Vesturvón 1969

Bókin “Vesturvón tí tað skal vera ein vón fyri vestan” kom í bókabúðirnar kring landi tann 11. december 2019

Teir vóru við, tá klippfiskaturkingin var í hæddini, og turkihúsini stungu seg upp kring landið.

Teir vóru uppi í teimum fyrstu at byggja stállínuskip í 1950unum.

Teir vóru í fremstu røð, tá føroyingar bygdu sínar fyrstu hekkutrolarar síðst í 1960unum

Her er talan um Niclasenbrøðurnar í Sørvági, Hannus Niclasen, Hjalmar Hvítklett og Eivind Niclasen.

Navnið bleiv Vesturvón – tí tað skuldi vera ein vón fyri vestan.

Í bókini fylgja vit undangongumonnnunum úr Sørvági, frá tí teir byggja turkihús, síðan var farið undir skipabygging; fyrst eitt stállínuskip í 1958 og í 1969 ein hekkutrolara.

Hesin hekkutrolarin frá 1969 hevur eina serliga og áhugaverda søgu, heilt frá tá fyrireikingarnar at byggja hann byrjaðu í 1968, og líka fram til hann fór úr føroyska fiskiskipaflotanum í 1986.

Vesturvón – stoltleikin hjá sørvingum – krússaði seg ígjøgnum fíggjarlig stormlágtrýst, vinnuligar ósemjur og maskinskaðar. Miðlaumtala var so at siga dagligdagur hjá skipið, manning og reiðaravirki upp ígjøgnum 1970ini. Allíkavæl hóraðu teir undan og fingu vind í seglini.

Hvussu alt hetta læt seg gera, kann lesast um í bókini.

Vesturvón var partur av eini kollvelting av føroyska trolaraflotanum síðst í 1960unum. Men hann var eisini ein kollvelting fyri eingilskmenn og fiskivinnubýin Hull í 1986. Og sjálvt um eingilskmenn vóru fyrstir at royna við hekkutrolara í 1946, vóru teir afturúrsigldir, og komu ikki fyri seg aftur fyrrenn í 1986. Tá ein nýggj tíð kom við keypinum av Vesturvón úr Sørvági.

Tá tíðin hjá skipinum í Hull var at enda komin um ártúsundskiftið, byrjar ein nýggj agenda við ólógligari fiskiveiðu, ella rættari, eini væl tilrættis lagdari ránsveiðu eftir tí hótta “hvíta gullinum”, patagoniskum tannfiski. Vesturvón hevði nú fingi “høvuðsnavni” Thunder, men hevði annars fleiri “fyribilsnøvn”. Skipið herjaði og stjól í Suðuríshavinum í 15 ár. Menn ið vórðu við hetta tíðarskeiði meta, at Thunder ránsfiskaði fyri nærum 600 millónir føroyskar krónur, tað er næstan tríggjar ferðir so nógv sum Vesturvón fiskaði fyri undir føroyskum flaggi.

Bókin er deild upp í tríggjar høvuðspartar, fyrst tann søguliga gongdin hjá reiðaravirki og skipi. Annar partur er samrøður við menn, ið sigldu við og øll hagtøl hjá Vesturvón frá 1969 til 1986. Triði og seinasti partur er tíðin í Hull, hareftir ránsveiðan og tann seinasta jakstranin eftir skipinum, sum at enda søkkur.

Kunning til borgarar í Sørvágs kommunu: Sørvágs bygdaráð hevur á fundi 11. desember 2019 samtykt at keypa eitt eintak til hvørt húsarhald í kommununi.

 

Bókin telur 681 síður og kostar 398,- krónur.

Bókin fæst til keyps í bókabúðunum kring landi:

H.N.Jacobsens bókhandli í Havn

Rit og Rák í SMS

Bókabúðin í Runavík

Alfa bókhandil í Klaksvík

Leikalund í Klaksvík

Suðuroyar Heimavirki í Vági

Tangabúðin á Tvøroyri

Stanley við Streymin á Norðskála

Matvørðubúðin í Nólsoy

FK í Miðvági

Og heima hjá forlagnum á Merkrunum 8 í Sandavági (einans kontant søla)

 

Jan Erik Simonsen

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...

Kári Mikkelsen | Svar 14.07.2017 02.01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

Jan Erik 28.08.2017 21.05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

08.09 | 01:33

Viðv Morgunstjørnan VA11 - her finna tit søguna hjá D/B Ruth í stuttum á Facebook profilinum hjá Tobba Vinaliga ÁD

...
29.06 | 01:11

Serða áhugavert at lesa søguna um Heimdal, árið 1919 var pápi mín føddur, 1919
hann var uppkallaður eftir Elias í Rættará,so Elias í Rættará var langabbi mín.

...
02.04 | 19:43

Eg veit ikki hvussu drongurin æt, men pápi mín Levi Petersen úr Hósvík segði at drongurin stóð á kaiini og málaði hana ,so á tann hátt fekk pápi mín myndina.

...
04.02 | 21:07

Hvørjr mundu manningin vera, tá "Sjóløvan" seinast í meimánaða 1945 fór til íslands at keypa fisk? Andrias NIelsen var skipari, Gunnar Magnussen kokkur.

...
Du kan lide denne side