 |
 |
|
 |
 |
Til minnis um tey sum fórust tá Sjöstjarnan KE8 sakk 11.februar 1973, ávegis úr Føroyum til Íslands.
1.november 2013 Í dag 1.november er ”Minningardagur teirra
sjólætnu”. Dagurin verður hildin við minningarhaldum við minnisvarðarnar yvir sjólátin í nógvum bygdum og býum og minningargudstænastur eru í summum kirkjum. 11.februar 1973 hendi ein vanlukka á leiðini ímillum Føroyar og Ísland, tað var íslendska skipið Sjöstjarnan úr Keflavík sum
sakk. Umborð vóru 10 fólk, 5 íslendingar, har ímillum ein kvinna, og ein av føroyskari ætt og 5 miðvingar. Hetta var ein
sorgardagur og -tíð, í Miðvági og øllum Føroyum og í Íslandi við. Miðvágur bleiv enn einaferð hart raktur við sjólátum av 5 monnum, tað er klárt at øll
bygdin var merkt av hesum. Men svárast hevur tað verið hjá tykkum næmastu sum varða av. Tíðin lekjir ikki øll sár, men tíðin er ein hjálp.
Sjöstjarnan KE8, Keflavík
Mynd: Snorri Snorrason
Íslendska Morgunblaðið týsdag 13.februar 1973. Úrslitaleys
leiting av tíggju fólkum í tveimum bjarginarbátum. Umleið 30 skip og eisini flogfør hava leita eftir manningini á
Sjöstjarnuni KE8, sum sakk í ein landsynning-eystan úr Íslandi. Meiri enn 30 skip og eisini flogfør leitaðu í gjár eftir
teimum tveimum bjargingarbátunum hjá Sjöstjarnuni, víða um á einum økið í ein landsynning úr Íslandi. Tað er vátta at tey 10 fólkini, har ímillum ein kvinna, vóru
komin í bjargingarbátarnar, á leiðini har Sjöstjarnan sakk 100 fjórðingar í ein landsynning-eystan úr Dyrhólaey um 4-tíðina sunnudagin. Hetta kundi sigast við vissu tí
neyðarkall frá bjargingarbátunum kundi hoyrast eftir at fólkið var komið í bjargingarbátarnar. Seint í gjárkvøldið hevði leitingin einki úrslit givið. Sjöstjarnan var ávegis úr Føroyum, har báturin hevði verið til umvælingar. Tað er síðan staðfest at tíggju fólk
vóru við bátinum – 4 íslendingar og 6 føroyingar. Skipari er Engilbert Kolbeinsson, Holtsgøtu 35 í Njarvík, og kona hansara Gréta þórarinsdóttir, var við á ferðini.
Afturat hjúnunum vóru þór Kjartansson, Álfaskeiði 76 í Hafnafirði og Guðmundur Jón Magnússon, Álftamýri 76 í Reykjavík, partur av manningini. Allir seks føroyingarnir
komu umborð í Føroyum, fimm teirra John Frits á Løgmansbø, Arnfinn Joensen, Niels Juul Haraldsen, Hans Marius Næss og Holberg Berhardson, eru frá Miðvági í Vágum og ætlaðu
allir at vera við Sjöstjarnuni á komandi verðtíð í Íslandi. Hin sætti Alexander Gjoveraa úr Neskaupstaði, kom umborð í Føroyum, sum ferðafólk til Íslands. Hann
er føddur í Húsavík í Íslandi (hevði ættarbond í Føroyum, meira um tað longur niðri) og hevur tvey tey seinastu árini arbeitt í Føroyum.
klikk á myndina fyri at fáa hana størri.
Leki kom á skipið. Tað var um klokkan 14:40 sunnudagin
11.februar at Hornafjarðar Radio boðaði frá til Slysavarnafélagi Íslands, at Sjöstjarnan hevði boða frá at skipið var farið at leka og at lugari var hálvfullt av sjógvi. Tá var
skipið statt einar 100 fjórðingar í ein landsynning-sunnan úr Dyrhólaey. Beint áðrenn middag henda dagin hevði Sjöstjarnan - vegna fráboðanarskyldu - boða frá at teir vóru
komnir í íslendskan sjógv, og tá var alt í lagi umborð, men tað var av ringasta veðri á leiðini 18-28 metur um sekundi av vestri og ringur sjógvur. Sjöstjarnan søkkur. Slysavarnafelagið kallaði út til øll skip á leiðini
um at veita Sjöstjarnuni hjálp. Tey nærmastu skipini vóru Dettifoss, Írafoss og rannsóknarskipið Bjarni Sæmundsson, og byrjaðu tey beinavegin at leita, og eisini eitt sjóverjuskip á leiðini
var við í leitingini. Um klokkan 15:40 koma næsta fráboðan frá Sjöstjarnuni, at manningin hevði uppgivið skipið og var ávegis í teir tveir bjargingarbátarnar, sum vóru bundnir
saman. Rokna er so við at manningin er komin í bátarnar um 16-tíðina og at Sjöstjarnan er sokkin, tí bæði Dettifoss og sjóverjuskipið móttóku neyðarkall frá bjargingarbátunum
beint eftir, men signali var so vánaligt at at teir kláraðu ikki at peila seg inn á bjargingarbátarnar. Hetta var tað seinsta sum hoyrdist frá Sjöstjarnuni og manning tess.
Rannsóknarskipið Árni Friðriksson, sum seinni bleiv keyptur til Føroyar í 2001 og fekk navnið Mars Chaser.
Mynd: Magnus þór Hafsteinsson
Íslendska Morgunblaðið týsdag 13.februar 1973. 20
lodnuskip fóru at leita. Ímóti kvøldi sunnudagin, komu fleiri skip uppí leitingararbeiði. Samband fekst við rannsóknarskipið
Árna Friðriksson sum lá og krokaði við Lónbug og eisini nakrar lodnubátar, um at koma til hjálpar í leitingini, og vóru tað beinavegin 18 skip tilreiðar at fara út at leita. Eisini
var ætlanin at senda flogfør avstað at leita, men hetta var ógjørligt vegna vánaligt veður. Tað var ikki fyrr enn um 19-tíðina sunnukvøldi at tað eydnaðist at senda eitt Herkules bjargingaflogfar
avstað, og sum leitaði langt út á kvøldið inntil tað noyddist at venda heim aftur vegna bunkring. Vánaligt leitingarveður.
Tey skipini sum fyrst komu á leiðina hildu áfram at leita út á náttina, ímeðan lodnubátarnir og aðrir brúktu náttina
at sigla út á leiðina, og vóru har í lýsingini. Í gjár (mánadagur) leitaðu hesi skip á leiðini har Sjöstjarnan sakk, tá vóru fleiri skip við í leitinigini,
tvey sjóverjuskip og rannsóknarskipini Bjarni Sæmundsson og Árni Friðriksson, fimm bretskir trolarar, týska eftitlitsskipið Ranger Brisis, trolarin Sigurður og teir 18 lodnubátarnir. Í lýsingini bleiv eitt flogfar sent avstað at leita, hóast vánalig sýnið at leita úr erva. Flogfar hjá Landhelgisgæsluni kom
á leiðina um 11-tíðina henda morgunin og hernaðarflogfar úr Englandi var ávegis, men kom ikki á leiðina fyrr enn um 16-tíðina vegna vánalig floglíkindir, og leitaði út á
kvøldið. Mannigin á flogfarinum helt seg síggja eitt hvørt á sjónum, og sleptu einari ljósboyu niður á sjógv, men skipini sum komið á staði funnu bara ljósboyuna hjá
flogfarinum. Sjöstjarnan er 100-tonsari bygdur úr eik á danskari skipasmiðju í 1964 og hevur áður itið Ottur.
Ægir stóð á odda fyri leitingini eftir bjargingarbátunum hjá Sjöstjarnan.
Mynd: Guðmundur St. Valdimarsson
Íslendska blaði Tíminn týsdag 13.februar 1973. Leita
verður eftir tveimun bjargingarbátum við 10 fólkum í. Sjöstjarnan KE8 úr Keflavík sakk sunnudagin, manningin kom
í bjarginagarbátarnar, men leiting víða um á leiðini, er enn úrslitaleys. Stór leiting eftir tveimun bjargingarbátum
við 10 fólkum, á leiðini har Sjöstjarnan sakk, við skipum og og flogførum, hevur higartil verið úrslitaleys. Skipið
sakk um 14-tíðina sunnudagin um 100 fjóðringar í ein landsynning-eystan úr Dyrhólaey. Tað er vátta at øll sum vóru við Sjöstjarnuni vóru komin í bjargingarbátarnar,
tí neyðarkall hoyrdust frá bjargingarbátunum eftir at Sjöstjarnan var sokkin, síðan hoyrdist ikki meira til teirra, hóast áhaldandi leiting á leiðini. Sjöstjarnan var ávegis úr Føroyum, umborð vóru 5 íslendingar, harav ein kvinna, kona skiparan, og fimm føroyingar, sum skuldu verða við skipinum í
vertíðini. Sjöstjarnan sum er 100-tonsari, var til umvælingar í Tórshavn í Føroyum, báturin kom til Føroyar
um miðjan december (1972), og 9. februar (1973) boðaði skiparin til íslendsku mynduleikarnar – vegna fráboðanarskyldu – at Sjöstjarnan var ávegis til Íslands og var skipið tá statt
vestanfyri Mykines, og at ferðin gekk væl.
Rannsóknarskipið Bjarni Sæmunddson
Mynd: Rafn Ólafsson
Íslendska blaði Tíminn týsdag 13.februar 1973. Neyðarkall
frá Sjöstjarnuni. Klokkan 14:40 sunnudagin 11.februar hevði skiparin samband við Hornafjarðar Radio og boðaði frá at leki
var á skipinum, og lugari var hálvfult av sjógv. Tá var av ringasta veðrið á leiðini 18 til 28 metur um sekundið. Slysavarnarfelagið fekk fráboðan, og fóru teir beinaveg í gongd
við at fáa onnur skip at fara á staði. Sjóverjuskipið Ægir, rannsóknarskipið Bjarni Sæmundsson, Dettifoss og Írafoss settu beinavegin kós ímóti staðnum. Ein tíma eftir at fyrsta hjálpararbeiði var fari í gongd, boðaði skiparin á Sjöstjarnuni frá, at øll manningin var komin í
bjargingarbátarnar, og sjálvur var hann enn umborð á Sjöstjarnuni fyri at halda radiosamband við land, so leingi hetta var gjørligt, so at hjálparskipini kundu peila seg so væl, sum gjørligt inn
á posisjónina har Sjöstjarnan var. Um 16-tíðina sakk Sjöstjarnan. Klokkan 16:10 hoyrdu telegrafistar umborð á Ægir og Dettifossi neyðakall frá bjargingarbátunum og hevði skiparin Engilbert
uppgivið skipið. Skipini mettu seg hava fingið peila seg inn á hvar Sjöstjarnan var áðrenn hon sakk, hetta var tó bæði longur vestri og sunnari enn av fyrstan tíð uppgivið. Skipini silgdu á
leiðina, men bjargingarbátarnir vóru ikki at finna. Eisini vóru flogfør hjá Landhelgisgæzlunni og sjóðverjuni send at leita, men vánalig veðurlíkindi og harvið vánaligt sýnið,
gjørdi tað ógjørligt at leita úr luftini, og tískil bleiv bíða til veðrið batnaði og klokkan 19:00 fór Herkules flogfarið hjá sjóverjuni avstað, sjálvt um tað
enn var heldur vánaligt sýnið.
Rannsóknarskipini Árni Friðriksson og Bjarni Sæmundsson tóku lut í leitingini.
Mynd: Magnus þór Hafsteinsson
Íslendska blaðið Tíminn týsdag 13.februar 1973. Leitingin heldur fram. Tá bjargingarbátarnir ikki blivu funnir á staðnum, sum vænta, bleiv boð sent eftir rannsóknarskipinum
Árni Friðriksson sum lá inni undir landi vegna veður og 20 lodnubátum sum lógu í Lónsbug og komu teir á leiðina í lýsingini mánamorgunin. Og var leitingin skipa av nýggjum
saman við teimum sum høvdu leitað allan sunnudagin og náttina til mánadagin, har vóru 5 bretskir trolarar, tvey eftirlitsskip, bretskt og týskt. Eisini var trolarin Sigurður komin á leiðina. Flogfarið
hjá Landhelgisgæzlunni byrjaði leiting klokkan 11:00 mánamorgunin. Eisini var eitt Herkules flogfar sent frá flovøllinum í Keflavík, men fekk trupuleikar og mátti venda við aftur. Tá blivu
boð send til Englands um at hjálpa við leitingini við flogfarið, men tað fyrsta flogfarið mátti venda við vegna trupuleikar við motorunum, og nýtt flogfar bleiv sent avstað úr Englandi og var
tað á leitingarstaðnum klokkan 16:00 mánadagin og tók yvir við leitingini, eftir flogfarið hjá Landhelgisgæzlunni. Sjálvt
um veðrið batnaði nakað mánadagin, vóru veðurlíkindini enn ikki góð til leiting. Leitingin heldur fram í dag
(týsdag) um bjargingarbátarnir ikki verða funnir.
Danska sjóverjuskipið Ingolf, tók yvir leiðsluna av leitingini, tá íslendska sjóverjuskipið Ægir mátti til aðra uppgávu.
Úr føroyskum blað. Tað hevur verið leita støðugt
eftir teimum báðum bjargingarbátunum av Sjöstjarnuni, sum tey 10 fólkini, ið við vóru, fóru í áðrenn skipið sakk sunnudag seinnapart 11.februar, sunnan fyri Ísland.
Tíðliga hósmorgunin 15.februar fóru tey føroysku skipini sum vegna veður høvdu ligið undir landi um náttina, undir leitingina
frá Mykinesi og suður móti Føroya banka, og var hildið fram allan dagin. Í gjár luttóku um 35 føroysk skip í
leitingini, umframt at íslendsk skip og eingilsk og týsk hjálparskip eisini leitaðu. Har afturat vóru 2 skotsk flogfør við í leitingini. Økið millum 60 gradir og 61 gradir Norður og millum 8 gradir og 12 gradir Vestur, var tráleitað, og eisini varð leitað báðumegin við hesum økið í gjár, men hóast
hetta leitingartiltak, sum man vera tað størsta, ið er sett í verk hiðani, var einki at síggja, sum kundi vera frá Sjöstjarnuni. Síðani
íslendska verjuskipið Ægir noyddist at fara til annað bjargingararbeiði uppi I Íslandi, hevur danska sjóverjuskipið Ingolf, staðið fyri leiðsluni av leitingini. Vit spurdu hjá Marinustøðini í gjárkvøldið, og søgdur teir, at leitingin verður uppaftur tikin í dag.
19.februar var annar bjargingarbáturin funnin. Botnurin var skrædnaður, men uppi í línuni hekk líkið av íslendska stýrimanninum.
Íslendska blaðið Tíminn Týsdag 20.februar 1973 Annar
bjargingarbáturin funnin – eitt lík var umborð. Stór leiting eftir hinum bátinum. Seinnapartin í gjár fann leitingar flogfar frá Landhelgisgæsluni annan bjargingarbátin hjá Sjöstjarnan KE8. Verjuskipið Ægir fór á staði, ávíst av flogfarinum. Í bjargingarbátinum var ein maður, hann var deyður. Leitingin eftir hinum bátinum heldur fram.
Í lýsinigini mánamorgunin, var leitingin eftir bjargingarbátinum, tikin uppaftur. Veðrið er nógv batna, frá tí sum hevur verið
í vikuskiftinum. Sýnið var gott á økinum har leita var. Við í leitinigini vóru 17 skip, íslendsk, føroysk,
bretsk og flogfør byrjaðu at leita í morgun, flogfarið “Sýr” hjá Landhelgisgæsluni og tvey flogfør hjá Varnarliðinum.
Íslendska sjóverjuskipið Ægir.
Mynd: Guðmundur St. Valdimarsson
Íslendska blaðið Tíminn Týsdag 20.februar 1973 Umleið
klokkan 15 í gjár fekk manningin á flogfarinum hjá Landhelgisgæsluni, eygað á bjargingarbátin umleið 87 fjórðingar suður úr Stokksnesi. Løtu seinni kom íslendska sjóverjuskipið Ægir á staði og tók bjargingarbátin umborð. Bjargingarbáturin vísti seg at vera av Sjöstjarnuni,
og var eitt lík í honum. Fleiri upplýsingar um standin bjargingarbáturin var í, vóru ikki tøkar í gjár. Stutt
eftir at báturin var tikin umborð á Ægir, gjørdist verri veður aftur og sýnið gjørdist vánaligt. Leitingin eftir hinum bjargingarbátinum helt tó áfram, í økinum
har hin var funnin. Seinasta leygardag fann flogfarið hjá Landhelgisgæsluni bjargingarbát, og vísti skipunum á staði, men har
bleiv ongin bjargingarbátur funnin aftur. Tað er óvist um hetta er sami bjargingarbátur, sum teir sóu leygardagin og tann sum bleiv funnin í gjár. Í millum støðini sum bjargingarbáturin ið sást leygardagin og tann sum bleiv funnin í gjár, eru 57 fjórðingar. Leitingin eftir hinum bátinum heldur áfram í dag. Átta dagar dagar gingu frá tí at Sjöstjarnan sakk til
at bjargingarbáturin bleiv funnin í gjár. Tað seinasta sum hoyrdist frá teimum skipbrotnu, sunnudagin 11.februar klokkan 14.10, var at manningin var komin í bjargingarbátarnar og at Sjöstjarnan var sokkin.
10 mans vóru við Sjöstjarnuni. Líka síðan er ein umfatandi leiting eftir bjargingarbátunum, farin fram, har ein stórur floti
av skipum og nøkur flogfør, hava tikið lut í leitingini. Sýnið hevur verið vánaligt á leiðini, við kavarokið.
Sjöstjarnan KE8, Keflavík
Mynd: Snorri Snorrason
Íslendska Morgunblaðið fríggjadag 23.februar 1973. Leitingin
eftir Sjöstjarnan KE8 er enda, ein bjargingarbátur við einum líkið í var funnin aftur. Við bátinum fórust 10 fólk, 5 íslendingar og 5 føroyingar. Sjey av teimum vóru forsyrgjarar,
seks mans og ein kvinna, kona skiparan var við á túrinum sum kokkur. Eftir hesa feigdarhending hava 5 konur mist mann sín, 21 børn eru vorin faðirleys, og eitt barn vorið móðurleyst. 11.februar 1973 tá Sjöstjarnan KE8 úr Keflavík sakk, sjólótust hesi:
34 ára gamli Engilbert Kolbeinsson, skipari, føddur 7.september 1938, Ytru-Njarvík, og kona hansara 27 ára gamla Gréta
þórarinsdóttir, kokkur, fødd 29.september 1945, Njarvík, eftir tey bæði situr árs gamalt barn. Engilbert átti
3 børn frá øðrum hjúnarbandi.
26 ára gamli þór Kjartansson, stýrimaður, føddur 22.apríl 1946, Alfaskeiði 76, Hafnafjørður, eftir
sita kona og 5 ára gamalt barn. þór átti eisini 8 ára gamalt barn frá øðrum forholdi.
41 ára gamli Guðmundur Jón Magnússon, 1.maskinmeistari, føddur 28.januar 1932, eftir sita kona og 7 børn í aldrinum
7 til 18 ár.
47 ára gamli John Frits á Løgmansbø, 2.maskinmeistari, føddur 26.november 1925, Miðvágur, eftir sita kona og 5 børn
í aldrinum 12 til 22 ár.
46 ára gamli Niels Juul Haraldsen, dekkari, føddur 25. februar 1927, Miðvágur, eftir sita kona og 2 børn, 12 og 18 ára
gomul.
35 ára gamli Alexander Gjoveraa, dekkari (ættaður úr Húsavík í Íslandi, og hevði ættarbond
í Føroyum, meira um tað longur niðri), føddur 18.februar 1935, Neskaupstaður, eftir sita kona og 2 børn 4 og 8 ára gomul. Alexander
var á veg heim til Íslands eftir eitt 2 ára tíðarskeið í Føroyum.
28 ára gamli Holberg Berhardson, dekkari, føddur 31.januar 1945, Miðvágur, ógiftur, eingi børn.
20 ára gamli Arnfinn Joensen, dekkari, føddur 26.december 1952, Miðvágur, ógiftur, eingi børn
15 ára gamli Hans Marius Næss, dekkari, føddur 29.mars 1957, Miðvági, ógiftur, eingi børn.
klikk á myndina fyri at fáa hana størri.
Morgunblaðið fríggjadag 23.februar 1973. Leitingin eftir
bjargingarbátunum hjá Sjöstjarnuni, er ein tann mest umfatandi í søgu “Slysavarnafélags Íslands” og eisini ein tann truplasta vegna veður. Sjöstjarnan hevði verið á skipasmiðju í Føroyum og har komu teir 5 føroyingarnir umborð. Sunnudagin
11.februar kom skipið í óðveður og fór at leka, tá var Sjöstjarnan 100 fjórðingar í ein landsynning-eystan úr Dyrhólaey. Beint áðrenn klokkan 16, boðaði skiparin frá at manningin var farin í bjarginarbátarnar, sum vóru bundnir saman. Stutt aftaná koma boð um at Sjöstjarnan er sokkin, og neyðarkall hoyrist frá bjarginagarbátunum. Neyðarkallið var so veikt at tað gekst illa hjá skipum nærhendis at peila neyðarkallið.
Hetta var tað síðsta sum hoyrdist til Sjöstjarnan og manning tess. Tað fóru yvir 30 skip á økið har seinasta neyðarkall
hoyrdist, - íslendsk, føroysk, bretsk og týsk skip, eisini bleiv leita við flogførðum. Sum áður nevnt vóru líkindini
at leita sera ólagalig, tí illveður var á leiðini, og tað var ikki fyrr enn mánadagin 19. februar, meir enn eina viku seinni, at eitt flogfar hjá Landhelgisgæslan fann annan gummibátin, 87 fjórðingar
suður úr Stokksnesi Skip silgdu á staðið har flogfarið hevði sæð bjargingarbátin, og vísti tað seg at eitt
lík var í bjargingarbátinum, tað var av stýrimanninum þór Kjartanssyni. Trolarin þorkell Máni, kom á Reykjavík
við líkinum og bjargingarbátinum. Leitingin helt áfram næstu dagarnar í vón um at finna hin bjargingarbátin, men hann
var ikki at finna og tí steðgaði leitingin.
Sjöstjarnan úr Keflavík, hevði verið til umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju eftir eldsbruna í lugarinum í 1972.
Mynd: Dimmalætting
Dimmalætting 24.februar 1973 Tað var fríggjakvøldið
9. februar at um 100 tons stóra fiskifarið Sjöstjarnan úr Keflavík, sum hevði verið til umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju, fór til Íslands av Miðvági, har 5 mans vórðu
tiknir umborð, sum skuldu rógva út við skipinum. Skiparin sum hevði konuna við, stýrimaður og maskinmeistari vóru íslendingar
og har afturat var við íslendingur av føroyskari ætt, sum í 2 ár hevði arbeitt í Føroyum. Sunnudagin 11.februar,
klokkan hálvgum fýra seinnapart, tá Sjöstjarnan hevði silgt 210 fjórðingar úr Mykinesi, boðaði skiparin yvir sendarin frá, at skipið var farið at leka. Illveður var við vindmegi 9 (25 metur um sekundi). Klokkan fýra (tvs. hálvan tíma seinni) boðaði skiparin frá at øll 10 fólkini vóru farin í
báðar bjargingarbátarnar og at Sjöstjarnan var sokkin. Teir vóru staddir um 100 fjórðingar í Landsynning-Eystan úr
Dyrhólaey á Suðurlandinum.
Herkules flogfar á flogið.
Fleiri flogfør vóru við í leitingini av Sjöstjarnan og manningini í bjargingarbátunum.
Mynd: USAF
Dimmalætting 24.februar 1973 Stórt leitingar arbeiði.
Um kvøldið 11.februar , fóru eini 20 lodnuskip av Eysturlandinum, 5 eingilskir trolarar, íslendsk sjóverjuskip og eitt týskt hjálparskip
at leita, og eisini fór eitt flogfar avstað, men í tí ringa veðrinum var einki at síggja til bjargingarbátarnar og heldur einki hoyrdist í radio til teir. Hóast fleiri flogfør og upp til 40 skip, harav eisini nógv føroysk, leitaðu alla vikuna, sást einki fyrr enn leygardagin 17.februar (6 dagar eftir neyðarkallið), tá eitt flogfar
seinnapartin sá ein bjargingarbát ikki so langt frá har Sjöstjarnan var sokkin. Tá skip komu á staðið, var farið at
skýma og tey funnu ikki bátin. Seinnapartin mánadag 19.februar, sá eitt flogfar aftur ein gummibát, hesaferð nakað eystari, og
stutt eftir tók íslendska sjóverjuskipið Ægir, bátin upp. Botnurin var skrædnaður, men uppi í línuni hekk líkið av íslendska stýrimanninum. Leitingin helt síðan fram týsdagin 20.februar og mikudagin, uttan at nakað úrslit spurdist
burtur úr og mikukvøldið 21.februar (10 dagar eftir neyðarkallið) helt tann fyriskipaða leitingin uppat. Hósdagin 22.februar var í
Íslandi alment boða frá, at tann fyriskipaða leitingin eftir teimun báðum bjargingarbátunum frá Sjöstjørnuni var endað, aftaná at bert annar bjargingarbáturin var funnin við líkinum
av íslendska stýrimanninum þór Kjartansson í, og at roknað verður við, at eisini hini 9 eru sjólætin.
Sanghefti í samband við minningarguðtænastu og jarðarferð í Hafnafjarðar Kirkju 1.mars 1973.
Ogn: Johannes Haraldsen
Dimmalætting 3.mars 1973 Sum kunnugt var þór Kjartansson tann einasti,
sum var funnin aftur av teimun 10, ið fórust við Sjöstjørnuni. Líkið av honum var í øðrum gummibátinum, sum
var funnin meiri enn viku eftir at Sjöstjarnan sakk. Þór Kjartansson varð fyrradagin (1.mars 1973) jarðaður á Hafnafirði.
Í morgin (4.mars 1973) verður minningargudstænasta í Miðvágs kirkju fyri teimum sum sjólótust.
10 hvít ljós við svørtum bandi. Mynd: Hanna Thorsteinsson
Minningargudstænasta í Miðvágs Kirkju 4.mars 1973 Fyri teimum ið
fórust við íslendska bátinum Sjöstjarnan. Hetta
er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi (Jóh. 6,40)
Bjargingarbáturin sum bleiv funnin.
Mynd: Myndablaðið Eyga.
Myndablaði Eygað nr.3 (mars) 1973 Sjöstjørnu-vanlukkan.
Eitt tað størsta bjargingarátakið við Føroyar seinastu árini var gjørd um miðjan februar, tá íslendska skipið
Sjöstjarnan sakk um 200 fjórðingar vestur úr Mykinesi á veg úr Føroyum til Íslands. Við skipinum vóru fimm
føroyingar og fimm íslendingar og bert ein var funnin aftur deyður í einum bjargingarbáti. Bjargingarátakið fekk harðar atfinningar.
Serliga hvøss vóru álopini á donsku sjóverjuna við Føroyar fyri passivitet, men manna millum var eisini funnist at íslendsku bjargingartænastuni fyri at geva føroyingum ov seint boð um at
manningin var farin av Sjöstjarnuni. Stórt tal av skipum luttóku í leitingini – bæði føroysk og íslends og har afturat
vóru flogfør uppi í eisini. Eisini luttóku týska skipið Poseidon og bretska skipið Statesman, sum eru hjálparskip hjá
trolarunum. Tey komu úr Føroyum eins og Sjöstjarnan. Eitt flogfar sá bjargingarbátin, sum funnin varð, og eitt av íslendsku
verjuskipunum tók hann upp. Sjöstjarnan hevði verið í Havn, har hon fekk lugarið afturgjørt eftir ein eldsbruna umborð. Teir fimm
føroyingarnir, sum vóru við, skuldu yvir at rógva út.
Sjöstjarnan KE8, Keflavík. Mynd: Magnús Guðmundsson (sonur Guðmundur Jón Magnússon 1.maskinmeistara á Sjöstjarnuni vanlukkutúrin)
Sjöstjarnan KE8, Keflavík. Sjöstjarnan var bygd úr
eik í 1964 sum bygginummar 850 á Frederikssund Skibværft A/S í Fredrikssund í Danmark. Skipið var 115 bruttotons stórt og hevði
420 Hk Alpha motor. Sum nýbygningur hevði skipið navnið Otur SH70, heimahoyrandi í Stykkishólmi. Í 1970 bleiv skipið keypt til Keflavíkar og fekk navnið Sjöstjarnan KE8. Sjöstjarnan bleiv
umbygd í Njarðvík í 1970. “Sjöstjarnan”, er á føroyskum “Sjeystjørnan” og nýttu teir hesa
stytting “7★N” á boyum og aðrari útgerð umborð.
Mynd: bátarogskip.123.is
Sjöstjarnan á garnaveiðu í 1972.
Mynd: Randi Johansen
Hósdagur 8.februar 1973. Síðsti dagur hjá John F. á Løgmansbø
saman við konuni Johild, dagin eftir kom Sjöstjarnan á Miðvág eftir teimum 5 miðvingunum, sum skuldi við yvir til Íslands at rógva út við Sjöstjarnuni.
Mynd: Randi Johansen
Hósdagur 8.februar 1973. Seinasta mynd av John og Johild saman.
Tey sváru minnir Blikalogn er á hav, sólin setur í kav stjørnur glitrandi koma á hválv. Alt er stilt víða hvar, aldan teskar eitt svar um tað dulda vit ei kenna til.
Við bryggju liggur far, klárt at fara út har sum so mangur hevur latið sítt lív. Eitt vakurt fríggjakvøld sum nú, ei tá hugsa kanst tú, at ei Miðvág tú aftur skal sjá.
Øll tey eymu farvæl og tey ”Harrin fylgi tær” millum kvinnu
og mann, millum pápa og son millum pápar og døtur og systkin so kær. Tað seinasti kossurin var. Skipið siglir út á
vág – floytan syrgjandi tá letur ljóð út um bygd yvir bø. Ljós tey skyggja um sund, dagur fellur í blund, skipið hvørvur um tangan so stilt. Sunnudagin alt er, sum ein avskeplað verð ódnarveður nú leikar um lond og tá hoyrdust tey orð, sló mong hjørtu í sor. Neyðarkall kemur Sjeystjørnu frá. Vetrardagur tað var - eingin fekk nakað svar, tó var leitað á degi og nátt. Níggju menn, kvinna ein løgdu har síni bein, fingu frið í tí djúpastu grøv.
Og tey minnir so svár, tó at liðin eru ár um tey kæru vit mistu ov skjótt úr eygum renna tár – í hjørtum
opin sár sum ei grøðast – upp sprotna so lætt.
Tó eitt vita vit so vist, at tey hvíla so trygt sum ein blóma í
vetursins favn og at vit og tey ein dag – sum tað følnaða træ skulu reisast og fevnast so glað. eftir Valdemar á Løgmansbø
1989.
Mynd: Hanna Thorsteinsson
Niels Juul og Thorborg á kaini í Miðvági, ein summardag. Niðri
á kaini søgdu tey farvæl og sóðust fyri seinastu ferð, áðrenn Niels Juul fór umborð á Sjöstjarnuna fríggjakvøldi 9.februar 1973. Eftir Hannu Thorsteinsson
11.februar 2003 Til minnis um pápa mín Niels Juul
Haraldsen, Miðvági, ið fórst við “Sjeystjørnuni” 11. februar 1973 millum Føroyar og Íslands fyri tríati árum síðani. Kærleikin so sterkar røtur hevur og barnaminni við tríati ár eru liðin tú gjørdi ta longu ferð og ei meiri við okkara lið sjálvt um tíðin hon
skjótt mann renna so sterkar kenslur í barmi mínum enn brenna takki
tær Gud fyri at eg fekk so mong góð minni um ein pápa, sum eg veit tú tók heim á sinni. “Sjeystjørnan” tað snotuliga far, vestur um havið legði sjómenn raskir úr Íslandi og Miðvági innanborðað hevði meðan aldurnar spældu
og tutlaðu á Miðvágs sandi loystu tit endan og skipið spakuliga legði frá landi allir tit “í Húsi” og myndin av tær, eitt hjartað so bjart at missa tykkum allar , tað var okkum so
fjart. Var júst komin aftur av “Stellu Karinu” frá
langari ferð aftur boð um hjálp, sum ein av mongum, bleiv tín síðsta vælgerð altíð klárur at geva av tí tú átti, ei teg sjálvan spardi her. Slept hevur hondin, hon er ei
meiri í hesi verð Miðvágs bygd misti aftur nógvar av sínum synum Saknaðir eru av tykkara kæru og tykkara nógvu vinum. Mín pápi, mín tryggleiki, mín kærleiki, mítt eitt og alt Hví kom tú ikki aftur til mín – hvar
hevur Hann teg fjalt? Minnist tú segði við meg, eg komi aftur at vísa tær á lívsins veg og hvar enn eg ferðist, eg veit, tú ert har og elskar meg friðsælt er, stillisliga eg hoyrið
ljóðið við sjóvarstrendur hond tína vil halda, tá um kvøldið saman leggi hendur. Í einum vindeyga út til fjørðin nú ljósið tendrað er og við longsli eg siti og minnist alt her tað stóra og máttmikla havið og
skipið har sleingist tykkara seinastu tankar umborð eru um heimið, sum leingist dagurin er liðin og eingin heimaftur vendi sorgin djúpt og inniliga í hjartarøtur brendi. Meðan eg hugsi um teg og hond mín leitar fram at tær alt í mær merkir, at tú er mær enn so nær Tó eg uggist við tað, at tú nú í
himmiríkið býr minnini um teg mín elskaði pápi, mær eru so dýr. Góði pápi – tann dýrabæra myndin eg havi av tær, hana eg framvegis goymi at hjartanum nær.
dóttir tín Hanna.
Niels Juul Haraldsen og dóttirin Hanna í samband við fráferð hjá Stella Karinu av Klaksvík, Niels Juul silgdi við har fyrst í 70-unum.
Mynd: Hanna Thorsteinsson
Niels Juul Haraldsen til minnis 1927-1973 9.februar 2013.
Í samband við at tað eru 40 ár síðani “Sjöstjarnan” fór av Miðvági við kós móti Íslandi.
Sjeystjørnan gekk burtur á ferðini við 5 miðvingum og 5 íslendingum. Hyggjandi út á tað máttmikla hav, sum tykist so fjart vár og summar so blítt, litríkt og fagurt tú
fevnir um alt heyst og vetur við aldubroti hvønn klett hevur bart á
hesum oyggjum er alt mítt lív og alt mær so kært havið, sum nógv hevur givið, men eisini tikið og fjalt. Ein vetrardag legði “Sjeystjørnan” vestur um hav minnist enn kærleiksgevandi
kossin eg fekk vardi meg ei, at hetta var tað síðsta tú gav
við vón, trúgv at bíða, men tíðin hon gekk svárt at kenna á sær, at eina váta grøv tú fekk. Havið tú fjalir mær ein so dýrabaran skatt ein skatt sum
eg eigi og tú goymir enn tann dag Mangan er biðið – tøgn - og enn einki frætt góði pápi – heima hjá Honum vit síggjast ein dag Vildi so inniliga, enn einaferð at kunna sagt: “Eg elski
teg”. Hanna Thorsteinsson 2013.
Gáva frá íslendskum reiðara. Ogn: Johannes Haraldsen
Stuðul til einkjurnar í Føroyum, frá reiðara úr Hornafirði á Eysturlandinum. Sent til Føroyar ígjøgnum íslendska
umboðsmannin Ólafur Guðmundson í Havn
Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen.
Umborð á Atlantsfarinum í 60unum F.v.: Helgi Mouritsen,Sørvági,
Hans K. (Has) Haraldsen,(Sørvági)Miðvági, Holberg Bernharsson,Miðvági, Ólavur (Olli) Hansen,Miðvági.
Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen.
Atlantsfarið VA75 - bátaskip í Grønlandi í 60unum. Fremst.:
Helgi Mouritsen,Sørvági. Aftaru f.v.: Evald Niclasen,Bøur, Holberg Bernharsson,Miðvági, Ólavur (Olli) Hansen,Sørvági,
Jógvan Pauli Haraldsen,(Sørvági)Sandavági, Albert Hansen hjá Stoffa,Miðvági
Mynd: Hans Kári Johansen.
Umborð á Atlansfarinum í 1968. F.v.: Magnus Hansen og Arnfinn
Joensen, báðir úr Miðvági.
Mynd: John Haraldsen.
Umborð á Venus í 1971 F.v.: Hans Kári Johansen,Sandavági,
Gullbrandur Olsen,Hósvík, Hálvdan Gudmundsen,Sandavági, Harald Joensen,Miðvági, Elias Henriksen,Sandavági og Hans Marius Næss,Miðvági.
Mynd: Birita á Løgmansbø.
1.november 2012. Johild, einkjan eftir John Frits á Løgmansbø til
minningarhald við minnisvarðan yvir sjólætin í gamla kirkjugarði í Miðvági, tann 1.november 2012. Inga Poulsen Dam prestur talar. Miðvágs Kirkja í baksýnið. HAVIÐ
TÓK Til minnis um teir sum fórust við Sjeystjørnuni í februar 1973. Mangur fór á havsins báru mangur feldi
sorgartárið, mann og son so mangur misti - hvar teir doyðu
eingin visti. Hvør man troysta tey ið missa, einans eitt er hetta vissa, tú skal aftur tínum møta - skjótt er gingin lívsins løta. Havið tekur, havið gevur bæði logn og ódnarveður stóran fong – og sorg í smáttu - tók tann kærasta vit áttu. Havið turkar spor tú setti, mitt í ódnarveðri kvetti, hvørja vón ið lívið hevði - brátt hann kom hin kaldi deyði. Einaferð vit Harran síggja, kvetta deyðans hvassa líggja ævigt
lív og einans gleði – fáa vit á evsta degi.
eftir Harry Birtilíð, Miðvág.
Mynd: Jógvan Helgi Hansen
Minnisvarðin yvir sjólátin í Miðvági, tann 1.november 2012.
Mynd: Marina Svabo Ólason
Minnisvarðin yvir sjólátin í Fossvogs kirkjugarðinum í Reykjavík Marina skrivar: 1. november 2013 1. November er Minningardagur teirra sjólætnu í Føroyum. Fór í Fossvogskirkjugarðin
í Reykjavík at leggja blómur við minnisvarða teirra sjólætnu og minnast tey sum sjólótust við Sjöstjarnuni 11. februar 1973. Miðvágs bygd var hart rakt, tá 5 mans í besta
aldri sjólótust.
Mynd: Marina Svabo Ólason
Parturin av minnisvarðanum í Fossvogs kirkjugarðinum í Reykjavík við manningini á Sjöstjarnuni. Teksturin á minnisvarðanum: Sjöstjarnan KE.8 fórst 11.2.1973 og með henni Guðmundur Jón Magnússon, velstjóri f.28.1.1932 Engilbert Kolbeinsson, skipsstjóri
f.7.9.1938 Gréta þórarinsdóttir, matsveinn f.29.9.1945 Niels
Jul Haraldsen, háseti, f.25.2.1927 John Frits Løgmannsbö, 2.velstjóri f.26.11.1925 Alexander Gjoveraa, háseti f.18.2.1935 Holberg Bernhardsen, háseti f.31.1.1945 Arnfinn Joensen, háseti f.26.12.1955 Hans Marius Ness, háseti f.29.3.1957
Mynd: Allan Eiriksson
Grøvin hjá tí einasta - þór Kjartansson - av teimun 10 av Sjöstjarnuni, sum bleiv funnin aftur, er á Hafnafirði
Mynd: Allan Eiriksson
Á grøvini hjá þór Kjartanssyni Á steininum stendur:
Hér hvílir þór Kjartansson, stýrimaður f.22.apríl 1946 d.febr.1973 Blessuð sé minning hans
Alexander Gjoveraa. Myndaánari: Þórhallur Sófusson Gjoveraa
Rættingar til hendingina við Sjöstjarnan KE8 Tað
er gjørt vart við at Alexander Gjoveraa, sum var við á seinastu ferðini hjá Sjöstjarnuni, var ættaður úr Húsavík í Íslandi, og ikki úr Húsavík í
Føroyum, men var av føroyskari ætt. Hetta er nú rættað við hjálp frá Jóannes Heimustovu úr Klaksvík
og Þórhalli Sófusson Gjöveraa búsitandi í Reykjavík. Alexander Gjoveraa var pápabeiggi til Þórhallur Sófusson
Gjoveraa, búsitandi í Reykjavík og ættaður úr Neskaupstaðið á Norðfjørðinum. Alexander Gjoveraa var
føddur tann 18. februar 1935 í Húsavík á Norðurlandinum í Íslandi. Pápin var føroyingurin Joen Frederik Sófus Gjoveraa (f.14.12.1890) úr Havn og mamman var íslendsk Ólöf
Eyjólfína Eyjólsdóttir úr Egilsstøðum. Í faðirætt er Alexander ættaður úr Tórshavn,
við ættarbondum til Fuglafirðar, til Kunoyar og á Slættanesi. Jóannes Heimustovu skrivar soleiðis: Alexander var sonur Sofus Gjoveraa úr Tórshavn sum giftist til Íslands. Sofus
Gjoveraa var sonur Joen Frederik Gjoveraa úr (Fuglafirði/Kunoy) og Jacobine Marie Gjoveraa(Jensen) úr (Tórshavn) Nú
tað er Siglingarsøgan í Vágum kann eg upplýsa at Jacobine Marie Jensen var dóttir Jens Jensen úr Tórshavn og Susanne Hendriksdatter av Slættanesi Susanne Hendriksdatter var dóttir til Hendrik Thomsen og Juliane Marie Niclasdatter, tey fyrstu sum búsettust á Slættanesi. Keldur: Jóannes Heimustovu og Þórhallur Sófusson Gjoveraa.
Sofus Gjoveraa, Húsavík fór einsamallur úr Íslandi, til Føroyar, Lerwick og Bergen við m/b Veiðibjallan, motorurin var ein 11 ára gamal Rapp 2-takt 4 HK..
Myndaánari: Þórhallur Sófusson Gjoveraa
Í sama telduposti frá Þórhallur Sófusson Gjoveraa er mynd av Joen Frederik Sófus Gjoveraa, nevndur Sofus (pápi Alexander) og báti
hansara “Veiðibjallan” sum Sofus fleiri ferðir silgdi ímillum Ísland og Føroyar við. Eisini var Sofus ein longri túr
úr Íslandi til Føroyar, víðari til Lerwick í Hetlandi og síðan til Bergens í Noreg. Kelda: Þórhallur
Sófusson Gjoveraa.
Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur, byrur og andróður skifta um høv, silvetnislogn eftir ódnarstorm fylgir;
- so er hon ferð vár úr vøggu í grøv. Friður ei er í hesi verð; vónbrot og stríð okkum lívið títt ber.
11.februar 1973 hendi ein vanlukka á leiðini ímillum Føroyar og Ísland, tað var íslendska skipið Sjöstjarnan úr Keflavík
sum sakk. Umborð vóru 10 fólk, 5 íslendingar, har ímillum ein kvinna, og ein av føroyskari ætt og 5 miðvingar. Eftir Jan
Erik Simonsen www.vagaskip.dk
|
|
 |
|
|
|