Sjöstjarnan KE8

Til minnis um tey sum fórust tá Sjöstjarnan KE8 sakk 11.februar 1973, ávegis úr Føroyum til Íslands.

1.november 2013

Í dag 1.november er ”Minningardagur teirra sjólætnu”. Dagurin verður hildin við minningarhaldum við minnisvarðarnar yvir sjólátin í nógvum bygdum og býum og minningargudstænastur eru í summum kirkjum.

11.februar 1973 hendi ein vanlukka á leiðini ímillum Føroyar og Ísland, tað var íslendska skipið Sjöstjarnan úr Keflavík sum sakk. Umborð vóru 10 fólk, 5 íslendingar, har ímillum ein kvinna, og ein av føroyskari ætt og 5 miðvingar.

Hetta var ein sorgardagur og -tíð, í Miðvági og øllum Føroyum og í Íslandi við. Miðvágur bleiv enn einaferð hart raktur við sjólátum av 5 monnum, tað er klárt at øll bygdin var merkt av hesum. Men svárast hevur tað verið hjá tykkum næmastu sum varða av.  Tíðin lekjir ikki øll sár, men tíðin er ein hjálp.

Sjöstjarnan KE8, Keflavík Mynd: Snorri Snorrason

Íslendska Morgunblaðið týsdag 13.februar 1973.

Úrslitaleys leiting av tíggju fólkum í tveimum bjarginarbátum.

Umleið 30 skip og eisini flogfør hava leita eftir manningini á Sjöstjarnuni KE8, sum sakk í ein landsynning-eystan úr Íslandi.

Meiri enn 30 skip og eisini flogfør leitaðu í gjár eftir teimum tveimum bjargingarbátunum hjá Sjöstjarnuni, víða um á einum økið í ein landsynning úr Íslandi. Tað er vátta at tey 10 fólkini, har ímillum ein kvinna, vóru komin í bjargingarbátarnar, á leiðini har Sjöstjarnan sakk 100 fjórðingar í ein landsynning-eystan úr Dyrhólaey um 4-tíðina sunnudagin.  Hetta kundi sigast við vissu tí neyðarkall frá bjargingarbátunum kundi hoyrast eftir at fólkið var komið í bjargingarbátarnar. Seint í gjárkvøldið hevði leitingin einki úrslit givið.

Sjöstjarnan var ávegis úr Føroyum, har báturin hevði verið til umvælingar. Tað er síðan staðfest at tíggju fólk vóru við bátinum – 4 íslendingar og 6 føroyingar. Skipari er Engilbert Kolbeinsson, Holtsgøtu 35 í Njarvík, og kona hansara Gréta þórarinsdóttir, var við á ferðini. Afturat hjúnunum vóru þór Kjartansson, Álfaskeiði 76 í Hafnafirði og Guðmundur Jón Magnússon, Álftamýri 76 í Reykjavík, partur av manningini. Allir seks føroyingarnir komu umborð í Føroyum, fimm teirra John Frits á Løgmansbø, Arnfinn Joensen, Niels Juul Haraldsen, Hans Marius Næss og Holberg Berhardson, eru frá Miðvági í Vágum og ætlaðu allir at vera við Sjöstjarnuni á komandi verðtíð í Íslandi. Hin sætti Alexander Gjoveraa úr Neskaupstaði, kom umborð í Føroyum, sum ferðafólk til Íslands. Hann er føddur í Húsavík í Íslandi (hevði ættarbond í Føroyum, meira um tað longur niðri) og hevur tvey tey seinastu árini arbeitt í Føroyum.

klikk á myndina fyri at fáa hana størri.

Leki kom á skipið.

Tað var um klokkan 14:40 sunnudagin 11.februar at Hornafjarðar Radio boðaði frá til Slysavarnafélagi Íslands, at Sjöstjarnan hevði boða frá at skipið var farið at leka og at lugari var hálvfullt av sjógvi. Tá var skipið statt einar 100 fjórðingar í ein landsynning-sunnan úr Dyrhólaey. Beint áðrenn middag henda dagin hevði Sjöstjarnan - vegna fráboðanarskyldu - boða frá at teir vóru komnir í íslendskan sjógv, og tá var alt í lagi umborð, men tað var av ringasta veðri á leiðini 18-28 metur um sekundi av vestri og ringur sjógvur.

Sjöstjarnan søkkur.

Slysavarnafelagið kallaði út til øll skip á leiðini um at veita Sjöstjarnuni hjálp. Tey nærmastu skipini vóru Dettifoss, Írafoss og rannsóknarskipið Bjarni Sæmundsson, og byrjaðu tey beinavegin at leita, og eisini eitt sjóverjuskip á leiðini var við í leitingini. Um klokkan 15:40 koma næsta fráboðan frá Sjöstjarnuni, at manningin hevði uppgivið skipið og var ávegis í teir tveir bjargingarbátarnar, sum vóru bundnir saman. Rokna er so við at manningin er komin í bátarnar um 16-tíðina og at Sjöstjarnan er sokkin, tí bæði Dettifoss og sjóverjuskipið móttóku neyðarkall frá bjargingarbátunum beint eftir, men signali var so vánaligt at at teir kláraðu ikki at peila seg inn á bjargingarbátarnar. Hetta var tað seinsta sum hoyrdist frá Sjöstjarnuni og manning tess.

Rannsóknarskipið Árni Friðriksson, sum seinni bleiv keyptur til Føroyar í 2001 og fekk navnið Mars Chaser. Mynd: Magnus þór Hafsteinsson

Íslendska Morgunblaðið týsdag 13.februar 1973.

20 lodnuskip fóru at leita.

Ímóti kvøldi sunnudagin, komu fleiri skip uppí leitingararbeiði. Samband fekst við rannsóknarskipið Árna Friðriksson sum lá og krokaði við Lónbug og eisini nakrar lodnubátar, um at koma til hjálpar í leitingini, og vóru tað beinavegin 18 skip tilreiðar at fara út at leita. Eisini var ætlanin at senda flogfør avstað at leita, men hetta var ógjørligt vegna vánaligt veður. Tað var ikki fyrr enn um 19-tíðina sunnukvøldi at tað eydnaðist at senda eitt Herkules bjargingaflogfar avstað, og sum leitaði langt út á kvøldið inntil tað noyddist at venda heim aftur vegna bunkring.

Vánaligt leitingarveður.

Tey skipini sum fyrst komu á leiðina hildu áfram at leita út á náttina, ímeðan lodnubátarnir og aðrir brúktu náttina at sigla út á leiðina, og vóru har í lýsingini. Í gjár (mánadagur) leitaðu hesi skip á leiðini har Sjöstjarnan sakk, tá vóru fleiri skip við í leitinigini, tvey sjóverjuskip og rannsóknarskipini Bjarni Sæmundsson og Árni Friðriksson, fimm bretskir trolarar, týska eftitlitsskipið Ranger Brisis, trolarin Sigurður og  teir 18 lodnubátarnir.

Í lýsingini bleiv eitt flogfar sent avstað at leita, hóast vánalig sýnið at leita úr erva. Flogfar hjá Landhelgisgæsluni kom á leiðina um 11-tíðina henda morgunin og hernaðarflogfar úr Englandi var ávegis, men kom ikki á leiðina fyrr enn um 16-tíðina vegna vánalig floglíkindir, og leitaði út á kvøldið. Mannigin á flogfarinum helt seg síggja eitt hvørt á sjónum, og sleptu einari ljósboyu niður á sjógv, men skipini sum komið á staði funnu bara ljósboyuna hjá flogfarinum.

Sjöstjarnan er 100-tonsari bygdur úr eik á danskari skipasmiðju í 1964 og hevur áður itið Ottur.

Ægir stóð á odda fyri leitingini eftir bjargingarbátunum hjá Sjöstjarnan. Mynd: Guðmundur St. Valdimarsson

Íslendska blaði Tíminn týsdag 13.februar 1973.

Leita verður eftir tveimun bjargingarbátum við 10 fólkum í.

Sjöstjarnan KE8 úr Keflavík sakk sunnudagin, manningin kom í bjarginagarbátarnar, men leiting víða um á leiðini, er enn úrslitaleys.

Stór leiting eftir tveimun bjargingarbátum við 10 fólkum, á leiðini har Sjöstjarnan sakk, við skipum og og flogførum, hevur higartil verið úrslitaleys.

Skipið sakk um 14-tíðina sunnudagin um 100 fjóðringar í ein landsynning-eystan úr Dyrhólaey. Tað er vátta at øll sum vóru við Sjöstjarnuni vóru komin í bjargingarbátarnar, tí neyðarkall hoyrdust frá bjargingarbátunum eftir at Sjöstjarnan var sokkin, síðan hoyrdist ikki meira til teirra, hóast áhaldandi leiting á leiðini.

Sjöstjarnan var ávegis úr Føroyum, umborð vóru 5 íslendingar, harav ein kvinna, kona skiparan, og fimm føroyingar, sum skuldu verða við skipinum í vertíðini.

Sjöstjarnan sum er 100-tonsari, var til umvælingar í Tórshavn í Føroyum, báturin kom til Føroyar um miðjan december (1972), og 9. februar (1973) boðaði skiparin til íslendsku mynduleikarnar – vegna fráboðanarskyldu – at Sjöstjarnan  var ávegis til Íslands og var skipið tá statt vestanfyri Mykines, og at ferðin gekk væl.

Rannsóknarskipið Bjarni Sæmunddson Mynd: Rafn Ólafsson

Íslendska blaði Tíminn týsdag 13.februar 1973.

Neyðarkall frá Sjöstjarnuni.

Klokkan 14:40 sunnudagin 11.februar hevði skiparin samband við Hornafjarðar Radio og boðaði frá at leki var á skipinum, og lugari var hálvfult av sjógv. Tá var av ringasta veðrið á leiðini 18 til 28 metur um sekundið. Slysavarnarfelagið fekk fráboðan, og fóru teir beinaveg í gongd við at fáa onnur skip at fara á staði. Sjóverjuskipið Ægir, rannsóknarskipið Bjarni Sæmundsson, Dettifoss og Írafoss settu beinavegin kós ímóti staðnum.

Ein tíma eftir at fyrsta hjálpararbeiði var fari í gongd, boðaði skiparin á Sjöstjarnuni frá, at øll manningin var komin í bjargingarbátarnar, og sjálvur var hann enn umborð á Sjöstjarnuni fyri at halda radiosamband við land, so leingi hetta var gjørligt, so at hjálparskipini kundu peila seg so væl, sum gjørligt inn á posisjónina har Sjöstjarnan var. Um 16-tíðina sakk Sjöstjarnan. Klokkan 16:10 hoyrdu telegrafistar umborð á Ægir og Dettifossi neyðakall frá bjargingarbátunum og hevði skiparin Engilbert uppgivið skipið. Skipini mettu seg hava fingið peila seg inn á hvar Sjöstjarnan var áðrenn hon sakk, hetta var tó bæði longur vestri og sunnari enn av fyrstan tíð uppgivið. Skipini silgdu á leiðina, men bjargingarbátarnir vóru ikki at finna. Eisini vóru flogfør hjá Landhelgisgæzlunni og sjóðverjuni send at leita, men vánalig veðurlíkindi og harvið vánaligt sýnið, gjørdi tað ógjørligt at leita úr luftini, og tískil bleiv bíða til veðrið batnaði og klokkan 19:00 fór Herkules flogfarið hjá sjóverjuni avstað, sjálvt um tað enn var heldur vánaligt sýnið.

Rannsóknarskipini Árni Friðriksson og Bjarni Sæmundsson tóku lut í leitingini. Mynd: Magnus þór Hafsteinsson

Íslendska blaðið Tíminn týsdag 13.februar 1973.

Leitingin heldur fram.

Tá bjargingarbátarnir ikki blivu funnir á staðnum, sum vænta, bleiv boð sent eftir rannsóknarskipinum Árni Friðriksson sum lá inni undir landi vegna veður og 20 lodnubátum sum lógu í Lónsbug og komu teir á leiðina í lýsingini mánamorgunin. Og var leitingin skipa av nýggjum saman við teimum sum høvdu leitað allan sunnudagin og náttina til mánadagin, har vóru 5 bretskir trolarar, tvey eftirlitsskip, bretskt og týskt. Eisini var trolarin Sigurður komin á leiðina. Flogfarið hjá Landhelgisgæzlunni byrjaði leiting klokkan 11:00 mánamorgunin. Eisini var eitt Herkules flogfar sent frá flovøllinum í Keflavík, men fekk trupuleikar og mátti venda við aftur. Tá blivu boð send til Englands um at hjálpa við leitingini við flogfarið, men tað fyrsta flogfarið mátti venda við vegna trupuleikar við motorunum, og nýtt flogfar bleiv sent avstað úr Englandi og var tað á leitingarstaðnum klokkan 16:00 mánadagin og tók yvir við leitingini, eftir flogfarið hjá Landhelgisgæzlunni.

Sjálvt um veðrið batnaði nakað mánadagin, vóru veðurlíkindini enn ikki góð til leiting.

Leitingin heldur fram í dag (týsdag) um bjargingarbátarnir ikki verða funnir.

Danska sjóverjuskipið Ingolf, tók yvir leiðsluna av leitingini, tá íslendska sjóverjuskipið Ægir mátti til aðra uppgávu.

Úr føroyskum blað.

Tað hevur verið leita støðugt eftir teimum báðum bjargingarbátunum av Sjöstjarnuni, sum tey 10 fólkini, ið við vóru, fóru í áðrenn skipið sakk sunnudag seinnapart 11.februar, sunnan fyri Ísland.

Tíðliga hósmorgunin 15.februar fóru tey føroysku skipini sum vegna veður høvdu ligið undir landi um náttina, undir leitingina frá Mykinesi og suður móti Føroya banka, og var hildið fram allan dagin.

Í gjár luttóku um 35 føroysk skip í leitingini, umframt at íslendsk skip og eingilsk og týsk hjálparskip eisini leitaðu. Har afturat vóru 2 skotsk flogfør við í leitingini.

Økið millum 60 gradir og 61 gradir Norður og millum 8 gradir og 12 gradir Vestur, var tráleitað, og eisini varð leitað báðumegin við hesum økið í gjár, men hóast hetta leitingartiltak, sum man vera tað størsta, ið er sett í verk hiðani, var einki at síggja, sum kundi vera frá Sjöstjarnuni.

Síðani íslendska verjuskipið Ægir noyddist at fara til annað bjargingararbeiði uppi I Íslandi, hevur danska sjóverjuskipið Ingolf, staðið fyri leiðsluni av leitingini.

Vit spurdu hjá Marinustøðini í gjárkvøldið, og søgdur teir, at leitingin verður uppaftur tikin í dag.

19.februar var annar bjargingarbáturin funnin. Botnurin var skrædnaður, men uppi í línuni hekk líkið av íslendska stýrimanninum.

Íslendska blaðið Tíminn Týsdag 20.februar 1973

Annar bjargingarbáturin funnin – eitt lík var umborð.

Stór leiting eftir hinum bátinum.

Seinnapartin í gjár fann leitingar flogfar frá Landhelgisgæsluni annan bjargingarbátin hjá Sjöstjarnan KE8.

Verjuskipið Ægir fór á staði, ávíst av flogfarinum. Í bjargingarbátinum var ein maður, hann var deyður. Leitingin eftir hinum bátinum heldur fram.

Í lýsinigini mánamorgunin, var leitingin eftir bjargingarbátinum, tikin uppaftur. Veðrið er nógv batna, frá tí sum hevur verið í vikuskiftinum. Sýnið var gott á økinum har leita var.

Við í leitinigini vóru 17 skip, íslendsk, føroysk, bretsk og flogfør byrjaðu at leita í morgun, flogfarið “Sýr” hjá Landhelgisgæsluni og tvey flogfør hjá Varnarliðinum.

Íslendska sjóverjuskipið Ægir. Mynd: Guðmundur St. Valdimarsson

Íslendska blaðið Tíminn Týsdag 20.februar 1973

Umleið klokkan 15 í gjár fekk manningin á flogfarinum hjá Landhelgisgæsluni, eygað á bjargingarbátin umleið 87 fjórðingar suður úr Stokksnesi.

Løtu seinni kom íslendska sjóverjuskipið Ægir á staði og tók bjargingarbátin umborð. Bjargingarbáturin vísti seg at vera av Sjöstjarnuni, og var eitt lík í honum. Fleiri upplýsingar um standin bjargingarbáturin var í, vóru ikki tøkar í gjár.

Stutt eftir at báturin var tikin umborð á Ægir, gjørdist verri veður aftur og sýnið gjørdist vánaligt. Leitingin eftir hinum bjargingarbátinum helt tó áfram, í økinum har hin var funnin.

Seinasta leygardag fann flogfarið hjá Landhelgisgæsluni bjargingarbát, og vísti skipunum á staði, men har bleiv ongin bjargingarbátur funnin aftur. Tað er óvist um hetta er sami bjargingarbátur, sum teir sóu leygardagin og tann sum bleiv funnin í gjár.

Í millum støðini sum bjargingarbáturin ið sást leygardagin og tann sum bleiv funnin í gjár, eru 57 fjórðingar.

Leitingin eftir hinum bátinum heldur áfram í dag.

Átta dagar dagar gingu frá tí at Sjöstjarnan sakk til at bjargingarbáturin bleiv funnin í gjár. Tað seinasta sum hoyrdist frá teimum skipbrotnu, sunnudagin 11.februar klokkan 14.10, var at manningin var komin í bjargingarbátarnar og at Sjöstjarnan var sokkin. 10 mans vóru við Sjöstjarnuni.

Líka síðan er ein umfatandi leiting eftir bjargingarbátunum, farin fram, har ein stórur floti av skipum og nøkur flogfør, hava tikið lut í leitingini. Sýnið hevur verið vánaligt á leiðini, við kavarokið.

Sjöstjarnan KE8, Keflavík Mynd: Snorri Snorrason

Íslendska Morgunblaðið fríggjadag 23.februar 1973.

Leitingin eftir Sjöstjarnan KE8 er enda, ein bjargingarbátur við einum líkið í var funnin aftur. Við bátinum fórust 10 fólk, 5 íslendingar og 5 føroyingar. Sjey av teimum vóru forsyrgjarar, seks mans og ein kvinna, kona skiparan var við á túrinum sum kokkur. Eftir hesa feigdarhending hava 5 konur mist mann sín, 21 børn eru vorin faðirleys, og eitt barn vorið móðurleyst.

 

11.februar 1973 tá Sjöstjarnan KE8 úr Keflavík sakk, sjólótust hesi: 

34 ára gamli Engilbert Kolbeinsson, skipari, føddur 7.september 1938, Ytru-Njarvík, og kona hansara 27 ára gamla Gréta þórarinsdóttir, kokkur, fødd 29.september 1945, Njarvík, eftir tey bæði situr árs gamalt barn.

Engilbert átti 3 børn frá øðrum hjúnarbandi.

26 ára gamli þór Kjartansson, stýrimaður, føddur 22.apríl 1946, Alfaskeiði 76, Hafnafjørður, eftir sita kona og 5 ára gamalt barn.

þór átti eisini 8 ára gamalt barn frá øðrum forholdi.

41 ára gamli Guðmundur Jón Magnússon, 1.maskinmeistari, føddur 28.januar 1932, eftir sita kona og 7 børn í aldrinum 7 til 18 ár.

47 ára gamli John Frits á Løgmansbø, 2.maskinmeistari, føddur 26.november 1925, Miðvágur, eftir sita kona og 5 børn í aldrinum 12 til 22 ár.

46 ára gamli Niels Juul Haraldsen, dekkari, føddur 25. februar 1927, Miðvágur, eftir sita kona og 2 børn, 12 og 18 ára gomul.

35 ára gamli Alexander Gjoveraa, dekkari (ættaður úr Húsavík í Íslandi, og hevði ættarbond í Føroyum, meira um tað longur niðri), føddur 18.februar 1935, Neskaupstaður, eftir sita kona og 2 børn 4 og 8 ára gomul.

Alexander var á veg heim til Íslands eftir eitt 2 ára tíðarskeið í Føroyum.

28 ára gamli Holberg Berhardson, dekkari, føddur 31.januar 1945, Miðvágur, ógiftur, eingi børn.

20 ára gamli Arnfinn Joensen, dekkari, føddur 26.december 1952, Miðvágur, ógiftur, eingi børn

15 ára gamli Hans Marius Næss, dekkari, føddur 29.mars 1957, Miðvági, ógiftur, eingi børn.

klikk á myndina fyri at fáa hana størri.

Morgunblaðið fríggjadag 23.februar 1973.

Leitingin eftir bjargingarbátunum hjá Sjöstjarnuni, er ein tann mest umfatandi í søgu “Slysavarnafélags Íslands” og eisini ein tann truplasta vegna veður.

Sjöstjarnan hevði verið á skipasmiðju í Føroyum og har komu teir  5 føroyingarnir umborð.

Sunnudagin 11.februar kom skipið í óðveður og fór at leka, tá var Sjöstjarnan 100 fjórðingar í ein landsynning-eystan úr Dyrhólaey.

Beint áðrenn klokkan 16, boðaði skiparin frá at manningin var farin í bjarginarbátarnar, sum vóru bundnir saman.

Stutt aftaná koma boð um at Sjöstjarnan er sokkin, og neyðarkall hoyrist frá bjarginagarbátunum. Neyðarkallið var so veikt at tað gekst illa hjá skipum nærhendis at peila neyðarkallið. Hetta var tað síðsta sum hoyrdist til Sjöstjarnan og manning tess.

Tað fóru yvir 30 skip á økið har seinasta neyðarkall hoyrdist,  - íslendsk, føroysk, bretsk og týsk skip, eisini bleiv leita við flogførðum.

Sum áður nevnt vóru líkindini at leita sera ólagalig, tí illveður var á leiðini, og tað var ikki fyrr enn mánadagin 19. februar, meir enn eina viku seinni, at eitt flogfar hjá Landhelgisgæslan fann annan gummibátin, 87 fjórðingar suður úr Stokksnesi

Skip silgdu á staðið har flogfarið hevði sæð bjargingarbátin, og vísti tað seg at eitt lík var í bjargingarbátinum, tað var av stýrimanninum þór Kjartanssyni.

Trolarin þorkell Máni, kom á Reykjavík við líkinum og bjargingarbátinum.

Leitingin helt áfram næstu dagarnar í vón um at finna hin bjargingarbátin, men hann var ikki at finna og tí steðgaði leitingin.

Sjöstjarnan úr Keflavík, hevði verið til umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju eftir eldsbruna í lugarinum í 1972. Mynd: Dimmalætting

Dimmalætting 24.februar 1973

Tað var fríggjakvøldið 9. februar at um 100 tons stóra fiskifarið Sjöstjarnan úr Keflavík, sum hevði verið til umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju, fór til Íslands av Miðvági, har 5 mans vórðu tiknir umborð, sum skuldu rógva út við skipinum.

Skiparin sum hevði konuna við, stýrimaður og maskinmeistari vóru íslendingar og har afturat var við íslendingur av føroyskari ætt, sum í 2 ár hevði arbeitt í Føroyum.

Sunnudagin 11.februar, klokkan hálvgum fýra seinnapart, tá Sjöstjarnan hevði silgt 210 fjórðingar úr Mykinesi, boðaði skiparin yvir sendarin frá, at skipið var farið at leka.

Illveður var við vindmegi 9 (25 metur um sekundi). Klokkan fýra (tvs. hálvan tíma seinni) boðaði skiparin frá at øll 10 fólkini vóru farin í báðar bjargingarbátarnar og at Sjöstjarnan var sokkin.

Teir vóru staddir um 100 fjórðingar í Landsynning-Eystan úr Dyrhólaey á Suðurlandinum.

Herkules flogfar á flogið. Fleiri flogfør vóru við í leitingini av Sjöstjarnan og manningini í bjargingarbátunum. Mynd: USAF

Dimmalætting 24.februar 1973

Stórt leitingar arbeiði.

Um kvøldið 11.februar , fóru eini 20 lodnuskip av Eysturlandinum, 5 eingilskir trolarar, íslendsk sjóverjuskip og eitt týskt hjálparskip at leita, og eisini fór eitt flogfar avstað, men í tí ringa veðrinum var einki at síggja til bjargingarbátarnar og heldur einki hoyrdist í radio til teir.

Hóast fleiri flogfør og upp til 40 skip, harav eisini nógv føroysk, leitaðu alla vikuna, sást einki fyrr enn leygardagin 17.februar (6 dagar eftir neyðarkallið), tá eitt flogfar seinnapartin sá ein bjargingarbát ikki so langt frá har Sjöstjarnan var sokkin.

Tá skip komu á staðið, var farið at skýma og tey funnu ikki bátin.

Seinnapartin mánadag 19.februar, sá eitt flogfar aftur ein gummibát, hesaferð nakað eystari, og stutt eftir tók íslendska sjóverjuskipið Ægir, bátin upp. Botnurin var skrædnaður, men uppi í línuni hekk líkið av íslendska stýrimanninum.

 

Leitingin helt síðan fram týsdagin 20.februar og mikudagin, uttan at nakað úrslit spurdist burtur úr og mikukvøldið 21.februar (10 dagar eftir neyðarkallið) helt tann fyriskipaða leitingin uppat.

Hósdagin 22.februar var í Íslandi alment boða frá, at tann fyriskipaða leitingin eftir teimun báðum bjargingarbátunum frá Sjöstjørnuni var endað, aftaná at bert annar bjargingarbáturin var funnin við líkinum av íslendska stýrimanninum þór Kjartansson í, og at roknað verður við, at eisini hini 9 eru sjólætin.

Sanghefti í samband við minningarguðtænastu og jarðarferð í Hafnafjarðar Kirkju 1.mars 1973. Ogn: Johannes Haraldsen

Dimmalætting 3.mars 1973

Sum kunnugt var þór Kjartansson tann einasti, sum var funnin aftur av teimun 10, ið fórust við Sjöstjørnuni.

Líkið av honum var í øðrum gummibátinum, sum var funnin meiri enn viku eftir at Sjöstjarnan sakk.

Þór Kjartansson varð fyrradagin (1.mars 1973) jarðaður á Hafnafirði.

Í morgin (4.mars 1973) verður minningargudstænasta í Miðvágs kirkju fyri teimum sum sjólótust.

10 hvít ljós við svørtum bandi. Mynd: Hanna Thorsteinsson

Minningargudstænasta í Miðvágs Kirkju 4.mars 1973

Fyri teimum ið fórust við íslendska bátinum Sjöstjarnan.

 

Hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi (Jóh. 6,40)

 

Bjargingarbáturin sum bleiv funnin. Mynd: Myndablaðið Eyga.

Myndablaði Eygað nr.3 (mars) 1973

Sjöstjørnu-vanlukkan.

Eitt tað størsta bjargingarátakið við Føroyar seinastu árini var gjørd um miðjan februar, tá íslendska skipið Sjöstjarnan sakk um 200 fjórðingar vestur úr Mykinesi á veg úr Føroyum til Íslands.

Við skipinum vóru fimm føroyingar og fimm íslendingar og bert ein var funnin aftur deyður í einum bjargingarbáti.

Bjargingarátakið fekk harðar atfinningar. Serliga hvøss vóru álopini á donsku sjóverjuna við Føroyar fyri passivitet, men manna millum var eisini funnist at íslendsku bjargingartænastuni fyri at geva føroyingum ov seint boð um at manningin var farin av Sjöstjarnuni.

Stórt tal av skipum luttóku í leitingini – bæði føroysk og íslends og har afturat vóru flogfør uppi í eisini.

Eisini luttóku týska skipið Poseidon og bretska skipið Statesman, sum eru hjálparskip hjá trolarunum. Tey komu úr Føroyum eins og Sjöstjarnan.

Eitt flogfar sá bjargingarbátin, sum funnin varð, og eitt av íslendsku verjuskipunum tók hann upp.

Sjöstjarnan hevði verið í Havn, har hon fekk lugarið afturgjørt eftir ein eldsbruna umborð. Teir fimm føroyingarnir, sum vóru við, skuldu yvir at rógva út.

Sjöstjarnan KE8, Keflavík. Mynd: Magnús Guðmundsson (sonur Guðmundur Jón Magnússon 1.maskinmeistara á Sjöstjarnuni vanlukkutúrin)

Sjöstjarnan KE8, Keflavík.

Sjöstjarnan var bygd úr eik í 1964 sum bygginummar 850 á Frederikssund Skibværft A/S í Fredrikssund í Danmark.

Skipið var 115 bruttotons stórt og hevði 420 Hk Alpha motor.

Sum nýbygningur hevði skipið navnið Otur SH70, heimahoyrandi í Stykkishólmi.

Í 1970 bleiv skipið keypt til Keflavíkar og fekk navnið Sjöstjarnan KE8.

Sjöstjarnan bleiv umbygd í Njarðvík í 1970.

“Sjöstjarnan”, er á føroyskum “Sjeystjørnan” og nýttu teir hesa stytting “7★N” á boyum og aðrari útgerð umborð.

 

 

Mynd: bátarogskip.123.is

Sjöstjarnan á garnaveiðu í 1972.

 

Mynd: Randi Johansen

Hósdagur 8.februar 1973.

Síðsti dagur hjá John F. á Løgmansbø saman við konuni Johild, dagin eftir kom Sjöstjarnan á Miðvág eftir teimum 5 miðvingunum, sum skuldi við yvir til Íslands at rógva út við Sjöstjarnuni.

 

Mynd: Randi Johansen

Hósdagur 8.februar 1973. Seinasta mynd av John og Johild saman.

 

 

Tey sváru minnir

Blikalogn er á hav, sólin setur í kav

stjørnur glitrandi koma á hválv.

Alt er stilt víða hvar, aldan teskar eitt svar

um tað dulda vit ei kenna til.

 

Við bryggju liggur far, klárt at fara út har

sum so mangur hevur latið sítt lív.

Eitt vakurt fríggjakvøld sum nú,

ei tá hugsa kanst tú, at ei Miðvág tú aftur skal sjá.

 

Øll tey eymu farvæl og tey ”Harrin fylgi tær”

millum kvinnu og mann, millum pápa og son

millum pápar og døtur og systkin so kær.

Tað seinasti kossurin var.

 

Skipið siglir út á vág – floytan syrgjandi tá

letur ljóð út um bygd yvir bø.

Ljós tey skyggja um sund, dagur fellur í blund,

skipið hvørvur um tangan so stilt.

 

Sunnudagin alt er, sum ein avskeplað verð

ódnarveður nú leikar um lond

og tá hoyrdust tey orð, sló mong hjørtu í sor.

Neyðarkall kemur Sjeystjørnu frá.

 

Vetrardagur tað var  - eingin fekk nakað svar,

tó var leitað á degi og nátt.

Níggju menn, kvinna ein

løgdu har síni bein, fingu frið í tí djúpastu grøv.

 

Og tey minnir so svár, tó at liðin eru ár

um tey kæru vit mistu ov skjótt

úr eygum renna tár – í hjørtum opin sár

sum ei grøðast – upp sprotna so lætt.

 

Tó eitt vita vit so vist, at tey hvíla so trygt

sum ein blóma í vetursins favn

og at vit og tey ein dag – sum tað følnaða træ

skulu reisast og fevnast so glað.

 

eftir Valdemar á Løgmansbø 1989.

Mynd: Hanna Thorsteinsson

Niels Juul og Thorborg á kaini í Miðvági, ein summardag.

Niðri á kaini søgdu tey farvæl og sóðust fyri seinastu ferð, áðrenn Niels Juul fór umborð á Sjöstjarnuna fríggjakvøldi 9.februar 1973.

 

 

Eftir Hannu Thorsteinsson 11.februar 2003

 

Til minnis um pápa mín Niels Juul Haraldsen, Miðvági, ið fórst við “Sjeystjørnuni” 11. februar 1973 millum Føroyar og Íslands fyri tríati árum síðani.

 

Kærleikin so sterkar røtur hevur og barnaminni við

tríati ár eru liðin tú gjørdi ta longu ferð og ei meiri við okkara lið

sjálvt um tíðin hon skjótt mann renna

so sterkar kenslur í barmi mínum enn brenna

takki tær Gud fyri at eg fekk so mong góð minni

um ein pápa, sum eg veit tú tók heim á sinni.

 

“Sjeystjørnan” tað snotuliga far, vestur um havið legði

sjómenn raskir úr Íslandi og Miðvági innanborðað hevði

meðan aldurnar spældu og tutlaðu á Miðvágs sandi

loystu tit endan og skipið spakuliga legði frá landi

allir tit “í Húsi” og myndin av tær, eitt hjartað so bjart

at missa tykkum allar , tað var okkum so fjart.

 

Var júst komin aftur av “Stellu Karinu” frá langari ferð

aftur boð um hjálp, sum ein av mongum, bleiv tín síðsta vælgerð

altíð klárur at geva av tí tú átti, ei teg sjálvan spardi her.

Slept hevur hondin, hon er ei meiri í hesi verð

Miðvágs bygd misti aftur nógvar av sínum synum

Saknaðir eru av tykkara kæru og tykkara nógvu vinum.

 

Mín pápi, mín tryggleiki, mín kærleiki, mítt eitt og alt

Hví kom tú ikki aftur til mín – hvar hevur Hann teg fjalt?

Minnist tú segði við meg, eg komi aftur at vísa tær á lívsins veg

og hvar enn eg ferðist, eg veit, tú ert har og elskar meg

friðsælt er, stillisliga eg  hoyrið ljóðið við sjóvarstrendur

hond tína vil halda, tá um kvøldið saman leggi hendur.

 

Í einum vindeyga út til fjørðin nú ljósið tendrað er

og við longsli eg siti og minnist alt her

tað stóra og máttmikla havið og skipið har sleingist

tykkara seinastu tankar umborð eru um heimið, sum leingist

dagurin er liðin og eingin heimaftur vendi

sorgin djúpt og inniliga í hjartarøtur brendi.

 

Meðan eg hugsi um teg og hond mín leitar fram at tær

alt í mær merkir, at tú er mær enn so nær

Tó eg uggist við tað, at tú nú í himmiríkið býr

minnini um teg mín elskaði pápi, mær eru so dýr.

Góði pápi – tann dýrabæra myndin eg havi av tær,

hana eg framvegis goymi at hjartanum nær.

 

dóttir tín Hanna.

Niels Juul Haraldsen og dóttirin Hanna í samband við fráferð hjá Stella Karinu av Klaksvík, Niels Juul silgdi við har fyrst í 70-unum. Mynd: Hanna Thorsteinsson

Niels Juul Haraldsen til minnis 1927-1973

9.februar 2013.

Í samband við at tað eru 40 ár síðani “Sjöstjarnan” fór av Miðvági við kós móti Íslandi. Sjeystjørnan gekk burtur á ferðini við 5 miðvingum og 5 íslendingum.

 

Hyggjandi út á tað máttmikla hav, sum tykist so fjart
vár og summar so blítt, litríkt og fagurt tú fevnir um alt
heyst og vetur við aldubroti hvønn klett hevur bart
á hesum oyggjum er alt mítt lív og alt mær so kært
havið, sum nógv hevur givið, men eisini tikið og fjalt.

Ein vetrardag legði “Sjeystjørnan” vestur um hav
minnist enn kærleiksgevandi kossin eg fekk
vardi meg ei, at hetta var tað síðsta tú gav
við vón, trúgv at bíða, men tíðin hon gekk
svárt at kenna á sær, at eina váta grøv tú fekk.

Havið tú fjalir mær ein so dýrabaran skatt 
ein skatt sum eg eigi og tú goymir enn tann dag
Mangan er biðið – tøgn - og enn einki frætt
góði pápi – heima hjá Honum vit síggjast ein dag
Vildi so inniliga, enn einaferð at kunna sagt: “Eg elski teg”.

Hanna Thorsteinsson 2013.

Gáva frá íslendskum reiðara. Ogn: Johannes Haraldsen

Stuðul til einkjurnar í Føroyum, frá reiðara úr Hornafirði á Eysturlandinum. Sent til Føroyar ígjøgnum íslendska umboðsmannin Ólafur Guðmundson í Havn

Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen.

Umborð á Atlantsfarinum í 60unum

F.v.: Helgi Mouritsen,Sørvági, Hans K. (Has) Haraldsen,(Sørvági)Miðvági, Holberg Bernharsson,Miðvági, Ólavur (Olli) Hansen,Miðvági.

Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen.

Atlantsfarið VA75 - bátaskip í Grønlandi í 60unum.
Fremst.: Helgi Mouritsen,Sørvági.
Aftaru f.v.: Evald Niclasen,Bøur, Holberg Bernharsson,Miðvági, Ólavur (Olli) Hansen,Sørvági, Jógvan Pauli Haraldsen,(Sørvági)Sandavági, Albert Hansen hjá Stoffa,Miðvági

Mynd: Hans Kári Johansen.

Umborð á Atlansfarinum í 1968.
F.v.: Magnus Hansen og Arnfinn Joensen, báðir úr Miðvági.

Mynd: John Haraldsen.

Umborð á Venus í 1971

F.v.: Hans Kári Johansen,Sandavági, Gullbrandur Olsen,Hósvík, Hálvdan Gudmundsen,Sandavági, Harald Joensen,Miðvági, Elias Henriksen,Sandavági og Hans Marius Næss,Miðvági.

 

Mynd: Birita á Løgmansbø.

1.november 2012.

Johild, einkjan eftir John Frits á Løgmansbø til minningarhald við minnisvarðan yvir sjólætin í gamla kirkjugarði í Miðvági, tann 1.november 2012. Inga Poulsen Dam prestur talar. Miðvágs Kirkja í baksýnið.

 

 

HAVIÐ TÓK

Til minnis um teir sum fórust við Sjeystjørnuni í februar 1973.

 

Mangur fór á havsins báru

mangur feldi sorgartárið,

mann og son so mangur misti

 - hvar teir doyðu eingin visti.

 

Hvør man troysta tey ið missa,

einans eitt er hetta vissa,

tú skal aftur tínum møta

 - skjótt er gingin lívsins løta.

 

Havið tekur, havið gevur

bæði logn og ódnarveður

stóran fong – og sorg í smáttu

 - tók tann kærasta vit áttu.

 

Havið turkar spor tú setti,

mitt í ódnarveðri kvetti,

hvørja vón ið lívið hevði

 - brátt hann kom hin kaldi deyði.

 

Einaferð vit Harran síggja,

kvetta deyðans hvassa líggja

ævigt lív og einans gleði –

 fáa vit á evsta degi.

 

eftir Harry Birtilíð, Miðvág.

Mynd: Jógvan Helgi Hansen

Minnisvarðin yvir sjólátin í Miðvági, tann 1.november 2012.

 

Mynd: Marina Svabo Ólason

Minnisvarðin yvir sjólátin í Fossvogs kirkjugarðinum í Reykjavík

Marina skrivar: 1. november 2013

1. November er Minningardagur teirra sjólætnu í Føroyum. Fór í Fossvogskirkjugarðin í Reykjavík at leggja blómur við minnisvarða teirra sjólætnu og minnast tey sum sjólótust við Sjöstjarnuni 11. februar 1973. Miðvágs bygd var hart rakt, tá 5 mans í besta aldri sjólótust.

Mynd: Marina Svabo Ólason

Parturin av minnisvarðanum í Fossvogs kirkjugarðinum í Reykjavík við manningini á Sjöstjarnuni.

Teksturin á minnisvarðanum:

Sjöstjarnan KE.8 fórst 11.2.1973 og með henni

Guðmundur Jón Magnússon, velstjóri f.28.1.1932

Engilbert Kolbeinsson, skipsstjóri f.7.9.1938

Gréta þórarinsdóttir, matsveinn f.29.9.1945

Niels Jul Haraldsen, háseti, f.25.2.1927

John Frits Løgmannsbö, 2.velstjóri f.26.11.1925

Alexander Gjoveraa, háseti f.18.2.1935

Holberg Bernhardsen, háseti f.31.1.1945

Arnfinn Joensen, háseti f.26.12.1955

Hans Marius Ness, háseti f.29.3.1957

Mynd: Allan Eiriksson

Grøvin hjá tí einasta - þór Kjartansson - av teimun 10 av Sjöstjarnuni, sum bleiv funnin aftur, er á Hafnafirði

 

Mynd: Allan Eiriksson

Á grøvini hjá þór Kjartanssyni

Á steininum stendur:

Hér hvílir þór Kjartansson, stýrimaður f.22.apríl 1946 d.febr.1973

Blessuð sé minning hans

 

 

Alexander Gjoveraa. Myndaánari: Þórhallur Sófusson Gjoveraa

Rættingar til hendingina við Sjöstjarnan KE8  

Tað er gjørt vart við at Alexander Gjoveraa, sum var við á seinastu ferðini hjá Sjöstjarnuni, var ættaður úr Húsavík í Íslandi, og ikki úr Húsavík í Føroyum, men var av føroyskari ætt.

Hetta er nú rættað við hjálp frá Jóannes Heimustovu úr Klaksvík og Þórhalli Sófusson Gjöveraa búsitandi í Reykjavík.

Alexander Gjoveraa var pápabeiggi til Þórhallur Sófusson Gjoveraa, búsitandi í Reykjavík og ættaður úr Neskaupstaðið á Norðfjørðinum.

Alexander Gjoveraa var føddur tann 18. februar 1935 í Húsavík á Norðurlandinum í Íslandi. Pápin var føroyingurin Joen Frederik Sófus Gjoveraa (f.14.12.1890) úr Havn og mamman var íslendsk Ólöf Eyjólfína Eyjólsdóttir úr Egilsstøðum.

Í faðirætt er Alexander ættaður úr Tórshavn, við ættarbondum til Fuglafirðar, til Kunoyar og á Slættanesi.

 

Jóannes Heimustovu skrivar soleiðis: Alexander var sonur Sofus Gjoveraa úr Tórshavn sum giftist til Íslands.

Sofus Gjoveraa var sonur Joen Frederik Gjoveraa úr (Fuglafirði/Kunoy)  og Jacobine Marie Gjoveraa(Jensen) úr (Tórshavn) 

Nú tað er Siglingarsøgan í Vágum kann eg upplýsa at Jacobine Marie Jensen var dóttir Jens Jensen úr Tórshavn og Susanne Hendriksdatter av Slættanesi 

Susanne Hendriksdatter var dóttir til Hendrik Thomsen og Juliane Marie Niclasdatter, tey fyrstu sum búsettust á Slættanesi.

Keldur: Jóannes Heimustovu og Þórhallur Sófusson Gjoveraa.

Sofus Gjoveraa, Húsavík fór einsamallur úr Íslandi, til Føroyar, Lerwick og Bergen við m/b Veiðibjallan, motorurin var ein 11 ára gamal Rapp 2-takt 4 HK.. Myndaánari: Þórhallur Sófusson Gjoveraa

Í sama telduposti frá Þórhallur Sófusson Gjoveraa er mynd av Joen Frederik Sófus Gjoveraa, nevndur Sofus (pápi Alexander) og báti hansara “Veiðibjallan” sum Sofus fleiri ferðir silgdi ímillum Ísland og Føroyar við.

Eisini var Sofus ein longri túr úr Íslandi til Føroyar, víðari til Lerwick í Hetlandi og síðan til Bergens í Noreg.

Kelda: Þórhallur Sófusson Gjoveraa.

Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur,

byrur og andróður skifta um høv,

silvetnislogn eftir ódnarstorm fylgir;

 - so er hon ferð vár úr vøggu í grøv.

Friður ei er

í hesi verð;

vónbrot og stríð okkum lívið títt ber.

Aftur til byrjan                                                       Aftur til forsíðu

Viðmerkingar og rættingar til myndirnar, kunnu skrivast inn her niðanfyri. 

11.februar 1973 hendi ein vanlukka á leiðini ímillum Føroyar og Ísland, tað var íslendska skipið Sjöstjarnan úr Keflavík sum sakk. Umborð vóru 10 fólk, 5 íslendingar, har ímillum ein kvinna, og ein av føroyskari ætt og 5 miðvingar.

Eftir Jan Erik Simonsen

www.vagaskip.dk

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...

olafur sófus lárusson | Svar 01.01.2017 11.01

Þetta var mjög erfiður tími er leitin stóð yfir.Vivian (ekkja Alexanders) og strákarnir hennar tveir voru heima hjá okkur (móðir mín María.er systir Alexanders)

Thorleifur Fridjonsson | Svar 15.10.2014 02.47

Mögnuð frásögn!

Kolbeinn G Engilbertsson | Svar 09.10.2014 22.33

Takk fyrir þessa frábæru samantekt, margt sem ég vissi ekki um.

Kolbeinn Guðmundur Engilbertsson, sonur Engilberts Kolbeinssonar skipsstjóra

Hans Jørgensen | Svar 01.11.2013 19.15

stórur sorgarleikur 1973, tá Sjeystjørnan fórst við m.a. 5 miðvingum

Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

28.08 | 21:05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

...
14.07 | 02:01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

...
28.06 | 22:28

Tað er John Kjærbo Eystan Á sum hevur skriva greinina, helt at Kaj P.Mortensen hevði skriva. Mistakið er rætta og eitt eftirmæli hjá Kaj er komi við eisini.

...
27.06 | 21:20

Hey hvør hevur skriva hesa greinina

...
Du kan lide denne side