða aftursvar Leggur brátt á havið víða undir landsins merki fríða mongum tú at gagni ver prúðan
fong til lands tú ber. Drottur høgi handan ský
veri viti tú og verja tá í ódnir harðar herja og tá valdar lognin blíð Tú kanst slætta sjógv í sundum
skaka fjøll í sterkum grundum tína góðu signing gev
annars batar einki strev.
Reynsatindur á Havnini - Mynd: Eddi Leyni
Dimmalætting skrivar um hetta skip í 1962: Fyrst í vikuni kom nýggi línubáturin til Sandavágs av skipasmiðjuni í
Dieppé í Frankaríki, sum áður hevur latið fimm bátar av hesum slag – 118 fót – til Føroya. – Koyggjuplássini eru 26. Reynsatindur, er prýðuligt far, og eins og hinir fronsku bátarnir útgjørdur við øllum hentleikum. Eigari er Zacharias Nielsen í Sandavági. Ein bátur er enn eftir at kom til Føroya úr Frankaríki, hann er bílagdur av felagnum Samvinna á Tvøroyri. Teir 5 áðrenn Reynsatind vóru: Havørnin FD298, Gudmundur TG1, Columbus FD593, Nornagestur TN132 og Anna T TG99. Báturin
eftir Reynsatind, ið var til Samvinnu á Tvøroyri var Ranafossur TG139 Reynsatindur bleiv upphøgdur í Noreg í 2011.
1964 – Varðberg VA165, Miðvágur
Varðberg í Keypmannahavn - Mynd: Jónleif Joensen
1964 – Varðberg VA165, Miðvágur 7.mai 1964 liggur Varðberg við
kai í Keypmannahavn. Tað blivu ymisk tól sett í skipið, sum ikki fingust til vega í Eystur-Týsklandi, m.a. Decca, Radar, ekkolodd og Loran. Menn lógu í longri tíð og bíðaðu í Eystur-Týrsklandi eftir at skipið skuldi blíva liðugt, tað vísti at vera bæði tilfarstrot til liðugtgerð innan og ringt
at fáa góðar handverkarar til hetta, í tí heldur afturlatna og kommunistiska Eystur-Týsklandi. Varðberg kemur at kosta 1.400.000 krónur.
Varðberg á Miðvági - Mynd: Ólavur Hansen, Miðvági
20. mai 1964 kemur Varðberg flaggskrýddur inn á Miðvág. Varðberg er tann fyrsti av 5 systurskipum bygd í Eystur-Týsklandi, tað
er Petur Dahl sum hevur gjørt tekningarnar og eru hesir eystutýsku línubátarnir líkir teimun sum blivu bygdir í Fraklandi (Reynsatindur o.a.). Eitt sum tó brýtur av er at hesir hava flata hekku.
Tað er Elbewerft í Boizenburg sum byggir hesa seriuna við 5 skipum til Føroyar. Tað er Føroya Sildasøla sum hevur kontrakta 5 skip ígjøgnum Ognarfelagið, Sildasølan avhendar síðan skipini til eigararnar tá tey eru komin til Føroyar. Tað er P/F Varðberg
í Miðvági við Steintór Johannesen, skipara á odda, sum eiga Varðberg. Skipari fyrsta túrin er Jógvan Kruse av Eiði og fari verður til Grønlands á snelluveiðu.
1966 – Cathrina, Miðvágur
Cathrina í Frederikshavn - Mynd: Miðvágs Forminnafelag / Hans Hansen myndasavn
1966 – Cathrina, Miðvágur 4. februar 1966 fer nýbygda farmaskipið
hjá miðvingum, Cathrina av bakkastokkið hjá Frederikshavn Værft og Tørdok A/S, tað er Hans Hansen og synir í lata skipið byggja. Tað var Ása Hansen g.Rasmussen sum navngav skipinum við hesum
orðum: Dirvi og áræði manna, fároyndar
leiðir at kanna - treystmikið fólkið at gera, tær eydnu, Cathrina, má vera. Skipið fer beinleiðis í uttanlandasigling (time charter)
og skipari verður Arne Hansen.
1969 – Vesturvón VA200, Sørvágur
Vesturvón á royndatúrið í Noreg - Mynd: Hatlø Mekaniske Verksted
1969 – Vesturvón VA200, Sørvágur 23. mars 1969 verður Vesturvón
verður dóptur á Hatlø Mekaniske Verksted. Tað er ein várdagur fullur av vónum í Ulsteinsvik, við útrustningkaiina
hjá Hatlø Mekaniske Verksted liggur eitt ”vidundur” av einum skipið, flaggskrýtt, ein nýbygdur hekkutrolari við tí síðsta nýggja innafyri flakamaskinur, skrædlarar, eina veldiga
frystilast, manningarrúm til 47 mans, aircondition sum sjálvt í tropiskum sjógvi, skal gera tað svalligt hjá manningini. Hetta
er tann besti og mest avanseraði verksmiðjutrolarin sum er nakrantíð er bygdur. Soleiðis lýstu norsku bløðini Vesturvón í 1969. Gumma er Karolina Hansen, hon lesur fyrsta vers av føroyska tjóðsanginum ”Tú alfagra land mítt” og síðan doypur hon skipið við hesum orðum: ”Vóni tú navnið høgt vil bera, Vesturvón
skal navn títt verða” lesur Karolina upp áðrenn sjampanjufløskan
verður slept ímóti skipssíðuni. Síðan bjóðar skipasmiðjan til døgurða á Ulstein Hospits. Leif Hatlø, stjóri sum heldur røðu vegna Hatlø Mekaniske Verksted.
Vesturvón á Sørvági - Mynd: Jógvan Helgi Hansen
Sunnumorgunin 13. apríl 1969 um 10 tíðina, legði Vesturvón til kai í Sørvági. Stór manfjøld úr allari oynni
var komin at fagna nýggja skipinum. Sóknastýrisformaðurin Niclas Niclasen, beyð skipinum vælkomið, og nevndi hvussu týdningarmikið eitt skip av hesi støddini hevði fyri bygdina. Sørvágs
Tónleikarafelag spældi á kaiini.
Vesturvón á Havnini - Mynd: Jónleif Joensen
1974 – Suðurvarði VA57, Sørvágur
Gumma Suðurvarða Hallgerð Nolsøe - Mynd: Óli Nolsøe
1974 – Suðurvarði VA57, Sørvágur 21. december 1974 kom Suðurvarði
fyrstu fer á Havnina. Tað er partsreiðaríði Suðurvarði sum hevur latið rækjutrolaran byggja á Langsten Slip & Båtbyggeri í Tomrefjord. Suðurvarði er merktur VA57 og heimstaður
er Sørvágur. Ein kann undrast á hví skipini hjá John Dam skipara, høvdu nøvn úr Sørvági, fyrst Vesturvarði
og síðan Suðurvarði. Men aftanfyri hetta partsreiðarí var Skipafelagið Føroyar, sum teir tríggir Zacharias Niclasen(Zakaris
á Skipafelagnum), bróðirin Dánjal Niclasen stjóri í P/F N.Niclasen og svágur teirra Ewald Kjølbro, reiðari í Klaksvík, keyptu frá landinum í 30unum. Og soleiðis
bleiv navn, havnakenningsnurmmar og heimstaður hjá skipinum ein avleiðing av hesum.
Suðurvarði - Mynd: Jónleif Joensen
Tað er navnframi skiparin John Dam, sum stendur á odda á hesum nýggja rækjutrolaranum. Og blivu ymsar finessur sum John hevði tikið frá
royndunum við Vesturvarða gjørdar á Suðurvarða, millum annað koyrdu wireblokkarnir afturi á hekkuni eftir einum skinnara, so wireblokkarnir kundu flytast inn ímóti miðjuni ella út annað
borði við oljutrýsti, tað vóru serliga trupuleikarnir at fiska í ísið sum vóru orsøkin til hetta patenti hjá John Dam. Seinni fingu rækjutrolarar sær hydrauliskar ísgálgar sum kláraðu at flyta wireblokkarnar heilt niður í trol sliskuna. Áðrenn hetta patenti var ofta trupult at fiska í ísið,
og skip vóru noydd at rýma frá góðum rækjuleiðum vegna ís.
1975 – Høgifossur VA65, Sandavágur
Høgifossur á royndartúrið í Noreg - Mynd: Eiler Thomassen
1975 – Høgifossur VA65, Sandavágur 22. mars 1975 kemur nýggji
rækjutrolarin hjá Samvinnufelagið Sandavág, Høgifossur er eins og Suðurvarði bygdur á Langsten Slip & Båtbyggeri í Tomrefjord og er systurskip til Suðurvarða. Høgifossur kostaði 9 millónur krónur at byggja.
Høgifossur á royndartúrið í Noreg - Mynd: Jónleif Joensen
Tað verður ofta skemta við at hetta skipið hevði heimsins stytstu byggispesifikasjón, tí tað ljóðaði at Samvinnufelagið
hevði sent telegram til Noregs sum var soljóðandi: "Et stykke skib, sammeslags som John Dam". Men hetta var nú ikku heilt so, men royndirnar sum John Dam hevði havt teir 3 mánaðirnar við Suðurvarða, góvu sandavágsmonnum holla vitan, millum annað bleiv brúgvin flutt longri
fram, so at troldekkið bleiv arbeiðsligari. Við Høgafossi fyrsta túrin, sum byrjaði páskaaftan, vóru 15 mans og skipari var
Herluf Thomassen.
1976 – Hamraberg VA202, Miðvágur
Hamraberg á Miðvági - Mynd: Dimmalætting
1976 – Hamraberg VA202, Miðvágur 9. juli 1976 kemur triðja av teimun
9 línu- og garnaskipunum sum P/F Marknaðarrøkt letur byggja í Stettin í Polen, til Føroyar, tað er Hamraberg sum kemur flaggsrkýddur á Miðvág. Tað er partsreiðaríði Krúnan í Miðvági, sum skal hava henda bátin. í hesum partsreiðarínum eru 60 eigarar. Hamraberg kostar 4,5 milliónir at byggja. Ætlanin er at fara til Grønlands á saltfiskaveiðu
við gørnum, so skjótt sum smiðjan í Miðvági, hevur sett ymiskt í á millumdekkinum m.a transportband. Føroysku
garnabátarnir royna við Kappan. Skipari fyrsta túrin verður Wensil Nattestad og maskinmeistari verður bróðirin Kristian. Við Hamraberg fyrsta túrin eru 15 mans.
1976 – Lækkaklettur VA6, Miðvágur
Lækkaklettur á Miðvági - Mynd: Dimmalætting
1976 – Lækkaklettur VA6, Miðvágur 21. august 1976 kemur fjórða
av 9 línuskipunum sum P/F Marknaðarrøkt letur byggja í Stettin í Polen, til Føroyar. Tað er Lækkaklettur sum P/F Godtfred
Joensen skal hava. Lækkaklettur fer fyrsta túrin til Grønlands á saltfiskaveiðu við gørnum.
Lækkaklettur á Miðvági - Mynd: Eddi Leyni
Tíðin hjá Lækkakletti sum garnaskip gjørdist stutt, tí longu í 1977, verður Lækkaklettur umbygdur til trolara hjá
J.K.Joensen í Miðvági. Stutt fyri hetta var ein annar av "polakkunum" í Vágum, Heldarstindur umbygdur til trolara, og vísti skipið seg at rigga væl sum trolari.
1979 – Research TN449, Tórshavn
Research á Havnini - Mynd: Páll Árni Joensen
1979 – Research TN449, Tórshavn 9. mars 1979 kom Research á Havnina,
hetta er trolari bygdur í Campeltown í Skotlandi til partsreiðaríði Research sum Brynjólvur Petersen, skipari, stendur á odda fyri. Brynjólvur er ættaður úr Sandavági og navnið á trolaranum hevur hann tikið frá slupp úr heimbygdini sum æt Research, sum pápi hansara Hentzar Petersen var skipari á og keypti
saman við Petur á Steig í 1931. Annars var Research ein av fyrstu sluppunum sum kom til Sandavágs í 1906. Research fær tó havnakennigsnummar
TN449 og heimstað í Tórshavn. Research verður doyptur í Campeltown 6. mars 1979 og guðmamma var Sólbjørg Petersen. Ísfiskatrolarin
Research kostar 6,2 milliónir krónur at byggja og skal fiska fyri 2,5 milliónir krónur fyri at bera seg. 6 mans verða við Research og skipari verður Brynjólvur Petersen.
1980 – Leivur í Hesti VA10, Sandavágur
Leivur í Hesti við kai í Hesti - Mynd: Sverri Rasmussen
1980 – Leivur í Hesti VA10, Sandavágur 22. juni 1980 - Tað var
í 1978 at brøðurnir á Lofti í Sandavági saman við øðrum undirskrivaðu byggisáttmála fyri ein hekkutrolara, hjá skipasmiðjuni Forges Caloin í Estaples sur Mer í
Fraklandi. Uppruna sáttmálaprísur var 5,8 millónur krónur, men yvirtøkudagin kostar trolarin 6,8 milliónir krónur.
Tað er partafelagið Túgvan við Jens Paula á Lofti sum stjóri, sum eigur skipið. Leivur í Hesti er 25 metur langur og lastar
160.000 pund av ísaðum fiskið. Við skipinum vera 6 mans og skipari verður Jens Pauli á Lofti.
1980 – Giljanes VA210, Miðvágur
Giljanes á Miðvági - Mynd: Hálvdan Gudmundsen (e)
1980 – Giljanes VA210, Miðvágur 8. november 1980 kom risatrolarin sum
miðvingar og sandavágsmenn hava keypt úr Fraklandi. Giljanes er størsta fiskiskip í føroyska flotanum (november 1980). Teir í
stovnaðu partafelagið Giljanes vóru: Svend Aage Ellefsen, Jens Erik Nielsen, Alberg Johannesen, allir úr Sandavági, Sune Gaardlykke, Magnus Hansen, Jens Eli Ellefsen allir úr Miðvági, umframt hesar 6, hevur Miðvágs
Kommuna eisini teknað partapening. Nevndaformaður í felagnum er Hans Jørgensen, borgastjóri, Svend Aage Ellefsen er valdur til stjóra
í felagnum. Keypsprísurin fyri Jutland III er 34 milliónir krónur. Trolarin skal umbyggjast til svartkjaftaveiðu á Skála Skipasmiðju.
Og tá Giljanes er liðugt umbygdur og klárur til fiskiskap stendur hann í 45 milliónum krónum. Ætlandi vera eini 50-55 mans við trolaranum.
1984 – Høgifossur VA65, Sandavágur
Høgifossur á Sandavági - Mynd: Jóhan á Plógv myndasavn, Sandavági
1984 – Høgifossur VA65, Sandavágur 19. apríl 1984 - skírishóskvøld
- kom nýggi trolarin hjá Samvinnufelagnum í Sandavági á Miðvág. Høgifossur er kombinerðaur rækju- og svartkjaftatrolari.
Kostnaður er 96 millónir krónur, og skal fiska fyri 45 milliónir krónur árliga fyri at bera seg. Høgifossur er 66 mtr langur
og hevur eina 4480 HK Wichmann høvuðsmaskinu, sum gevur eina fer uppá 16,7 míl. Hetta er triði Høgifossur hjá Samvinnufelagnum,
tann fyrsti Høgáfossur, bleiv keyptur úr Englandi og kostaði 650.000 krónur. Eftir henda keypir felagið Jegvan Elias Thomsen, sum kom í 1956. Næsti Høgifossur kemur í 1975 og kostaði 9,5 millónir
krónur. Hesin triði Høgifossur kostar 96 milliónir krónur.
Høgifossur á Sandavági - Mynd: Jóhan á Plógv myndasavn, Sandavági
Skipið lastar góð 600 tons av rækjum. Og á svartkjaftaveiðu verður roknað við at skipið lastar áleið 1300 tons av svartkjaftaflaki,
sum er 300 tons meiri enn Giljanes tekur. Við Høgafossi verða 29 mans og skipari verður Herluf Thomassen.
1984 – Føstuvarði VA303, Miðvágur
Føstuvarði á Havnini - Mynd: Tórshavnar Skipasmiðja
1984 – Føstuvarði VA303, Miðvágur 14. juli 1984 bleiv Føstuvarði
doyptur á Tórshavnar Skipasmiðju. Tað var Paula Nattestad sum doypti skipið við hesum orðum: Tórshavnar Skipasmiðju á tín kjølur strektur lá Tá tú fór av bakkastokki, nýbygning tveytifimm teir høvdu rokki. Sum fiskivinnutjóð vit vilja hava skipini góð. Tú fýrdur ei verður við koli tá veiða tú skalt við troli. Ein manning á tær skal flóta, Guðs signing har at njóta. Tú føra má fiskin hin manga inn um okkara tanga Nú liggur tú her til reiðar til fyrstu sjóferð. Vit leggja alt í Hansar hond So verður trygg tín gongd. Má lagnan hin blíða fylgja tær víða VA303 á stevni Føstuvarði eg teg nevni.
Føstuvarði og Hamraberg flaggskrýddir á Miðvági - Mynd: Sólberg Olsen
Og eftir navngeving silgdi trolarin beineleiðis til heimbygdina Miðvág har stórfingin móttøka var fyri Føstuvarða. Har Vágakórið
tók ímóti og bygdaráðsformaðurin helt røðu. Føstuvarði kostaði miðvingum 21 milliónir krónur
at byggja, kjølurin bleiv strektur í september 1983 og liggur nú klárur at handa eigarunum í juli 1984. Miðvingar eru sum heild stak
væl nøgdir við nýggja trolaran, og fleiri skýra skipið at vera "Eitt plettskot til føroyska ísfiskaflota" "skræddaraseymaður".
Føstuvarði á royndartúrið - Mynd: Ólavur Hansen,Miðvági
Tað eru teir báðir Wensil Nattestad og Svabo Poulsen, sum hava verið undangongumenn fyri at fáa hendan trolaran til Miðvágs. Teir báðir hava fleiri ára royndir við troling undir Føroyum, og hava teir saman við Tórshavnar Skipasmiðju, skapt henda stásiliga trolaran.
Og er hetta prototypan til teir eftirkomandi trolararnar frá skipasmiðjuni: Vestmenningur, Grønanes, Stígarklettur, Hádegisklettur, Vesturbúgvin, Fram. Manningin á Føstuvarða telur 8 mans og skipari verður Wensil Nattestad.
1984 – Nýpuberg VA260, Miðvágur
Nýpuberg og Føsturvarði á Miðvági - Mynd: Ólavur Hansen,Miðvági
1984 – Nýpuberg VA260, Miðvágur Fløggini vóru ikki
meir enn niðurtikin á Føstuvarða, tá nýtt far stevnir inn á Miðvág (dato?), tað er Nýpuberg, sum eftir eldsbruna við bryggjuna í Miðvági 2. januar í 1982, tá
við navninum Jatnaklettur, hevur fingið eina umfatandi umbygging har einans skrokkur og høvuðsmaskina eru eftir av tí upprunaliga.
Nýpuberg og Føsturvarði á Miðvági - Mynd: Ólavur Hansen,Miðvági
Umbyggingin sum er gjørd á Skála Skipasmiðju kostar reiðarínum 7 milliónir krónur og stendur skipið sostatt í 10 milliónum
krónum, tá keypprísur er íroknaður. 24. juli fór Nýpuberg fyrsta túrin undir Føroyar at royna. 8 mans verða
við Nýpuberg. Við Nýpuberg verða teir somu mennirnir sum skuldu fara avstað við Jatnakletti beint eftir nýggjár í 1982.
1984 – Vesturvarði VA214, Sørvágur
Vesturvarði á Havnini - Mynd: Eddi Leyni
1984 – Vesturvarði VA214, Sørvágur 1. december 1984 verður
trolarin, sum Skála Skipasmiðja hevur bygt til P/F Vesturleika í Sørvági, navngivin og latin eigarunum. Sigrid Henriksen navngav skipið
við hesum orðum: "Frægir bygdu óðalsbygd, varðar
vardu menn, tá teir bygdu varðar og hesir standa enn,
Løgdu lunnar til sjóð, vardu hesa tjóð,
varði hann í øllum varðar Vesturvarða navn."
Hetta er fyrsti nýbygningur til Sørvágs síðan 1976,
tá var tað polakkurin Vesturleiki sum kom til bygdar.
Vesturvarði - Mynd: Jónleif Joensen
Serstøk móttøka var fyri Vesturvarða har teir tríggir sørvágstrolararnir Dalenni, Vesturleiki og Vestursøki tóku ímóti
Vesturvarða úti við Skerhólm og fylgdu nýbygda flaggskrýdda trolaranum til bryggju, har stúgvandi fult av fólkið høvdu leita sær saman á kaiini. Bygdaráðsformaðurin Dánjal
Tausen flutti fram røðu. Vesturvarði kostar 30 milliónir at byggja. Við djúpvatnstrolaranum verða 10 mans og skipari er Jósup Henriksen.
Helena á Skála - Mynd: Jónleif Joensen
1985 – Helena, Miðvágur 10. oktober 1985 verður frystifarmaskipið
sum P/F Høvn í Sørvági hevur latið byggja á Skála Skipasmiðju navngivið. Tað er Ester Joensen sum doypur skipið
við hesum orðum: "Um heimsins høv tú stevna skal má
Harrans signing teg stuðla væl teg leiða trygt úr í havn Helena nevnast skal títt navn." Helena
er bygginummar 44 hjá Skála Skipasmiðju, skipið er 77 metur langt og 13 metur breitt, bruttotonnasjan er 630 BRT. P/F Høvn hevur heimstað
i Sørvági, ímeðan frystifarmaskipið Helena hevur heimstað í Miðvági. Teir flestu partaeigararnir eru úr Vágum,
men ein partur er tó aðrastaðni frá. Reiðari er Karlo Joensen í Miðvági. Helena kostar 85 milliónir at byggja.
Somu menn hava ætlanir um at byggja eitt skip av sama slag afturat inni á Skála. Við Helenu verða 12 mans og skipari er Niclas Hovgaard úr Hovi.
1986 – Vesturskin VA320, Sørvágur
Vesturskin - Mynd: Dimmalætting
1986 – Vesturskin VA320, Sørvágur 15. mars 1986 var nýggi ísfiskatrolarin
hjá P/F Núgvunes í Sørvági latin eigarunum av Skála Skipasmiðju. Trolarin var sjósettur 8. februar, og tá var hann eisini næstan liðugur. Poulina Zachariassen navngav skipið við hesum orðum: "Til hesa tína skírnarstund, vit koma fró um land og sund. Lat Harran teg og manning varða,
tá tit út á havið fara stóran fong inn fjørðin
bera Navn títt "Vesturskin" skal vera."
Við í P/F Núgvunes eru umframt P/F Mykines, sum høvuðspartaeigari, eisini Sørvágs Kommuna, Flakavirkið í Sørvági
og P/F Vesturvón. Reiðari er Sune Jacobsen. Trolarin er 49 metur langur
og 9 metur breiður, hann er sera líkur Vesturvarða, sum bleiv latin sørvingum í 1984. Kostnaðurin fyri trolaran er um 43 milliónir
krónur og skal fiska 2400 tons árliga fyri at bera seg. Vesturskin fer at hava eina 10 mans stóra manning og skipari verður Dánjal Pauli
Zachariassen.
1987 – Vesturvón VA200, Sørvágur
Vesturvón á Havnini - Mynd: Eddi Leyni
1987 – Vesturvón VA200, Sørvágur 19. mars 1987 kom nýggi
flakatrolarin Vesturvón á Sørvág, hóast tað var av ringasta veðri, so var nógv fólk komi saman á bryggjuni í Sørvági.
Vesturvón á Klaksvík - Mynd: Eyðun Høgnesen
Vesturvón kostar 92,4 milliónir krónur og skal fiska fyri góðar 40 milliónir krónur um árið. Manningin fyrsta túrin telur 40 mans og skipari er Jóhan Páll Joensen úr Klaksvík.
1988 – Miðvingur VA299, Miðvágur
Gumma hjá Miðvingi Helena á Løgmansbø, Johan Dahl og Tummas Jacob á Løgmansbø - Mynd: John Frits á Løgmansbø
1988 – Miðvingur VA299, Miðvágur 23. juli 1988 verður nýggi
línubáturin hjá P/F Trøðhamar í Miðvági, navngivin á Vágs Skipasmiðju. Helena á Løgmansbø
dóttur reiðaran navngav nýbygninginum "Miðvingur".
Miðvingur á Vági - Mynd: Ólavur Hansen,Miðvági
Byggikostnaðurin er 33,3 millónir krónur, og skipið skal helst fiska fyri 14 millónir krónur árliga, fyri at svara hvørjum sítt.
Miðvingur er 40 metrar langur og 9 metur breiður, í skipinum stendur ein høvuðsmaskina uppá 1100 HK av slagnum Deutz MWM. Roknað verður við
at skipið fer at lasta 250 tons av heilfrystum svartkalva, frystiorkan er 10 tons um døgnið.
Miðvingur flaggskrýddur á Miðvág - Mynd: Tummas Jacoba á Løgmansbø
Aftanfyri felagið P/F Trøðhamar standa 20 eigarar, teirra millum flakavirkið Snarfrost. Við Miðvingi vera 14 mans og skipari fyrsta túrin er
Suni Clementsen úr Húsavík.
1999 – West Freezer VA366, Miðvágur
West Freezer á Miðvági - Mynd: Ólavur Hansen,Miðvági
1999 – West Freezer VA366, Miðvágur 27. februar 1999 kom nýkeypti
línubáturin hjá miðvingum á Miðvág. West Freezer er keyptur úr Noreg og bar tá navnið Frøyanes. Í
hesum døgum ein heldur óvanlig sjón at síggja skip flagga inn í tann føroyska fiskiflotan. West Freezer kom flaggskrýddur á Miðvág og nógv fólk var komið saman at ynskja nýggja
farinum vælkomnum. Hetta skipakeyp sigst verða mest umstrídda skipakeyp til Føroyar nakrantíð, burtursæð frá Nólsoyar
Páll (sum skuldi nýtast sum vaktar- og bjargingarskip). Mesta stríðið stóðst av at loyvi hjá West Freezer er sett saman av
trimun loyvum: frá gamla Miðvingi (snellubátur), 100 tonsaranum Mai (ex.Selberg VA170) og 20-tonsaranum Óðin. Tískil er West Freezer
í bólki 4B, sum er útróðarbátar yvir 40 tons, West Freezer er 300 tons, og tí fryktaðu útróðarmenn í bólki 4B og løgtingsmenn at stóra frystilínuskipið
kom at tráðroyna heilt í klettin. Men reiðarin Tummas Jacob á Løgmansbø slóð fast, at hesi serrættindi ætlað
teir als ikki at brúka. Ró bleiv eisini fram undur at lóggeva skipið úr føroyska flotanum aftur. Stríð tók seg eisini upp um ognarviðuskiftini, har útlendingar ikki skullu eiga meira enn 1/3 av føroyskum skipi. Men fiskivinnuumsitingin hevur staðfest at ognarviðurskiftini
eru í lagi. West Freezer kostar 27 millónir krónur at keypa og skal fiska fyri áleið 17 milliónir um árið, fyri at fáa
raksturin at bera seg. West Freezer hevur eina frystiorku uppá 15 tons og tekur umleið 300 tons av rundfryskum fiski. At byrja við verða 16 mans við
og skipari fyrsta túrin er John Frits á Løgmansbø, annars skal Olaf Sólsker av Eiði føra West Freezer.
2007 – Vesturleiki VA404, Sørvágur
Vesturleiki á Sørvági - Mynd: Janus Ortind
2007 – Vesturleiki VA404, Sørvágur 18. august 2007 kemur Vesturleiki
flaggskrýddur á Sørvág. Tað er felagið P/F Vestuleiki, sum eftirkomararnir hjá Jósup Henriksen eiga. Reiðari er Tummas Henriksen. Vesturleiki er upprunaliga bygdur til grønlendskt felag í 1988, og var keyptur til Føroyar í 2006 av P/F Kimbil í Havn, og fekk navnið Beinir, P/F Kimbil seldi Beinir til Sørvágs og fekk skipið
navnið Vesturleiki. Vestuleiki var partur einum handli ímillum P/F Kimbil og sørvingar um keyp av teirra 4 trolarum nevniliga: Brestir, Beinir, Grím
Kamban og Kallsevni.
2010 – Atlantsfarið VA210, Miðvágur
Atlantsfarið á Miðvági - Mynd: Jógvan Helgi Hansen
2010 – Atlantsfarið VA210, Miðvágur 22. november 2010 kemur nýkeypta
Atlantsfarið á Miðvág, nógv fólk var samankomið og borgarstjórin í Vága Kommunu, Albert Ellefsen helt móttøkurøðu og beyð skipinum vælkomnum. Atlantsfarið kemur ístaðin fyri fyrra uppsjóðarskipið hjá sama felag, sum eisini nevndist Atlantsfarið. Tað er Northwest Pelagic í Miðvági sum er felagið aftanfyri skipið og reiðari er Dánjal Johansen. Norska uppisjóðarskipið Magnarson var keypt fyri 56,4 millónir krónur og harumframt keypti felagið veiðirættindi fyri 45 milliónir krónur.
2013 – Sverri VA500, Vágar
Sverri signaður á Sandavági - Mynd: Jan Erik Simonsen
2013 – Sverri VA500, Vágar 21. juli 2013 stevndi bjargingarbáturin
Sverri inn á Sandavág, har báturin bleiv signaður. Síðan gekk leiðin víðari inn til Miðvágs á framsýningarferð, og víðari út til Sørvágs har stórfingin
móttøka var fyri bjargingarbátinum. Sverri eitur eftir einum av stovnaðrunum av Vága Bjargingarfelag, Sverra Nielsen, sála, og sum
gjørdi eitt megnar arbeiðið í felagnum, har hann eisini var formaður eitt longri tíðarskeið.
Sverri á Miðvági - Mynd: Jógvan Helgi Hansen
Sverri á Sørvági - Mynd: Heri Samuelsen
Bjargingarbáturin er bygdur í Cork í Írlandi, er 15 metur langur, er útgjørdur við tveimum 600 HK motorum, sum geva eina mestu ferða
uppá 30 míl. Sverri kostar 7 milliónir, pengarnir eru fingnir til vega úr Landsfelagið fyri Bjarbingarfeløgini, við innsavning
og stuðli frá landinum. Sverri kemur at hava skiftivís støð í Sørvági og Miðvági, og skal ætlandi luttaka
í bjargingaruppgávum í vestur økinum.
2013 – Jósup VA450, Sørvágur
Jósup á Sørvági - Mynd: Jógvan Helgi Hansen
2013 – Jósup VA450, Sørvágur 15. juni 2013 kemur nýggi
ferðafólkabáturin hjá sP/F Mykines. 15 metrar langi glastrevjabáturin hevur eina maks. ferð uppá 32 míl, men vinnuferðin er 22 míl. Til samanlíkningar tók tað fimm korter við Súluni út til Mykinesar, har hesin báturin hevur ein hálvan tíma um túrin út. Tað eru tveir 700 HK Volvo Penta motorar í bátinum. Báturin er bygdur hjá Seigla í Íslandi
Jósup á Sørvági - Mynd: Andrea Nielsen
Ferðafólkabáturin tekur 70 fólk, og er hetta fyrsti ferðafólkabátur í danska kongaríkinum, sum er bygdur eftir teimun
herdu reglunum í fráboðan "D" hjá Skipaeftilitinum. Tað er innan brunatrygd, ljóðbjálving og stabilitet, og hetta eru nógv
strangari krøv, enn hvat grannalondini hjá okkum hava fyri ferðafólkaskip, t.d. í Íslandi, tí var hetta ein áhugaverd avbjóðing søgdu teir á verksmiðjuni Seigla.
Báturin skal eita Jósup eftir navnframa trolaraskiparanum í Sørvági, Jósup Henriksen. Tað eru eftirkomararnir hjá Jósup við Tummas Henriksen á odda sum eiga sP/F Mykines saman við øðrum.
|
|
 |
|
|
|