Cathrina í vandasigling

Cathrina – vandafull farmasigling á fjarskotnum leiðum

Cathrina úr Miðvági

Skiparin á Cathrinu sigur frá nervapirrandi hendingum undir Pakistansiglingini

Dimmalætting 27. mai 1972

Miðvágsskipið Cathtrina kom til Føroya í vikuni, aftaná at hava verið leingi í uttanlandasigling, har ímillum eisini ta vandafullu ferðina til Pakistan, meðan bardagin millum vesturpakistansku stjórnahermenninar og eysturpakistansku uppreistrarmenninar hjálptir av India stóð uppá tað harðasta, og sum endaði við stovnsetanini av nýggja ríkinum Bangladesh

Dimmalætting var umborð á Cathrinu tá teir komu til Føroyar, sum enn ber navnið Gulf Princess, ið skipið fekk tá ið tað varð leigað til Pakistan-ferðina. Samrøða var gjørd við skiparan Herbjørn Gásdal úr Sørvági og greiddi hann soleiðis frá túrinum.

mynd: Dimmalætting

Herbjørn Gásdal úr Sørvági, sum í evstu løtu slapp úr Dakha við Cathrinu, áðrenn býurin varð herjaður av uppreistrarmonnum og indarum

Leigaður at flyta matvørur

Gulf Princess úr Miðvági - mynd: Dimmalætting

Hendan ferðin hevur verið drúgv. Vit fóru úr Bilbao í Spania 14. september 1971. Ein mánað seinni, 13. Oktober 1971 komu vit til Capetown í Suðurafrika og tóku olju har. Her varð eisini navnið Gulf Princess málað á skipið. Síðani fóru vit inn í Mauritius, har vit lógu ein dag og umvældu eitt lítið maskinbrek. Leiðin gekk so til Chittagong í Eysturpakistan, og hagar komu vit 14. November 1971. Tað var Gulf Shipping, eitt pakistanskt felag í London, sum hevði leigað okkum og nøkur skip afturat at sigla við matvørum til tey ymsu plássini upp eftir Ganges-ánni, harímillum Dhaka og Barisal.

Vit fóru so undir at ferma rís, mjólkapulvur og aðrar matvørur frá teimum stóru skipunum, sum lógu í havnabýnum Chittagong. Manningin á hesum túrinum var blanda føroysk og sponsk, skipari Herbjørn Gásdal, stýrimaður Hans Mohr Hansen, maskinmeistari Henry Hansen, dekkararnir vórðu spaniólar.

Bakbundin lík

Vestur- og Eysturpakistan áðrenn 1971

Vit merktu nakað til bardagar, hermenn gingu á varðhaldi umborð, og onkuntíð vóru skot at hoyra, men annars hendi okkum einki har. So fóru vit við loðsi umborð upp eftir ánni til Eysturpakistanska høvuðsstaðin Dhaka, hagar komu vit eftir tveimum døgum, og har hoyrdu vit bumbuspreingingar og nógv skot, men vit sóu einki beinleiðis til tað.

Vit løgdu til bryggju, og fari varð undir at lossa rísvørurnar. Tað fyrsta vit løgdu til merkis, meðan vit lógu har, vóru tey nógvu líkini, sum lógu og flutu rundan um okkum. Summi høvdu bind fyri eyguni og bakbundnar hendur, onnur vóru samanbundin, og sá hetta út til at vera nýdeyð fólk. Men har komu eisini nógv gomul lík framvið og mettu vit tey at vera frá vatnflóðini, sum hevði verið har fyri nakað síðani.

Magnetiskar minur

Eysturpakistan, sum eftir kríggi í 1971 gjørdist Bangladesh

Meðan vit lógu í Dhaka, royndu froskmenn tvær ferðir at seta magnetiskar minur upp undir skipið. Ta fyrru ferðina var um dagin. Teir komu í einum lítlum báti, men hermenninir, sum gingu á varðhaldi á bryggjuni, vórðu varugir við teir og tóku at skjóta, og haldi eg, at teir sluppu til rýmingar. Aðru ferðina vaknaði eg mitt á nátt av skjóting beint við skipið. Eg fór upp á brúnna og sá, at hermenninir stóðu við kikarum, meðan skotið varð. Teir bóðu meg so tendra ljóskastaran, og síðan skutu teir eftir froskmonnunum. Hvussu nógvar teir raktu veit eg ikki, men ein fór so flótandi oman eftir ánni, tað sóu vit. Lítið var sovið ta náttina, tí vit vistu ikki , um teir høvdu fingið nakra minu fasta, og tær kundu vera tíðarinnstillaðar frá nøkrum tímum upp til fleiri dagar, men har hendi tíbetur einki.

Gerst vandamikið

Christian Holm úr Havn sigldi eisini undir Pakistan krígnum, skipið bar navnið Gulf Trader – mynd: Chr.Holm Jacobsen myndasavn

Um hetta mundið var tað, at kríggið rættiliga kom í gongd og harnaði. Av tilvild kom eg at opna fyri radiolurtinum og hoyrdi tá hini skipini, sum lógu uttan fyri Chittagong, spyrja eftir okkum, hvar vit mundu vera og um nakað var hent, síðan vit komu higar, tí teir høvdu einki hoyrt til okkum. Tað gekk so seint við lossingini, og Dhaka liggur longri inni í landinum, meðan Barisal, har teir høvdu verið, lá ytri. Eg kallaði so á teir og segði teimum, at frásæð hesum hendingum høvdu vit tað tað gott, og at alt stóð væl til. Hóast bumbuspreingingar og skjóting var einki hent okkum. Teir bóðu so okkum royna at sleppa okkum út, tí av støðan var vorðin sera hættislig. Teir vóru rýmdir úr Barisal, av tí at har høvdu fleiri bumbuspreingingar verið. Á norska bátinum Sletter var ein mina brostin og skipið skatt, og danski báturin African Proctor (Gulf Zain)  hevði fingið eina magnetiska minu á forstevnið, men tað eydnaðist skiparanum at beina fyri henni, áðrenn hon brast. Tveir dagar aftaná sóu teir eina aðra minu umborð á Sletter, men eisini hana fingu teir beint fyri. African Proctor (Gulf Zain) og Sletter fóru inn til Chittagong, haðan tað seinni eydnaðist norska skipinum at bróta blokaduna og sleppa burtur, meðan African Proctor (Gulf Zain)  nakað aftaná varð bumbaður og sakk.

Christian Holm (Gulf Trader)  legði seg út fyri Chittagong saman við hinum skipunum, og hagar bóðu teir okkum koma. Men vit sluppu ikki avstað, fyrr enn vit vóru útlossaðir, og heldur ikki fingu vit nakran loðs. Vit royndu so at sleppa í land og koma í samband við onkran umboðsmann, tí vit sóu einki sivilfólk, og einki var lossað. Har var alt ein ruðuleiki. Vit hittu at enda umboðsmannin, og eg segði honum, at vit ætlaðu at rýma við lastini, um hon ikki var lossað, tí møguleikarnir fyri at sleppa út vóru so vánaligir. Hann svaraði, at tað var tryggari at liggja í Dhaka. Men tað vísti seg ikki.

Grethe Steen danskur 299ari var eisini í Pakistansigling í 1971, var umskrásett til Gulf Navigator – mynd: Ole Ryolf

Sleppa út úr Dhaka í seinastu løtu

Brúgvin á Cathrinu – myndir: Jógvan Pauli Haraldsen (myndir frá øðrum túri hjá Cathrinu)

Tað komu kortini menn at lossa, og hetta var eisini í seinastu løtu. Tá vit fóru úr Dhaka, vóru indararnir við at koma inn í býin. Ein landsbygd beint uttanfyri, sum vit sigldu framvið, var sundursorað, og vit sóu nógv lík í ánni. Vit sóu eisini fleiri mannamúgvur á áarbakkanum, og hugdu vit í kikaranum, sóu vit altíð, at har lá eitt, tvey ella fleiri deyð menniskju ímillum, Men annars gekk ferðin oman eftir ánni væl, hóast fjáltur var á loðsinum. Hann greiddi okkum frá, at Mukti Bahini, uppreistrarrørslan, hevði tikið valdið fram við øllum áarbakkanum, tað var bara Dhaka, Chittagong og ein loðsstøð eftir. Tað var eisini nervapirrandi hjá okkum at standa og stýra, tí vit kundu rokna við at verða skotnir frá áarbakkanum. Túrin frammanundan var ein róðurgangari skotin frá landi, so vit royndu at brúka sjálvstýraran mest møguligt.

Indisk herskip koma til

Indiskt herskip kemur at borði hjá Christian Holm (Gulf Trader) – mynd: Dimmalætting

Vit komu so út og fóru millum hinar bátarnar uttan fyri Chittagong. Hetta var 3. december. Vit vistu ikki rættiliga, hvat vit skuldu gera, tí vit fingu einki samband við útheimin og heldur ikki við land. Men so kom eitt flogálop á Chittagong. Har komu eini 5-6 indisk flogfør, tey bumbaðu millum annað eina oljugoymslu, har eldur kom í, og tað gjørdist so svart í royki, at vit illa sóu fram um stavn. Tvey pakistansk krígsskip og eitt stykkjagóðsskip vórðu rakt og fóru í luftina, men eingin av okkum var raktur. Vit drógu akkerið upp og sigldu tað sum maskinan orkaði suðureftir, til vit hildu okkum vera komnar út um pakistanska sjómarkið. So kastaðu vit akker og ætlaðu at fáa samband við land fyri at vita, hvat vit skuldu gera. Dagin eftir, hetta var 6. december 1971, kom eitt indiskt flogfar og fleyg rundan um okkum. Nakrar tímar aftaná komu 3 indisk herskip til okkum, tvey stór løgdu seg burturfrá, meðan tað triðja sigldi tætt rundan um okkum. Vit lógu 6 skip har, 2 føroysk og 4 donsk. Tá høvdu indarar blokerað alla sigling uppá Pakistan. Teir settu bát út og fóru umborð á Christian Holm (Gulf Trader) og Grethe Steen (Gulf Navigator), ið lógu saman, og vóru har um ein tíma, hinar bátarnar komu teir ikki umborð á.

Skjóta eftir okkum

Stýrimaðurin Hans Mohr fór krúpandi fram, aftanfyri lúkurnar – myndir: Jógvan Pauli Haraldsen og Dia Poulsen (myndir frá øðrum túrum hjá Cathrinu)

Vit lógu saman við danska bátinum Elly Frem, sum hevði broytt navn til Gulf Crescent, og tá ið tað fór at skýma, hildu vit, at vit kundu sleppa avstað í myrkrinum. Vit tóku spakuliga akkerið upp og loystu hvør frá øðrum, men tað skuldu vit ongantíð gjørt, tí knappliga tóku herskipini at skjóta eftir okkum.

Ikki við riflum, nei, men við stórum kanónum. Teir skutu fleiri salvur eftir okkum, og skipið ristist alt sum tað var, so tað var heilt óhugnaligt.

Øll ljósini duttu niður á dekkinum, og tað gjørdist heilt myrkt, ekkoloddið og annað fór somuleiðis. Beint frammanfyri stevnið skutu teir eisini. Eg bað so stýrimannin  fara og fáa akkeriði niður aftur.

Hans Mohr Hansen, stýrimaður, málar føroyska flaggið á lastalúkurnar á Cathrinu – mynd: Dimmalætting

Hann fór krúpandi fram aftanfyri lúkurnar og fekk akkerið niður, men skotini hildu fram, uttan at tað kortini hendi nakað. So einaferð góvust teir og settu bát út við einum heryvirmanni og 20 monnum, ið komu yvir ímóti okkum.

Tað var nokk so øgiligt at síggja teir koma umborð tysjandi alvápnaðir við maskinbyrsum og øðrum. Teir komu leypandi upp á brúnna, og 4 av teimum settu maskinbyrsumúlarnar móti mær, meðan heryvirmaðurin, ið vísti seg at vera hin næsthægsti á krígsskipinum, setti revolvaran í búkin og spurdi: hvar vit høvdu verið? hvat vit gjørdu her? Hvat vit høvdu til last? Og hvørji pappír vit høvdu at vísa fram? Eg segði sum var, at vit høvdu siglt við matvørum og einki ólógligt høvdu umborð. Teir leitaðu síðani í lastini og heilt upp í mastrarnar. Eg hugsi, teir hava hildi pakistanskar hermenn vera umborð, tí teir sóu út at vera ógvuliga nervøsir. Men tá teir einki funnu, gjørdust teir eitt sindur róligari, og vístu seg annars at vera hampuligir menn, serliga yvirmaðurin, og vit fingu góða viðferð.

“Merkið” mála á lastalúkurnar hjá Cathrinu

mynd: Eilif Jógvansson

Hallgrím Thomassen úr Sandavági, fór yvir til Pakistan at loysa maskinmeistarin Henry Hansen av, tí hesin var vorin sjúkur. Hallgrím greiðir frá, at teir vóru ongantíð álopnir av flogførum og vit umborð hildu at tað mundi vera tí at føroyska flaggi líktist tí hjá altjóða Reyða Krossi, tí fingu vit frið.

Í konvoj til India

Elly Frem úr Keypmannahavn hevði í samband við vandasiglingina navnið Gulf Crescent – mynd: PWR

Vit samráddust so aftur og fram og spurdu, hvat teir ætlaðu at gera við okkum, men teir vildu einki siga um, hvar vit skuldu fara, teir skuldu taka okkum til eitt trygt stað, “a safe place” sum teir søgdu. Tað vísti seg sum at teir gjørdu okkum eina góðgerð við at taka okkum. Vit greiddu teimum so frá, at vit vildu sleppa avstað til Colombo á Ceylon, men tað hjálpti einki. So gav hesin næsthægsti boð um, at vit skuldu sigla í konvoj inn til Calcutta í India, og hann skipaði fyri, í hvørji raðfylgju vit skuldu sigla, meðan krígsskipini fylgdu okkum.

Donsku og føroysku skipini sigldu konvoj í hesi raðfylgju:

Gulf Zain (African Proctor)

Gulf Crescent (Elly Frem)

Tina Christensen

Gulf Navigator (Grethe Steen)

Gulf Trader (Christian Holm)

Gulf Princess (Cathrina)

 

Avhoyringar

Tann 8. december 1971 komu vit til Calcutta og vórðu lagdir í eina dokk, tríggir og tríggir, og fingu strangt bann móti at fara í land, har gingur alvápnaðir hermenn á vakt umborð. Vit vórðu tiknir í forhoyr hvønn dag og tráspurdir serliga um skipini, ið lógu í Chittagong, og sum teir vístu seg at hava gott skil á. Vit spurdu hvørjaferð, nær vit vórðu leysgivnir, og tað skuldi vera skjótt, men tað bleiv bara ongantíð. Vit lógu út ímóti trimum vikum.

mynd: Nigel Stokes

Tina Christensen úr Keypmannahavn hevði ikki fingið navnabroyting til krígssiglingina, sum hini skandinavisku skipini, við “Gulf” sum fornavn 

Leysir á jólum

Cathrina úr Miðvági við kai á Langelinie í Keypmannahavn – mynd: Jógvan Pauli Haraldsen

Nakrar dagar áðrenn vit vórðu leyslatnir sluppu vit at fara í land, og jóladag komu boð um, at nú var alt greitt. Vit sigldu so avstað 2. jólamorgun til Calcutta allir saman, men frammanundan høvdu hinir bátarnir, sum høvdu fulla last, verið noyddir at skipa alt upp og gjalda fyri tað afturat.

Vit komu so allir 6 bátarnir til Colombo, har vit lógu einar 14 dagar og síðani skiltust vit í ymsar ættir. Hinir bátarnir fóru heim, meðan ein danskur bátur og vit fóru til Karachi í Vesturpakistan.

Tá sóu vit ikki nógv til kríggji, har var alt liðugt tá, men vit sóu, at har var hent nakað, tí har lógu søkt skip, millum annað ein stórur eingilskur bátur við uppkolaðari brúgv, har 7 eingilskir sjómenn høvdu latið lív, og ein bátur úr Gulf-felagnum, sama felag sum vit sigldu fyri, hevði verið bumbaður, og har var kona skiparan og dóttirin deyðar. Meðan vit sigldu inn móti Karachi mundu vit rent á eitt vrak av einum stórum skipi, sum lá við mastrunum undan. Vit boðaðu frá hesum til myndugleikarnar, og  tað vísti seg, at teir einki vistu um hetta. Men teir saknaðu 3 skip, og hildu teir hetta vera eitt av teimum.

Heimferðin

Cathrina úr Miðvági í uttanlandssigling – mynd: Jónleif Joensen myndasavn

Vit tóku so farm til Muscat í Oman, har vit lógu umleið ein mánað. Haðani fóru vit aftur til Karachi, har vit tóku farm til Bremen í Týsklandi. Heimferðin vardi eina viku yvir tveir mánaðir, av tí at bæði skrokkur og høvuðsmaskina trongdu til at blíva reinsa.

Úr Bremen fóru vit til Danmarkar og síðani til Føroyar, soleiðis at henda eysturferðin kom at vara umleið trý fjórðingsár. Annars eru tað tvey ár síðani Cathrina var í Føroyum.

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

16.06 | 23:54

Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?

...
07.04 | 20:42

Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við

...
07.04 | 20:41

Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlistanum, sum reiðaríið letur til Vanlukkutryggingina.

...
07.04 | 20:41

Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð

...
Du kan lide denne side