 |
 |
|
 |
 |
Skip við kai í Miðvági í 1978 -
Tá alt stóð í besta blóma, tólv skip við kai, harav 5 av 9 "polakkum": Hagaleiti, Vesturleiki, Hamraberg, Lækkaklettur, Heldarstindur
Hini skipini eru: Miðvingur, Hamrafossur, Gullberg, Breiðanes, Aldubáran og eitt farmaskip.
Mynd: Oilwind
Tað var í 1974 at P/F Marknaðarrøkt var sett á stovn og lat Polen-línubátarnar byggja. Hetta var ein røð við 9 systurskipum, millum mannað vanliga nevndir ”polakkarnir“. Skipini blivu
bygd í Stettin í Póllandi, sum línu- og garnaskip, nøkur vórðu umbygd til trolara seinni. Tað serstaka við hesi skipatypu,
var at 4 av 9 skipum fingu heimstað í Vágum, sum nýbygningar. Tað vórðu eisini onnur viðurskifti við hesum skipum, sum gjørdu
at tey gjørdust eyðsýndur partur av landslagnum í Vágum, serliga í Miðvági. ”Polakkarnir“ komu javnan á vitjan hjá J.K.Joensen & Soni í Miðvági, eisini kent sum
Oilwind. Sáttmálin um keyp av 9 línuskipum úr Póllandi, var undirskrivaður 28. juni 1974, ímillum P/F Marknaðarrøkt
hjá Føroya Landstýri og Navimor, prísurin lá um 3,9 milliónir krónur fyri hvørt skipið. Fyrsta skipið skuldi latast 1. oktober í 1975 og síðan eitt skip annan hvønn mánað.
Men seinkingar gjørdu, at fyrstu skipini komu í 1976. Støddin var 32,48 mtr og 7,60 mtr breið, lastin var 197 m3 og agnfrystilast á 20 m3.
Koyggjur vóru til 15 mans. Høvuðsmotorarnir vóru 800 Hk, ávikavist 4 av slagnum Deutz og 5 av slagnum MWM, til hesi 9 skip. Skipini vóru
bygd eftir tekningum, sum Normaritime í Horten í Noreg høvdu gjørt. Øll reiðaríini til tey 9 skipini, vóru upprunaliga,
skipa sum partsreiðarí (P/r) Polskt bygdu systurskipunum komu í hesi raðfylgju: 1. Vaðhorn til Eiðis í 1976 2. Bláfossur til Tvøroyrar í 1976 3. Hamraberg til Miðvágs í 1976 4. Lækkaklettur til Miðvágs í 1976 5. Mascot til Toftir í 1976 6. Núpur til Klaksvíkar í 1976 7. Heldarstindur til Sandavágs í 1977 8. Vesturleiki til Sørvágs í 1977 9. Hagaleiti til Leirvíkar í 1977
ÓSEMJA VIÐ JOHN SMITH
Lækkaklettur, polskt bygdur línubátur frá 1976 og Thomas Nygaard, føroyskt bygdur línubátur frá Vestmanna skipasmiðju í 1972 – Myndir: Eddi Leyni myndasavn
Tá Marknaðarrøkt hevur skriva undir sáttmála við pólsku skipasmiðjuna, setir John Smith vegna sítt felag
Maritim fram krav um upphavsrætt til tekningarnar og krevur at skipasmiðjan byggir skipini eftir hansara tekningum ella leggur hann sak. John Smith metti, at tá Marknaðarrøkt hevði fingið tilboðstilfar við tekningum,
so skuldu skipini byggjast eftir hansara tekningum, men Marknaðarrøkt aftur ímóti, segði seg ikki hava fingið nakrar klassa góðkendar tekningar frá John Smith. Frammanundan hevði ósemja stungi seg upp ímillum Marknaðarrøkt og John Smith, tí hann ikki vildi gera tær broytingar, sum Marknaðarrøkt vildi hava. Millum annað
var ynski sett fram um, at bátarnir skuldu vera 1,10 mtr breiðari og 4 mtr longri, og eisini at innrættingin av skipum skuldi vera ørvísi. Men John Smith helt fast við sínar upprunaligu tekningar og vildi ikki gera
tær broytingar, sum Marknaðarrøkt ynskti. Tískil endaði Marknaðarrøkt yviri í Noreg hjá Normaritime. Annars vórðu 3 skip frá Vestmanna skipasmiðju bygd eftir tekningum hjá John
Smith, tey vórðu Stapin til Toftir í 1969, Thomas Nygaard til Eiðis í 1972 og Sundaenni til Hvannasunds í 1972.
OILWIND
Nýggja smiðjan hjá Oilwind á Heiðatrøðni stóð klár í 1972
Mynd: Oilwind
Fyri smiðjuna J.K.Joensen & Sonur í Miðvági høvdu “polakkarnir” stóran týdning, tí bæði høvðusmotorar
á 800 Hk og hjálpimotorar, vóru MWM og Deutz og smiðjan var føroyskt umboð og seldi hesar motorar. Hin parturin var garna- og línuspølini
og pumpuskipan til hesi og ísetan, og fá ár seinni eisini umleggingin til trolfiskiskap, framleiðsla og ísetan av trol- og hjálpispølum hjá fleiri av hesum skipum.
Um somu tíð sum sáttmálin til teir 9 polskt bygdu línu- og garnabátarnar bleiv undirskrivaður, fær J.K.Joensen & Sonur umboð
uppá MWM motorar í Føroyum. P/F Stella hjá Erling Laksafoss í Klaksvík hevði verið umboð fyri motorarnar fram til tá.
TEY NÍGGJU POLSKT BYGDU SYSTURSKIPINI KOMU Í HESI RAÐFYLGJU:
VAÐHORN
Vaðhorn – mynd: Jónleif Joensen myndasavn
Vaðhorn FD581, Eiði Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi
Bygg.nr. B30/01 Stødd: 182 BRT. Nøvn: 1976 – Vaðhorn FD581, Eiði – P/r Horn v/Petur Reinert 1991 – Sigmund FD581, Toftir – P/F Jómar v/Árni M.Dam, Norðskála 2021 - Upphøgdur
á Skála IMO 7616937
BLÁFOSSUR
Bláfossur – mynd: Jónleif Joensen myndasavn
Bláfossur TG40, Tvøroyri Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin,
Póllandi Bygg.nr. B30/02 Stødd: 182 BRT. Nøvn: 1976 – Bláfossur TG40, Tvøroyri – P/r Nakkur v/Signar
Dam 1990 – Bláfossur TG40, Tvøroyri – Føroya Landstýri 1993 – Bláfossur TG40, Tvøroyri – Martin Djurhuus, Argir 1994 – Bjalto GR6-371, Nuuk – Allan Idd Jensen, Nuuk 1998 – Helene L GR6-245, Nuuk 2005- Helene L GR 6-24, Nuuk 2012 - Upphøgdur IMO 7618416
HAMRABERG
Hamraberg – mynd: Eddi Leyni myndasavn
Hamraberg VA202, Miðvágur Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin,
Póllandi Bygg.nr. B30/03 Stødd: 182 BRT. Nøvn: 1976 – Hamraberg VA202, Miðvágur – P/r Krúnan v/Jens
Eli Ellefsen 1978 –Umbygdur til trolara 1994 – Atlantic LL628, Grundsund
– Lars-Johan Olsen, Grundsund, Svøríki 1995 – Kristin GG295, Donsö – Åse Fiske AB, Donsö, Svøríki 1997 – Kenty GG517, Donsö – Kenty Fiskeri AB, Donsö, Svøríki
2003 - Hållö LL149,Kungshamn - Gunnar Knutsson, Kungshamn 2003 – Upphøgdur IMO 7628631
LÆKKAKLETTUR
Lækkaklettur – mynd: Eddi Leyni myndasavn
Lækkaklettur VA6, Miðvágur Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia,
Stettin, Póllandi Bygg.nr. B30/04 Stødd: 182 BRT.
Nøvn: 1976 – Lækkaklettur VA6, Miðvágur – P/r Gotfred Joensen
1978 –Umbygdur til trolara 1979 – Høgiklettur FD628, Strendir – P/F
Høgiklettur v/J.K.Danielsen 1982 – Vágaklettur VA286, Sandavágur – P/F Glottin v/Svend Åge Ellefsen 1985 – Neptun VN234, Vestmanna – P/F Neptun v/Jan Andreasen 1991 – Runavik GG44, Fiskebäck –
F.V.J.Karlsson, Fiskebäck, Svøríki 2010 – Runavik GG44, Fiskebäck – Runavik Fiskeri AB, Torslanda, Svøríki
2011 – Runavik GG44, Fiskebäck – Bryngeld Fiskeri AB, Vänstra Frölund, Svøríki 2021 – Upphøgdur í Grenaa, Danmark IMO 7628643
MASCOT
Mascot – mynd: Eddi Leyni myndasavn
Mascot FD25, Toftir Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi
Bygg.nr. B30/05 Stødd: 182 BRT. Nøvn: 1976 – Mascot FD25, Toftir – P/r Magn v/Dánial Hansen 2010 – Mascot FD25 – skift eigara?? 2018 – Borðoyarnes KG183, Klaksvík 2020 – Borðoy KG??, Klaksvík 2021 – Upphøgdur á Skála
IMO 7637979
NÚPUR
Núpur – Mynd: Jógvan Eliasen
Núpur KG35, Klaksvík Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin,
Póllandi Bygg.nr. B30/06 Stødd: 182 BRT. Nøvn: 1976 – Núpur KG35, Klaksvík – P/r Núpur
v/Svend Thulesen 1978 - Núpur KG35, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro v/Svend Thulesen 1981 - Núpur BA 4, Patreksfjörður- Skjöldur hf. Patreksfirði. 1982 - Núpur BA 4, Tálknafjörður- Þórsberg
hf. Tálknafirði. 1983 - Núpur ÞH 3, Grenivík- Kaldbakur hf. Grenivík. 1988 - Núpur SU 37,Eskifjörður- Þór hf. Eskifirði. 1990 - Núpur BA 69. Patreksfjörður - Oddi hf. Patreksfirði. 1998 – Longdur í Spanien 2001 – Rak á land við Patreksfjørð,
fekk stóran botnskaða. 2002 – Umfatandi umbygging, nýggja brúgv, og alt stálið skift út í botninum. 2022 – Enn í vinnu í Ísland, sum Núpur IMO
7637981
HELDARSTINDUR
Heldarstindur – mynd: Eddi Leyni myndasavn
Heldarstindur VA36, Sandavágur Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin,
Póllandi Bygg.nr. B30/07 Stødd: 182 BRT.
Nøvn: 1977 – Heldarstindur VA36, Sandavágur – P/r Hamarheld v/Zacharias
Nielsen 1978 –Umbygdur til trolara 19?? – Heldarstindur VA36, Sandavágur
– P/F Hamarheld v/Jens Erik Nielsen 1984 – Sinnopsgassbumbu í troli 22.mars, staddir í Eystursjónum 1990 - Sokkin norðan fyri Bornholm 11.oktober IMO 7637993
VESTURLEIKI
Vesturleiki – mynd: Eddi Leyni myndasavn
Vesturleiki VA221, Sørvágur Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin,
Póllandi Bygg.nr. B30/08 Stødd: 182 BRT. Nøvn: 1977 – Vesturleiki VA221, Sørvágur – P/r N.Niclasen
1978 –Umbygdur til trolara 1978 – Vesturleiki VA221, Sørvágur –
P/r Vesturleiki v/Jósup Henriksen 1984 - Vesturleiki VA221, Sørvágur – P/F Leiki v/Jósup Henriksen 1985 –Vesturleiki VN224, Vestmanna-P/F Guttaviðurbyrgið v/Jan Andreasen 1988 – Bjal GR6-370, Nuuk –
Allan Idd Jensen, Nuuk 1998 - Bjal GR7-180 1999 - Louise L. GR 7-180 2007- Louise II 2008 - Upphøgur í Danmark IMO 7638002
HAGALEITI
Hagaleiti – mynd: Eddi Leyni myndasavn
Hagaleiti FD840, Leirvík Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi Bygg.nr. B30/09 Stødd: 182 BRT. Nøvn: 1977 – Hagaleiti FD840, Leirvík – P/r Hagaleiti v/Jákup Joensen 1978 – Nípan FD840, Saltangará – P/F Lógv v/J.B.Thomsen 1991 –
Odeskär GG850, Vrångö – Odeskär AB v/Erik Andersson, Vrängö, Svøríki 2000 – Longdur, umfatandi umbygging og nýggjan
høvuðsmotor 2013 – Rön GG683, Fiskebäck - Alfhild Fiskeri AB, Donsö 2022 – Enn í vinnu í Svøríki, sum Rön IMO 7638014
FYRSTU BROYTINGAR VÓRÐU Í 1978
Tríggjir av “polakkunum” við kai í Miðvági i 1978, her umbygdir til trolveiðu.
Hamraberg, Lækkaklettur og Heldarstindur -
Mynd: Oilwind
Fyrstu broytingarnar komu longu til sjóndar í 1978, tá løgdu allir 4 polakkarnir í Vágum, Hamraberg, Lækkaklettur, Heldarstindur
og Vesturleiki, um til trolveiðu. Hesari umbygging stóð J.K.Joensen & Sonur fyri.
BROYTINGAR VIÐ NÚPI
Núpur rak á land við Patreksfjørð á heysti í 2001
Her sæst eisin at Núpur er longdur (Spania 1998), men er til at kenna aftur sum “polakkur” -
Mynd: Floti Patreksfirðar
Núpur var seldur úr Klaksvík til Íslands í 1981, íslendingar hava, hóast skiftandi eigarar, hildi navnið Núpur á
skipinum allatíðina. Íslendingar longdu Núp í 1998. Í 2001 rak Núpur á land og fekk stóran skaða á
botnin har nógv stál mátti skiftast, tað var uppá tal at døma skipið vrak. Men soleiðis skuldi ikki vera, og hetta gjørdi, at skipið fekk eina umfatandi umbygging, millum annað nýggja brúgv
og alt stáli skift út í botninum, so at skipið var ikki at kenna aftur, um ein hugsar sær, at hetta var ein av “polakkunum” bygdur til Føroya í 1976.
KG 35 hómast frammi á bógnum -
Mynd: Jói Kára
Annars er Núpur fyrsta skip sum íslendingar hava átt, sum var serbygt til línu- og garnaveiðu Núpur er enn í vinnu í Íslandi, 45 ár eftir at hann var bygdur
BROYTINGAR VIÐ HAGALEITI
Odeskär áðrenn og aftaná umbygging, eitur í dag Rön -
Myndir: Fiskebåtar.se
Hagaleiti hevði stuttan steðg í Leirvík, tí longu í 1977 var skipið selt til Saltangará og fekk navnið Nípan, í
1991 verður “polakkurin” seldur til Svøríkis og fær navnið Odeskär. Odeskär fekk eina umfatandi umbygging, nýggja
brúgv og var longdur í 2000, har eisini høvuðsmotorurin var skiftur. Um ein ikki visti betur, so er ikki til at siga at hetta skipið, sum í
dag eitur Rön, er ein av føroysku “polakkunum” frá 1977.
SINNOPSGASSBUMBA UMBORÐ Á HELDARSTINDI
Heldarstindur - Mynd: Oddmar Gudmundsen
Tann av teimum 9 “polakkunum” sum helst hevur fingið mestu miðlaumrøðuna, er Heldarstindur úr Sandavági. Tað var í 1980, at føroysk skip fóru í Eystursjógvin at royna, Heldarstindur var eitt av skipunum, teir hildu til í Rønne á Bornholm Tann 22.mars í 1984, royndu teir 60 fjórðingar vestur úr Lipaya í russiskum sjógvi í Eystursjónum, tá fekk skipið
eina sinnopsgassbumbu í trolið, sum endaði inni á dekkinum og niðri á fabrikkini á skipinum, hetta fekk ógvusligar fylgjur fyri teir 7 menninar umborð, sum máttu takast av skipinum við tyrlu
Tað er longri grein um Heldarstind her á síðuni www.vagaskip.fo
Heldarstindur úr Sandavági við kai í Rønne á Bornholm, nýtt trol veður sligi undir á kaiini – mynd: Oddmar Gudmundsen
HELDARSTINDUR SØKKUR
Heldarstindur, ímeðan hann enn er á floti útfyri suðursvensku strondini 9. til 11.oktober 1990
Mynd: Klippefly
Einans 6 ár seinni, 9. oktober 1990, vórðu aftur boð eftir Heldarstindi. Ávegis til Rønne á Bornholm at landa, uppdagar manningin at
sjógvur var komin í lastina. Skipið var lagt upp ímóti ættini at andøva og mannigin, ið taldi 6 kom í øllum góðum av skipinum. Tá Heldarstindur hevði andøvt inn ímóti svensku strondini í tvey døgn, tí ætlanin var at lensa skipið tómt inni við land, sakk tað brádliga hin
11. oktober 1990 og liggur nú á 27 metur dýpið, 3 fjórðingar úr Simrishamn á suðurendanum av Svøríki. Heldarstindur
var bara 13 ár og var í góðum standi tá hann sakk.
BROYTINGAR VIÐ BLÁFOSSI
Í Thyborøn hin 19.03.2012 – mynd: Jákup Oluf Breiðaskarð
Tað vórðu ætlanir við fyrrverandi Bláfossi fyrst í 2012, tí umbygging var í gongd umborð í Thyborøn, har
millum annað brúgvin av Krúnuni úr Miðvági var kom uppá “polakkin” at standa. Men um hendan umbyggingin nakrantíð bleiv liðug vita vit ikki. Seinni fekst at vita at fyrrverandi Bláfossur var upphøgdur í 2012, sama ár, sum myndin er tikin
TAKA SAMAN UM
Tey 9 systurskipini, sum á mannamunni í Føroyum vórðu nevnd “polakkarnir” eru ikki til longur í upprunastandi. Í 2021, fóru tvey tey seinastu av systurskipunum, sum vóru eftir í Føroyum, undir saksin á Skála og vórðu upphøgd, tað
vórðu: Sigmund upprunaliga Vaðhorn av Eiði og Borðoyarnes upprunaliga Mascot av Toftum. Samstundis var eitt systurskip, sum var í upprunastandi
og sum endaði í Svøríki og bar navnið “Runavik”, upphøgt í Grenaa í Danmark í 2021, tað var upprunaliga Lækkaklettur úr Miðvági.
Í Fiskebäck í 2020 -
Mynd: Mikael Jansson
Í Fiskebäck í Svøríki 2020 - Á myndini eru tveir av føroysku polakkunum, tann eini er ikki at kenna aftur. Til vinstru Runavik (Lækkaklettur/Høgiklettur/Vágaklettur/Neptun), Báturin til høgru uttast á molanum er Rön, fyrrverandi Hagaleiti 1977, Nípan 1978, seldur
til Svøríkis 1991 og fekk navni Odeskär og seinni Rön, skipið er enn í vinnu.
Sostatt eru tvey av systurskipunum eftir í vinnu í 2022. Tað eina, Núpur, sum er í Íslandi, ið fekk umfatandi umbygging í 2002
og má roknast at vera í góðum standi. Hitt er fyrrverandi Hagaleiti úr Leirvík, sum fekk umfatandi umbygging í 2000 og sær út til at hava nógv ár eftir í sær. Hesi bæði
eru heldur ikki til at kenna aftur, sum “polakkar” Vaðhorn og Mascot vórðu drúgvast í føroyska flotanum, teir hildu í
45 ár. Fýra “polakkar” endaðu í Svøríki. Hagaleiti siglir enn, Lækkaklettur er upphøgdur, Hamraberg
er upphøgdur. Tann fjórði “polakkurin” sum endaði í Svøríki, var Heldarstindur, sum sakk í svenskum sjógvi í Eystursjónum. 2 “polakkar” endaðu í Grønlandi. Vesturleiki var upphøgdur í 2008 í Danmark og Bláfossur fór undir saksin í Danmark í 2012.
Runavik í Runavík 1991 - mynd: Jonleif Joensen myndasavn
“Polakkurin” Lækkaklettur var keyptur úr Føroyum í 1991, og helst hevur drúgva tíðin við kai í Runavík
í samband við umvæling, givið svenskarum íblástur til nýggja navnið á bátinum “Runavik”
Heldarstindur og Ocean Prawns í Rønne – Mynd: Keld Thorsen/Rønne havn før og nu
“Polakkurin” Heldarstindur við kai í Rønne á Bornholm, við síðuna av liggur Ocean Prawns úr Nexø, báðir
fingu somu lagnu og liggja á havsins botni. Heldarstindur sakk í Eystursjónum 11.oktober 1990 og Ocean Prawns sakk í Grønlandi 16.august
1984. Í báðum førum vóru allir mans bjargaðir.
POLSKT BYGDU SYSTURSKIPINI Í FØROYUM 1976-2021
1. Vaðhorn kom til Eiðis í 1976, upphøgdur í Føroyum 2021 (45 ár) 2. Bláfossur kom til Tvøroyrar í 1976, upphøgdur í Danmark 2012 (36 ár) 3. Hamraberg
kom til Miðvágs í 1976, upphøgdur í Svøríki 2003 (27 ár) 4. Lækkaklettur til Miðvágs
í 1976, upphøgdur í Danmark 2021 (45 ár) 5. Mascot til Toftir í 1976, upphøgdur í Føroyum 2021
(45 ár) 6. Núpur til Klaksvíkar í 1976, enn í vinnu í Íslandi 2022 (45+ ár)
7. Heldarstindur til Sandavágs í 1977, sokkin í Eystursjónum 1990 (13 ár) 8. Vesturleiki til Sørvágs í 1977, upphøgdur í Danmark 2008 (31 ár) 9. Hagaleiti
til Leirvíkar í 1977, enn í vinnu í Svøríki 2022 (45+ ár) janerik
|
|
 |
|
|
|