Hassurin og skip hansara

Hassurin og skip hansara

Myndir: Eddi Leyni - Úr myndasavninum hjá Hans Hansen - Sonni Jacobsen -Dia Poulsen - Jógvan Pauli Haraldsen - Oddmar Gudmundsen - Shetland Museum - Miðvágs Forminnafelag

Hans Hansen, vanliga nevndur Hassurin, f.10.01.1894,  fór fyrsta túrin til skips sum 14 ára gamal í 1908.

Tvey tey fyrstu árini var hann við sluppini Thor, frá 1910 við sluppini Research, og seinni eisini við vágasluppunum Doceu, William Cloves, Daggry og Elin. Hassurin tók skiparaprógv 1918. Árið eftir var hann við sluppini Alexandru.

Tá Hassurin var 26 ára gamal, var hann við í sínum fyrsta skipakeypið, tað var tá hann saman við øðrum keypti sluppina Toiler frá Funnings-Pól úr Vestmanna í 1920. Og eftir tað var hann skipari og reiðari á fleiri skipum.

Vit kunnu her nevna línubátin Havellen, trolarin Eirik Jall skonnartina Mars, sum bátaskip í Grønlandi, Atlantsfarið, somuleiðis sum bátaskip í Grønlandi og síðan farmaskipini Cathrina, og Hans Hansen, sum sonurin Arne stóð á odda fyri.

Seinasta túrin Hassurin var til skips var við Cathrinu í 1966, tá hevði hann balst á havinum í samfull 55 ár.

Hans Hansen og Cathrina fingu 9 børn, fýra dreingir og fimm gentur.

Til skips sum 14 ára gamal

Myndir: Eddi Leyni - Úr myndasavninum hjá Hans Hansen - Miðvágs Forminnafelag

Hassurin fór fyrstu ferð til skips sum 14 ára gamal í 1908 og fram til 1920 var hann við

1908-10 – Thor

1910 – Research

1911-13 – Docea

1914-16 – William Cloves

1917  - Daggry

1918 – Elin

í 1918 tók Hassurin skiparaprógv

1919  - Alexandra

Taylor VA229

Mynd: Eddi Leyni

Taylor VA229

Í 1920 keypti Hassurin sluppina Taylor saman við øðrum og førdi hana til og við 1929, undatikið árini 1925 og 26.

Í 1925 við eingilskum trolara og 1926 við norsku skonnartini Fanefjord í Grønlandi og eisini við sluppunum Krosstindi og Columbus.

Í 1929 hendi óhapp, Taylor fór á land við brimgarðin í Miðvági, tað var Mikkjalsmessudag í 1929. Toiler gjørdist vrak. Teir høvdu mist annað akkerið í Íslandi  -og vóru akkurát komnir heim aftur – og lógu bert við einum akkerið og einum bátateymi, tá ódnarveður brast á og Taylor sleit og rak á land. Fiskinum fingu teir bjargað, men missurin var kortini stórur.

 

Søgan í stuttum:

Taylor VA229 

Bygd 1876 í Dartmouth, Englandi

Stødd: 66 BRT.

Nøvn:

1876 - ??, England

1893 – Taylor, Reykjavík – G.Zöega & Co, Reykjavík

1907 – Taylor, Reykjavík – M.Th.Jensen, Reykjavík

1909 – Taylor, Reykjavík – P.J.Thorsteinsson & Co, Reykjavík

1919 – Taylor, Glyvrar – Kristian hjá Rasmus, Glyvrar

1921 – Taylor VN209, Vestmanna – P.Olsen (Funnings-Pól), Vestmanna

1923 – Taylor VA229, Miðvágur – H.N.Niclasen, Miðvágur

1929 – Taylor gjørdist vrak eftir at hava rikið á pierin í Miðvági.

 

PS: Í skipalistum hevur Taylor ymsk nøvn, at finna eru nøvn sum: Toiler, Toller, Totler og Taylor.

Guiding Star VA31

Myndir: Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag - Eddi Leyni

Í 1930 fór Hassurin við Guiding Star, sum bestimaður og var við har fram til og við 1935.

Havellen TG7

Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag

Havellen TG7

Í 1936 fór Hassurin at føra línubátin Havellen TG7, sum hann hevði leiga frá Richard Thomsen, keypamanni og reiðara á Tvøroyri og árið eftir keypti hann Havellen saman við Andreas Joensen og Sigmund Frederiksen allir úr Miðvági.

Teir keyptu Havellen 12. oktober 1937. Havellen var ongantíð skrásettur í Vágum.

Tað vísti seg at ganga illa í hánd, skipið var í ringum standi og hóast ábøtur blivu gjørdar áðrenn skipið bleiv yvirtikið, riggaði illa. Ketilin var í sera ringum standi og trupuleikar vóru við línuspælinum. Og longu 7.mai í 1938, selur bankin Kongeriget Danmark Fiskeribank skipið til Noregs.

Havellen var bygd í 1899 í Porsgrund í Noreg og var 110 BRT til støddar.

 

Søgan í stuttum:

Havellen TG7

Bygdur 1899 í Porsgrund, Noreg

Stødd:  110 BRT.

Nøvn:

1899 – Havellen, Haugesund, Noreg

1935 – Havellen TG7, Tvøroyri – Richard Thomsen

1937 – Havellen TG7, Tvøroyri – P/F v/Hans Hansen, Miðvágur, Andreas Joensen, Sigmund Frederiksen, Miðvágur.

1938 – Havellen TG7, Tvøroyri – Kongeriget Danmarks Fiskeribank

1938 – Havellen, Skudenes – Harald Foldnes, Skudenes, Noreg

Søgan eftir 1938 ókend.

Research VA144

Mynd: Eddi Leyni

Í 1938 var Hassurin bestimaður við sluppini Research um várið og við Soli deo Gloria úr Esbjerg um summarið hetta árið.

Grotta ex. Tvey Systkin FD605

Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag

Grotta ex. Tvey Systkin FD605

Í 1939 fór Hassurin at føra Tvey Systkin, sum Ásgeir Peturson á Siglufirði hevði keypt. Teir snurpaðu og silgdu við ísfiskið til Onglands.

Á myndini sum er frá 1939 tá kríggji brast á  er ”Grotta ex. Tvey Systkin”, sum eisini stendur mála á síðuna, ávegis inn á Siglufjørðin við fullari last 180 tons. Men har lógu nógv skip og bíðaðu eftir landingartørni, teir blivu tí bidnir um at fara inn á Raufarhöfn at bíða. A veg út av Siglufjørðinum brast óðveður á, og teir noyddust at bróta skansaklædningi báðum megin fyri at sleppa av við dekkslastina.

 

Í januar 1941 var Hassurin ein ísfiskatúr við Guiding Star.

Normanner TN330

Mynd: Sigvald Hansen

Normanner TN330

Í februar 1941 fór Hassurin at føra sluppina Normanner úr Havn og førdi hana øll krígsárini og fram til  september 1946.

Skipið setti føroyskt met undir seinna heimsbardaga, tá ið teir seldu fyri góð 13.000 bretsk pund ella góðar 300.000 kr í Fleetwood tann eina túrin í 1943.
Manningarparturin var góðar 14.000 kr. Metið áttu Hans Hansen, skipari og Normanner, øll krígsárini inntil trolarin Jóannes Patursson slóð meti, fleiri ár eftir krígslok. Hans Hansen, skipari, hevði millum aðrar, synirnar, Henry, Hans Mohr, og Sigvald við umborð á Normanner TN330.

 

Á myndini er Normaner á veg út av Miðvági, fermd við bilum úr Bretlandi til Íslands. Mynd: Sigvald Hansen

Eirik Jall VA168

Mynd: Sonni Jacobsen

Eirik Jall VA168

Hassurin keypti trolaran við ”Bill of Sale” tann 16.september 1946. Skipið bleiv umvælt í Onglandi og Birtu-Lias var umsjónarmaður, meðan trolarin var settur í stand. Tann 23.mars 1947 var trolarin skrásettur í Miðvági og fekk navnið Eirik Jall VA168.

Nakrar dagar frammanundan –tann 17.mars 1947- keypti P/F Miðvágs Trolarafelag skipið. í nevndini sótu: Hans Hansen (Hassurin), formaður, Thomas Thomasen, Sørvági, næstformaður, Hansina Persstein, handilskvinna,Miðvági, Harald Hansen, fiskimaður, Miðvági og John Joensen, sjómaður úr Gásadali.

Hassurin førdi Eirik Jall tað mesta av tíðini skipið var heimahoyrandi í Miðvági.

Trolarin var seldur á tvingilssølu 25.apríl 1949 og Sjóvinnubankin yvirtók Eirik Jall.

Hendan royndin hjá Hassinum eydnaðist ikki serliga væl, men hann var reiðari og átti fleiri skip, mong ár eftir hetta.

Trolarin Eirik Jall var av teimun smæstu koltrolarunum og toldi illa lágkonjukturin, sum byrjaði í 1949.

Skipið lá svínabundið við kai í Kollafirði frá 1949 til 1955.

Eirik Jall var strikaður úr skipaskránni 27.september 1955 og bleiv upphøgdur í Odense í Danmark.

Søgan í stuttum:

Eirik Jall VA168      

Bygdur 1919 hjá Foundation Company í Savannah, Georgia, USA

Stødd: 405 BRT.

Nøvn:

1919 – Tilsitt, Galveton

1920 – Heron, Portlan Marine, USA

1940 – Digil, undir bretska herflotan

1946 – Eirik Jall VA168, Miðvágur – P/F Miðvágs Trolarafelag v/Hans Hansen

1950 – Eirik Jall VA168, Miðvágur – P/F Sjóvinnubankin, Tórshavn.

1955 – Eirik Jall VA168, Miðvágur – Gunnar Hansen, Tórsahavn.

Upphøgdur 1955 í Odense, Danmark

Mars VA12

Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen / Miðvágs Forminnafelag

Mars VA12

Hóast komin til árs, var áræði og arbeiðshugurin hjá Hassinum tann sami og í 1956 keyptu hann og synirnir, skonnartina Mars, sum hann og sonurin Hans Mohr skiftust at føra

Skonnartina Mars, var sambært keypsbrævið dagfest 14.apríl 1956 í Gøteborg í Svøríki, keypt frá Ingvard E.A. Wikström og Karl E.Johannsson í Åstol í Svøríki.

Skonnartin var bygd hjá J.Ring Andersen í Svendborg í Danmark. Hon var 98 føtur long og 23 føtur breið og 9,6 føtur djúp. Motorurin var ein Skandia 129 HK.

Mars var brúk til sildaveiðu norðanfyri Føroyar og er best kend sum ”bátaskip” í Grønlandi. Útróður við maskinbátum við Mars sum móðurskipið.

Síðst í 50unum tók tað seg upp at fara til Grønlands við bátaskipum. Hassurin tók eisini hetta upp fyrst við Mars, seinni við Atlantsfarinum. Tað vísti seg ofta at árið hjá bátaskipunum royndust betri, enn hjá teimun sum vóru til lands í Grønlandi. Tað kom meira enn so fyri at fiskur ikki var at fáa á teimun plássum føroyingar høvdu støð í. Alt árið kundi fara fyri skeyti orsaka av fiskaloysi ella deilvísum fiskaloysi. Tá var tað ein fyrimunur at vera mobilur, so sum bátaskipini vóru. Tey høvdu nemt við at flyta seg og útróðarbátar, suður ella norð alt eftir fiskiskapið.

 

Mars var søkt í Vestamannasundið 20.mai 1966 og strikað úr skipaskránni 12.september 1966.

 

Søgan í stuttum:

Mars VA12

Bygd 1920 hjá J.Ring Andersen í Svendborg, Danmark

Stødd: 149 BRT.

Nøvn:

1920 - navn??, Åstol - Ingvard E.A. Wikström og Karl E.Johannsson, Åstol, Svøríki.

1956 – Mars VA12, Miðvágur – Hans Hansen

Søkt í Vestmannasundið 20.mai 1966

Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen / Miðvágs Forminnafelag

Søgan í stuttum:

Mars VA12

Bygd 1920 hjá J.Ring Andersen í Svendborg, Danmark

Stødd: 149 BRT.

Nøvn:

1920 - navn??, Åstol - Ingvard E.A. Wikström og Karl E.Johannsson, Åstol, Svøríki.

1956 – Mars VA12, Miðvágur – Hans Hansen

Søkt í Vestmannasundið 20.mai 1966

Atlantsfarið VA75

Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen

Atlantsfarið VA75

Royndirnar við Mars, góvu Hassinum og synum hansara vind í seglini og í 1962, keyptu teir Atlantsfarið úr Klaksvík. So í eitt 4 ára tíðarskeið høvdu teir tvey bátaskip í Grønlandi.

Í mun til nógv at stállínuskipunum sum komu um somu tíð, so var Atlantsfarið eitt nógv bíligari skip, bæði í keypsprísið og rakstri, at tað mundi liggja meira eftir tá árið var liðugt, og til virksemi sum bátaskip í Grønlandi, royndust tey eldru skipini full so gott. Tað vóru fleiri av føroysku stállínuskipunum sum royndu seg sum ”bátaskip” í Grønlandi.

 

Atlantsfarið var/er sløk 170 tons bygt í Frederiksund DK í 1826, úr eik bók og furu. Í 1954 fekk Atlantsfarið motor ísettan ein B&W Alpha Diesel 233 HK.

Atlantsfarið er enn í sigling sum stuttleikafar. Tað var ein professari úr Eysturríki sum keypti Atlantsfarið, hann gav skipinum navnið Regina Caelis.

 

Søgan í stuttum:

Atlantsfarið VA75

 

Bygd 1936 hjá K.Andersen, Frederikssund, Danmark

Stødd: 168 BRT.

 

1936 – Atlantsfarið KG452, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro/ J.C.F.Isaksen

1949 – Atlantsfarið, KG452, Klaksvík – Anna K. Isaksen

1962 – Atlantsfarið, VA75, Miðvág – Hans Hansen

1978 - Regina Caelis – Melusine Discoveries Ltd., York, England

Enn í sigling.

Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen / Miðvágs Forminnafelag

Myndin: Atlantsfarið VA75 og Marité TG25 uppankraðir í Grønlandi.

 

Søgan í stuttum:

Atlantsfarið VA75 

Bygd 1936 hjá K.Andersen, Frederikssund, Danmark

Stødd: 168 BRT.

1936 – Atlantsfarið KG452, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro/ J.C.F.Isaksen

1949 – Atlantsfarið, KG452, Klaksvík – Anna K. Isaksen

1962 – Atlantsfarið, VA75, Miðvág – Hans Hansen

1978 - Regina Caelis – Melusine Discoveries Ltd., York, England

Enn í sigling.

Mynd: oddmar Gudmundsen

Kongshavn FD136, Marité TG og Atlantsfarið VA75 til akkers á grønlendskum fjørði.

Cathrina

Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag

Cathrina beint áðrenn sjóseting í Frederikshavn í 1966.

Hassurin var ongantíð bangin fyri at leggja rygg til sjálvur, og størsta og tyngsta takið, mundu hann og synirnir taka, tá teir í 1966 lótu farmaskipið Cathrinu byggja.

Cathrina var tíðum í vandasilgling har kríggj herjaði. Í 1971 brast kríggj á ímillum India og Pakistan og Cathrina bleiv saman við øðrum farmaskipum afturhildin í Chittagong, millum onnur eisini farmaskipið Chr.Holm. Tá bleiv føroyska flaggið mála á lastalúkuna. Tað bleiv ongantíð skotið eftir Cathrinu, og teir hildu at orsøkin var at flaggið á lastlúkuni líktist tí hjá Reyða Krossi.

Tann 15.december 1978 rendi Cathrina á eina sandgrynnu, Banco Ingles í La Plata flógvanum útfyri Montevideo í Urguguay. Farmurin umborð var 450.000 fløskur av whiskey, teir vóru ávegis úr Glasgow í Skotlandi til Asunción í Paraguay tá óhappið hendi. Bjargingabátur kom til hjálpar men gjørdi eitt vána arbeiði, og tá tíð var fráliðin yvirtók sjóverjan hjá Uruguay og í februar 1979 kom skipið av sandgrynnuni. Málið endaði við at sjóverjan keypti Cathrinu. Whiskyið hin vegin bleiv eitt trætumál, tað endaði við at whiskylastin bleiv tikin sum trygd fyri bjargingaløn. Lastin hevði eitt virði uppá 1,1 mill. dollarar, eini 10 mill. før.kr. Cathrina var tryggja fyri 2,85 mill. krónur. Uruguayanska sjóverjan skuldi brúka Cathrinu til standfarasilging.

 

 

Søgan í stuttum:

Cathrina

Bygd 1966 hjá Frederikshavn Værft & Flydedok, Danmark

Stødd: 299 BRT.

Nøvn:

1966 – Cathrina, Miðvágur – Hans Hansen & Sønner

19?? – Gulf Princess

19?? - Cathrina, Miðvágur – Hans Hansen & Sønner

1979 – Presidente Oribe, Montevideo – Armada Nacional de Uruguay

197? – Calamus, Uruguay

19?? – Arapoty, Paraguay

Silgt  á land 1978 í Banco Ingles, Uruguay.
Tikin av aftur 1979 av Uruguaunsku sjóverjuni
2002 tikin fyri smugling og uppløgd í Rosario

 

Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen

Cathrina við kai á Langelinie í Keypmannahavn

Hans Hansen

Mynd: Shetland Museum

Hans Hansen

Í 1971 keyptu Hans Hansen og synirnir farmaskipið Vestfart úr Noreg.

Tað var sonurin Arne Hansen sum stóð á odda fyri hesum. Farmaskipið Hans Hansen var bara í føroyska flotanum í 3 ár, skipið vísti seg at rigga illa tí høvuðsmaskinan var vánalig, skrokkurin var góður og orsøkin til tað var at skipið upprunaliga var bygt í Kanada sum korvett undir krígnum.

Farmaskipið Hans Hansen var selt til upphøggingar í Danamrk í 1974 fyri 315.000 krónur.

 

Søgan í stuttum:

Hans Hansen

 

Bygt 1942 á Midland Collingwood Shipyard Ltd., Ontario, Canada

Stødd: 498 BRT.

 

Nøvn:

1942 – HMCS Campenia

19?? – HMCS Bowell

19?? – HMCS Miscou

19?? – Cleveland

19?? – Sigurd Hund

19?? – Vestfart, Ålesund, Noreg

1971 – Hans Hansen, Miðvágur – Arne Hansen

 

Upphøgt í Danmark 1974

Aftur til byrjan 

Aftur til forsíðu

 

 

Bólkurin Siglingarsøgan í Vágum á facebook, trýst HER

 

Myndasavn í bólkinum Siglingarsøgan í Vágum, trýst HER

 

Myndir av Eirik Jall VA168, trýst HER

 

Myndasavn við Mars VA12, trýst HER

 

Myndasavn við Atlantsfarið VA75, trýst HER

 

Myndasavn við farmaskipinum Cathrina, trýst HER

 

Myndir av Havellen TG7, Normanner TN330 og Grotta ex.Tvey Systkin FD605, trýst HER

 

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

28.08 | 21:05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

...
14.07 | 02:01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

...
28.06 | 22:28

Tað er John Kjærbo Eystan Á sum hevur skriva greinina, helt at Kaj P.Mortensen hevði skriva. Mistakið er rætta og eitt eftirmæli hjá Kaj er komi við eisini.

...
27.06 | 21:20

Hey hvør hevur skriva hesa greinina

...
Du kan lide denne side