J.K.Joensen & Sonur

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

J.K. Joensen & Sonur – Oilwind 

Ein av kendu aktørunum innan tænastur til føroyska fiskivinnunu ígjøgnum seinastu hundrað árini er smiðjan hjá J.K. Joensen & Sonur í Miðvági, eisini kend sum Oilwind.

Og navnið ”oilwind” passar serliga væl til hesa fyritøku, sum hevur lati úr hondum, fleiri hundraðtals trolspøl og línuspøl og snellur í túsundatalið, drivin við hydrauliskum trýstið.

Í dag verður gingið meira og meira yvur til tað meira umhvørvisliga reina, nevnliga el-drivin spøl og snellur, og enn er Oilwind úr Miðvági partur av hesi tænastuvinnu. Í dag verður serliga lagdur dentur á framleiðslu av útgerð til útróðrarbátar til fiskiskap við línu og snellu, og ”Vágasnellan” og framkomnar auto-línuskipanir hjá Oilwind eru kendar á øllum heimshøvum.

Sæð í ljósinum av hesum stóra týdningi fyri skip og bátar í Vágum og øllum Føroyum, verður her á síðuni, sum er um skip og sjólívið hjá vágamonnum, tikið saman um, um virksemið hjá P/F J.K.Joensen & Sonur í Miðvági, eisini kent sum OILWIND.

Tá hugt verður aftureftir, so er tað ikki so lítið, sum stendur eftir hesa framleiðslu-smiðju í Miðvági, hesir menn stóðu –og standa enn- fyri frambrotum til frama fyri føroyskt vinnulív. Eitt stórt tal av monnum hava nomið sær holla vitan hjá Oilwind, fyrst sum lærlingar og seinni sum smiðir. Smiðjirnir frá J.K.Joensen & Sonur eru tiltiknir góðir handverkarar.

Ein bók eigur at vera skriva um virksemi hjá hesi verksmiðju og um teir menn sum vóru og eru partur av hesum fyritaksemi.

Lesi brot úr søguni og síggji myndir úr tí sera spennandi og hendingarríku søguni hjá J.K.Joensen & Sonur niðanfyri.

Mynd: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Smiðjan inni á Støð.

Í 1936 bleiv nýggj smiðja bygd inni á Støð. Tær báðar fyrstu hæddirnar blivu stoyptar í 1936, í 1961 bleiv ein hædd bygd uppá afturat. 

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind og Helgi Ljósstein Djurhuus

Snellur.

Mitt í 50unum byrjaði ein útviklingur av tí vit í dag kenna sum ”Vágasnellan”.

Føroyingar í hópatali byrjaðu at rógva út við bátum í Grønlandi, millum annað her kom smiðjan hjá J.K.Joensen & Sonur inn í myndina, snellan loysti snørið av, og síðan tá hava J.K.Joensen & Sonur eisini kent sum Oilwind, útvikla snelluna til tað sum vit kenna í dag. Og væl hevur roynst.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Línuspøl

Fyrst í 60unum byrjaði framleiðslan av línuspølum, hetta var um tað mundi tá stállínuskipini komu til landið í hópatalið, frá 1956 og fram til 1970 blivu heili 70 nýbygningar, bygdir á útlendskum og føroyskum skipasmiðjum. Fyrsta føroyskt bygda stállínuskip var Porkeningur bygt á Tórshavnar Skipasmiðju í 1960/61, latið eigarunum 3.juni 1961. Í Føroyum blivu samanlagt 14 stállínuskip bygd, omanfyri nevnda tíðarskeið, 6 skip á Tórshavnar Skipasmiðju og 8 skip á Skála Skipasmiðju.

Smærri før fingu eisini línspæl ísett, línuspølini frá Oilwind hava togmegi frá 200 kg til 4 tons.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind og Jens Jákup Hansen

Norðurstovu-bussurin

Tað var Dánial Niclasen, reiðari í Sørvági ið bað um at fáa ein buss bygdan, á smiðjuni hjá J.K.Joensen. Á odda fyri hesi væleyndaðu royndini at gera ein nútímans buss eydnaðist. Tað vóru Jákup Joensen, Bjarni Joensen og Engelbrecht Poulsen sum í høvuðsheitum stóðu fyri at gera bussin, heilt frá grundini.

Bussurin fær nummarplátur 19.12.1961, tað vóru 32 sitipláss í bussinum og eginvektin var 4625 kg. Bussurin var 7,7 mtr langur og 2,25 mtr breiður.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Trolspøl

Tá sjómarkið var flutt út á 12 fjórðingar í 1963, vaks áhugin fyri trolfiskiskapi, og tá fór Oilwind undur framleiðslu av trolspølum. Tað fyrstu tíðina manuell spøl. í 1979 var tann fyrsta automatiska trolútgerðin latin, og gjøgnum árini hava eini 50-60 skip fingið trolspøl ísett frá Oilwind. Mitt í 70unum tók Oilwind upp samstarv við Datronik í Havn um stýringar av spølum og snellum.

Myndir: Úr myndasavninum hjá Jóan Paula Frederiksen

Haraldur

Í ’68 royndu teir seg aftur, eftir góðu royndirnar við Norðurstovubussinum, byrja var at smíða ein stuttleikabát, ið fekk navnið Haraldur, aftur her vóru tað Jákup smið, sonurin Bjarni og møbilsnikkarin Engelbrecht Poulsen sum stóðu á odda fyri hesum arbeiði.

Myndir: Úr myndasavninum hjá Jóan Paula Fredriksen

Línuskipið Eirkur Jallur

Eirik Jallur blívur yvirdekkaður á Miðvági, sum tað fyrsta av stállínuskipunum. J.K.Joensen & Sonur stóðu fyri arbeiðinum.

Mynd: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Nýggja smiðju norði á Heiðatrønni.

Í 1972 bleiv flutt inn í stóran og snotuligan bygning norði á Heiðatrønni.

Mynd: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Manningin á Maskinverkstaðnum J.K.Joensen & Sonur í 1974.

F.f.v.: 1-Jørgen Frants Jørgensen, 2-Hassi Hansen, 3-Árni Samuelsen, 4-Jacob Johansen, 5-Harald Nattestad, 6-Mads Simonsen, 7-Jóannes ?, 8-Sjúrður Rasmussen, 9-Helgi Joensen, 10-Suni Thomsen, 11-Dánial Joensen, 12-Símun Thomasen, 13-Páll Hansen, 14-Rasmus Niclasen, 15-Tummas Sæbú, 16-Magnus á Dalbø, 17-Fredal  Egholm, 18-Akku Hansen, 19-Ingijohn Petersen, 20-Raasmus Heinesen, 21-Hans Jacob Hansen, 22-Sveinbjørn Mouritsen, 23-Tummas Thomassen

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Polakkarnir.

Í juli 1974 verður sáttmálið undirskrivaður við polska skipasmiðju um at byggja 9 skip til garna- og línuveiðu, teir sonevndu ”polakkarnir”, tað var P/F Marknaðarrøkt sum Føroya Fiskasøla átti ið stóð fyri hesi verkætlan.

Fyri smiðjuna J.K.Joensen & Sonur í Miðvági hevði hetta stóran týdning, tí bæði høvðusmotorar á 800 Hk og hjálpimotorar vóru MWM og Deutz og smiðjan var føroyskt umboð og seldi hesar motorar.

Hin parturin var garna- og línuspølini og pumpuskipan til hesi og ísetan, og fá ár seinni eisini umleggingin til trolfiskiskap hjá fleiri av hesum skipum. 

Ein smiðulærlingur greiddi frá tá hesi garna/línu-spøl blivu framleidd í smiðjuni, at toleransurnar vóru í 1/100 deilum og Bjarni kravdi av smiðjumonnunum sum arbeiddu við hesum at toleransurnar skuldu og máttu halda. Hansara grundgeving var at tað skuldi lata seg gera at lána ein deil frá einum skipið til annað á fjarskotnum leiðum við Grønland og aðrastaðni,  og deilurin skuldi passa í hitt spælið, uttan nakrar trupuleikar. Og so var.

Allir 9 ”polakkarnir” blivu latnir eigarum í Føroyum í 1976 og 1977.

Mynd: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

MWM-umboð

Um somu tíð sum sáttmálin til teir 9 polskt bygdu línu- og garnabátarnar bleiv undirskriva fær J.K.Joensen & Sonur umboð uppá MWM motorar í Føroyum. P/F Stella hjá Laksafoss í Klaksvík hevði verið umboð fyri motorarnar fram til tá.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind og Oddmar Gudmundsen og Hálvdan Gudmundsen

Heldarstindur fær trolspøl.

Leveringin av teimun 9 polakkunum var ikki enda, tá tað fyrsta av teimun, Heldarstindur úr Sandavági, verður umbygdur til trolfiskiskap, fyri arbeiðinum stóðu J.K.Joensen & Sonur í Miðvági.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind og Sólberg Olsen og Jónleif Joensen

Lækkaklettur og Hamraberg fáa trolspøl.

Í 1978 blivu aftur tveir av ”polakkunum”, -nevniliga Lækkaklettur og Hamraberg-, báðir úr Miðvági, umbygdir til trolfiskiskap hjá J.K.Joensen & Sonur í Miðvági.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind og Jonleif Joensen

Lækkaklettur á royndartúrið við nýggjum trolspølum í 1978.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Teymavirkið

Árini frá 79 til 85 var eitt stór-arbeiði ígongd inni í Eysturoynni, tað var Teymavirkið sum skuldi hava maskinur framleiddar og uppsettar, hesum arbeiði stóðu J.K.Joensen & Sonur og verkfrøðingurin Jóan Pauli Frederiksen úr Miðvági fyri.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Bedingsvognur

Í 1979 bleiv bedingsvognur gjørdur, hetta var sjálvandi fyri at skapa fleiri inntøkumøguleikar hjá fyritøkuni. Við bedingsvogninum var møguligt at taka smærri før upp til 60 tons uppá beding.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Royndarfarið VA3

Fyri at gera umstøðurnar betri viðvíkjandi royndarkoyring av snellum og línuspølum, verður seksæringur bygdur í 1980 til royndarfiskiskap við Oilwind-útgerð.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind og Sjúrður Rasmussen

Tarabáturin Snæbjørn – bygginummar 1

Í 1980 var fyrsti nýbygningur hjá smiðjuni í gerð, tað var ein bátur, sum skuldi trola eftir tara til nýstovnaða alginatvirkið á Strondum. Báturin bleiv bleiv bygdur inni, sjálvur skrokkurin var bygdur við kjølinum uppeftir, og síðani vendur við serligum bummum til endamálið, framleiddir í smiðjuni, somu bummar blivur brúktir tá báturin bleiv sjósettur frá kaiini.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Vindmyllur - Riisager

Í 1980 verður eitt vindmyllufelag sett á stovn á Tvøroyri, hetta felag nevndist Riisager/Enni eftir báðum stovnarunum, dananum Christian Riisager og Birgir Enni av Tvøroyri. Hetta felag fekk eina vindmyllu setta upp omanfyri Tvøroyri, støddin var 55 kW/tíma.

Tað vísti seg seinni at báðir endaðu vestri í Vágum, tí umstøðurnar at framleiða vindmyllur vóru av teimun bestu her, hvat viðvíkti góðari og viðkomandi útgerð og kompetentum fólkið.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Vindmylla á Vesturtúgvu

Í oktober 1981 stendur fyrsta vindmylla uppi á Vesturtúgvu, hon var 90 kW/tíma til støddar. Hetta var eitt samarbeiði ímillum Bjarna Joensen, Christian Riisager og Birgir Enni.

Tá vindmyllan var liðugt framleidd, skuldi hon flytast frá nýggju smiðju norði á Heiðatrøð og niðan á Vesturtúgvu, og orsaka av longdini av mastrini (18,8 metur), mátti ”sleipið” inn til Sandavágs at venda, fyri at koma niðan ígjøgnum brekkuna á Giljanesi, sum førdi til Vesturtúgvu. Tað var við tógvi stríð og strev at fáa vindmylluna niðan og seta hana upp. Í mars 1982 bleiv vindmyllan royndarkoyrd. Tað var Hest Kommuna sum hevði umbiðið hesa fyrstu vindmyllu og bygdaráðsformaðurin í Hesti Johan W. Niclasen, trýsti á knøttin sum setti mylluna í gongd uppi á Vesturtúgvu.

Tað var ætlanin at royndarkoyra vindmyllur, sum skuldi aðrastaðir, uppi á Vesturtúgvu.

Myndir: Rasmus Niclasen

Lastbilur koppar

Í 1982 koppar lastbilurin hjá smiðjuni uppi á Nýggjavegi, norður ímóti Heiðum. 

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Vindmyllur í Palm Springs, Californien

Í 1984 byrjar framleiðsla av 6 vindmyllum, 5 til Palm Springs í Californien í USA og eina skuldi J.K.Joensen & Sonur sjálvir hava, 3 tær fyrstu blivu framleiddar hjá J.K.Joensen, men tað gjørdist skjótt greitt at tað var neyðugt at fáa aðrar smiðjur at framleiða tær 3 aftuat til USA, fyri at klára tíðarfreistina, eitt maskinverkstað í Danmark átók sær uppgávuna.

Hesar vindmyllurnar vóru 80kW/tíma.

Eftir fleiri byrjunar trupuleikar, við teimun fyrstu 6, steðgar framleiðslan av vindmyllum og samstarvið við Riisager steðgar eisini.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Drotningavitjan

Í 1984 vitjar danska Drotningin hjá Oilwind, stjórin á Oilwind Bjarni Joensen bjóðar drotningin og manni hennara vælkomin.

Myndir: www.boat.ag

Álitið VA28

Oilwind fær nýggja bát at royndakoyra snellur, hetta er ein Aramis 30 fót, báturin fekk navnið Álitið VA28.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Niklái – nýtt stýrhús

Í 1984 fær 50-tonsarin Niklái VA264 úr Sørvági nýtt stýrhús. Einaferð enn gjørdist ein av hesum túrunum ígjøgnum Miðvágs-bygd við tungari last veruleiki.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind og Martin Andreassen

Fiskapumpa – Sólbjørn Jacobsen

Í 1986 kom samstarv í lag við telefonverksstjóran og uppfinnarin, verkfrøðingin Sólbjørn Jacobsen. Sólbjørn hevði útvikla eina fiskapumpu til pelagisk fiskasløg og svartkjaftatrolararnir Olaf í Garðastovu úr Vestmanna og Andrias í Hvannasundi úr Havn skuldu hava slíka pumpu. J.K.Joensen & Sonur í Miðvági fekk uppgávuna at framleiða pumpurnar.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Nakrar myndir úr rúgvuni.

-       Parabolir 1988

-       Grindareiðskapur

-       Rustfrítt stál

-       Spakar

-       Roytingarborð

-       Vørp til línufiskiskap

-       Troltrumla til Trolvirkið

-       Framleiðsla av becker-róðrið

 

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen vitjar.

Tann 8. januar 1998 vitjar danski forsætisráharrin Poul Nyrup Rasmussen hjá J.K.Joensen & Sonur. Tað stóð skriva í skránna hjá forsætisráðharranum soleiðis: ”Kl.09.00 Besøg på virksomheden Oil Wind på Vågø. Virksomheden beskæftiger ca.50 ansatte og fremstiller sneller”.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Smiðjir hjá J.K.Joensen & Sonur - OILWIND

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Á sølumessu uttanlands - eingin søla uttan góða marknaðarføring.  

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Royndarfarið VA308

Á várið 1988 fekk smiðjan nýggjan bát til royndakoyring av snellum og línuskipanum, báturin var av slagnum Viksund 33 fót.

Í jólaódnini sama ár fekk báturin stóran skaða.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Alibáturin Transfisk – bygginummar 2

Í 1991 verður ein alibátur bygdur til Transfisk í Vestmanna. Báturin var 52 bruttotons til støddar.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Royndarfarið VA308

Í 1993 kemur ein nýggjur Royndafarið VA308, hetta er 20 tonsari keyptur úr Vági.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Venus verður umbygdur.

Í 1996 fær stállínuskipið frá 1961 Venus VA51 eina umfatandi umbygging, skipið fær nýggja brúgv og eftir ein eldsbruna bleiv messa, gallan og uppihaldsrúmini har afturi gjørd av nýggjum. J.K.Joensen stóð fyri arbeiðinum saman við undirveitarunum P/F Johnfinn á Plógv, P/F Heri Samuelsen og P/F Thorfinn Nielsen.

Myndir: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Smiðjir og kontórfólk hjá J.K.Joensen & Sonur - OILWIND

Mynd: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Haraldur VA282

Í 1999 kemur nýggjur plastbátur, keyptur úr Suður-Onglandi, báturin er av slagnum Interceptor 38 fót og fær navnið Haraldur VA282

Mynd: J.K.Joensen & Sonur - Oilwind

Álitið VA28

Í 2001 kemur ein nýggjur Álitið VA28, hetta er bátur av slagnum Kingfisher Arctic 35 fót, skrokkurin er bygdur hjá Kingfisher Boats í Falmouth í Suður-Onglandi og er síðan útgjørdur og liðugt gjørdur hjá Oilwind í Miðvági.

Báturin er seldur til Grønlands í 2006 og fekk navnið Arctic Kanajoq GR7-72 og er heimahoyrandi í Maniitsoq.

Jákup S. Joensen

Taka saman um:

Í dag hevur Oilwind maskinverkstað niðri á kaiini í Miðvági, hetta var bygningur upprunaliga bygdur sum svartkjaftavirkið, seinni rækjuvirkið.

J.K.Joensen & Sonur fluttu inn í bygningin í 2003.

Í dag er fjóðra ættarlið Jákup S. Joensen stjóri á fyritøkuni.

Fyritøkan hevur heimasíðuna www.oilwind.fo trýst HER.

Oilwind á facebook trýst HER.

 

Í 2005 gjørdu Jens Jacob Hansen og Sjúrður Poulsen eina sending um Norðurstovubussin, hoyr Bjarna Joensen, Engelbrecht Poulsen og Henry Davidsen greiða frá um bussin, síggji filmsbrot niðanfyri.

 

Inni á donsku heimasíðuni www.windsofchange.dk sum er um danskar vindmyllur, er meira at lesa um Riisager vindmyllurnar og Christian Riisager, ein av pioneerunum innan danska vindmyllu framleiðslu, og eisini pioneerur innan føroyska vindmyllu framleiðslu. Christian Riisager var timburmaður og gjørdist hugtikin av vindmyllum mitt í 70unum. Riisager doyði í juni 2008, 78 ára gamal.

Í Føroyum blivu tvær Riisager vindmyllur uppsettar, ein uppá 55 kW, sett upp á Tvøroyri og ein uppá 90 kW, sett upp á Vesturtúgvu omanfyri Sandavág.

 

Hesin stutti samandrátturin um maskinverkstaðin hjá J.K.Joensen & Sonur – Oilwind í Miðvági er gjørdur fyri at ein kan gera sær eina mynd av hesi maskinverkstaði og tey arbeiðir í har eru gjørd.

 

Allar myndir omanfyri og fleiri afturat, vera at finna á facebook bólkinum ”Siglingarsøgan í Vágum”, trýst HER.

Myndamappan á fb-bólkinum um J.K.Joensen & Sonur, trýst HER. (fleiri myndir koma inn komandi vikurnar - nú 130 myndir)

 

Viðmerkingar og rættingar kunnu gerðast undir her, ella við at senda ein teldupost til vagaskip@hotmail.com ella seta seg í samband við undirritaða

 

janerik

 

Aftur til byrjan

Aftur til forsíðu

Norðurstovu bussurin
Hoyr Engelbrecht Poulsen, Bjarna Joensen og Henry Davidsen greiða frá um Norðurstovu-bussin. Sendingina gjørdu Jens Jacob Hansen og Sjúrður Poulsen í 2005.

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

28.08 | 21:05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

...
14.07 | 02:01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

...
28.06 | 22:28

Tað er John Kjærbo Eystan Á sum hevur skriva greinina, helt at Kaj P.Mortensen hevði skriva. Mistakið er rætta og eitt eftirmæli hjá Kaj er komi við eisini.

...
27.06 | 21:20

Hey hvør hevur skriva hesa greinina

...
Du kan lide denne side