 |
 |
|
 |
 |
Høgifossur missur róðrið á heimleið
Høgifossur missur róðrið á heimleið úr Grønlandi í 1977. – Myndir: Kaj P. Mortensen, Eddi Leyni, Jonhard Joensen, Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv
Høgifossur missur róðrið á heimleið úr Grønlandi í 1977. Høgifossur var farin at sigla heim tollaksmessudag við fullari last av góðum Grønlands rækjum. Umborð vóru 15 mans og skipari var Svabo Joensen úr Sandavági. Hann hevði
ikki verið skipari allan túrin, men var komin umborð 1. december. Alt vísti seg at rigga umborð, og jólaaftan var hildin sum vanligt.
Høgifossur í Grønlandi 1979 – mynd: Kristian Dalsenni, Klaksvík
Jólamorgun kl 07.00 kom annar stýrimaður, sum hevði vakt, og purraði skiparan út. Hann segði frá, at skipið vildi ikki akta róðrið.
Skiparin fór beinanvegin á brúnna, og síðani fóru hann og maskinstjórin aftur í róðurmaskinuna at kanna, um nakað var galið har, men har var alt í lagi. Niðurstøðan
hjá teimum var, at róðrið var burtur, og skiparin fór so aftur á brúnna. Hann var nú greiður yvir, at støðan kundi gerast vandamikil, ti at veðurvánirnar vóru serligar ringar.
Hann hevði lovað heilt upp í 11-12 vindstig - 30 til 32 m sek av landnyrðingi, so at liggja við ongum róðri í slíkum veðri og ikki kunna halda skipi upp í vindin, var ein ring støða at vera
komin í.
Høgifossur var komin 260 fjórðingar eystur úr kappanum – Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv
Høgifossur var komin 260 fjórðingar eystur úr kappanum, og Svabo roynir nú at fáa samband við Reykjavíkar Radio. Eftir tógvi
stríð eydnaðist tað. -Tað er ikki sum nú á døgum við interneti og satelittelefon-. Avrátt var við reiðaríið og tryggingina um at senda Tjaldrið teimum til hjálpar. Svabo var
sjálvsagt greiður yvir, at tað tók sína tíð hjá Tjaldrinum at koma til teirra.
Sum hann so situr í stólinum og hugsar um, hvat ið best er at gera, kemur ein stórur týskur hekkutrolari
beint fram við teimum. Svabo er skjótur at taka eina avgerð, kallar á týskaran og biður hann steðga á , tí at teir hava mist róðrið og skulu møguliga hava sleip. Eisini biður hann teir um at seta bát út, so at hann kann koma á tal við týska skiparan. Tað er gaman í, teir seta bát út, og Svabo verður førdur
umborð á týskaran. Har verður avtalað, at týskarin skal sleppa Høgafossi, tá ið teir møta Tjaldrinum, og hetta er Svabo nøgdur við. Nú verður sett fast, og byrjað verður
at sleipa eystur ímóti Føroyum.
Sum hann so situr í stólinum og hugsar um, hvat ið best er at gera, kemur ein stórur týskur hekkutrolari beint fram við teimum. – mynd: Jonhard Joensen, Sandavági
Tjaldrið Umborð á Tjaldrinum jólaaftan í
1977 var lagið gott. Teir lógu fyri akkeri á Gøtuvík, og vóru komnir inn kl 15.00. Dunnan var etin, jólapakkarnir vóru býttir út, og hvør maður hevði fingið sín .
Kokkurin var liðugur at rudda, jólasangir vóru sungnir, og nú sótu teir og hugnaðu sær. Jólamorgun kl 04.00 varð akkerið
hivað inn, og farið varð norður ígjøgnum djúpini og út á Norðhavið, har einir 20-30 bretskir trolarar royndu. Teir vóru ofta næskir markinum, og serliga árið 1977 hevði
Tjaldrið tikið nógvar fyri ólógliga veiðu.
Tjaldrið – mynd: Eddi Leyni
Kl 10.30 komu boð frá Vaktartænastuni um at fara Høgafossi, sum hevði mist róðrið 280 fjórðingar eystur úr Kappanum,
til hjálpar. Kósin varð nú sett vestur ímóti Høgafossi, og so illa vildi til, at Gyro kumpassin á Tjaldrinum var í ólagi, so stýrast mátti við hond alla henda túrin.
Tað vóru 800 fjórðingar vestur til Høgafoss. Veðrið var gott í byrjanini av túrinum, men annan jóladag øtlaði hann veðrið av vestri og útnyrðingi uppí vindmegi 7
til 8. 27 des kl. 01.20 rendi Tjaldrið harðliga framav einari aldu við einum hørðum bresti, og mátti leggja stilt. Skiparin Kaj P. Mortensen
gav nú boð um at kanna, um skipi hevði fingið nakran skaða. Tað vísti seg, at skipi hevði fingið eitt botnslag, og at garneringin á niðasta dekki var smokkað nógv. Serstakliga var tað í
4 manskamari í bakborð, og var dúrkið eisini trýst upp meira enn 3 1⁄2 tumma. Sjálvur fór Kaj niður í ballast-tangan og fann útav, at skipið hevði fingið eina buglu, sum strekti
seg yvir 7 spantir og bond, og at ein riva var í sveisingini, umleið 8 cm í aftasta bandi í tanganum. Síðani vóru ballast tangarnir í stýriborð og bakborð fyltir við sjógvi, og hildið
varð áfram at sigla við niðursettari ferð.Tjaldrið hevði einkultan botn aftan fyri hesar tangar, men eingin sjógvur kom inn í skipið.
Á middegi 27. december var Tjaldrið frammi hjá Høgafossi. – mynd: Kaj P. Mortensen
Á middegi 27. december var Tjaldrið frammi hjá Høgafossi, og týski togarin, sum hevði sleipað nakað ávegis, slepti skipinum,
so Tjaldrið kundi taka yvir. Farið varð nú undir at rigga til umborð á Tjaldrinum. Fyrst var ein hanafótur úr veiri festur í pullartarnar á bakkanum á Høgafossi, og hesin varð sjeklaður
í ein flættaðan nylontrossa, som so aftur var sjeklaður í ein 36 mm veir á sleipispælinum. Síðani var lorað út av spælinum, til fráleikin millum skipini var hóskandi, 500 metur
ella meira. Sleipispælið varð innstillað til eitt ávíst trýst, sum var sjálvregulerandi, og kundi geva út ella taka inn eftir tørvi. Hetta var stýrt av brúnni.
Fyrst var ein hanafótur úr veiri festur í pullartarnar á bakkanum á Høgafossi. – Mynd: Dimmalætting
Sleipið Klokkan 13.30 varð farið undir at sleipa. Veðrið
var gott til út á seinnapartin 28 decembur, tá kom óveðrið. Um náttina til tann 29. versnaði veðrið av útnyrðingi og seinni útnyrðingi norði við vindmegi 11-12 og ringum sjógvi.
Skipini vóru tá komin inn á føroyska landgrunnin. Umborð á Tjaldrinum hevði skiparin Kaj 04-08 vaktina saman við bátsmanninum.
Klokkan 06.10 slitnaði veirurin, og eitt oljurør á spælinum brast. Tá ið teir merktu, at teir vóru vóru leysir av sleipinum, bað skiparin bátsmannin fara aftur á dekkið at kanna støðuna.
Strálan frá oljurørinum elvdi til, at alt afturdekkið var tann bera olja, og ringt var at fóta sær á dekkinum. Tjaldrið var nú lagt uppí vindin, meðan bíðað var eftir dagsljósi.
Høgifossur kom at liggja tvørur fyri í tí ringa veðrinum, so tað var sera óslætt hjá teimum. So illa rullaði, et ein maður var slongdur úr koyggjuni út á dúrkið
og breyt beinið. Tá tað lýsti fyri degi, fór manningin á Høgafossi undir at endaskifta sleipiútgerðina. Teir tóku
trossan, og síðani veirin, inn við trolspælinum. Tað eydnaðist, og fyri at fáa fast ímillum skipini aftur, varð neyðugt at skjóta línu við riflu av Tjaldrinum yvir á Høgafoss.
Hetta gjørdust drúgt, og miseydnaðist fleiri ferðir í ringa veðrinum. Tá seinasta línan varð skotin, legði skiparin Tjaldrið so nær Høgafossi, sum hann tordi, og tá eydnaðist.
Síðani var ein millumhálari sjóraður yvir á Høgafoss, og veirurin varð fingin aftur á sleipispælið. Nú var nýggjur nylontrossi sligin undir, og sleipilongdin kom nú at vera
700 metrar. Klokkan 15.50 kundi Tjaldrið liggja og andøva í tí ringa veðrinum, við Høgafossi afturút. Ættin var útnyrðingur, vindmegin 11-12 og ringur sjógvur. Gingnir vóru tá
knappir 9 tímar, frá tí, tað slitnaði, til fast var aftur. Brúgvaveingirnir á Tjaldrinum vóru tá ikki innilokaðir. Har vóru stýri-og manøvrepultur úti í báðum
síðum, og tí mátti skiparin standa úti alla tíðina, meðan roynt varð at fáa fast aftur á Høgafoss. Allir menn vóru upptiknir á dekkinum, og oljurørið á
sleipispælinum varð umvælt. Um 4-tíðina morgunin eftir, 30. december, batnaði veðrið, og kl 07.00 kundi Tjaldrið sleipa við
5 míla ferð. Tann 31. december kl 03.00 komu bæði skipini á Havnarvág, har sleipitrossin varð tikin inn, og Høgifossur varð tikin uppá síðuna av Tjaldrinum. Kl 04.30 løgdu skipini at
bryggju í Tórshavn, og tveir kavarar av Tjaldrinum fóru niður at kanna Høgafoss og botnin á Tjaldrinum. Høgifossur hevði mist róðrið og botnurin á Tjaldrinum var buglaður upp av botnslagnum.
Heimildir:
Svabo Joensen, skipari á Høgafossi, Kaj P. Mortensen, skipari
á Tjaldrinum, Dagbøkurnar á Tjaldrinum. Frágreiðing skriva av John Kjærbo Eystan Á. John hevur verið bátsmaður á Tjaldrinum í nógv ár, og greiðir frá at akkurát hendan túrin var hann heima frítúr. John hevur skriva
um fleiri áhugaverdar túrar við Tjaldrinum, greinarnar liggja inni á vorn.fo undir Søga.
Høgifossur á Havnini – mynd: Eddi Leyni
Eftirmæli frá skiparanum á Tjaldrinum, Kaj P. Mortensen.
Tjaldrið á Havnini - Mynd: Eddi Leyni
Eftirmæli frá skiparanum á Tjaldrinum, Kaj P. Mortensen, Um túrin tá Tjaldrið sleipaði Høgafoss. Hetta var so tann fyrsti av nógvum ringum túrum, sum okkara stásiliga vaktar-og bjargingarskip kom út fyri. Tað setti sjálvandi eisini dám á teir, sum vóru umborð, tí allir vildu gera sítt besta sum tann, ið bjarga skal, tá ástendur. Eg hevði og havi altíð havt fulla vissu um, at Harrin er við okkum á bjargingarferð, og havi ofta nýtt Sálma 91 sum dømi, tá ástendur.
Við eftirmeting komu vit fram til, at Tjaldrið var bygt ov veikt. Eginvektin var bara
249 tons, og avstandurin millum bond og spant var ov stórur. Harafturat vóru pláturnar ov tunnar. Framskipið var ikki styrkt og klassin var lágur A 2 uttan ísforstyrkingar. Um várið 1978 vóru vit ein ringan túr norðanfyri, tá Morgunstjørnan, á veg heim
úr Íslandi, stegðaði upp út fyri Eiðisflógvan. Vit lógu og krokaðu í Hvannasundi, tá boðini komu.
Vit fóru beinanvegin at sigla norðurum Enniberg ímóti útnyrðinginum,
vindmegi 9 og vestfallinum, sum tá var uppi. Tað ferðina leyp Tjaldrið heilt uppúr sjónum, og brast harðliga niður, men tíbetur var eingin skaði. Vit fingu fast á Morgunstjørnuna í brimunum
norðanfyri Eiðismøl, og sleipaðu hana til Eiðis. Tá vit komu til Havnar, fór eg til leiðaran Johan Ziskason og segði honum
skrivliga og munnliga, at hetta ikki gekk longur. Vit mugu gera ábøtur á Tjaldrið, áðrenn tað endar við eini vanlukku. Hann fór til landsstýrið, og ein játtan varð fingin til ábøtur.
Síðani fór ein umvæling fram á Skála Skipasmiðju, har 3 stringarar í hvørjari síðu vóru festir úr stevni og aftur á reyv. Plátur vóru útskiftar framman
og aftan, og styrkingar vóru settar á bond og spantir allan vegin gjøgnum skipið. Ein rullitangi varð eisini settur upp frammanfyri brúnna við skottum í. Eginvektin øktist til 318 tons og hetta gjørdist loysnin til eitt tað besta vaktar-og bjargingarskipið á Norðurhøvum.
Eg kann skoyta uppí, at tá fyrireikingarnar at byggja nýtt vaktarskip,
sum gjørdist Brimil, vóru gjørdar, tá nýttu vit royndirnar við Tjaldrinum fyri at konstruera nýggja skipið og tað,
sum vit høvdu lært í teimum nógvu uppgávum, sum vit høvdu verið út fyri. Úrslitið talar fyri seg. Við
Tjaldrinum henda túrin vóru: Kaj P. Mortensen, skipari, úr Trongisvági Elmar Højgaard, yvirstýrimaður, úr Tórshavn Levi Christiansen, 1. Stýrimaður, úr Tórshavn
Jóan Jakob Poulsen, maskinstjóri, av Strondum Almfinn Jacobsen, 1. Meistari,
úr Skálabotni Jógvan Mellemgaard, 2. Meistari og elektrikkari, frá Klaksvík Harry Strøm, bátsmaður, úr Vági Jens Midjord, dekkari, úr Vági Óla Hans Olsen, dekkari, úr Skálavík Niclas Djurhuus, kokkur, úr Sumba
|
|
 |
|
|
|