Heldarstindur VA36

Heldarstindur VA36

Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póland

Stødd: 182 BRT.

Nøvn:

1977 – Heldarstindur VA36, Sandavágur – P/F Hamarheld v/Zacharias Nielsen (seinni Jens Erik Nielsen)

Sokkin norðan fyri Bornholm 11.oktober 1990

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Manningin á Heldarstindi tann 22. mars 1984 tá sinnopsgasbumban kom í trolið vóru hesir:

F.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze,skipari,Sandur, Hálvdan Gudmundsen,stýrimaður,Sandavági, Zacharias Nielsen,dekkari,Sandavágur, Jógvan Petersen, dekkari,Sandavágur, Ingolf Johannesen,maskinmeistari,Sandavágur, John Myllhamar,dekkari,Sandavágur og Anfinn Jensen,dekkari, Mykines.

Myndin er tikin inni í Miðvági í 1993, aftanfyri teir liggur Hambraberg, systurskip til Heldarstind.

Mynd: Elin H. Gudmundsen.

22. mars 2014.

Í dag eru liðin 30 ár síðan sandavágstrolarin Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbumbu í trolið undir fiskiskapið í Eystursjónum.

Tað var hósmorgunin 22. mars í 1984 at Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbombu í trolið, teir høvdu roynt hetta áður at fáa ymiskar lutir í trolið, og eisini ymisk sløg av bumbum sum vóru søktar í Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga. Allir hesir lutir blivu sleptir út aftur.

Men henda bumban var ørvísið enn hinar, hetta var ein sinnopsgasbumba, og tá hon var komin inn á dekkið sást ein veska seyra úr henni. Mennirnir kendu ikki vandan teir stóðu  í  mitt  á dekkinum, eftir stuttari tíð hevði gassið flutt seg runt alt skipið, og tað gekk ikki long tíð til øll manningin misti sjónina og mátti  senda út neyðarkall.

Heldarstindur var tá staddur 60 fjórðingar vestur Lipaya í Russlandi.

Vanliga bleiv ikki fiska um náttina, tí tá fekst lítil og eingin fiskur, hendan morgunin bleiv skotið av klokkan 6:00 um morgunin og klokkan 08:30 bleiv hála, og sinnopsgasbumban kom inn á dekkið, fiskurin bleiv reinsaður sum vanligt, men longu klokkan 12 um dagin, blivu tríggir mans fluttir av skipinum við tyrlu inn á sjúkrahús á svensku oynni Gotland.

Tá kendu hesir tríggir so sterkan sviða, at tað kendist sum alt brendist, bæði á húðini og innvortis, og teir byrjaðu at fáa kvalma og spýðu. Tá høvdu teir eisini mist sjónina.

Á midnátt tann 22. mars, fingu teir 4 seinastu – skiparin, stýrimaðurin, meistarin og ein dekkari – somu symptomir sum hinir tríggir fyrru, og máttu tískil eisini takast av skipinum við tyrlu, og Heldarstindur bleiv sleipaður mannleysur til Rønne á Bornholm.

Hetta fekk álvarsamar avleiðingar fyri teir sjey mennirnar sum vóru umborð hendan feigdardag og fingu teir langa sjúkralegu eftir hetta.

Mennirnir hava tað eftir umstøðunum gott í dag, 30 ár eftir hendigina. Men hetta ávirkar teir enn á ymsan hátt.

Heldarstindur kom aftur til fiskiskap 3 mánaðir eftir hendigina, eftir at skipið var reinsa.

Einans 6 ár eftir hendingina við sinnopsgasbumbuni, sakk Heldarstindur norðan fyri Bornholm, tann 11. oktober í 1990.

Skipið er í dag eitt áhugavert vitjunarstað hjá frítíðarkavarum, tí skipið liggur á forholdvís  grunnum vatnið.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Heldarstindur var ein av teimum 9 polsktbygdu línubátunum.

P/F Marknaðarrøkt var sett á stovn í 1974, og lat teir 9 Polen-línubátarnar byggja.

Hetta var ein røð av systurskipum uppá 9, millum mannað, vanliga kallaðir ”polakkarnir”.

Skipini blivu bygd í Stettin í Póllandi, sum línu- og garnaskip, nøkur blivu umbygd til trolara seinni.

Tað serstaka við hesari skipatypu var at 4 av 9 skipum vóru heimahoyrandi í Vágum, sum nýbygningar.

Teir komu í hesari røð:

1. Vaðhorn til Eiðis

2. Bláfossur til Tvøroyrar

3. Hamraberg til Miðvágs

4. Lækkaklettur til Miðvágs

5. Mascot til Toftir

6. Núpur til Klaksvíkar

7. Heldarstindur til Sandavágs

8. Vesturleiki til Sørvágs

9. Hagaleiti til Leirvíkar

Dimmalætting 27. mars 1984.

Ein bumba komin inn á dekkið á Heldarstindi, mynd frá 1985.

Hendan var tó ikki líka sum sinnopsgasbumban.

Mennirnir á dekkinum eru, f.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze og Jógvan Petersen sum eisini vóru við 22. mars 1984.

 

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Skitsa av sinnopsgasbumbu.

Útklipp úr donskum blað.

F.v.: John Myllhamar, Jóhan Petur Kjartanson Hentze, Hálvdan Gudmundsen, Anfinn Jensen.

Ogn: John Myllhamar

Vitjan á Rønne Radio á Bornholm, eina tíð eftir hendingina 22.mars 1984 við sinnopsgasbumbu í trolinum.
F.v.: Birgir Nielsen, Jóhan Petur Kjartanson Hentze, 4 fólk hjá Rønne Radio og Jógvan Petersen.
Myndamaður er Hálvdan Gudmundsen

Heldarstindur siglir í ísið í Eystursjónum.

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Posin er komin á dekkið og verður tømdur niður í pavnin.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Sokallaðar flótibumbur hanga í trolinum tá teir hála.

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Sokallaðar flótibumbur hanga í trolinum tá teir hála. 

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Sokallaðar flótibumbur hanga í trolinum tá teir hála. 

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Flótibumba komin inn á dekkið við trolinum. 

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Mangt kom í trolið í Eystursjónum, her eitt akker frá einum eldri seglskipið.

Mennirnir á dekkinum: Jógvan Petersen, Niels Marni Nielsen og  Jóhan Petur Kjartanson Hentze.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Mangt kom í trolið í Eystursjónum, her eitt akker frá einum eldri seglskipið.

Mennirnir á dekkinum: Jógvan Petersen, Niels Marni Nielsen og  Jóhan Petur Kjartanson Hentze.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Ofta var vanskaptur fiskur at finna í toskarúgvuni, teir mettu at hetta var orsaka av øllum kemikaliunum sum lógu niðri á botni í Eystursjónum. Nevniliga hesi ymisku sløgini av bumbum sum vóru søktar í Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Ofta var vanskaptur fiskur at finna í toskarúgvuni, teir mettu at hetta var orsaka av øllum kemikaliunum sum lógu niðri á botni í Eystursjónum. Nevniliga hesi ymisku sløgini av bumbum sum vóru søktar í Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Russiskt fiskiveiðieftirlit umborð mitt í 80unum.

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Birgir Nielsen ættaður úr Sandavági, búsitandi á Nesi, var skipari á Heldarstindi, men var ikki við túrin við sinnopsgassinum.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Johannes Thomassen úr Sandavági var skipari og stýrimaður á Heldarstindi, men var ikki við túrin við sinnopsgassinum.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Andakt í messuni.

F.v.: Oddmar Gudmundsen, Oleif Gerðisá, Niels Marni Nielsen, Johannes Thomassen, Birgir Nielsen.


Mynd: Hálvdan Gudmundsen

 

Heldarstindur VA36 við kai í Rønne á Bornholm.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Fiskiskapurin var góður í Eystursjónum og ofta høvdu teir dekslast, teir bestu túrarnar.

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Heldarstindur landaði til Espersen í Rønne.

Hálvdan Gudmundsen ger fast har afturi.

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Manningin landaði skipið sjálv, ímeðan fólk frá Espersen tók ímóti á kaini.

F.v.: Jóhan Petur K.Hentze, Sandur, Oleif Gerðisá,Nes, Hálvdan Gudmundsen, Sandavági, Petur Eystberg, Kristian Fríðrik Olsen, Jens Martin, Johannes Thomassen,skipari, Sandavági.

Mynd: Hálvdan Gudmundsen

Aldubáran VA196 úr Miðvági og Heldarstindur VA36 úr Sandavági við kai í Rønne á Bornholm.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Arbeitt verður uppá trolið uppi á kaini í Rønne.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Arbeiða trol á dekkinum

F.v.: Birgir Nielsen, Jógvan Petersen, Oleif Gerðisá.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Reiðarin á Heldarstindi Jens Erik Nielsen í miðuni.

T.v. dani t.h. Jógvan Petersen.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Mynd úr Assens har Heldarstindur vanliga var á beding í tíðarskeiðinum við fiskiskapið í Eystursjónum.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Heldarstindur við kai hjá Espersen í Rønne á Bornholm.

Mynd: Oddmar Gudmundsen

Manningin á Heldarstindi tann 22. mars 1984 tá sinnopsgasbumban kom í trolið.

F.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze,skipari,Sandur, Hálvdan Gudmundsen,stýrimaður,Sandavági, Zacharias Nielsen,dekkari,Sandavágur, Jógvan Petersen, dekkari,Sandavágur, Ingolf Johannesen,maskinmeistari,Sandavágur, John Myllhamar,dekkari,Sandavágur og Anfinn Jensen,dekkari, Mykines.

Myndin er tikin inni í Miðvági í 1993, aftanfyri teir liggur Hamraberg, systurskip til Heldarstind. Og partrolararnir Vesturtúgva og Mars.

Mynd: Elin H. Gudmundsen.

Manningin á Heldarstindi tann 22. mars 1984 tá sinnopsgasbumban kom í trolið.

Mynd tikin í samband við samrøðu við Sigmar Bláberg frá Útvarp Føroya

F.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze,skipari,Sandur, Sigmar Bláberg(ÚF), Hálvdan Gudmundsen,stýrimaður,Sandavági, Zacharias Nielsen,dekkari,Sandavágur, Jógvan Petersen, dekkari,Sandavágur, Ingolf Johannesen,maskinmeistari,Sandavágur, John Myllhamar,dekkari,Sandavágur og Anfinn Jensen,dekkari, Mykines.

Myndin er tikin inni í Miðvági í 1993, aftanfyri teir liggur Hamraberg, systurskip til Heldarstind. 

Mynd: Elin H. Gudmundsen.

Partur av manningini á Heldarstindi tann 22. mars 1984, saman við fjølmiðlafólkið hjá Danmarks Radio í samband við dokumentar sending  um sinnopsgasbumburnar í Eystursjónum.

F.v.: Anfinn Jensen, Zacharias Nielsen, Hálvdan Gudmundsen, Ingolf Johannesen, fjølmiðlafólk DR, John Myllhamar.

Mynd frá 1993 á Hotel Vágum.

Myndaánari: Hálvdan Gudmundsen

Einans 6 ár eftir hendingina við sinnopsgasbumbuni, sakk Heldarstindur norðan fyri Bornholm, tann 11. oktober í 1990.

Skipið er í dag eitt áhugavert vitjunarstað hjá frítíðarkavarum, tí skipið liggur á forholdvís  grunnum vatnið.

Klipp frá Dimmalætting 11. oktober 1990. (á forsíðuni)

Sólsetur ein góðveðursdag í Eystusjónum.

Mynd: Oddmar Gudmundsen.

 

Aftur til byrjan                                                  Aftur til forsíðu

Viðmerkingar og rættingar til myndirnar, kunnu skrivast inn her niðanfyri. 

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

28.08 | 21:05

Hey Kári, kann tú senda mær umsetingina á teldupost janerik_69@hotmail.com heilsan Jan Erik

...
14.07 | 02:01

Eg havi vid hjálp umsett hendan artikkul til Norskt, hettar tí skiparin hjá mær er frá Ulsteinvik og kendi til skipid og søguna.

...
28.06 | 22:28

Tað er John Kjærbo Eystan Á sum hevur skriva greinina, helt at Kaj P.Mortensen hevði skriva. Mistakið er rætta og eitt eftirmæli hjá Kaj er komi við eisini.

...
27.06 | 21:20

Hey hvør hevur skriva hesa greinina

...
Du kan lide denne side