Málningar hjá Wiseman

Varðberg í innsiglingini til Aberdeen - eftir George Wiseman - Ogn: Heri Niclasen

Málningur av kolfýrda síðutrolaranum Varðberg úr Miðvági.

 

Mynd av málningi sum Aberdeen málarin George Wiseman (1906-1986) hevur mála.

George Wiseman byrjaði longu at gera skitsur av skipum í dokkini í Aberdeen, sum 12 ára gamal, og eitt stórt tal av málningum eru síðan latnir úr hansara hondum. Í endurminningum sigur George : Eg rokni við at mínir málningar finnast runt allan heim. Eg havi gjørt teir til skipsmenn, skiparar, reiðarar og vinir úr nógvum ymiskum londum. Enntá fyri skipasmiður hava eg mála, ímeðan skipini vóru í gerð og fram til tey blivu liðugt bygd.

Í 1930unum róku George og konan Nelly matstaðið ”Harbour Cafe” í Aberdeen, Harbour Cafe var staðið har nógvir sjómenn hittust.

Týskir, íslendskir og føroyskir skiparar, vildu ikki einans eta og drekka har inni, men provianterðaðu ofta ígjøgnum Wiseman og í flestu førum komu teir eisini við eini mynd av skipinum teir førdu, fyri at fáa George Wiseman at mála ein málning.

Hesin málningurin er av Varðberg, ávegis inn til Aberdeen. Skiparin á Varðberg, Jens Jacob Niclasen úr Miðvági, keypti henda málningin frá George Wiseman. Tað munnu finnast nógvar málningar eftir G. Wiseman í Føroyum ongin yvið um tað.

Í 1949 var Varðberg við Jens Jacob Niclasen skipara , við til at bjarga einum donskum farmaskipið inn á Miðvág. Manningin á Varðberg fekk bjargingarløn, skiparin  Jens Jacob Niclasen, lat eftir hetta, nýggjan bústað og hotel byggja í Miðvági. Tað sum vit í dag kenna sum ”Gamla Hotel” ella Magenta, sum var endurreist fyri kortum.

Les og sí fleiri myndir av Varðberg og eisini um hendingina við danska farmaskipinum. Trýst HER.

janerik

www.vagaskip

Gamla Hotel í Miðvági - mynd: Karstin Torbjørn Petersen
Sandavágstrolarin Torkil Ønundarson - eftir George Wiseman - Ogn: Jona Gudmundsen

Málningur av kolfýrda síðutrolaranum Torkil Ønundarson úr Sandavági.

Mynd av málningi sum Aberdeen málarin George Wiseman (1906-1986) hevur mála.

Sandavágstrolarin Torkil Ønundarson - málningur eftir George Wiseman - Eivind Gudmundsen maskinmeistari á Torkil keypti henda í Aberdeen.

Miðvágstrolarin Varðberg - eftir George Wiseman - Ogn: Leivur Nattestad

Málningur av kolfýrda síðutrolaranum Varðberg úr Miðvági.

Mynd av málningi sum Aberdeen málarin George Wiseman (1906-1986) hevur mála.

Miðvágstrolarin Varðberg - málningur eftir George Wiseman - Leivur Nattestad maskinmeistari á Varðberg keypti henda í Aberdeen, tá teir vóru niðri og seldu fiskin. Keypsprísurin var 1 pund.

 

Um tit eiga málningar av føroyskum trolarum, sum George Wiseman hevur mála vil eg gjarna hoyra frá tykkum.

Møguliga senda eina mynd av málninginum til vagaskip@hotmail.com

Jan Erik Simonsen

www.vagaskip.dk

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

28.08 | 21:05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

...
14.07 | 02:01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

...
28.06 | 22:28

Tað er John Kjærbo Eystan Á sum hevur skriva greinina, helt at Kaj P.Mortensen hevði skriva. Mistakið er rætta og eitt eftirmæli hjá Kaj er komi við eisini.

...
27.06 | 21:20

Hey hvør hevur skriva hesa greinina

...
Du kan lide denne side