Myndir: Jógvan Pauli Haraldsen og Irish News
Fyrrverandi Atlantsfarið sokkið við kai.
Atlantsfarið
úr Miðvági, sum í dag eitur Regina Caelis liggur sokkin við kai í Portaferry í Norður-Írlandi.
Tað var tann 27.
januar 2017 at Regina Caelis sakk í Portaferry, í deilstatinum County Down, sum liggur í landsynningspartinum av Norður-Írlandi.
Regina
Caelis fyrrverandi Atlantsfarið úr Føroyum, hevur ligið svínabundið við kai í Portaferry seinasta hálvt annað árið, heilt fram til skonnartin sakk niður við kaiini. Mynduleikarnir á
staðnum leggja nú ætlanir um, hvussu skonnartin skal fáast á flot aftur og flytast burtur. Tað vóru 1000 litrar av gassolju í skipinum, sum høvdu dálking við sær í náttúruvakra
økinum Strangford Lough sum er náttúruverndarøkið við altjóða viðurkenning.
Tað seinasta úr
Norður-Írlandi er, at núverandi eigarin William Mulhall hevur sent donsku drotningini ein teldupost og biði um hjálp, sum ein roynd at bjargað skonnartini. (tí skipið er bygt í Danmark?). Annars hevur eigarin
verið í samband við fleiri seglskip-áhugaðar um peningaliga stuðul, men enn uttan úrslit.