 |
 |
|
 |
 |
CEMENTA – norsk skonnart sum endaði sínar dagar í Føroyum. Cementa
c/s: MQJV Bygd hjá Jens o. Nerhus, Ølve í Hardanger
Byggiár: 1917 Mát: 99,8 x 22,8 x 9,7 føtur Stødd: 133,3 BRT, 89,9 NRT, 180 dwt Maskinorka: Skandia 80 hk Eigarar: 1917: Bygd til Christiania Cementstøperi AS v/ H.Musculus, Oslo og fekk navnið Cementa. 1922: Yvirtikin av partreiðaríðnum A.H. Falck, Haugesund. 1923: Seld til Andreas Grønås,
Mosterhamn og Lars Kyrkjebø, Sogn og Fjordane, helt áfram við navninum Cementa. 1924: Yvirtikin av Den Norske Stats Fiskeribank í Bergen.
1925: Seld til Føroyar, nýggjur eigari Óli Petersen, skipari, Fuglafirði. Helt áfram við navninum Cementa og fekk FD577. 1942: Seld til Jegvan Elias Thomsen í Sandavági, nýtt navn Royndin Fríða við VA226 1959:
Uppløgd í Selvík á Sørvágsfirði.
Í Noreg bleiv Cementa í høvuðsheitum brúkt í rutu ímillum Norður-Europeiskar havnir. Mynd: Úr myndasavnið hjá Kjell Birger Sønstabø.
Skandia 402B
Tann fyrsti motorurin í Cementu var ein Skandia av slagnum 402B, og hevði cylindarar diametur 335mm og slaglongd uppá 400mm. B merkir at motorurin er leveraður
við umstýring og fastari skrúðu. Hesin motorurin var í framleiðslu frá 1913 til ’25. Kelda: Skandia Motoren
Mynd: Úr myndasavninum hjá Rune Thistel.
Cementa var størsta skip sum bleiv bygt í Ølve. Mynd: ”Skipsbygning”
árgang 1917, úr myndasavninum hjá Rune Thistel.
Skráseting hjá Norges Handelflåte í 1921 Ogn: Sindre Nilsen
Cementa í Haugesund Skipsregister 1922-24. Ogn: Sindre Nilsen
Minniskróna 6.juni 1921 fyri Christiania Cementstøberi (1891-1921), sum var fyrsti eigari av Cementu. Ogn: Sindre Nilsen
Cementa FD577 til akkers á Fuglafirði. Mynd: Eddi Leyni, Tórshavn
Cementa í bretskari havn Mynd: Piddi Kjærbo
Eina illveðursnátt í december í 1941, róku trý skip á land á Gjógvará-landinum. Tey vóru Boðasteinur,
Bearnaise og Cementa. Myndin er frá 60unum. Mynd: Katrin Jacobsen, Fuglafirði
Eina illveðursnátt í december í 1941, rak Cementa á land í Fuglafirði. Mynd: Piddi Kjærbo
Í Fuglafirði
Cementa bleiv tikin upp, og gjørd í stand aftur og í 1942 bleiv hon seld til Sandavágs. Mynd: Magnus Jacobsen, Fuglafirði
Royndin Fríða VA226 uppløgd í Selvík. Eigur
nakar eina mynd av Royndini Fríðu VA226 undir sigling ella við kai? Mynd: Eddi Leyni, Tórshavn
Reiðarin og keypmaðuin Jegvan Elias Thomsen, reiddi út fyri ímillum 20 og 30 skip og motorbátar. Hann keypti Royndina Fríðu til Sandavágs
í 1942.
Umframt reiðaravirksemið við fiskavirking, umsat Jegvan Elias Thomsen eisini timburhandil og annað virksemi, millum annað var hann umboð fyri Skandia motorar
í Føroyum, sum eisini Royndin Fríða hevði ísettan.
Jegvan Elias Thomsen var umboð fyri Skandia Motoren í Føroyum
Manning á Royndini Fríðu VA226, liggja við kai í Reykjavík í 1947. F.f.v.: 1-Linvold Heinesen,Sandavági, 2-Theodor Dam,Sandavági, 3-Jákup Andreas Lamhauge,Vestmanna, 4-Edvard Petersen,Sandavági, 5-Sofus Hansen (Sofus hjá Lávusi),Sandavági, 6-Albert Thomassen,Sandavági,
7-Magnus Magnussen,Sandavági, 8-Símun Hansen,Skopun. A.f.v.: 9-Esmar Jacobsen,Leynar, 10-Herluf Thomassen,Sandavági, 11-Wencil Mouritsen,Sørvági,
12-Christian Christoffersen,Sandavági, 13-Leivur Johannesen(Leivur í Hesti),Sandavági og 14-Hans Petersen(Dal-Hans),Sandavági. Skipari var Jóhan
Thomassen (seinni Jóhan á Plógv), hann er ikki við á myndini. Mynd: Miðvágs Forminnafelag
Royndin Fríða VA226 Ein fríløta á dekkinum, ímeðan
teir toga. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Gjørt verður klárt at hála.
Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Trolposin komin at borði, fullur av fiskið.
Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Dekkið fult av fiskið. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Dekkið fult av fiskið. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Dekkið fult av fiskið. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Dekkið fult av fiskið. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Dekkið fult av fiskið. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Menn reinsa fisk, heysa, spretta og ryggja. Uttast til høgru Jógvan Poulsen(Eggin), Miðvági. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag
- Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Menn reinsa fisk, heysa, spretta og ryggja. Uttast til høgru Jógvan Poulsen(Eggin), Miðvági. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag
- Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða VA226 Sigla framvið dorium hjá portugisiskum skipið.
Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða við kai í Grønlandi ella Noreg, aftanfyri liggja norsk fiskiskip. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða við kai í Grønlandi ella Noreg. Mynd: Miðvágs
Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða við kai í Føroyingahavnini. Fiskurin verður flaktur og stakkaður, fremst í myndini Dánjal J.Mørk úr
Miðvági. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða við kai í Grønlandi ella Noreg. Fiskurin verður
flaktur og stakkaður. Nr.4 f.v. Dánjal J.Mørk, Miðvági Mynd:
Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.
Royndin Fríða endaði sínar dagar í Selvík á Sørvágsfirði, eftir at hava verið sleipa heim til Føroyar úr
Esbjerg í 1958. Mynd: Eddi Leyni, Tórshavn
Royndin Fríða endaði sínar dagar í Selvík á Sørvágsfirði. Mynd: Osmund Joensen
Skúlabørn á útferð í Selvík fyrst í 70unum. Mynd: Osmund Joensen
Osmund er komin umborð á vrakið av Royndini Fríðu eftir ankarketuni. Mynd
frá fyrst í 70unum. Mynd: Osmund Joensen
Osmund á veg í land aftur. Mynd: Osmund Joensen
Selvík í 2011. Mynd: Jan Erik Simonsen
Niðanfyri er norsk grein um Cementu (Royndina Fríðu), sum Sindre Nilsen stóð fyri í 2012, við íkasti úr Føroyum. Greinin bleiv prenta í norska blaðnum ”Skipet” Heimasíðan hjá ”Skipet” er www.skipet.no
Aftur til forsíðu
Aftur
til byrjan Vinarliga viðmerkið nøvnini á monnunum í mangla at seta navn á, og aðrar rættingar, við at skriva
her niðast á síðuni. Eiga tit myndir av Royndini Fríðu VA226 ber til at senda tær til vagaskip@hotmail.com
ella senda eini boð á teldupostin.
|
|
 |
|
|
|