Royndin Fríða VA226

CEMENTA – norsk skonnart sum endaði sínar dagar í Føroyum.

Cementa c/s:

MQJV

Bygd hjá Jens o. Nerhus, Ølve í Hardanger

Byggiár: 1917

Mát: 99,8 x 22,8 x 9,7 føtur

Stødd: 133,3 BRT,  89,9 NRT, 180 dwt

Maskinorka: Skandia 80 hk

Eigarar:

1917: Bygd til Christiania Cementstøperi AS v/ H.Musculus, Oslo og fekk navnið Cementa.

1922: Yvirtikin av partreiðaríðnum A.H. Falck, Haugesund.

1923: Seld til Andreas Grønås, Mosterhamn og Lars Kyrkjebø, Sogn og Fjordane, helt áfram við navninum Cementa.

1924: Yvirtikin av Den Norske Stats Fiskeribank í Bergen.

1925: Seld til Føroyar, nýggjur eigari Óli Petersen, skipari, Fuglafirði. Helt áfram við navninum Cementa og fekk FD577.

1942: Seld til Jegvan Elias Thomsen í Sandavági, nýtt navn Royndin Fríða við VA226

1959: Uppløgd í Selvík á Sørvágsfirði.

Í Noreg bleiv Cementa í høvuðsheitum brúkt í rutu ímillum Norður-Europeiskar havnir.

Mynd: Úr myndasavnið hjá Kjell Birger Sønstabø.

Skandia 402B

Tann fyrsti motorurin í Cementu var ein Skandia av slagnum 402B, og hevði  cylindarar diametur 335mm og slaglongd uppá 400mm. B merkir at motorurin er leveraður við umstýring og fastari skrúðu. Hesin motorurin var í framleiðslu frá 1913  til ’25.

Kelda: Skandia Motoren

Mynd: Úr myndasavninum hjá Rune Thistel.

Cementa var størsta skip sum bleiv bygt í Ølve.

Mynd: ”Skipsbygning” árgang 1917, úr myndasavninum hjá Rune Thistel.

Skráseting hjá Norges Handelflåte í 1921

Ogn: Sindre Nilsen

Cementa í Haugesund Skipsregister 1922-24.

Ogn: Sindre Nilsen

Minniskróna 6.juni 1921 fyri Christiania Cementstøberi (1891-1921), sum var fyrsti eigari av Cementu.

Ogn: Sindre Nilsen

Cementa FD577 til akkers á Fuglafirði.

Mynd: Eddi Leyni, Tórshavn

Cementa í bretskari havn

Mynd: Piddi Kjærbo

Eina illveðursnátt í december í 1941, róku trý skip á land á Gjógvará-landinum. Tey vóru Boðasteinur, Bearnaise og Cementa.

Myndin er frá 60unum.

Mynd: Katrin Jacobsen, Fuglafirði

Eina illveðursnátt í december í 1941, rak Cementa á land í Fuglafirði.

Mynd: Piddi Kjærbo

Í Fuglafirði

Cementa bleiv tikin upp, og gjørd í stand aftur og í 1942 bleiv hon seld til Sandavágs.

Mynd: Magnus Jacobsen, Fuglafirði

Royndin Fríða VA226 uppløgd í Selvík.

Eigur nakar eina mynd av Royndini Fríðu VA226 undir sigling ella við kai?

Mynd: Eddi Leyni, Tórshavn

Reiðarin og keypmaðuin Jegvan Elias Thomsen, reiddi út fyri ímillum 20 og 30 skip og motorbátar. Hann keypti Royndina Fríðu til Sandavágs í 1942.

Umframt reiðaravirksemið við fiskavirking, umsat Jegvan Elias Thomsen eisini timburhandil og annað virksemi, millum annað var hann umboð fyri Skandia motorar í Føroyum, sum eisini Royndin Fríða hevði ísettan.

Jegvan Elias Thomsen var umboð fyri Skandia Motoren í Føroyum

Manning á Royndini Fríðu VA226, liggja við kai í Reykjavík í 1947.

F.f.v.: 1-Linvold Heinesen,Sandavági, 2-Theodor Dam,Sandavági, 3-Jákup Andreas Lamhauge,Vestmanna, 4-Edvard Petersen,Sandavági, 5-Sofus Hansen (Sofus hjá Lávusi),Sandavági, 6-Albert Thomassen,Sandavági, 7-Magnus Magnussen,Sandavági, 8-Símun Hansen,Skopun.

A.f.v.: 9-Esmar Jacobsen,Leynar, 10-Herluf Thomassen,Sandavági, 11-Wencil Mouritsen,Sørvági, 12-Christian Christoffersen,Sandavági, 13-Leivur Johannesen(Leivur í Hesti),Sandavági og 14-Hans Petersen(Dal-Hans),Sandavági.

Skipari var Jóhan Thomassen (seinni Jóhan á Plógv), hann er ikki við á myndini.

Mynd: Miðvágs Forminnafelag

Royndin Fríða VA226

Ein fríløta á dekkinum, ímeðan teir toga.

Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Royndin Fríða VA226

Gjørt verður klárt at hála.

Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Royndin Fríða VA226

Trolposin komin at borði, fullur av fiskið.

Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Royndin Fríða VA226

Dekkið fult av fiskið.

Menn reinsa fisk, heysa, spretta og ryggja.

Uttast til høgru Jógvan Poulsen(Eggin), Miðvági.

Sigla framvið dorium hjá portugisiskum skipið.

Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Royndin Fríða við kai í Grønlandi ella Noreg, aftanfyri liggja norsk fiskiskip.

Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Royndin Fríða við kai í Grønlandi ella Noreg.

Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Royndin Fríða við kai í Føroyingahavnini. Fiskurin verður flaktur og stakkaður, fremst í myndini Dánjal J.Mørk úr Miðvági.

Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Royndin Fríða við kai í Grønlandi ella Noreg.

Fiskurin verður flaktur og stakkaður.

Nr.4 f.v. Dánjal J.Mørk, Miðvági

Mynd: Miðvágs Fornminnafelag - Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen, Bøur.

Royndin Fríða endaði sínar dagar í Selvík á Sørvágsfirði, eftir at hava verið sleipa heim til Føroyar úr Esbjerg í 1958.

Mynd: Eddi Leyni, Tórshavn

Royndin Fríða endaði sínar dagar í Selvík á Sørvágsfirði.

Mynd: Osmund Joensen

Skúlabørn á útferð í Selvík fyrst í 70unum.

Mynd: Osmund Joensen

Osmund er komin umborð á vrakið av Royndini Fríðu eftir ankarketuni.

Mynd frá fyrst í 70unum.

Mynd: Osmund Joensen

Osmund á veg í land aftur.

Mynd: Osmund Joensen

Selvík í 2011.

Mynd: Jan Erik Simonsen

Niðanfyri er norsk grein um Cementu (Royndina Fríðu), sum Sindre Nilsen stóð fyri í 2012, við íkasti úr Føroyum. Greinin bleiv prenta í norska blaðnum ”Skipet” 

Heimasíðan hjá ”Skipet” er  www.skipet.no

Aftur til forsíðu                                                                                    Aftur til byrjan

Vinarliga viðmerkið nøvnini á monnunum í mangla at seta navn á, og aðrar rættingar, við at skriva her niðast á síðuni.

Eiga tit myndir av Royndini Fríðu VA226 ber til at senda tær til vagaskip@hotmail.com  ella senda eini boð á teldupostin.

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

28.08 | 21:05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

...
14.07 | 02:01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

...
28.06 | 22:28

Tað er John Kjærbo Eystan Á sum hevur skriva greinina, helt at Kaj P.Mortensen hevði skriva. Mistakið er rætta og eitt eftirmæli hjá Kaj er komi við eisini.

...
27.06 | 21:20

Hey hvør hevur skriva hesa greinina

...
Du kan lide denne side