Dauntless VA30, Miðvágur

100 ára gamlar myndir av Dauntless úr Miðvági.

Dauntless VA30 1899-1922

Dauntless VA30 var slupp við heimstaðið í Miðvági.

Myndin av sluppini Dauntless sum Mikkjal á Ryggi tók, er elsta mynd av slupp sum er í savninum hjá www.vagaskip.dk.

Hin myndin er av manningin á Dautless í útlendskari havn einastaðni ímillum 1910 oo 1914 sambært upplýsingum frá Sonna Jacobsen úr Sørvági.

Forkunnug mynd úr myndasavnium hjá Sørvágs Bygdarsavnið

Dauntless VA30 - Mynd: Sørvágs Bygdarsavn

Forkunnug mynd úr myndasavnium hjá Sørvágs Bygdarsavnið

Manningin á "Dauntless", mynd tikin millum 1910-14.
Fr. v.: 1. Santus Joensen, Mykinesi, 2. Gudmund Hansen, Gásadali 3. Hans Martin Petersen, Vestmanna, 4. Dánjal Petur Petersen, Sørvági 5. Dánjal Pauli Danielsen á Kelduni, Sørvági 6. Jesar Joensen- Lítli Jesar, Mykinesi. 7. Dánjal Pauli Joensen, skipari.

Mynd: Sørvágs Bygdarsavn

Myndin av Dauntless sum Mikkjal á Ryggi tók.

Dauntless VA30 - Mynd: Mikkjal á Ryggi-myndasavn / Miðvágs Forminnafelag.

Dauntless var slupp bygd í Wivenhoe í 1873 og var 94 BRT. í 1892 verður Dauntless keypt til Føroyar av Jens í Dali úr Havn.

Dauntless VA10 var síðan heimahoyrandi í Miðvági. Godtfred Heinesen keypti hana frá Jens í Dali úr Havn í 1899 og hevði hana fram til 1902, seinni eigarar í Miðvági fram til 1922, vóru Rasmus Niclasen frá 1902 til 1910 og so eitt felag við navninum J.Nielsen A/S í Miðvági frá 1910 til 1922.

Dauntless VA30 er ikki í skipalistum í Føroyum eftir 1922.

Mynd: Mikkjal á Ryggi-myndasavn / Miðvágs Forminnafelag.

 

 

Dauntless VA30, Miðvágur

Bygd í 1873 hjá John Harvey & Co í Wivenhoe, Essex

Stødd: 94 BRT.

1892 – Dauntless TN?? – J.J.Andreasen

1899 – Dauntless VA30, Miðvágur – J.Heinsesen & Co.

1902 – Dauntless VA30, Miðvágur – R.Niclasen

1910 – Dauntless VA30, Miðvágur – J.Nielsen A/S

1922 – Ikki í Skipalista í Føroyum – seld til Noregs.

 

 

www.vagaskip.dk

janerik

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

28.08 | 21:05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

...
14.07 | 02:01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

...
28.06 | 22:28

Tað er John Kjærbo Eystan Á sum hevur skriva greinina, helt at Kaj P.Mortensen hevði skriva. Mistakið er rætta og eitt eftirmæli hjá Kaj er komi við eisini.

...
27.06 | 21:20

Hey hvør hevur skriva hesa greinina

...
Du kan lide denne side