Varðberg í innsiglingini til Aberdeen - eftir George Wiseman - Ogn: Heri Niclasen
Málningur av kolfýrda síðutrolaranum Varðberg úr Miðvági.
Mynd av málningi sum Aberdeen málarin George Wiseman (1906-1986) hevur mála.
George
Wiseman byrjaði longu at gera skitsur av skipum í dokkini í Aberdeen, sum 12 ára gamal, og eitt stórt tal av málningum eru síðan latnir úr hansara hondum. Í endurminningum sigur George : Eg rokni
við at mínir málningar finnast runt allan heim. Eg havi gjørt teir til skipsmenn, skiparar, reiðarar og vinir úr nógvum ymiskum londum. Enntá fyri skipasmiður hava eg mála, ímeðan skipini
vóru í gerð og fram til tey blivu liðugt bygd.
Í 1930unum róku George og konan Nelly matstaðið ”Harbour Cafe” í
Aberdeen, Harbour Cafe var staðið har nógvir sjómenn hittust.
Týskir, íslendskir og føroyskir skiparar, vildu ikki einans eta
og drekka har inni, men provianterðaðu ofta ígjøgnum Wiseman og í flestu førum komu teir eisini við eini mynd av skipinum teir førdu, fyri at fáa George Wiseman at mála ein málning.
Hesin málningurin er av Varðberg, ávegis inn til Aberdeen. Skiparin á Varðberg, Jens Jacob Niclasen úr Miðvági, keypti henda málningin
frá George Wiseman. Tað munnu finnast nógvar málningar eftir G. Wiseman í Føroyum ongin yvið um tað.
Í 1949 var Varðberg
við Jens Jacob Niclasen skipara , við til at bjarga einum donskum farmaskipið inn á Miðvág. Manningin á Varðberg fekk bjargingarløn, skiparin Jens Jacob Niclasen, lat eftir hetta, nýggjan bústað
og hotel byggja í Miðvági. Tað sum vit í dag kenna sum ”Gamla Hotel” ella Magenta, sum var endurreist fyri kortum.
Les og sí
fleiri myndir av Varðberg og eisini um hendingina við danska farmaskipinum. Trýst HER.
janerik
www.vagaskip