 |
 |
|
 |
 |
Mynd: Jóhan Mikkelsen
Onnur skip við vágamonnum. Skip í hava tilknýti til
Vágar á ein hvønn hátt, men hava annan heimstað. Skip í vágamenn búsitandi aðrastaðni hava átt.
Skip við øðrum heimstaði enn í Vágum, men har reiðaríi er í Vágum. Í øðrum førum skip sum hava sermerkt seg við skiparanum, sum var vágamaður, men skipið hevði annan heimstað og eigara aðrastani, til dømis Normanner og Marité.
Tað eru helst fleiri skip enn hesi sum longu eru komin í savnið, tað er at boða frá við viðmerking ella senda teldupost til janerik_69@hotmail.com
ella bara ringja. Jan Erik Simonsen
Stálskip
1966 Elisabeth Hentzer 1979 Research TN449 1980 Johanna Kristina 1983 Reynsatindur TN571 1992 Klovningur TN141 1993 Atlantic Jane 1993 Atlantic Beatrice 1993 Atlantic Norma 1993 Zaandam 1993 Atlantic Margaret 1993 Atlantic Hope 1993 Arctic Eagle 1995 Havgul TN927 1996 Jóhanna Kathrina 2000 Orion TN927 2001 Tróndur 2001 Mars Chaser 2003 Vípan
Træskip
1937 Havellen TG7 1940 Vón FD442 1953 William Martin FD588 1954 Hvítabjørn TN350
Ymisk skip og skiparar
1941 Normanner TN330 1961 Marité TG25
Havellen TG7, Tvøroyri
Havellen TG7, Tvøroyri
Havellen TG7, Tvøroyri Bygdur 1899 í Porsgrund, Noreg
Stødd: 110 BRT. Nøvn: 1899 – Havellen, Haugesund, Noreg 1935 – Havellen TG7, Tvøroyri – Richard Thomsen 1937 – Havellen TG7, Tvøroyri – P/F v/Hans Hansen, Miðvágur, Andreas Joensen, Sigmund Frederiksen, Miðvágur. 1938
– Havellen TG7, Tvøroyri – Kongeriget Danmarks Fiskeribank 1938 – Havellen, Skudenes – Harald Foldnes, Skudenes, Noreg Hans Hansen, Andreas Joensen, Sigmund Fredriksen allir úr Miðvági keyptu Havellen
12.oktober 1937. Havellen var ikki skrásettur í Vágum. Teir áttu ikki skipið leingi, tí longu 7.mai 1938, selur Kongeriget Danmarks
Fiskeribank skipið til Noregs.
Normanner TN330, Tórshavn
Normaner á veg út av Miðvági, fermd við bilum úr Bretlandi til Íslands. Mynd: Sigvald Hansen
Normanner TN330, Tórshavn Bygd 1908 í Fécamp
Stødd: 168 BRT. Nøvn: 1908 - ?? 1929 – Normanner TN330, Tórshavn – Christian Holm-Jacobsen 1941 – Normanner TN330, Tórshavn – P/F Heimoy v/Z.Heinesen 1946 – Eyfirðingur, Akureyri – Hjørtur Larusson, Akureyri,
Ísland Í februar 1941 fór Hassurin at føra sluppina Normanner úr Havn og førdi hana øll krígsárini og fram
til september 1946. Skipið setti føroyskt met undir seinna heimsbardaga, tá ið teir seldu fyri góð 13.000 bretsk pund ella góðar
300.000 kr í Fleetwood tann eina túrin í 1943. Manningarparturin var góðar 14.000 kr. Metið áttu Hans Hansen, skipari og Normanner,
øll krígsárini inntil trolarin Jóannes Patursson slóð meti, fleiri ár eftir krígslok. Hans Hansen, skipari, hevði millum aðrar, synirnar, Henry, Hans Mohr, og Sigvald við umborð á
Normanner TN330.
Vón FD442, Fuglafirði
Vón FD442, Fuglafirði
Vón FD442, Fuglafirði Bygdur 1940 á Tórshavnar Skipasmiðju
Stødd: 99 BRT. Nøvn: 1940 – Vón FD442, Fuglafjørður – Sigurð R.F.Simonsen 1952 – Vón TN442, Tórshavn – P/F Rundingur
v/Kjartan Mohr Sokkin eftir eldsbruna 15.september 1962 Sigurð R.F.Simonsen er føddur í Sandavági 23.august 1912. Var búsitandi í Fuglafirði. Sigurð
var sonur Honnu Suffíu, fødd Joensen, úr Gásadali, og Petur uppi í Húsi úr Sandavági. Sigurd var yngstur av 9 systkjum. Hann fór fyrstu ferð til skips 13 ára gamal á vári
í 1925 við "Seagull", sum hann var við fyrstu árini. Sigurð skapti søgu við at lata byggja fyrsta skip í Føroyum
í nýggjari tíð, hetta var tá Tórshavnar Skipasmiðja bygdi Vón FD442, hon fór av bakkastokki 15.juni 1940.
William Martin FD588, Rituvík
William Martin FD588, Rituvík fyri teym á Vestmanna.
William Martin FD588, Rituvík Bygd 1883 hjá James Collins Hoad
í Rye Stødd: 83 BRT. 1883 - William Martin GY898, Grimsby 18?? - William Martin LK799, Lerwick 1909 - William Martin TN121, Tórshavn – Jens Evensen
1928 - William Martin FD588, Rituvík – Daniel P.Højgaard 1947 - William Martin
FD588, Rituvík – P/F William Martin Rituvík 1947 v/Jørgen Højgaard, Rituvík. 1953 - William Martin FD588, Rituvík –
P/F William Martin Rituvík 1947 v/Jens Eli Ellefsen, Miðvági Søkt í Vestmannasundi í august 1964. Mammubeiggarnir hjá Jens Eli Ellefsen áttu sluppina William Martin, tað var eisini har umborð leiðin gekk hjá Jens Eli tá hann fór fyrstu ferð til skips. Í
1953 yvirtók Jens Eli eftir mammubeiggarnar og gjørdist reiðari, helst fyrsta skip hann var reiðari á.
William Martin FD588, Rituvík
Marité TG25, Tvøroyri.
Marité TG25, Tvøroyri.
Marité TG25, Tvøroyri. Við Marité
TG25 av Tvøroyri í Grønlandi við maskinbátum í 1960unum Fólk aðrastaðni frá undrast kanska yvir hvat myndir av
skonnartini Marité av Tvøroyri hevur at gera á einum bólki við vágaskipum. Í tíðarskeiðnum frá 1961
til 1966, førdi Jákup Joensen, vanliga nevndur Dunga-Jákup, skipari úr Sandavági, Marité. Og tað silgdu so at siga bara vágamenn við hesa tíðina, tó onkrir úr Vestmanna, úr
Hesti osv. Men felags fyri allar teir mennirnar -um 60-70 ára aldur í dag-, sum eg havi tosa við, minnast aftur á tíðina við Marité við gleði. Eg haldi teir blivu menn umborð á Marité.
janerik
Hvítabjørn TN350, Tórshavn
Hvítabjørn TN350, Tórshavn
Hvítabjørn TN350, Tórshavn Bygt 1898 hjá C.Christensen,
Sandafjord Stødd: 263 BRT. Umbygd og motor ísettan 1959 Nøvn: 1898 - Godthåb 1954 – Hvítabjørn TN350, Tórshavn – P/F Viðanes v/Kjartan Mohr 1974 – Hvítabjørn, Rituvík – P/F
Føroya Eggvirki v/Peter Højgaard Simonsen Upphøgt 1983 Jákup
Joensen á Dunga, skipari úr Sandavági, førdi Hvítubjørn og var eisini parteigari í P/F Viðanes Jákup Joensen á
Dunga, skipari úr Sandavági, átti 1/3 av partapeninginum í P/F Viðanes í átti Hvítubjørn TN350, hinar 2/3 áttu Kjartan Mohr og Dánjal Jákup Vilhelm. Hetta tíðarskeiði
var frá vári 1968 til 1974. Hvítabjørn var mest brúkt sum ”bátaskip” til útróður í Grønlandi. Keypti tó eisini sild um veturin 1969 og 70 í Skotlandi.
Jákup førdi Hvítubjørn 1968 og 69, og sonurin Svabo Joensen skipið førdi skipið í 1970, 71 og 72. Hvítabjørn var ísforstyrkt so tað stóð eftir, 3 skinn uttaná hvørjum øðrum. Danski staturin lat skipið byggja, og bleiv tað brúkt sum
kanningarskip í Grønalndi. Í 1974 keypti Eggvirki í Rituvík, Hvítubjørn.
Elisabeth Hentzer, København
Elisabeth Hentzer, København
Elisabeth Hentzer, København Bygdur 1966 á Skála Skipasmiðju,
bygginummar 10 Stødd: 299 BRT. 1966 – Elisabeth Hentzer, København
– Olaf Hentze Rasmussen, Hellerup. 1981 – Inger Nova, Korsør – P/R G.C.Sjelle, Korsør. 1989 - ?? Olaf H. Rasmussen, búsitandi í Hellerup, ættaður úr Sandavági, lat hetta farmaskipið byggja á
Skála. Olaf er bróðir reiðaran og keypmannin Eivind H. Rasmussen í Sandavági, sum var reiðari í Sandavágs Trolarafelag
(Torkil Ønundarson) og frá ’61 P/F Nýpan (Venus og Mars) og eisini eigari og reiðari á Gulenni (50tonsari). Farmaskipið
hjá Olaf bar navnið hjá mammu teirra Elisabeth Hentzer g.Rasmussen
Elisabeth Hentzer, København
Research TN449, Tórshavn
Research TN449, Tórshavn
Research TN449, Tórshavn Bygdur 1979 hjá Campeltown Shipyard,
Campeltown, England Stødd: 252 BRT. Nøvn: 1979 – Research TN449, Tórshavn – P/R Research v/Brynjálvur Petersen 1985 –
Research TN449, Tórshavn – P/R Research v/Aksel Hansen 2004 – Makarski Jadran– M.Muto, D.C.D., Kroatia Brynjálvur Petersen úr Sandavági, búsitandi í Havn, lat Research byggja, saman við Aksel Hansen reiðara í Havn. Navnið Research tók hann frá sandavágssluppini Research
VA144, sum pápi hansara Hentzar Petersen og Petur á Steig keyptu í 1931. Trolarin Research bleiv seldur til Kroatia og bleiv umbygdur at sigla við
ferðafólki. Tó hava teir hildi stílin hjá skipinum sum trolari, sí mynd.
Makarski Jadran fyrrverandi Research TN449
Johanna Kristina, Nuuk
Johanna Kristina, Nuuk
Johanna Kristina, Nuuk bygd 1960 hjá Aarhus Flydedok í Danmark
Stødd: 254 BRT. 1960 - Avoq 1980 - Jóhanna Kristina, Nuuk - Kaj Hjalgrimsson úr Miðvági 20?? - ??
Reynsatindur TN571, Tórshavn
Reynsatindur TN571, Tórshavn
Reynsatindur TN571, Tórshavn Bygdur 1976 á Soc.Esercizio Cantieri,
Viareggio, Italia Stødd: 2925 BRT. Nøvn: 1976 – Asunta Tontini Madre 1983 – Reynsatindur TN571, Tórshavn – P/F Atlantic Trawlers Ltd.
v/Dánjal Petur Nielsen 1985 – Reynsatindur TN571, Tórshavn – Føroya Landstýri 1986 – Olaf í Garðastovu VN169, Vestmanna – P/F Garðastova v/Agga í Garðastovu 1988 – Joon Sung No3, Pusan –
reiðarí ?? 19?? – Dong Bang, Pusan - Dong Bang Ltd. Pusan, Suður-Korea 19?? – Proliv Starka 1986 – Umbygdur í Brattvaag í Noreg eftir eldsbruna Reynsatindur kom á fyrsta sinnið til Føroyar í mai 1983, tað vóru Dánjal Petur Nielsen, skipari, Tórshavn og Jens Erik Nielsen, reiðari úr Sandavági, ið stóðu
á odda fyri hesi risa-verkætlan. Reynsatindur fyrrverandi Assunta Tontini Madre var 3.816 bruttotons til støddar og 107 metur til longdar. Navnið tóku teir frá gamla stállínuskipinum
Reynsatindur VA27, sum Dánjal Petur førdi á yngri árum og Jens Erik eisini silgdi við, og seinni var reiðari hjá. Felagið aftanfyri
svartkjaftatrolaran var P/F Atlantic Trawlers Ltd. Reynsatindur var -tá hann kom til Føroyar- mettur at vera størsti trolari í vesturheiminum.
Klovningur TN141, Tórshavn
Klovningur TN141, Tórshavn
Klovningur TN141, Tórshavn Bygdur 1970 í St.Malo, Fraklandi
Stødd: 457 BRT. Nøvn: 1970 - Cote La Vierge 1981 – Neptúnus VA315, Sandavágur – P/F Samfrost v/Jóhan á Plógv 1990 – Neptúnus VA315, Sandavágur – Føroya Landstýri 1992 –
Klovningur TN141, Tórshavn – P/F West Fish Ltd. v/D.P.Bracqbien 1993 – Klovningur VA202, Miðvágur – P/F Thoma v/Jens Eli Ellefsen
Brynjálvur Petersen úr Sandavági, búsitandi í Havn, keypti trolaran Neptunus frá Føroya Banka, saman við øðrum. Navnið
tók hann úr heimbygdini Sandavági, skamt uttan fyri bygdina er drangur leysur úr landi í verður nevndu Klovningur. Í 1993 var
Klovningur staddur á Hatton bankanum tá ódnarveður brast á, skipið fekk ein sjógv, og var nær við at fara runt. Høvuðsmotorurin slóknaði og seinni eisini ljósmotorarnir, teir
róku fyri vág og vind í fýra samdøgur, teir fingu tó boða frá til eitt dansk farmaskip, sum setti seg í samband við Vaktar- og Bjargingartænastuna í Føroyum og sendi Ólav
Halga avstað at sleipa Klovning á Havnina. 14 mans vóru við Klovningi hendan túrin, ongin mansskaði var av hendingini.
Klovningur TN141, Tórshavn
Belize bátarnir.
Ein hópur av trolarum lógu svínabundnir í Canada.
Belize bátarnir. Í ringastu krepputíð í Føroyum
í 1993 og arbeiðsloysi var í hæddini, funnu menn uppá at útvega sær bílig skip úr Canada. Canada hevði lýst
toskabann og ein hópur av trolarum lógu svínabundnir har yviri. Skipini sum í nógvum førum høvdu vágamenn sum eigarar,
komu til landi. Skipini blivu skrásett í Belize og Dominikana, og ætlanin var at fiska í altjóða økjum norðanfyri, í Loynikrókinum og í Svalbard-sonuni. Tað var misjavnt hvussu gekk,
og hart stríð tók seg upp við norðmenn um hesi skip, sum blivu skýrd sjórænaraskip og skip undir hentleikaflaggið.
Atlantic Jane, Belize City
Atlantic Jane, Belize City
Atlantic Jane, Belize City Bygdur 1967 hjá Wickers Shipyard,
Canada Stødd: 624 BRT. Nøvn: 1967 – Atlantic Jane – New Foundland, Canada 1993 – Atlantic Jane, Belize City, Belize – Jens Eli Ellefsen, Miðvágur
Atlantic Beatrice, Belize City
Atlantic Beatrice, Belize City
Atlantic Beatrice, Belize City Bygdur 1967 hjá Wickers Shipyard,
Canada Stødd: 634 BRT. Nøvn: 1967 – Atlantic Beatrice – New Foundland, Canada 1993 – Atlantic Beatrice, Belize City, Belize – Fisheries Product v/Svend Åge
Ellefsen, Sandavágur
Atlantic Norma, Belize City
Atlantic Norma, Belize City
Atlantic Norma, Belize City Bygdur 1967 hjá Wickers Shipyard,
Canada Stødd: 624 BRT. Nøvn: 1967 – Atlantic Norma – New Foundland, Canada 1993 – Atlantic Norma, Belize City, Belize – Jens Eli Ellefsen, Miðvágur
Zaandam, Santo Domingo
Zaandam, Santo Domingo
Zaandam, Santo Domingo Bygdur 1969 hjá New Foundland Marine Works,
Marystown, Canada Stødd: 624 BRT. Nøvn: 1969 – Atlantic Toni – New Foundland, Canada 1980 – Zaandam – New Foundland, Canada 19?? – Zaandam, Belize City - ?? 1993 – Zaandam, Santo Domigo, Domincana – Jørmund
Vágadal, Tórshavn 1980 – Umbygdur eftir eldsbruna Skipið er
sokkið
Atlantic Margaret, Santo Domingo
Atlantic Margaret, Santo Domingo
Atlantic Margaret, Santo Domingo Bygdur 1969 hjá New Foundland Marine
Works, Marystown, Canada Stødd: 624 BRT. Nøvn: 1969 – Atlantic Margaret – New Foundland, Canada 1993 – Atlantic Margaret, Santo Domingo, Dominicana –
Jørmund Vágadal, Tórshavn
Atlantic Hope, Belize City
Atlantic Hope, Belize City
Atlantic Hope, Belize City Bygdur 19?? Nøvn: 19?? – Penny Hope – New Foundland, Canada 1993 – Atlantic Hope, Belize City, Belize – Jens Erik Nielsen, Sandavágur
Arctic Eagle, Belize City
Arctic Eagle, Belize City
Arctic Eagle, Belize City Bygdur 19?? Nøvn: 19?? – Newfounland Eagle – New Foundland, Canada 1993 – Arctic Eagle, Belize City, Belize – Jens Eli Ellefsen 19?? – Polaris 19?? - Pollux
Havgul TN927, Tórshavn
Havgul TN927, Tórshavn
Havgul TN927, Tórshavn Bygdur 1973 á Marstrands Mekaniske Verkstad
Stødd: 210 BRT. Nøvn: 1973 – Barbara Troska 19?? - Ryvingen 1983 – Havgul FD252,
Fuglafjørður – P/F Havgul v/Ditlev Eldevig 1992 – Havgul TN927, Tórshavn -P/F Ocean Fishing v/Andras Godtfred 1995 – Havgul TN927, Tórshavn – sP/F Havtrol Ltd. v/Sjúrður Gorm Petersen 1999 – Orion KG700,
Klaksvík – sP/F Perlan v/Jón Gunnarson 2000 – Orion TN927, Tórshavn – Sjúrður Gorm Petersen
Orion TN927, Tórshavn
Jóhanna Kathrina, Kingstown
Jóhanna Kathrina, Kingstown
Jóhanna Kathrina, Kingstown Bygdur 1974 hjá De Groot & Van
Vliet, Slikkerveer Stødd: 3198 TDW. Nøvn: 1974 – Cap.F.Gaignerot 19?? – Mont Blanc 1997 – Jóhanna Kathrina, Kingstown – P/F Hans Pauli í Horni v/Tóru í Horni 2003 – Amber Queen Upphøgt í India 2006
Jóhanna Kathrina, Kingstown
Tróndur, Tórshavn
Tróndur, Tórshavn
Tróndur, Tórshavn Bygdur 1959 hjá Aukrabruk, Aukra, Noreg
Stødd: 399 BRT. Nøvn: 1959 – Smøla, Noreg 1967 – Tróndur, Tórsahavn – Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik
1975 – Tróndur, Tórshavn – Strandfaraskip Landsins 2001 – Tróndur,
Tórshavn – Faroe Group Ltd. v/Sjúður Gorm Petersen
Mars Chaser, Kingstown
Mars Chaser, Kingstown
Mars Chaser, Kingstown Bygdur 1967 í Lowestoft, England
Stødd: 523 BRT. Nøvn: 1967 – Árni Fríðriksson, Reykjavík – Fiskirannsóknarskip 2001 – Mars Chaser, Kingstown – P/F Hýsisá
v/Hálvdan Gudmundsen, Sandavágur 20?? – Thor Chaser Umbygdur 1990 (yvirdekkaður o.a)
Mars Chaser, Kingstown
Mars Chaser, Kingstown
Vípan, Tórshavn
Vípan, Tórshavn
Vípan, Tórshavn Bygt 1960 hjá Schiffswerft Hugo Peters,
Wewelsflath, Holland Stødd: 248 BRT. Nøvn: 1960 - Wiking 1970 – Ternan, Klaksvík – Strandfaraskip Landsins 1980 – Ternan I, Klaksvík – Strandfaraskip Landsins 2003 – Vípan, Tórshavn – Faroe Group Ltd. v/Sjúrður
Gorm Petersen
Orion, Tróndur og Vípan hjá Faroe Group Ltd.
Aftur til tíðarskeiði 1872-1938
Aftur til tíðarskeiði 2010-2018
|
|
 |
|
|
|