Varðberg VA167

Varðberg á Miðvági 26.maj 1949.

Mynd: Jesar Hansen,Sandavági – Myndaánari: Osla Jacobsen,Sandavági

Varðberg VA167 í útlendskari havn.

Bygdur 1930 hjá Cochrane & Sons, Selby, England

Stødd: 373 BRT.

Nøvn:

1930 – Cape Finisterre

1935 - HMS Cypress – Royal British Navy

1946 – Varðberg VA167, Miðvágur – P/F Múlin v/S.J.Ellefsen

1954 – Varðberg VA167, Miðvágur – P/F Varðberg

Upphøgdur í Fredriksund, Danmark 1959.

Mynd: Úr myndasavninum hjá Eddi Leyni, Tórshavn.

HMS Cypress.

Skipið bleiv tikið av Bretska Admiralitetinum í november 1935 og umbygt til minusópara, skipið bleiv selt til Føroyar í mars 1946 og fekk navnið Varðberg, heimahoyrandi í Miðvági. Skipið bleiv upphøgt í Fredrikssund í Danmark 1959.

Varðberg VA167 - Hála, grunnurin komin at borði.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - F.v. Herluf Jacobsen,Skopun og Karl Joensen,Miðvági

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Posin verður tómdur.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Ein havkallur sum var í trolinum, verður hivaður fyri borð aftur.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Hála, grunnurin komin inn á dekkið.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Føroyski trolarin Nólsoyar Páll TN10, Tórshavn. Trolararnir Jóannes Patursson og Nólsoyar Páll vóru systurskip. Nólsoyar Páll hevði hvítan skorstein, meðan Jóannes Patursson hevði gráan við ”Merkinum” málað á. Kelda: Marius Rein. Mynd tikin frá Varðberg VA167 í Barentshavinum.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Posin verður loystur, eitt gott hál.

Varðberg VA167 - Nr.5 Niels Pauli Hansen,Miðvági, Nr.8 Karl Mohr Johansen,Miðvági.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Føroyski trolarin Tórhallur TN79, Tórshavn. Tórhallur var týskt bygdur trolari ið P/F Tór í Havn átti. Mynd tikin frá Varðberg VA167 í Barentshavinum.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Posin verður loystur, eitt gott hál.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Posin verður loystur, eitt gott hál.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Nr.5 Niels Pauli Hansen,Miðvági, Nr.10 Karl Mohr Johansen,Miðvági.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Flekja fisk. Heysa, spretta og ryggja áðrenn fiskurin fer niður í lastina.

Varðberg VA167 - Nr.10 Thomas Juul Thomassen,Miðvági, Nr.11 Joen Pauli Johannesen(Gretu-Joen Pauli),Miðvági; Nr.16 Poli Johansen,Miðvági.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Fremra skipið er Hjørdis FD603, Fuglafjørður og aftara er Nólsoyar Páll TN10, Tórshavn. Mynd tikin frá Varðberg í Barentshavinum.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Fiskurin verður flaktur (heysa, spretta og ryggja) áðrenn fiskurin fer niður í lastina. 

Varðberg VA167 - Nr.5-Niels Pauli Hansen,Miðvági, Nr.6-Palli Fagraberg,Miðvági, Nr.11- Joen Pauli Johannesen(Gretu-Joen Pauli),Miðvági, Nr.13-Joen Jacob Thomassen,Miðvági.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Ein fríløta.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Nr.1- Palli Fagraberg,Miðvági, Nr.2- Joen Jacob Thomassen,Miðvági, Nr.5- Karl Mohr Johansen,Miðvági.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Eftirlit av bjargingarbátinum.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Norður-Noreg. Varðberg ávegis í Barentshavið á fiskileið.

Varðberg VA167 - Hammerfest, Norður-Noreg. Varðberg ávegis í Barentshavið á fiskileið.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Norður-Noreg. Varðberg ávegis í Barentshavið á fiskileið.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Varðberg VA167 - Norður-Noreg. Varðberg ávegis í Barentshavið á fiskileið.

Mynd: Niels Pauli Hansen, Miðvági -  Myndaánari: Jon Hansen, Miðvági.

Íslendska Mánudagsblaði hevði fylgjandi yvirskrift Mánadagin 30.maj 1949.

Flogfar bjargar neyðstøddum skipið - Leitingin tók 10 tímar.

Mikudagin tann 25.maj klokkan 14:17, sendi danska farmaskipið Erik Boye út neyðarkall og segðist skipið vera 70 fjórðingar í 235 gradir ella í ein útsynningin úr Mykinesi........

Mynd: Jónleif Joensen, Tórshavn

Erik Boye í havsneyð, myndin er tikin frá Varðberg.

Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Jens Jacob Niclasen, Miðvági. Jens Jacob Niclasen var skipari á Varðberg hendan túrin.

Tórshavn Radio móttók neyðarkallið og fekk løtu seinni samband við skipið, og vóru mennirnir umborð óttafullir, vegna tað stóru slagsíðuna Erik Boye hevði.

Tvey bretsk flogfør vóru send frá Helmswek, annar fór avstað klokkan 18:10 og hitt seinna klokkan 19:15, at leita eftir skipinum, men vendu við aftur, uttan úrslit.

Eisini var eitt Constellation-flogfar, sum var á veg til Íslands úr Týsklandi, biði um at leita, men uttan at tað eydnaðist at finna Erik Boye.

Fleiri skip vóru eisini við í leitingini, teirra millum, tey bæði føroysku skipini Tjaldur fyrrverandi Gullfoss og trolarin Varðberg úr Miðvági. Varðberg fekk radio-samband við Erik Boye og Varðberg gav upp, at Erik Boye var áleið 30 fjóðringar longur norði enn av fyrstan tíð var uppgivið.

Erik Boye og Varðberg eru komnir inn um tangan.

Mynd: Jesar Hansen,Sandavági – Myndaánari: Osla Jacobsen,Sandavági

Erik Boye og Varðberg eru komnir inn um Presttanga. 

Mynd: Jesar Hansen,Sandavági – Myndaánari: Osla Jacobsen,Sandavági

Varðberg á Miðvági 26.maj 1949. 

Mynd: Jesar Hansen,Sandavági – Myndaánari: Osla Jacobsen,Sandavági

Erik Boye og Varðberg við kai í Miðvági 26.maj 1949. 

Mynd: Sørvágs Bygdasavn - www.bygdarsavnid.com

Erik Boye og Varðberg við kai í Miðvági 26.maj 1949. 

Mynd: Jesar Hansen,Sandavági – Myndaánari: Osla Jacobsen,Sandavági

Íslendska Mánudagsblaði hevði fylgjandi yvirskrift Mánadagin 30.maj 1949.

Flogfar bjargar neyðstøddum skipið - Leitingin tók 10 tímar.

Mikudagin tann 25.maj klokkan 14:17, sendi danska farmaskipið Erik Boye út neyðarkall og segðist skipið vera 70 fjórðingar í 235 gradir ella í ein útsynningin úr Mykinesi.

Tórshavn Radio móttók neyðarkallið og fekk løtu seinni samband við skipið, og vóru mennirnir umborð óttafullir, vegna tað stóru slagsíðuna Erik Boye hevði.

Tvey bretsk flogfør vóru send frá Helmswek, annar fór avstað klokkan 18:10 og hitt seinna klokkan 19:15, at leita eftir skipinum, men vendu við aftur, uttan úrslit.

Eisini var eitt Constellation-flogfar, sum var á veg til Íslands úr Týsklandi, biði um at leita, men uttan at tað eydnaðist at finna Erik Boye.

Fleiri skip vóru eisini við í leitingini, teirra millum, tey bæði føroysku skipini Tjaldur fyrrverandi Gullfoss og trolarin Varðberg úr Miðvági. Varðberg fekk radio-samband við Erik Boye og Varðberg gav upp, at Erik Boye var áleið 30 fjóðringar longur norði enn av fyrstan tíð var uppgivið.

Tá vendi Dronning Alexandrine eisini av leið, fyri at taka lut í leitingini, og skip bleiv sent úr Hetlandi at leita eftir Erik Boye, eisini var eitt bretskt veðurskip, sum lá nærhendis, við í leitingini, men fann onki teirra fram til Erik Boye.

Bjargingartænastan í Íslandi fekk fyrispurning frá føroysku løgregluni um teir kundu senda eitt flogfar úr Íslandi at leita, hetta var klokkan 04:20 tann 26.maj, og fór eitt flogfar avstað av Keflavíkar flogvøllinum, og leitaði tað aftur og fram í økinum í 10 tímar, klokkan 10 um morgunin tann 26.maj, hevði flogfarið funnið farmaskipið Erik Boye, og var skipið tá á veg ímóti Føroyum, og fór væntandi at klára tað í havn sjálvt. Flogfarið fylgdi Erik Boye ávegis til Føroyar. Tá Erik Boye nærkaðist Føroyum kom trolarin Varðberg til skipið, og fylgdi tí seinasta teinin til Føroyar. Farmaskipið Erik Boye og miðvágstrolarin Varðberg komu á Miðvág, seinni hendan hósdagin 26.maj í 1949.

Farmaskipið Erik Boye var heimahoyrandi í Marstal í Danmark, og var á veg til Íslands við cementi og kálki. Skipið fór úr Ålborg tann 19.maj. 

Varðberg VA167 fer av Vestmanna.

Mynd: Hilbert Christophersen, Vestmanna – Myndaánari: Páll Hellu, Vestmanna.

Ein kolfýrdur síðutrolari fer suður ígjøgnum Vestmannasund – hetta var langt áðrenn orði CO2-útlát var uppfunnið.

Mynd: Jesar Hansen, Sandavági – Myndaánari: Jákup Pauli í Eyðansstovu, Sandavági

Á Miðvági í 50unum. Varðberg VA167 liggur við kai.

Maðurin í ketildrakt og keppi er Sverri Nielsen úr Sandavági

Mynd: Sørvágs Bygdasavn www.bygdarsavnid.com

Varðberg VA167 - Sjaskveður. Teir kolfýrdur síðutrolararnir, høvdu lágt fríborð, og vóru so at siga altíð fult lastaðir, fyrst við kolið, síðan so við og við, við fiskið. 

Mynd: Miðvágs Forminnafelag – Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Varðberg VA167 - Posin flotnar upp við skipssíðuna.

Mynd: Miðvágs Forminnafelag – Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Varðberg VA167 - Posin verður loystur.

Varðberg VA167 - Menn standa og bløðga.

Varðberg VA167 - Menn standa og flekja (heysa, spretta og ryggja) áðrenn fiskurin fer niður í lastina.  Kjartan Hansen,Miðvági stendur fremst til vinstru.

Mynd: Miðvágs Forminnafelag – Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Varðberg VA167 - Menn standa og bløðga. Uttast til høgru John Johansen,Miðvági

Varðberg VA167 - Sjaskveður. 

Varðberg VA167 - Menn standa og flekja (heysa, spretta og ryggja) áðrenn fiskurin fer niður í lastina. 

Mynd: Miðvágs Forminnafelag – Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Varðberg VA167 - Greipur uppi á bátadekkinum.

Mynd: Miðvágs Forminnafelag – Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Varðberg VA167 - Ein fríløta, greipur verða hongdar upp.

Mynd: Miðvágs Forminnafelag – Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Varðberg VA167 - Skifta trolposa. F.v.: Nr.2-Dánial Jóhan Niclasen,Miðvági; Nr.4-Sofus Poulsen,Miðvági.

Varðberg VA167 - Ein fríløta saman við skipshundinum. F.v.: Dánial Jóhan Niclasen,Miðvági og Andras Davidsen,Miðvági.

Mynd: Miðvágs Forminnafelag – Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Varðberg VA167 - Bøta trol. Jákup Haraldsen,Miðvági nr.2 f.v.

Varðberg VA167 - Bøta trol. J.S.Poulsen (Eggin),Miðvági uttast til høgru.

Varðberg VA167 - Eftir umbygging av Varðberg (hvat ár?) stóð hetta at lesa í føroysku bløðunum. Ein fær innlit í hvussu ein koltrolari var innrættaður.

Týsdagin fór Miðvágstrolarin, Varðberg, sum kom til Føroya í hinari vikuni, sín fyrsta túr til Íslands á fiskiveiði. Tó at hann er ikki nýbygdur, kundi hann verið spildurnýggjur eftir útsjóndini at døma, og fórst tú umborð at hyggja at honum, sást tú eitt fiskifar so nossligt, sum kanska einki annað í Føroyum. Tú fert fyrst niður í aftan og kemur har fram við køkinum, har ein stór kabyss er við vatnpumpu undir liðini og vaski sum í vanligum køki á landi. Aftan fyri, har annars er opið dekk á hinum trolarunum, er ein matstova, sekstan mans kunna sita til borðs í ísenn. Her er eisini stórt køksborð við vaski, har matamboðini verða vaskað. Aftast á dekkinum er stórt rúm, har lýsið verður smeltað, og annars rúm er til at goyma mangt og hvat. Síðan fert tú niður í ta fittligu kahúttina, har 4 koyggjur eru, sum á trolarum vanligt, harumframt eru 4 kømur til 1.meistara, 1.stýrimann, 2 kyndarar og matkovi. Hesi kømur eru so nosslig, sum ikki er vanligt á fiskiskipi: seingir, beinkir, skrivaraborð og skáp úr álmviði. So tú kundi kundi hildið at tú vart umborð á einum fínum ferðamannaskipi. Frammi undir bakkanum, sum er innbygdur, er stórt rúm til at arbeiða í, og har eru í stýriborð, fleiri rúm við goymslum til lanternur og trolgreiðir. Niðri undir er tó dámligast. Har eru 20 koyggjur, 3 á hædd yvirhøvur, gjørdar úr ljósari eik, og innan fyri hvørja koyggju er pláss til eitt rúmligt skáp hjá hvørjum manni, umframt at beinkirnir eru sundurskilaðir í rúm, eitt til hvønn mann. Alt rúmið er so ljóst og nossligt, at tað er ein frøði at síggja; millum hvørja koyggjuhæddina er ein rók, sum stigið kann vera á, tá ið ein fer upp í tað ovari, so ikki er neyðugt sum fyrr at stíga á koyggjustokkin hjá tí niðara. Bæði  aftan og framman eru W.C. og vask. í heila taki kann sigast um henda bát, at hann gjørdur so innan, at fólkarúmini skulu vera so hugnalig sum gjørligt á einum fiskiskipi; vónandi fara fleiri, við hesum sum fyrimynd, at bøta um síni skip, tí øll kunna vera á einum máli um at fólkarúmini á einum fiskiskipi ongan tíð eru ov góð. Heiðurin fyri at hesin trolari er so væl umbygdur, man Peter Dahl maskinmeistari eiga. Hann hevur staðið fyri byggingini og gjørt tekningar til allar broytingarnar.

Mynd: Úr myndasavninum hjá Eddi Leyni, Tórshavn.

Varðberg VA167 - Í messuni, beint áðrenn nýggjan túr 1957.

Undir opna kúgveyganum, Andreas Berglíð,Sørvági innast í horninum, Rólant Nolsø, Nólsoy.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Føroyskir trolarar taka kol í Honningsvaag í 1957.

Innast Venus VA51,Sandavágur, næstur Stella Argus TN266,Tórshavn, triði Høgáfossur VA173,Sandavágur og uttast Varðberg VA167,Miðvágur.

Varðberg VA167 við kai í 1957, helst í norskari havn.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Sandavágstrolarin Høgáfossur VA173 á veg inn til Honningsvaag 1957. Mynd tikin frá Varðberg.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Føroyskir trolarar taka kol í Honningsvaag í 1957.

Innast Varðberg VA167, Miðvágur , næstur Venus VA51,Sandavágur, triði Stella Argus TN266,Tórshavn og uttast Høgáfossur VA173,Sandavágur.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Varðberg VA167 - Menn rigga til á dekkinum. Sønrad Ellefsen úr Miðvági gongur aftur eftir dekkinum, fremst í stýriborð Andreas Berglíð úr Sørvági.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Vestmannatrolarin Gullfinnur VN313 í Honningsvaag 1957.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Varðberg VA167 - Rólant Nolsø, Nólsoy umborð á Varðberg í 1957.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Sandavágstrolarin Venus VA51 tekur kol í Honningsvaag í 1957.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Spleysa breidlar umborð á Varðberg 1957.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Kolfýrdur trolari, helst norskur, mynd tikin frá Varðberg í Barentshavinum í 1957.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Vestmannatrolarin Fame VN345 hjá John Dam. Fame var upprunaliga slupp og umbygd til trolara á Tórshavnar Skipasmiðju í 1939.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Russiskur trolari í Barentshavinum í 1957, mynd tikin frá Varðberg.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Umborð á Varðberg í 1957.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Varðberg við kolkai í Noreg 1957.

Mynd: Rólant Nolsø, Nólsoy – Myndaánari: Olivar Nolsø, Nólsoy

Á Sørvági 1958

Varðberg lá fyri teym á Sørvági tað seinastu tíðina, áðrenn skipið bleiv selt til upphøggingar í Danmark 1959.

Mynd: Sørvágs Bygdasavn – Erik Christensen  www.bygdarsavnid.com

Myndin er tikin 12. maj 1958, í samband við grind í Sørvági, myndamaðurin hjá donsku sjóverjuni Erik Christensen mitt aftast, til vinstru Edvin Thomassen, til høgru Henry Davidsen.

Mynd: Sørvágs Bygdasavn – Erik Christensen  www.bygdarsavnid.com

Navnið Varðberg er ikki staðarnavn í Vágum. Navnið er eitt uppskot frá Joen Hendrik Samuelsen, lærara í Miðvági, tá fyrsti Varðberg kom til Miðvágs í 1946. Tað er eftir orðinum “varði” ella at “verja”, men møguliga er tað eisini íblástur frá svenska býnum Varberg. Kelda: Anna Hansen, Miðvági

Tríggjir Varðberg hava verið heimahoyrandi í Miðvági, síðutrolarin Varðberg VA167, sum kom í 1946, stállínuskipið Varðberg VA165, sum kom í 1964 og Varðberg VA355 frá 2000, hesin seinasti tó ongantíð í vinnu við navninum, hann fekk tó navnabroyting til Vardberg seinni.

Myndir: Osla Jacobsen, Eddi Leyni, Jónleif Joensen.

Aftur til forsíðu                                                         Aftur til byrjan        

Viðmerkingar og rættingar til myndirnar, kunnu skrivast inn her niðanfyri. 

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

28.08 | 21:05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

...
14.07 | 02:01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

...
28.06 | 22:28

Tað er John Kjærbo Eystan Á sum hevur skriva greinina, helt at Kaj P.Mortensen hevði skriva. Mistakið er rætta og eitt eftirmæli hjá Kaj er komi við eisini.

...
27.06 | 21:20

Hey hvør hevur skriva hesa greinina

...
Du kan lide denne side