"POLAKKARNIR"

Skip við kai í Miðvági í 1978 - Tá alt stóð í besta blóma, tólv skip við kai, harav 5 av 9 "polakkum": Hagaleiti, Vesturleiki, Hamraberg, Lækkaklettur, Heldarstindur Hini skipini eru: Miðvingur, Hamrafossur, Gullberg, Breiðanes, Aldubáran og eitt farmaskip. Mynd: Oilwind

Tað var í 1974 at P/F Marknaðarrøkt var sett á stovn og lat Polen-línubátarnar byggja.

Hetta var ein røð við 9 systurskipum, millum mannað vanliga nevndir ”polakkarnir“.

Skipini blivu bygd í Stettin í Póllandi, sum línu- og garnaskip, nøkur vórðu umbygd til trolara seinni.

Tað serstaka við hesi skipatypu, var at 4 av 9 skipum fingu heimstað í Vágum, sum nýbygningar.

Tað vórðu eisini onnur viðurskifti við hesum skipum, sum gjørdu at tey gjørdust eyðsýndur partur av landslagnum í Vágum, serliga í Miðvági. ”Polakkarnir“ komu javnan á vitjan hjá J.K.Joensen & Soni í Miðvági, eisini kent sum Oilwind.

Sáttmálin um keyp av 9 línuskipum úr Póllandi, var undirskrivaður 28. juni 1974, ímillum P/F Marknaðarrøkt hjá Føroya Landstýri og Navimor, prísurin lá um 3,9 milliónir krónur fyri hvørt skipið. Fyrsta skipið skuldi latast 1. oktober í 1975 og síðan eitt skip annan hvønn mánað. Men seinkingar gjørdu, at fyrstu skipini komu í 1976.

Støddin var 32,48 mtr og 7,60 mtr breið, lastin var 197 m3 og agnfrystilast á 20 m3. Koyggjur vóru til 15 mans. Høvuðsmotorarnir vóru 800 Hk, ávikavist 4 av slagnum Deutz og 5 av slagnum MWM, til hesi 9 skip.

Skipini vóru bygd eftir tekningum, sum Normaritime í Horten í Noreg høvdu gjørt.

Øll reiðaríini til tey 9 skipini, vóru upprunaliga, skipa sum partsreiðarí (P/r)

Polskt bygdu systurskipunum komu í hesi raðfylgju:

1. Vaðhorn til Eiðis í 1976

2. Bláfossur til Tvøroyrar í 1976

3. Hamraberg til Miðvágs í 1976

4. Lækkaklettur til Miðvágs í 1976

5. Mascot til Toftir í 1976

6. Núpur til Klaksvíkar í 1976

7. Heldarstindur til Sandavágs í 1977

8. Vesturleiki til Sørvágs í 1977

9. Hagaleiti til Leirvíkar í 1977

ÓSEMJA VIÐ JOHN SMITH

Lækkaklettur, polskt bygdur línubátur frá 1976 og Thomas Nygaard, føroyskt bygdur línubátur frá Vestmanna skipasmiðju í 1972 – Myndir: Eddi Leyni myndasavn

Tá Marknaðarrøkt hevur skriva undir sáttmála við pólsku skipasmiðjuna, setir John Smith vegna sítt felag Maritim fram krav um upphavsrætt til tekningarnar og krevur at skipasmiðjan byggir skipini eftir hansara tekningum ella leggur hann sak. John Smith metti, at tá Marknaðarrøkt hevði fingið tilboðstilfar við tekningum, so skuldu skipini byggjast eftir hansara tekningum, men Marknaðarrøkt aftur ímóti, segði seg ikki hava fingið nakrar klassa góðkendar tekningar frá John Smith.

Frammanundan hevði ósemja stungi seg upp ímillum Marknaðarrøkt og John Smith, tí hann ikki vildi gera tær broytingar, sum Marknaðarrøkt vildi hava. Millum annað var ynski sett fram um, at bátarnir skuldu vera 1,10 mtr breiðari og 4 mtr longri, og eisini at innrættingin av skipum skuldi vera ørvísi. Men John Smith helt fast við sínar upprunaligu tekningar og vildi ikki gera tær broytingar, sum Marknaðarrøkt ynskti. Tískil endaði Marknaðarrøkt yviri í Noreg hjá Normaritime. Annars vórðu 3 skip frá Vestmanna skipasmiðju bygd eftir tekningum hjá John Smith, tey vórðu Stapin til Toftir í 1969, Thomas Nygaard til Eiðis í 1972 og Sundaenni til Hvannasunds í 1972.

OILWIND

Nýggja smiðjan hjá Oilwind á Heiðatrøðni stóð klár í 1972 Mynd: Oilwind

Fyri smiðjuna J.K.Joensen & Sonur í Miðvági høvdu “polakkarnir” stóran týdning, tí bæði høvðusmotorar á 800 Hk og hjálpimotorar, vóru MWM og Deutz og smiðjan var føroyskt umboð og seldi hesar motorar.

Hin parturin var garna- og línuspølini og pumpuskipan til hesi og ísetan, og fá ár seinni eisini umleggingin til trolfiskiskap, framleiðsla og ísetan av trol- og hjálpispølum hjá fleiri av hesum skipum.

Um somu tíð sum sáttmálin til teir 9 polskt bygdu línu- og garnabátarnar bleiv undirskrivaður, fær J.K.Joensen & Sonur umboð uppá MWM motorar í Føroyum. P/F Stella hjá Erling Laksafoss í Klaksvík hevði verið umboð fyri motorarnar fram til tá.

TEY NÍGGJU POLSKT BYGDU SYSTURSKIPINI KOMU Í HESI RAÐFYLGJU:

 

VAÐHORN

Vaðhorn – mynd: Jónleif Joensen myndasavn

Vaðhorn FD581, Eiði

Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi

Bygg.nr. B30/01

Stødd: 182 BRT.

Nøvn:

1976 – Vaðhorn FD581, Eiði – P/r Horn v/Petur Reinert

1991 – Sigmund FD581, Toftir – P/F Jómar v/Árni M.Dam, Norðskála

2021 - Upphøgdur á Skála

 

IMO 7616937

BLÁFOSSUR

Bláfossur – mynd: Jónleif Joensen myndasavn

Bláfossur TG40, Tvøroyri

Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi
Bygg.nr. B30/02
Stødd: 182 BRT.
Nøvn:
1976 – Bláfossur TG40, Tvøroyri – P/r Nakkur v/Signar Dam
1990 – Bláfossur TG40, Tvøroyri – Føroya Landstýri
1993 – Bláfossur TG40, Tvøroyri – Martin Djurhuus, Argir
1994 – Bjalto GR6-371, Nuuk – Allan Idd Jensen, Nuuk
1998 – Helene L GR6-245, Nuuk
2005- Helene L GR 6-24, Nuuk

2012 - Upphøgdur

 

IMO 7618416

HAMRABERG

Hamraberg – mynd: Eddi Leyni myndasavn

Hamraberg VA202, Miðvágur

Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi
Bygg.nr. B30/03
Stødd: 182 BRT.
Nøvn:
1976 – Hamraberg VA202, Miðvágur – P/r Krúnan v/Jens Eli Ellefsen

1978 –Umbygdur til trolara
1994 – Atlantic LL628, Grundsund – Lars-Johan Olsen, Grundsund, Svøríki
1995 – Kristin GG295, Donsö – Åse Fiske AB, Donsö, Svøríki
1997 – Kenty GG517, Donsö – Kenty Fiskeri AB, Donsö, Svøríki
2003 - Hållö LL149,Kungshamn - Gunnar Knutsson, Kungshamn
2003 – Upphøgdur

 

IMO 7628631

LÆKKAKLETTUR

Lækkaklettur – mynd: Eddi Leyni myndasavn

Lækkaklettur VA6, Miðvágur

Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi

Bygg.nr. B30/04

Stødd: 182 BRT.

Nøvn:

1976 – Lækkaklettur VA6, Miðvágur – P/r Gotfred Joensen

1978 –Umbygdur til trolara

1979 – Høgiklettur FD628, Strendir – P/F Høgiklettur v/J.K.Danielsen

1982 – Vágaklettur VA286, Sandavágur – P/F Glottin v/Svend Åge Ellefsen

1985 – Neptun VN234, Vestmanna – P/F Neptun v/Jan Andreasen

1991 – Runavik GG44, Fiskebäck – F.V.J.Karlsson, Fiskebäck, Svøríki

2010 – Runavik GG44, Fiskebäck – Runavik Fiskeri AB, Torslanda, Svøríki

2011 – Runavik GG44, Fiskebäck – Bryngeld Fiskeri AB, Vänstra Frölund, Svøríki

2021 – Upphøgdur í Grenaa, Danmark

 

IMO 7628643

MASCOT

Mascot – mynd: Eddi Leyni myndasavn

Mascot FD25, Toftir

Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi

Bygg.nr. B30/05

Stødd: 182 BRT.

Nøvn:

1976 – Mascot FD25, Toftir – P/r Magn v/Dánial Hansen

2010 – Mascot FD25 – skift eigara??

2018 – Borðoyarnes KG183, Klaksvík

2020 – Borðoy KG??, Klaksvík

2021 – Upphøgdur á Skála

 

IMO 7637979

NÚPUR

Núpur – Mynd: Jógvan Eliasen

Núpur KG35, Klaksvík

Bygdur 1976 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi
Bygg.nr. B30/06
Stødd: 182 BRT.
Nøvn: 
1976 – Núpur KG35, Klaksvík – P/r Núpur v/Svend Thulesen
1978 - Núpur KG35, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro v/Svend Thulesen
1981 - Núpur BA 4, Patreksfjörður- Skjöldur hf. Patreksfirði.
1982 - Núpur BA 4, Tálknafjörður- Þórsberg hf. Tálknafirði.
1983 - Núpur ÞH 3, Grenivík- Kaldbakur hf. Grenivík.
1988 - Núpur SU 37,Eskifjörður- Þór hf. Eskifirði.
1990 - Núpur BA 69. Patreksfjörður - Oddi hf. Patreksfirði.
1998 – Longdur í Spanien
2001 – Rak á land við Patreksfjørð, fekk stóran botnskaða.
2002 – Umfatandi umbygging, nýggja brúgv, og alt stálið skift út í botninum.

2022 – Enn í vinnu í Ísland, sum Núpur

 

IMO 7637981

HELDARSTINDUR

Heldarstindur – mynd: Eddi Leyni myndasavn

Heldarstindur VA36, Sandavágur

Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi

Bygg.nr. B30/07

Stødd: 182 BRT.

Nøvn:

1977 – Heldarstindur VA36, Sandavágur – P/r Hamarheld v/Zacharias Nielsen

1978 –Umbygdur til trolara

19?? – Heldarstindur VA36, Sandavágur – P/F Hamarheld v/Jens Erik Nielsen

1984 – Sinnopsgassbumbu í troli 22.mars, staddir í Eystursjónum

1990 - Sokkin norðan fyri Bornholm 11.oktober

 

IMO 7637993

VESTURLEIKI

Vesturleiki – mynd: Eddi Leyni myndasavn

Vesturleiki VA221, Sørvágur

Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi
Bygg.nr. B30/08
Stødd: 182 BRT.
Nøvn:
1977 – Vesturleiki VA221, Sørvágur – P/r N.Niclasen

1978 –Umbygdur til trolara
1978 – Vesturleiki VA221, Sørvágur – P/r Vesturleiki v/Jósup Henriksen

1984 - Vesturleiki VA221, Sørvágur – P/F Leiki v/Jósup Henriksen
1985 –Vesturleiki VN224, Vestmanna-P/F Guttaviðurbyrgið v/Jan Andreasen
1988 – Bjal GR6-370, Nuuk – Allan Idd Jensen, Nuuk
1998 - Bjal GR7-180
1999 - Louise L. GR 7-180
2007- Louise II

2008 - Upphøgur í Danmark

 

IMO 7638002

HAGALEITI

Hagaleiti – mynd: Eddi Leyni myndasavn

Hagaleiti FD840, Leirvík

Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póllandi
Bygg.nr. B30/09
Stødd: 182 BRT.
Nøvn:
1977 – Hagaleiti FD840, Leirvík – P/r Hagaleiti v/Jákup Joensen
1978 – Nípan FD840, Saltangará – P/F Lógv v/J.B.Thomsen
1991 – Odeskär GG850, Vrångö – Odeskär AB v/Erik Andersson, Vrängö, Svøríki

2000 – Longdur, umfatandi umbygging og nýggjan høvuðsmotor

2013 – Rön GG683, Fiskebäck - Alfhild Fiskeri AB, Donsö

2022 – Enn í vinnu í Svøríki, sum Rön

 

IMO 7638014

FYRSTU BROYTINGAR VÓRÐU Í 1978

Tríggjir av “polakkunum” við kai í Miðvági i 1978, her umbygdir til trolveiðu. Hamraberg, Lækkaklettur og Heldarstindur - Mynd: Oilwind

Fyrstu broytingarnar komu longu til sjóndar í 1978, tá løgdu allir 4 polakkarnir í Vágum, Hamraberg, Lækkaklettur, Heldarstindur og Vesturleiki, um til trolveiðu. Hesari umbygging stóð J.K.Joensen & Sonur fyri.

BROYTINGAR VIÐ NÚPI

Núpur rak á land við Patreksfjørð á heysti í 2001 Her sæst eisin at Núpur er longdur (Spania 1998), men er til at kenna aftur sum “polakkur” - Mynd: Floti Patreksfirðar

Núpur var seldur úr Klaksvík til Íslands í 1981, íslendingar hava, hóast skiftandi eigarar, hildi navnið Núpur á skipinum allatíðina.

Íslendingar longdu Núp í 1998. Í 2001 rak Núpur á land og fekk stóran skaða á botnin har nógv stál mátti skiftast, tað var uppá tal at døma skipið vrak. Men soleiðis skuldi ikki vera, og hetta gjørdi, at skipið fekk eina umfatandi umbygging, millum annað nýggja brúgv og alt stáli skift út í botninum, so at skipið var ikki at kenna aftur, um ein hugsar sær, at hetta var ein av “polakkunum” bygdur til Føroya í 1976.

KG 35 hómast frammi á bógnum - Mynd: Jói Kára

Annars er Núpur fyrsta skip sum íslendingar hava átt, sum var serbygt til línu- og garnaveiðu

Núpur er enn í vinnu í Íslandi, 45 ár eftir at hann var bygdur

BROYTINGAR VIÐ HAGALEITI

Odeskär áðrenn og aftaná umbygging, eitur í dag Rön - Myndir: Fiskebåtar.se

Hagaleiti hevði stuttan steðg í Leirvík, tí longu í 1977 var skipið selt til Saltangará og fekk navnið Nípan, í 1991 verður “polakkurin” seldur til Svøríkis og fær navnið Odeskär.

Odeskär fekk eina umfatandi umbygging, nýggja brúgv og var longdur í 2000, har eisini høvuðsmotorurin var skiftur.

Um ein ikki visti betur, so er ikki til at siga at hetta skipið, sum í dag eitur Rön, er ein av føroysku “polakkunum” frá 1977.

SINNOPSGASSBUMBA UMBORÐ Á HELDARSTINDI

Heldarstindur - Mynd: Oddmar Gudmundsen

Tann av teimum 9 “polakkunum” sum helst hevur fingið mestu miðlaumrøðuna, er Heldarstindur úr Sandavági.

Tað var í 1980, at føroysk skip fóru í Eystursjógvin at royna, Heldarstindur var eitt av skipunum, teir hildu til í Rønne á Bornholm

Tann 22.mars í 1984, royndu teir 60 fjórðingar vestur úr Lipaya í russiskum sjógvi í Eystursjónum, tá fekk skipið eina sinnopsgassbumbu í trolið, sum endaði inni á dekkinum og niðri á fabrikkini á skipinum, hetta fekk ógvusligar fylgjur fyri teir 7 menninar umborð, sum máttu takast av skipinum við tyrlu

Tað er longri grein um Heldarstind her á síðuni www.vagaskip.fo

Heldarstindur úr Sandavági við kai í Rønne á Bornholm, nýtt trol veður sligi undir á kaiini – mynd: Oddmar Gudmundsen

HELDARSTINDUR SØKKUR

Heldarstindur, ímeðan hann enn er á floti útfyri suðursvensku strondini 9. til 11.oktober 1990 Mynd: Klippefly

Einans 6 ár seinni, 9. oktober 1990, vórðu aftur boð eftir Heldarstindi. Ávegis til Rønne á Bornholm at landa, uppdagar manningin at sjógvur var komin í lastina. Skipið var lagt upp ímóti ættini at andøva og mannigin, ið taldi 6 kom í øllum góðum av skipinum.

Tá Heldarstindur hevði andøvt inn ímóti svensku strondini í tvey døgn, tí ætlanin var at lensa skipið tómt inni við land, sakk tað brádliga hin 11. oktober 1990 og liggur nú á 27 metur dýpið, 3 fjórðingar úr Simrishamn á suðurendanum av Svøríki.

Heldarstindur var bara 13 ár og var í góðum standi tá hann sakk.

BROYTINGAR VIÐ BLÁFOSSI

Í Thyborøn hin 19.03.2012 – mynd: Jákup Oluf Breiðaskarð

Tað vórðu ætlanir við fyrrverandi Bláfossi fyrst í 2012, tí umbygging var í gongd umborð í Thyborøn, har millum annað brúgvin av Krúnuni úr Miðvági var kom uppá “polakkin” at standa. Men um hendan umbyggingin nakrantíð bleiv liðug vita vit ikki.

Seinni fekst at vita at fyrrverandi Bláfossur var upphøgdur í 2012, sama ár, sum myndin er tikin

TAKA SAMAN UM

Tey 9 systurskipini, sum á mannamunni í Føroyum vórðu nevnd “polakkarnir” eru ikki til longur í upprunastandi.

Í 2021, fóru tvey tey seinastu av systurskipunum, sum vóru eftir í Føroyum, undir saksin á Skála og vórðu upphøgd, tað vórðu: Sigmund upprunaliga Vaðhorn av Eiði og Borðoyarnes upprunaliga Mascot av Toftum.

Samstundis var eitt systurskip, sum var í upprunastandi og sum endaði í Svøríki og bar navnið “Runavik”, upphøgt í Grenaa í Danmark í 2021, tað var upprunaliga Lækkaklettur úr Miðvági.

Í Fiskebäck í 2020 - Mynd: Mikael Jansson

Í Fiskebäck í Svøríki 2020 - Á myndini eru tveir av føroysku polakkunum, tann eini er ikki at kenna aftur.

Til vinstru Runavik (Lækkaklettur/Høgiklettur/Vágaklettur/Neptun), Báturin til høgru uttast á molanum er Rön, fyrrverandi Hagaleiti 1977, Nípan 1978, seldur til Svøríkis 1991 og fekk navni Odeskär og seinni Rön, skipið er enn í vinnu.

Sostatt eru tvey av systurskipunum eftir í vinnu í 2022. Tað eina, Núpur, sum er í Íslandi, ið fekk umfatandi umbygging í 2002 og má roknast at vera í góðum standi. Hitt er fyrrverandi Hagaleiti úr Leirvík, sum fekk umfatandi umbygging í 2000 og sær út til at hava nógv ár eftir í sær. Hesi bæði eru heldur ikki til at kenna aftur, sum “polakkar”

Vaðhorn og Mascot vórðu drúgvast í føroyska flotanum, teir hildu í 45 ár.

Fýra “polakkar” endaðu í Svøríki. Hagaleiti siglir enn,  Lækkaklettur er upphøgdur, Hamraberg er upphøgdur. Tann fjórði “polakkurin” sum endaði í Svøríki, var Heldarstindur, sum sakk í svenskum sjógvi í Eystursjónum.

2 “polakkar” endaðu í Grønlandi. Vesturleiki var upphøgdur í 2008 í Danmark og Bláfossur fór undir saksin í Danmark í 2012.

Runavik í Runavík 1991 - mynd: Jonleif Joensen myndasavn

“Polakkurin” Lækkaklettur var keyptur úr Føroyum í 1991, og helst hevur drúgva tíðin við kai í Runavík í samband við umvæling, givið svenskarum íblástur til nýggja navnið á bátinum “Runavik” 

Heldarstindur og Ocean Prawns í Rønne – Mynd: Keld Thorsen/Rønne havn før og nu

“Polakkurin” Heldarstindur við kai í Rønne á Bornholm, við síðuna av liggur Ocean Prawns úr Nexø, báðir fingu somu lagnu og liggja á havsins botni.

Heldarstindur sakk í Eystursjónum 11.oktober 1990 og Ocean Prawns sakk í Grønlandi 16.august 1984. Í báðum førum vóru allir mans bjargaðir.

 

POLSKT BYGDU SYSTURSKIPINI Í FØROYUM 1976-2021

1. Vaðhorn kom til Eiðis í 1976, upphøgdur í Føroyum 2021 (45 ár)

2. Bláfossur kom til Tvøroyrar í 1976, upphøgdur í Danmark 2012 (36 ár)

3. Hamraberg kom til Miðvágs í 1976, upphøgdur í Svøríki 2003 (27 ár)

4. Lækkaklettur til Miðvágs í 1976, upphøgdur í Danmark 2021 (45 ár)

5. Mascot til Toftir í 1976, upphøgdur í Føroyum 2021 (45 ár)

6. Núpur til Klaksvíkar í 1976, enn í vinnu í Íslandi 2022 (45+ ár)

7. Heldarstindur til Sandavágs í 1977, sokkin í Eystursjónum 1990 (13 ár)

8. Vesturleiki til Sørvágs í 1977, upphøgdur í Danmark 2008 (31 ár)

9. Hagaleiti til Leirvíkar í 1977, enn í vinnu í Svøríki 2022 (45+ ár)

 

janerik

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

16.06 | 23:54

Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?

...
07.04 | 20:42

Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við

...
07.04 | 20:41

Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlistanum, sum reiðaríið letur til Vanlukkutryggingina.

...
07.04 | 20:41

Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð

...
Du kan lide denne side