Jógvan Jákup Johansen, sáli í MOB-bátinum hjá V.U.Hammershaimb í samband við bjarging at manningini á Sólborg við eldsbruna í juli 1979. Mynd: Tórálvur Mikkelsen, sáli, Vestmanna.
7. december 2014
Tað var tann 7. december 1984 at ídnaðartrolarin Nordørn HG142 við heimstaðið í Hirtshals sendi út neyðarkall í Norðsjónum, skipið var statt vestur úr Noregi,
áleið millum Bergen og Stavanger. Við skipinum vóru 5 fólk, tríggir føroyingar og tveir danir.
Føroyingarnir vóru
Kristian Rustin Johannesen, skipari úr Fuglafirði, Jógvan Jákup Johansen úr Sandavági og Per Olsen úr Sørvági.
Danskararnir
vóru Ulla Kroge og Kaj Jørgen Eriksen.
Tað eru tískil liðin 30 ár síðan hesu syrgiligu hending og vilja vit hervið minnast
hesar menn og kvinnu sum sjólótust hendan feigdardag í december 1984.
Æra verður minnið um tey í fórust.