 |
 |
|
 |
 |
Hassurin og skip hansara
Myndir: Eddi Leyni - Úr myndasavninum hjá Hans Hansen - Sonni Jacobsen -Dia Poulsen - Jógvan Pauli Haraldsen - Oddmar Gudmundsen - Shetland Museum - Miðvágs Forminnafelag
Hans Hansen, vanliga nevndur Hassurin, f.10.01.1894, fór fyrsta túrin til skips sum 14 ára gamal í 1908. Tvey tey fyrstu árini var hann við sluppini Thor, frá 1910 við sluppini Research, og seinni eisini við vágasluppunum Doceu, William Cloves, Daggry og Elin. Hassurin tók
skiparaprógv 1918. Árið eftir var hann við sluppini Alexandru. Tá Hassurin var 26 ára gamal, var hann við í sínum
fyrsta skipakeypið, tað var tá hann saman við øðrum keypti sluppina Toiler frá Funnings-Pól úr Vestmanna í 1920. Og eftir tað var hann skipari og reiðari á fleiri skipum. Vit kunnu her nevna línubátin Havellen, trolarin Eirik Jall skonnartina Mars, sum bátaskip í Grønlandi, Atlantsfarið, somuleiðis sum bátaskip
í Grønlandi og síðan farmaskipini Cathrina, og Hans Hansen, sum sonurin Arne stóð á odda fyri. Seinasta túrin Hassurin
var til skips var við Cathrinu í 1966, tá hevði hann balst á havinum í samfull 55 ár. Hans Hansen og Cathrina fingu 9 børn,
fýra dreingir og fimm gentur.
Til skips sum 14 ára gamal
Myndir: Eddi Leyni - Úr myndasavninum hjá Hans Hansen - Miðvágs Forminnafelag
Hassurin fór fyrstu ferð til skips sum 14 ára gamal í 1908 og fram til 1920 var hann við 1908-10 – Thor 1910 – Research 1911-13
– Docea 1914-16 – William Cloves 1917 - Daggry 1918 – Elin í 1918 tók Hassurin skiparaprógv 1919 - Alexandra
Hans Hansen, sum 24 ára gamal tá hann tók skiparaprógv í 1918 - Mynd: Terje Hansen
Taylor VA229
Mynd: Eddi Leyni
Taylor VA229 Í 1920 keypti Hassurin sluppina Toiler saman við øðrum
og førdi hana til og við 1929, undatikið árini 1925 og 26. Í 1925 við eingilskum trolara og 1926 við norsku skonnartini Fanefjord í
Grønlandi og eisini við sluppunum Krosstindi og Columbus. Í 1929 hendi óhapp, Toiler fór á land við brimgarðin í Miðvági,
tað var Mikkjalsmessudag í 1929. Toiler gjørdist vrak. Teir høvdu mist annað akkerið í Íslandi -og vóru akkurát komnir heim aftur – og lógu bert við einum akkerið og einum
bátateymi, tá ódnarveður brast á og Toiler sleit og rak á land. Fiskinum fingu teir bjargað, men missurin var kortini stórur. Søgan í stuttum: Toiler VA229 Bygd 1876 í Dartmouth, Englandi Stødd: 66 BRT. Nøvn: 1876 - Toiler H 1023 (75340), England 1893 – Toiler, Reykjavík – G.Zöega & Co, Reykjavík 1907 – Toiler, Reykjavík – M.Th.Jensen, Reykjavík
1909 – Toiler, Reykjavík – P.J.Thorsteinsson & Co, Reykjavík 1919
– Toiler, Glyvrar – Kristian hjá Rasmus, Glyvrar 1921 – Toiler VN209, Vestmanna – P.Olsen (Funnings-Pól), Vestmanna
1923 – Toiler VA229, Miðvágur – H.N.Niclasen, Miðvágur 1929
– Toiler gjørdist vrak eftir at hava rikið á pierin í Miðvági. PS: Í skipalistum hevur Toiler ymisk nøvn, at finna eru nøvn sum: Toiler, Toller, Totler og Taylor. Men sambært einum skipakønum var upprunanavnið Toiler H 1023, H stendur helst fyri skrásetingarbýin Hull.
Guiding Star VA31
Myndir: Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag - Eddi Leyni
Í 1930 fór Hassurin við Guiding Star, sum bestimaður og var við har fram til og við 1935.
Havellen TG7
Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag
Havellen TG7 Í 1936 fór Hassurin at føra línubátin Havellen
TG7, sum hann hevði leiga frá Richard Thomsen, keypamanni og reiðara á Tvøroyri og árið eftir keypti hann Havellen saman við Andreas Joensen og Sigmund Frederiksen allir úr Miðvági. Teir keyptu Havellen 12. oktober 1937. Havellen var ongantíð skrásettur í Vágum. Tað vísti seg at ganga illa í hánd, skipið var í ringum standi og hóast ábøtur blivu gjørdar áðrenn skipið bleiv yvirtikið, riggaði illa. Ketilin var í sera
ringum standi og trupuleikar vóru við línuspælinum. Og longu 7.mai í 1938, selur bankin Kongeriget Danmark Fiskeribank skipið til Noregs. Havellen
var bygd í 1899 í Porsgrund í Noreg og var 110 BRT til støddar. Søgan í stuttum: Havellen TG7 Bygdur 1899 í
Porsgrund, Noreg Stødd: 110 BRT. Nøvn: 1899 – Havellen, Haugesund, Noreg 1935 – Havellen TG7, Tvøroyri – Richard Thomsen 1937 – Havellen TG7, Tvøroyri – P/F v/Hans Hansen, Miðvágur, Andreas Joensen, Sigmund Frederiksen, Miðvágur. 1938 – Havellen TG7, Tvøroyri – Kongeriget Danmarks Fiskeribank 1938 – Havellen, Skudenes –
Harald Foldnes, Skudenes, Noreg Søgan eftir 1938 ókend.
Research VA144
Mynd: Eddi Leyni
Í 1938 var Hassurin bestimaður við sluppini Research um várið og við Soli deo Gloria úr Esbjerg um summarið hetta árið.
Grotta ex. Tvey Systkin FD605
Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag
Grotta ex. Tvey Systkin FD605 Í 1939 fór Hassurin at føra Tvey Systkin,
sum Ásgeir Peturson á Siglufirði hevði keypt. Teir snurpaðu og silgdu við ísfiskið til Onglands. Á myndini sum er frá
1939 tá kríggji brast á er ”Grotta ex. Tvey Systkin”, sum eisini stendur mála á síðuna, ávegis inn á Siglufjørðin við fullari last 180 tons. Men har lógu nógv
skip og bíðaðu eftir landingartørni, teir blivu tí bidnir um at fara inn á Raufarhöfn at bíða. A veg út av Siglufjørðinum brast óðveður á, og teir noyddust at bróta
skansaklædningi báðum megin fyri at sleppa av við dekkslastina. Í januar 1941 var Hassurin ein ísfiskatúr við Guiding Star.
Normanner TN330
Mynd: Sigvald Hansen
Normanner TN330 Í februar 1941 fór Hassurin at føra skonnartina Normanner
úr Havn og førdi hana øll krígsárini og fram til september 1946. Skipið setti føroyskt met undir seinna heimsbardaga,
tá ið teir seldu fyri góð 13.000 bretsk pund ella góðar 300.000 kr í Fleetwood tann eina túrin í 1943. Manningarparturin
var góðar 14.000 kr. Metið áttu Hans Hansen, skipari og Normanner, øll krígsárini inntil trolarin Jóannes Patursson slóð meti, fleiri ár eftir krígslok. Hans Hansen, skipari, hevði
millum aðrar, synirnar, Henry, Hans Mohr, og Sigvald við umborð á Normanner TN330. Á myndini er Normaner á veg út av Miðvági, fermd við bilum úr Bretlandi til Íslands. Mynd: Sigvald Hansen
Eirik Jall VA168
Mynd: Sonni Jacobsen
Eirik Jall VA168 Hassurin keypti trolaran við ”Bill of Sale” tann 16.september
1946. Skipið bleiv umvælt í Onglandi og Birtu-Lias var umsjónarmaður, meðan trolarin var settur í stand. Tann 23.mars 1947 var trolarin skrásettur í Miðvági og fekk navnið Eirik Jall VA168.
Nakrar dagar frammanundan –tann 17.mars 1947- keypti P/F Miðvágs Trolarafelag skipið. í nevndini sótu: Hans Hansen (Hassurin), formaður, Thomas
Thomasen, Sørvági, næstformaður, Hansina Persstein, handilskvinna,Miðvági, Harald Hansen, fiskimaður, Miðvági og John Joensen, sjómaður úr Gásadali. Hassurin førdi Eirik Jall tað mesta av tíðini skipið var heimahoyrandi í Miðvági. Trolarin
var seldur á tvingilssølu 25.apríl 1949 og Sjóvinnubankin yvirtók Eirik Jall. Hendan royndin hjá Hassinum eydnaðist ikki serliga
væl, men hann var reiðari og átti fleiri skip, mong ár eftir hetta. Trolarin Eirik Jall var av teimun smæstu koltrolarunum og toldi illa lágkonjukturin,
sum byrjaði í 1949. Skipið lá svínabundið við kai í Kollafirði frá 1949 til 1955. Eirik Jall var strikaður úr skipaskránni 27.september 1955 og bleiv upphøgdur í Odense í Danmark. Søgan í stuttum: Eirik Jall VA168 Bygdur 1919 hjá Foundation Company í Savannah, Georgia, USA Stødd: 405 BRT. Nøvn: 1919 – Tilsitt, Galveton 1920 –
Heron, Portlan Marine, USA 1940 – Digil, undir bretska herflotan 1946 –
Eirik Jall VA168, Miðvágur – P/F Miðvágs Trolarafelag v/Hans Hansen 1950 – Eirik Jall VA168, Miðvágur – P/F Sjóvinnubankin,
Tórshavn. 1955 – Eirik Jall VA168, Miðvágur – Gunnar Hansen, Tórsahavn. Upphøgdur 1955 í Odense, Danmark
Mars VA12
Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen / Miðvágs Forminnafelag
Mars VA12 Hóast komin til árs, var áræði og arbeiðshugurin
hjá Hassinum tann sami og í 1956 keyptu hann og synirnir, skonnartina Mars, sum hann og sonurin Hans Mohr skiftust at føra Skonnartina Mars, var sambært
keypsbrævið dagfest 14.apríl 1956 í Gøteborg í Svøríki, keypt frá Ingvard E.A. Wikström og Karl E.Johannsson í Åstol í Svøríki. Skonnartin var bygd hjá J.Ring Andersen í Svendborg í Danmark. Hon var 98 føtur long og 23 føtur breið og 9,6 føtur djúp. Motorurin var ein Skandia 129 HK.
Mars var brúk til sildaveiðu norðanfyri Føroyar og er best kend sum ”bátaskip” í Grønlandi. Útróður við
maskinbátum við Mars sum móðurskipið. Síðst í 50unum tók tað seg upp at fara til Grønlands við bátaskipum.
Hassurin tók eisini hetta upp fyrst við Mars, seinni við Atlantsfarinum. Tað vísti seg ofta at árið hjá bátaskipunum royndust betri, enn hjá teimun sum vóru til lands í Grønlandi.
Tað kom meira enn so fyri at fiskur ikki var at fáa á teimun plássum føroyingar høvdu støð í. Alt árið kundi fara fyri skeyti orsaka av fiskaloysi ella deilvísum fiskaloysi. Tá
var tað ein fyrimunur at vera mobilur, so sum bátaskipini vóru. Tey høvdu nemt við at flyta seg og útróðarbátar, suður ella norð alt eftir fiskiskapið. Mars var søkt í Vestamannasundið 20.mai 1966 og strikað úr skipaskránni 12.september
1966. Søgan í stuttum: Mars VA12 Bygd 1920 hjá J.Ring Andersen í Svendborg, Danmark Stødd: 149 BRT. Nøvn: 1920
- navn??, Åstol - Ingvard E.A. Wikström og Karl E.Johannsson, Åstol, Svøríki. 1956 – Mars VA12, Miðvágur – Hans Hansen
Søkt í Vestmannasundið 20.mai 1966
Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen / Miðvágs Forminnafelag
Søgan í stuttum: Mars VA12 Bygd 1920 hjá J.Ring Andersen í Svendborg, Danmark Stødd: 149 BRT. Nøvn: 1920 - navn??, Åstol - Ingvard E.A. Wikström og Karl E.Johannsson, Åstol, Svøríki.
1956 – Mars VA12, Miðvágur – Hans Hansen Søkt í Vestmannasundið
20.mai 1966
Atlantsfarið VA75
Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen
Atlantsfarið VA75 Royndirnar við Mars, góvu Hassinum og synum hansara vind
í seglini og í 1962, keyptu teir Atlantsfarið úr Klaksvík. So í eitt 4 ára tíðarskeið høvdu teir tvey bátaskip í Grønlandi. Í mun til nógv at stállínuskipunum sum komu um somu tíð, so var Atlantsfarið eitt nógv bíligari skip, bæði í keypsprísið og rakstri,
at tað mundi liggja meira eftir tá árið var liðugt, og til virksemi sum bátaskip í Grønlandi, royndust tey eldru skipini full so gott. Tað vóru fleiri av føroysku stállínuskipunum
sum royndu seg sum ”bátaskip” í Grønlandi. Atlantsfarið
var/er sløk 170 tons bygt í Frederiksund DK í 1826, úr eik bók og furu. Í 1954 fekk Atlantsfarið motor ísettan ein B&W Alpha Diesel 233 HK. Atlantsfarið er enn í sigling sum stuttleikafar. Tað var ein professari úr Eysturríki sum keypti Atlantsfarið, hann gav skipinum navnið Regina Caelis. Søgan í stuttum: Atlantsfarið
VA75 Bygd 1936 hjá K.Andersen, Frederikssund, Danmark
Stødd: 168 BRT. 1936 – Atlantsfarið KG452, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro/ J.C.F.Isaksen 1949 – Atlantsfarið, KG452, Klaksvík
– Anna K. Isaksen 1962 – Atlantsfarið, VA75, Miðvág – Hans Hansen 1978 - Regina Caelis – Melusine Discoveries Ltd., York, England Sokkin og upphøgd í 2017
Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen / Miðvágs Forminnafelag
Myndin: Atlantsfarið VA75 og Marité TG25 uppankraðir í Grønlandi. Søgan í stuttum: Atlantsfarið VA75 Bygd 1936 hjá K.Andersen, Frederikssund, Danmark Stødd: 168 BRT. 1936 – Atlantsfarið KG452, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro/ J.C.F.Isaksen 1949 – Atlantsfarið, KG452, Klaksvík
– Anna K. Isaksen 1962 – Atlantsfarið, VA75, Miðvág – Hans Hansen 1978 - Regina Caelis – Melusine Discoveries Ltd., York, England Sokkin og upphøgd í 2017
Mynd: oddmar Gudmundsen
Kongshavn FD136, Marité TG og Atlantsfarið VA75 til akkers á grønlendskum fjørði.
Cathrina
Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag
Cathrina beint áðrenn sjóseting í Frederikshavn í 1966. Hassurin var ongantíð bangin fyri
at leggja rygg til sjálvur, og størsta og tyngsta takið, mundu hann og synirnir taka, tá teir í 1966 lótu farmaskipið Cathrinu byggja. Cathrina var tíðum í vandasilgling har kríggj herjaði. Í 1971 brast kríggj á ímillum India og Pakistan og Cathrina bleiv saman við øðrum farmaskipum afturhildin í Chittagong,
millum onnur eisini farmaskipið Chr.Holm. Tá bleiv føroyska flaggið mála á lastalúkuna. Tað bleiv ongantíð skotið eftir Cathrinu, og teir hildu at orsøkin var at flaggið á lastlúkuni
líktist tí hjá Reyða Krossi. Tann 15.december 1978 rendi Cathrina á eina sandgrynnu, Banco Ingles í La Plata flógvanum útfyri
Montevideo í Urguguay. Farmurin umborð var 450.000 fløskur av whiskey, teir vóru ávegis úr Glasgow í Skotlandi til Asunción í Paraguay tá óhappið hendi. Bjargingabátur kom
til hjálpar men gjørdi eitt vána arbeiði, og tá tíð var fráliðin yvirtók sjóverjan hjá Uruguay og í februar 1979 kom skipið av sandgrynnuni. Málið endaði við
at sjóverjan keypti Cathrinu. Whiskyið hin vegin bleiv eitt trætumál, tað endaði við at whiskylastin bleiv tikin sum trygd fyri bjargingaløn. Lastin hevði eitt virði uppá 1,1 mill. dollarar, eini 10
mill. før.kr. Cathrina var tryggja fyri 2,85 mill. krónur. Uruguayanska sjóverjan skuldi brúka Cathrinu til standfarasilging.
Søgan í stuttum: Cathrina Bygd 1966 hjá Frederikshavn Værft & Flydedok, Danmark Stødd: 299 BRT. Nøvn: 1966
– Cathrina, Miðvágur – Hans Hansen & Sønner 19?? – Gulf Princess 19?? - Cathrina, Miðvágur – Hans Hansen & Sønner 1979 – Presidente Oribe, Montevideo – Armada Nacional de Uruguay
197? – Calamus, Uruguay 19?? – Arapoty, Paraguay Silgt á land 1978 í Banco Ingles, Uruguay. Tikin av aftur 1979 av Uruguaunsku sjóverjuni 2002 tikin fyri smugling og uppløgd í Rosario
Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen
Cathrina við kai á Langelinie í Keypmannahavn
Hans Hansen
Mynd: Shetland Museum
Hans Hansen Í 1971 keyptu Hans Hansen og synirnir farmaskipið Vestfart úr
Noreg. Tað var sonurin Arne Hansen sum stóð á odda fyri hesum. Farmaskipið Hans Hansen var bara í føroyska flotanum í 3 ár,
skipið vísti seg at rigga illa tí høvuðsmaskinan var vánalig, skrokkurin var góður og orsøkin til tað var at skipið upprunaliga var bygt í Kanada sum korvett undir krígnum.
Farmaskipið Hans Hansen var selt til upphøggingar í Danamrk í 1974 fyri 315.000 krónur. Søgan í stuttum: Hans Hansen
Bygt 1942 á Midland Collingwood Shipyard Ltd., Ontario, Canada
Stødd: 498 BRT. Nøvn: 1942 – HMCS Campenia 19?? – HMCS Bowell
19?? – HMCS Miscou 19?? – Cleveland 19?? – Sigurd Hund 19?? – Vestfart, Ålesund, Noreg 1971 – Hans Hansen, Miðvágur – Arne Hansen Upphøgt í Danmark 1974
Aftur til byrjan
Aftur
til forsíðu
Bólkurin Siglingarsøgan
í Vágum á facebook, trýst HER Myndasavn í bólkinum Siglingarsøgan í Vágum, trýst HER Myndir av Eirik Jall VA168, trýst HER Myndasavn við Mars VA12, trýst HER Myndasavn við Atlantsfarið VA75, trýst HER Myndasavn við farmaskipinum Cathrina, trýst HER Myndir av Havellen TG7, Normanner TN330 og Grotta ex.Tvey Systkin FD605, trýst HER
|
|
 |
|
|
|