 |
 |
|
 |
 |
Vestur-skipini í Sørvági.
Vestur-skipini í Sørvági og hinum bygdunum í Vágum
Í Vágum og serliga í Sørvági hevur ”Vestur”
verið nógv nýtt til skipanøvn, tað kann tykjast, sum ein stór fløkja við fleiri av nøvnunum, og tað er ein stór fløkja, tí nøvn sum til dømis Vesturvarði, Vesturleiki,
Vesturvón, Vesturskin og Vestursøki ganga aftur og aftur, eisini somu havnakenningsnummørini verða brúkt umaftur. Til dømis VA214, VA221, VA323 og VA200. Alt byrjaði í 1939 tá fyrsti kolfýrdi síðutrolari kom í oynna nevnliga Vesturvarði, og síðan er ”Vestur” brúkt heilar 24 ferðir til skipanøvn í
Vágum. - 4 ferðir Vesturleiki
- 4 ferðir Vesturskin -
3 ferðir Vesturvarði - 3 ferðir Vestursøki - 3 ferðir Vesturvón - 2 ferðir Vesturtúgva - Og eisini: Vesturleið, Vesturhavið, Vesturroðin, Vesturfarið og Vestborg, Yvirlit eftir árstali: 1939 – Vesturvarði VA214 1945 – Vesturleiki VA222 1945 – Vesturleið VA223 1945 – Vestursøki VA224 1947 – Vesturskin VA221 1956 – Vesturhavið VA54, Miðvágur 1958 – Vesturvón VA200 1969 – Vesturvón VA200 1977 – Vesturroðin VA153 1977 – Vesturleiki VA221 1981
– Vesturfarið VA242, Miðvágur 1981 – Vesturskin VA170, Sandavágur 1981 – Vestursøki VA323 1984 – Vesturvarði VA214 1986
– Vesturskin VA320 1986 – Vestborg VA404, Miðvágur 1987 –
Vesturvón VA200 1991 – Vesturtúgva VA380, Sandavágur 1999
– Vesturtúgva VA181, Sandavágur 2003 – Vesturleiki VA363 2003
– Vestursøki VA364 2007 – Vesturleiki VA404 2009 – Vesturvarði
VA323 2009 – Vesturskin VA320 (Har heimstaður ikki er tilskilaður, eru skipið heimahoyrandi í Sørvági) |
Vesturvarði og Vesturskin
Varðarnir í Sørvági Fyri at finna upprunan, mugu vit ein túr inn í Sørvágs søgu, og Sonni Jacobsen kom við hesum íkasti. Tá ein stendur mitt í bygdini, tað er á Pólsoyruni, (har jólatræði plagar at standa), og hyggur í tær fýra høvuðsættirnar, sá
ein 4 varðar, tá var sjálvandi ikki so nógv bygt sum nú. Teir fingu sjálvsagt nøvnini Vesturvarði, Suðurvarði, Eysturvarði og Norðurvarði Vesturvarði stendur uppi á Skeiðini. Suðurvarði stendur uppi á
Mýrum, (beint sunnanfyri summarhúsið hjá Jógvan Jákup Lauritsen), hesin varði var vanliga kallaður ”Middagsvarði”. Uppgávan hjá honum var, at vera sólarmerki, sum menn høvdu
sett sær, fyri at vita nær middagur var. Tað hevur verið tá ikki hvør maður gekk við klokku. Suðurvarði er eisini nýtt sum skipanavn, tað var ein rækjutrolari frá 1974 hjá John
Dam, sum hevði heimstað í Sørvági og VA57. Eysturvarði er niðarlaga á eini brúgv á Vørufelli.
Er skrásettur í staðarnavnalistanum fyri Sørvág, sum staðarnavn nr.366. Norðurvarði er á toppinum á
fjallinum á Norðurtriðingi uttanfyri ánna. Kelda: Sonni Jacobsen.
Tað var í 1939 at hugskoti kom at uppkallað skip eftir einum av teimun 4 varðunum, sum eru settir upp í
Sørvági. Nevniliga Vesturvarði, sum var fyrsta skip við Vestur-navnið. | Og síðan eru ”fornavnið” Vestur nýtt til fleiri skip í Vágum, serliga í Sørvági. Í 1939 kom fyrsti kolfýrdi síðutrolari í Vágar, tað var Vesturvarði VA214 við heimstaði í Sørvági. Tað var Vága Trolarafelag
við Sámal Ellefsen úr Miðvági og Dánjal Niclasen úr Sørvági á odda, sum keypti trolaran. Vesturvarði var keyptur úr Fleetwood í Englandi fyri 5000 sterling Pund, hetta var í
mars 1939, Dánjal Niclasen stendur fyri keypinum. Og sambært skjølum er Vesturvarði skrásettur á sýsluskrivstovuni í Sandavági tann 9. mars 1939, Vesturvarði fekk havnakenningsnummari VA214 og
heimstaður er Sørvágur og eigari er P/F Vága Trolarafelag við Sámal Ellefsen. Vága Trolarafelag bleiv sum tíðin leið uppkeypt av P/F Niclasen við Dánjal Niclasen sum stjóra.
Í 1947 keypir P/F Vága Trolarafelag v/ Dánjal Niclasen ein síðutrolara afturat, Vesturskin verður keyptur frá eingilsku marinuni, sum hevði
brúkt trolaran til hernaðarlig endamál undir krígnum, skipið var millum annað søkt av týskarum í 1940, men tikið uppaftur og gjørt í stand aftur. Og í 1947 fekk skipið navnið
Vesturskin við havnakenningsnummarinum VA221 og heimstaði í Sørvági. |
Snurrivodsbátar til Sørvágs
Í 1943 fekk Vága Trolarafelag innflutningsloyvi til 5 skip, sum
ætlandi skuldu byggjast í Svøríki. Tað blivu 3 skip bíløgd í Svøríki og snurrivodsbátarnir Vesturleiki, Vesturleið og Vestursøki gjørdust veruleiki. Vesturleiki og Vestursøki blivu bygdir hjá F.W.Berg í Hälsö og Vesturleið bleiv bygdur hjá K.Svenningsen í Öckerö, teir vóru
66 bruttotons til støddar. Bátarnir blivu bygdir meðan annar veraldarbardagin enn var í gongd, og bátarnir komu tí ikki heim til Føroyar fyrrenn eftir krígslok, sjálvt um teir vóru liðugt
smíðaðir áðrenn. Ein
rætting er komin um snurrivodsbátarnar, sum lógu yviri í Svøríki undur krígnum. Út frá eini bandaðari
samrøðu við tá 79 ára gamla Jóhannes Henriksen úr Sørvági á sumri 1997 har greiðir hann soleiðis frá um teir tríggjar snurrivodsbátarnar: ”Vit vóru 12 mans, sum fóru til Svøríkis eftir bátunum, tíðliga í august 1945. Tá vit komu yvir, vóru bátarnir ongan veg komnir.
Vesturleið var tó komin nakað á leið, og 10 mans silgdu tískil heim til Føroyar við Vesturleið, uttan eg sjálvur (Jóhannes Henriksen) og Ove Magnussen, sum skuldi verða motorpassari á
Vesturleika og Vestursøka, vóru eftir í Svøríki." "Motorarnir vóru ikki gjørdir til teir báðar bátarnar"
(Vesturleiki & Vestursøki). "Ikki fyrr enn tollaksmessudag í 1945 vóru bátarnir klárir og blivu leveraðir til P/F Niclasen
og eftir jól kom Vesturleið úr Føroyum við manning eftir Vestuleika og Vestursøka. Á veg heim løgdu teir tríggjir snurrovodsbátarnir inn í Bretlandi og tóku útgerð umborð".
Jóhannes Henriksen greiðir at enda frá í samrøðuni at: ”Tá vit fóru avstað, var ætlanin at vit skuldu verða burtur í tríggjar vikur, men tað gjørdist ein longri
túrur, heilar 5 mánar” Kelda: Andrass Henriksen Tískil
má niðurstøðan verða tann at bátarnir Vesturleiki og Vestursøki, sum blivu bygdir á Hälsö, vóru ikki meir enn hálv lidnir í august 1945 og Vesturleið, sum bleiv bygdur á
Ökerö, kundi gerðast klárur í august/september 1945, og silgdi heim við 10 monnum umborð. | Longu
í 1949 bleiv Vestursøki seldur til Skagen og Vesturleiki bleiv seldur til Svøríkis í 1950. Tað var ikki tí at hesir bátar royndust so illa til fiskiskap, at teir blivur seldir. Tí í november 1946 skriva føroysku bløðini millum annað: "Snurriváðsbátarnir
eru nú flestir komnir aftur úr Norðsjónum, men úrslitið hevur verið ymiskt. Bestir eru bátarnir hjá P/f N. Niclasen í Sørvági: Vestursøki, Royndin, Vesturleiki og Vesturleið;
teir hava fingið 10—12000 pd. st. Her vísir seg, at teir bátarnir, ið bygdir vórðu í Svøríki í kríggsárunum, tá eingi skip fingust aðrastaðir, og illa vórðu
lastaðir av donskum skipasakkønum og øðrum, hava roynst betur enn teir, ið bygdir eru í Danmark. Eisini sæst, at hin umbygda sluppin Royndin (Prinsesse Marie) er eitt sera fiskiligt skip.” |
Í meðan tann triði, - Vesturleið -, bleiv
tikin í brúk sum ferðafólka- og farmabátur í sigling í millum Miðvág og Havnina, og eldra ættarliði í dag kennir nokk til onkran buldrasliga túr um Vágafjørð
við Vesturleið. Eg havi hoyrt viðmerkingar sum: ”Eg fái sjóverk bara at síggja eina mynd av Vesturleið” og ein onnur: Maður
var komin aftur av túri við trolaranum Jegvan Elias Thomsen um kvøldið og fór til Havnar við Vesturleið morgunin eftir – hann mundi ”doyð” av sjóverkið” Vesturleið var tiltikin rullibukka, men var tá, í 50unum og 60unum tryggasta farleið hjá vágafólki til Havnar. |
Tríggir Vesturvarði
Vesturvarði var fyrsta navnið av hesum slag, síðan hava
3 skip borið hetta navn. Tann kolfýrdi síðutrolarin sum Vága Trolarafelag keypti, seinni í 1961 yvirtók P/F Nicalsen, Vága Trolarafelag. Ein Vesturvarði bygdur á Skála til felag hjá Jósup Henriksen, og seinni yvirtók eitt felag við Birgir Michelsen á odda, tað var í 1991. Og tann triði Vesturvarði, var ein íslendskur trolari, keyptur til Føroyar av felag hjá Aksel Hansen í Havn, seinni yvirtikin av felag í Sørvági, sum eftirkomararnir hjá
Jósup Henriksen settu á stovn í 2009. |
Fýra Vesturskin
Fyrsti Vesturskin kom í 1947, tað var Vága Trolarafelag
við Dánjal Niclasen á odda sum tók hetta stig. Í 1981 er navnið Vesturskin heimahoyrandi ”hinumegin Vatnið” tá
er tað eitt felag í Sandavági við Jógvan Paula Haraldsen, sum keypir ein 30 tonsara úr Havn við hesum navnið. Í 1986
kemur Vesturskin-navnið ”heim aftur” til Sørvágs, tá kemur ein Vesturskin til Sørvágs bygdur á Skála, fyrst eitt felag við Dánjal Paula Zachariassen og í 1991 yvirtók
eitt felag hjá Jósup Henriksen skipið. Tann fjórði Vesturskin, var ein íslendskur trolari, keyptur til Føroyar av felag
hjá Aksel Hansen í Havn, seinni yvirtikin av felag í Sørvági, sum eftirkomararnir hjá Jósup Henriksen settu á stovn í 2009. |
Tríggir Vestursøki
Fyrstu ferð vit síggja navnið Vestursøki er í
1945, tá teir 3 snurrivodsbátarnir hjá Vága Trolarafelag koma til landi. Og ikki fyrr enn í 1981 tekur felag hjá Juul Heinesen
navnið uppaftur. Tað er trolari keyptur úr Havn. Seinni í 1986 yvirtekur eitt felag við Dánjal Paula Zachariasen skipið, og í 1990 er Juul aftur headmaður á Vestursøka. Í 2003 keypir felagið Vesturvón tveir partrolarar úr Leirvík, annar teirra fær navnið Vestursøki. |
Fýra Vesturleiki
Fyrstu ferð vit síggja navnið Vesturleiki er í 1945, tá teir 3 snurrivodsbátarnir hjá Vága Trolarafelag koma til landi.
Og tað gongur heilt fram til 1977 áðrenn navnið Vesturleiki kemur aftur í brúk í Sørvági, tað er tá ein av teimun
9 polakkunum verður latin P/F N.Niclasen, hetta var ein liður í at fáa meira rávøru til flakavirkið hjá sama felag. Í
2003 keypir felagið Vesturvón tveir partrolarar úr Leirvík, annar teirra fær navnið Vesturleiki. Vesturleiki er einasta av Vestur-nøvnunum
í Sørvági sum er í brúk í dag. Tað er trolari upprunaliga bygdur til Grønlands, keyptur til Føroyar úr Noreg av felag hjá Aksel Hansen í Havn. í 2007 yvirtekur felag hjá
eftirkomarunum hjá Jósup Henriksen skipið og dríva tað enn.
Tríggir Vesturvón
Fyrsti Vesturvón kom í 1958, tað blivu politisk stig tikin
í 1955 at endurnýggja føroyska fiskiskipaflotan, ein partur av hesum var stállínuskipaflotin, Vesturvón var fjórða stállínuskipið ið kom til Føroyar, so sørvingar vóru
tíðliga úti og fingu innflutningsloyvi og bygdu fyrsta Vesturvón, sum var línuskip og einasta av sínum slag í Sørvági nakrantíð. Í 1969 fáa sørvingar ein av teimun mest framkomnu trolarunum, eftir tátíðar mátistokki, bygdan í Noreg, hetta var í samstarvið við Laksafoss í Klaksvík
ið um sama mundi bygdi tvey systurskip til Klaksvíkar. Í 1987 fær felagið Vesturvón nýggjan Vesturvón bygdur í Noreg.
Hesin bleiv í 2006 seldur til Fuglafjarðar, men helt navnið. |
Ísfiskatrolarar í Sørvági 1977-2016
Frá 1977 til 2016 hava 10 ísfiskatrolarar borið navnið
”Vestur” í Sørvági í styttri og longri tíðarskeið. Vit lata myndayvirliti tala fyri seg. |
”Vestur” navnið í hinum bygdunum.
Í Miðvági og Sandavági hava nøkur skip verið
nevnd við Vestur-navnið. Tey eru: Í Miðvági í 1956,
tað var slupp nevnd Vesturfarið, ið eitt felag hjá Sámal Ellefsen átti. Í 1981 kom Vesturfarið hjá Karlo Joensen til
Miðvágs og sama ár ein Vesturskin keyptur til Sandavágs, 30 tonsari hjá Jógvan Paula Haraldsen. Í 1986 fekk svartkjaftatrolarin
Giljanes navnabroyting til Vestborg og fór at fiska rækjur í Svalbard-sonuni. Og til seinast tveir trolarar við navninum Vesturtúgva, tann
fyrri ein trolari keyptur til flakavirkið Snarfrost í 1991, fyri at økja um rávørugrundarlagið og tann seinni kom í 1999 til felag í Sandavági við Hálvdan Gudmundsen á odda. Hesin seinni
trolarin Vesturtúgva er enn í vinnu við hesum navninum. |
Niðanfyri er ein nærri útgreing av hvørjum skipið sum er nevnt í hesum innslagið. Viðmerkingar og rættingar kunnu gerðast niðast á síðuni ella við at senda ein teldupost til vagaskip@hotmail.com
Vesturvarði VA214 - Sørvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1925 hjá Cock, Welton & Gemmel í Beverly, England
Stødd: 352 BRT. 1925 – Andradite H176, Hull– Kingston Steam Trawling Co Ltd., v/John William Lown, Hull 1933 – Orilla FD191, Fleetwood –
J.Marr & Son Ltd. v/Geoffrey Edwards Marr 1935 – Orilla FD191, Fleetwood – The City Steam Fishing Co Ltd v/Leslie James Marr, Hull 1939 – Vesturvarði VA214, Sørvág – P/F Vága Trolarafelag v/ S.Ellefsen 1952 –
Maly Voz GDY179, Gdynia – eigari Pólendski Staturin – reiðarí Dalmor Przedsiobiorstwo Polowow Dalekomorskich Sp.z.ogr.opd., Gdynia.
| Seldur til upphøggingar í Pólandi í 1964
Vesturleiki VA222 - Sørvágur
Úr myndasavninum hjá Sørvágs Bygdasavnið
Bygdur 1945 hjá F.W.Berg, Hälsö , Svøríki
Stødd: 68 BRT. Nøvn: 1945 – Vesturleiki VA222, Sørvágur – P/F Vága Trolarafelag v/N.Niclasen 19?? – Svøríki
Upphøgdur 1987 |
Vesturleið VA223 - Sørvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1946 hjá K.Svenningsson í Öckerö, Svøríki
Stødd: 66 BRT. Nøvn: 1946 – Vesturleið VA223, Sørvág – P/F Vága Trolarafelag v/N.Niclasen 1951 – Vesturleið (ferðafólkaskip)
1967 – Gardar, Klaksvík – P/F Hugo Gardar v/H.F.Heinesen 1971 – Kjógvin
TN196, Tórshavn – Strandfaraskip Landsins 1977 – Dirhamar FD885, Lamba – J.E.Johannsen (fiskiskip) Upphøgdur 1983 |
Vestursøki VA224 - Sørvágur
Mynd: Jonleif Joensen
Bygdur 1945 hjá F.W.Berg, Hälsö, Svøríki
Stødd: 68 BRT. Nøvn: 1945 – Vestursøki VA224, Sørvágur – P/F Vága Trolarafelag v/N.Niclasen 1949 - Hjortboen, Skagen
19?? - Skott, Hanstholm 19??- Zune, Hirtshals 1986 - ?? |
Vesturskin VA221 - Sørvágur
Mynd: Páll Hellu
Bygdur 1936 hjá Cochrane & Sons, Selby, England Stødd: 468 BRT. Nøvn: 1936 – Hammond 1941 – Salier 1942 – V.6115 1942 - NT.04 1944 – V.6511 1947 – Vesturskin VA221, Sørvágur – P/F Vága Trolarafelag v/Dánjal Niclasen 1954 – Sletnes, Kristiansund – Heinsa AS Upphøgdur í Sandnessjøen,
Noreg |
Vesturhavið VA54 - Miðvágur
Mynd: Ólavur Poulsen
Bygd 1877 í Rye Stødd 73 BRT. Nøvn:
1877 - ?? 1918 – Acorn KG373, Klaksvík – Gudmund Henriksen 1921 – Acorn KG373, Klaksvík – J.Beck & Sønner 1932 – Acorn TN108,
Tórshavn – H.J.Johannesen 1945 – Nøvin FD314, Eiði – Olaf Kruse 1953 – Sílið VA54, Vatnsoyrar – John Poulsen 1956 – Vesturhavið VA54, Miðvág –
P/F Vesturhavið v/S.Ellefsen 1959 – Vesturhavið FD602, Fuglafjørð – S.P.Petersens Efft. 1964 – Acorn TN??, Tórshavn – grunnurin Sluppin v/ Debes Christiansen Upphøgd og søkt í Nólsoyarfirði 1965 |
Vesturvón VA200 - Sørvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1958 á Søviknes Skipsbyggeri, Søviknes, Noreg
Stødd: 252 BRT. Nøvn: 1958 – Vesturvón VA200, Sørvágur – P/F Vesturvón v/Johannes Niclasen 1966 – Lamas, Molde –
L.M.Oterhans 1977 –Brødr.Gangstad 1982 - Nordstål
Víðari søgan er enn ókend |
Vesturvón VA200 - Sørvágur
Mynd: Jóhan Páll Joensen
Bygdur 1969 á Hatlø Verksted í Ulsteinvik, Noreg
Stødd: ??? BRT. 1969 – Vesturvón VA200, Sørvág – P/F Vesturvón, Sørvági 1986 – Arctic Ranger - UK
1998 – Rubin, St.Vincent 2002 – Typhoon I, Port Victoria, Seychellurnar –
Southern Shipping Ltd., San Juan, Pontevedera, Spanien 2003 – Tyohoon I, Belize 2004
– Tyohoon I, Togo – Visatur Holding Inc., Vigo, Spanien (eigari: Estelares S.A., Panama) 2010 – Kuko 2013 - Thunder Nærri útgreining seinni. |
Vesturroðin VA153 - Sørvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1966 á Rosslauer Sciffswerft, Rosslau Stødd: 187 BRT. Nøvn: 1966 - ?? 1971 – Neptun TG250, Vágur –
Sl/F Neptun v/Hartvig Poulsen 1977 – Vesturroðin VA153, Sørvágur – P/F Vesturvinnu v/Hans Malmberg 1980 – Vesturhavið TG636, Vágur – Heri Hjelm 1982 – Saksaberg KG653, Klaksvík – P/F
J.F.Kjølbro 1991 – Ferina Sun, Tórshavn – P/F Benguela v/Osmund Justinussen 1993 – Ferina Sun, Capetown – Irwin & Johanson, Cape Town, Suður-Afrika |
Vesturleiki VA221 - Sørvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póland
Stødd: 182 BRT. Nøvn: 1977 – Vesturleiki VA221, Sørvágur – P/F N.Niclasen 1978 – Vesturleiki VA221, Sørvágur – P/F Vesturleiki v/Jósup Henriksen 1985 – Vesturleiki
VN224, Vestmanna – P/F Guttaviðurbyrgi v/Jan Andreasen 1988 – Bjal GR??, Nuuk – Idd Jensen, Nuuk, Grønland 19?? – Louise L GR7-180, GR |
Vesturfarið VA242 - Miðvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1946 hjá Frederikssunds Skibsværft Stødd: 29 BRT. 1946 – Suðurfarið TG14, Tvøroyri – Niclas Holm
1981 – Vesturfarið VA242, Miðvág – Karlo S.Joensen 1993 –
Vesturfarið VN250, Vestmanna – Aksel Dahl Olsen 2004 – Norðfinnur VN140, Vestmanna – P/F Vest.Trading v/Háldan Haldansen 2004 – Vátiklettur KG189, Viðareiði – P/F Sporið v/Peter Petersen 20??
- Upphøgdur á Skála |
Vesturskin VA170 - Sandavágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1949 hjá A.Andersen & P.Molick, Hundested, Danmark
Stødd: 30 BRT. Nøvn: 1949 - ?? 1972 – Vesturskin TN170, Tórshavn – P/F Vesturskin v/J.K.Joensen 1981 – Vesturskin VA170, Sandavágur – Jógvan Pauli Haraldsen 1982 – Hávaldan
FD171, Eiði – Hanus P.Hammer 1983 – Vón TN176, Tórshavn – P/R Sofus Andreasen 1985 - Mai-Britt VN200, Langasandur – J.J.Højsted Upphøgdur og søktur við Fugloynna 1991
|
Vestursøki VA323 - Sørvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1975 á Frostad Mekaniske Verksted, Tomrefjord, Noreg
Stødd: 223 BRT. Nøvn: 1975 – Tórsbúgvin TN373, Tórshavn – P/F Stallur v/Olaf Nielsen 1981 – Vestursøki VA323,
Sørvágur – P/F Vestursøki v/J.Juul Heinesen 1986 – Vestursøki VA323, Sørvágur – Dánjal
Pauli Zachariassen 1990 – Vestursøki VA323, Sørvágur – P/F Borðisteinur v/J.Juul Heinesen 1995 – Nýborg TG607, Vágur – P/F Tvøran v/Poul D.Poulsen 2006 - Upphøgdur
í Grenå, Danmark |
Vesturvarði VA214 - Sørvágur
Mynd: Anfinn Hentze
Bygdur 1984 á Skála Skipasmiðju Stødd: 298 BRT. Nøvn: 1984
– Vestuvarði VA214, Sørvágur – P/F Vesturleiki v/Jósup Henriksen 1991 – Vesturvarði VA214, Sørvágur
– P/F Vesturvarði v/Birgir Michelsen 20?? – Vesturvarði VA214, Sørvágur – Bjarti Mohr 2007 – Edna VA214, Sørvágur – P/F FSSJ v/Meinhard Jacobsen 2011
– Edna TN1440, Tórshavn - ?? 2014 – Kúrberg TN1440 – Hans Andreas Joensen |
Vesturskin VA320 - Sørvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1986 á Skála Skipasmiðju Stødd: 567 BRT. Nøvn: 1986
– Vesturskin VA320, Sørvágur – P/F Núgvunes v/Dánjal Pauli Zachariassen 1991 – Vesturskin VA320, Sørvágur
– sP/F Vesturskin v/Jósup Henriksen | 2009 – Rex - Namibia
Vestborg VA404 - Miðvágur
Mynd: Sjúrður Rasmussen
Bygdur 1974 á Soc.Esercizio Cantieri, Viareggio, Italia
Stødd: 1594 BRT. Nøvn: 1974 – Jutland III - Frakland 1980 – Giljanes VA210, Miðvágur – P/F Giljanes v/Jens Erik Nielsen
1986 – Vestborg VA404, Miðvágur – P/F Vestbúgvin v/Svend Åge Ellefsen 1988 - Giljanes VA210, Miðvágur – P/F Giljanes v/Jens Eli Ellefsen 1988 – Southern Champion, Fremantle
– South Island Deepwater Fisheries Ltd. New Zealand |
Vestborg VA404 - Miðvágur - Mynd: Jógvan Jákup Haraldsen
Vesturvón VA200 - Sørvágur
Mynd: Eyðun Mikkelsen
Bygdur 1987 á Bygdur á Aukra Verft, Aukra á oynni Gossen,
Noreg. Stødd: 2114 BRT. Nøvn: 1987 – Vesturvón VA200, Sørvágur – P/F Vesturvón v/Hjalmar Hvítklett 2006
– Vesturvón VA200, Sørvágur – P/F Vesturvón v/Anfinn Olsen, Fuglafjørður 2013 – seldur til Spanien.
|
Vesturtúgva VA380 - Sandavágur
Mynd: Jan Erik Simonsen
Bygdur 1962 á Alsaker & Ottesen Elektrosveis, Sagvåg, Stord,
Noreg Stødd: 306 BRT. Umbygdur 1983 Umbygdur 1999 til brunnbát. Nøvn: 1962 – Sundabúgvin VN131, Hvalvík – P/F Gullbeinið v/J.O.F.Olsen 1979 – Sundabúgvin VN131, Hvalvík –
P/F Føroya Banki 1981 – Keldan VN480, Haldórsvík – P/F Bákn v/K.O.Jacobsen 1990 – Keldan VN480, Haldórsvík – P/F Føroya Banki 1991 – Vesturtúgva VA380, Sandavágur
– P/F Gálgasteinur v/Ivan Johannesen (Snarfrost) 1994 – Vesturtúgva VA380, Sandavágur – P/F Fossá v/Hálvdan Gudmundsen
1998 – Veidnes, Sandnessjøen – Veidnes AS, Sandnessjøen, Noreg 2002
–Veidnes II 2005 – Svenningen 2007 – Dønnalaks
2009 – Skårvik |
Vesturtúgva VA181 - Sandavágur
Mynd: Bjartur Góðadal
Bygdur 1985 á Tórshavnar Skipasmiðju Stødd: 306 BRT. Nøvn: 1985 – Vestmenningur VN181, Vestmanna – P/F Miðalsbrekka v/Henry Christoffersen 1999 – Vestmenningur II VN181, Vestmanna –
P/F Meðalsbrekka v/Tummas Christoffersen | 1999 – Vesturtúgva VA181, Sandavágur – P/F Hýsisá
v/Hálvdan Gudmundsen
Vesturleiki VA363 - Sørvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1990 á Stocznia Polnocna, Gdynia, Pólland
Stødd: 412 BRT. Nøvn: 1990 – Polarhav FD540, Leirvík – P/F Polarhav v/Osmund Justinussen 2003 – Vesturleiki VA363, Sørvágur
– P/F Rávan v/Ólavur Petersen 2006 – Vesturleiki VA363, Sørvágur – P/F Rávan v/Anfinn Olsen, Fuglafjørður
2006 – Borgarin KG491, Klaksvík – P/F Hæddn v/Jóhan Páll Joensen 2009 – Breiðanes TG665, Hvalba – P/F TG Fish v/Mikkjal Hammer |
Vestursøki VA364 - Sørvágur
Bygdur 1990 á Stocznia Polnocna, Gdynia, Pólland
Stødd: 412 BRT. Nøvn: 1990 – Stjørnan FD670, Leirvík – P/F Gulenni v/Osmund Justinussen 2003 – Vestursøki VA364,
Sørvágur – P/F Rávan v/Ólavur Petersen 2006 – Vestursøki VA364, Sørvágur – P/F Rávan
v/Anfinn Olsen, Fuglafjørður 2006 – Navarin KG492, Klaksvík – P/F Hæddin v/Jóhan Páll Joensen 2009 – Hamranes TG644, Hvalba – P/F TG Fish v/Mikkjal Hammer |
Vesturleiki VA404 - Sørvágur
Mynd: Janus Ortind
Bygdur 1988 hjá Johs.Kristensens Skibsværft, Hvide Sande, Danmark
Stødd: 724 BRT. Nøvn: 1988 – Salleq 1997 – Rossvik, Tromsø 19??
– Grinnøy, Tromsø 200? – Haanseereaq, Grønland 200?
– Beinir TN??, Tórshavn 2006 – Beinir TN204, Tórshavn – P/F Kimbil v/Aksel Hansen 2007 – Vesturleiki VA404, Sørvágur – P/F Vesturleiki v/Tummas Henriksen |
Vesturvarði VA323 - Sørvágur
Mynd: Eddi Leyni
Bygdur 1987 á Slippstøðin, Akureyri, Ísland
Stødd: 283 BRT. Nøvn: 1987 – Nökkvi – Ísland 2002 – Grímur Kamban TN320, Tórshavn – P/R Research v/Aksel Hansen
2009 – Vesturvarði VA323, Sørvágur – P/F Nofa v/Tummas Henriksen |
Vesturskin VA320 - Sørvágur
Mynd: Jan Erik Simonsen
Bygdur 1986 Slippstøðin, Akueyri, Ísland Stødd: 508 BRT. Nøvn: 1986 – Oddeyrin – Ísland 19?? – Hamrasvanur – Ísland 2002 – Kallsevni TN320, Tórshavn – P/R Research v/Aksel Hansen 2009 – Vesturskin VA320, Sørvágur
– P/F Nofa v/Tummas Henriksen |
|
|
 |
|
|
|