Bókaummæli Vesturvón

Jóan Pauli Joensen ummælir bókina Vesturvón

15. december 2019


Jóan Pauli Joensen ummælir bókina Vesturvón

Jan Erik Simonsen hevur skrivað eina sera áhugaverda bók um tann fyrsta hekkutrolaran Vesturvón. Hann setur hann í ein størri samanhang, og letur eisini fólk, sum hava havt við hetta skip at gera, sum í síni tíð var stoltleikin hjá sørvingum, siga sína søgu.

 

Tað hevur ikki verið mín lutur at balast á sjónum, havi nóg illa pissa í saltan sjógv. Hin vegin havi eg landað og lossað, sum so mangir aðrir, tá eg var ungur. Tað mann hava verið í 1959, eg var fyltur 14 og farin úr skúlanum. Tá var eg so óheppin, at detta niður á dekkið á Vesturvón og meiddi meg í lærið. Heilt galið kann tað tó ikki hava verið, tí eg helt áfram við arbeiðinum á flakavirkinum. Tá fekk eg eina slisku í høvdið, so nøsin flaknaði og skrædnaði. Karen Boe Niclasen var kommunulækni í Vágum tá. Hon seymaði mær nøsina aftur, men arrið er enn sjónligt millum nasagluggarnar. Eitt sindur í ørviti, mann eg hava verið, tí eg fór í seingina. Slapp ikki sjálvur úr klæðunum. Mamma hjálpti mær. Tá hon sá at alt lærið var blátt, øtaðist hon, og spurdi, hví eg onki hevði sagt. Eg helt, at tað var nóg mikið, at hon sá at nøsin var farin í fillur, og at eingin orsøk var at fortelja, at eg eisini var dottin niður á dekki á Vestuvón sama dag.

Eitt sindur av tilknýti havi eg sostatt til ta rúgvismiklu bók, sum Jan Erik Simonsen hevur lagt úr hondum. Um 600 blaðsíður er hon til støddar. Hann fer víða um í søgu síni. Sigur ikki bert frá um søguna hjá skipunum við navninum Vesturvón, men eisini frá tí virksemi, sum var undan teimum. Hann sigur eisini frá teimum íverksetarum, sum tað eitur nú á døgum, sum stóðu aftanfyri tað skip, sum hann skrivar um. Lívssøgan hjá mongum teirra, sum hava siglt við Vesturvón, fær eisini rúmd  í bókini  Bókin endar við eini dramatiskari og langari sjórøvara søgu um tað, sum hendi við hekkutrolaranum Vesturvón, eftir at hann var seldur av landinum og undir navninum Thunder.  

Nógv er sostatt fylt í bókina. Tað sæst á øllum brøgdum at Jan Erik Simonsen er hjartans fegin fyri alt tað tilfar, sum hann hevur savnað saman, og sum hann so gestablíður borðreiðir við á hesum siglingasøguliga sjálvtøkuborðinum um Vesturvón. Hann málar við breiðum pensli, og tað skal eisini sigast, at hann dugir sera væl at skrivað. Málið er ofta leikandi lætt og skjótt og áhugavert at lesa. Hann setur Vesturvónirnar  inn í eitt størri skipasøgulig høpi ikki bert í Sørvági, men fyri Føroyar í síni heild. Serliga trolarasøguna. Tann sum ikki dugir skipasøguna frammanundan, fær partar av henni ókeypis í hesi bók frá honum. Tað er eisini galdandi fyri annað, sum er rundanum.  Eitt nú fáa vit at nógv at vita um søguna hjá norsku skipasmiðjunum, sum smíðaðu skip til føroyingar um tað mundið. Neyvan hava teir havt fult álit á føroyingum, tá teir løgdu hald á Vesturvón, tí peningurin fyri skipið ikki fall til tíðina. Kanska vónaðu teir at fáa meira burturúr, tí Findus var áhuga at keypa skipið fyri eina hægri upphædd enn tað, sum stóð í sáttmálanum. Ikki sørt spennandi at lesa nú so mong ár aftaná.

Søgan hjá hekkutrolaranum byrjaði við línubátinum Vesturvón. Hesum línubáti gekst væl, so fitt av peningi lá eftir, tá hann var seldur til Noregs. Tað var júst í eini tíð, tá nógvur tørvur var á fiskiførum, og eingin hevði tol til at bíða eftir at fáa bygt nýtt. Við tí sum var eftir fyrsta Vesturvón, byrjaði ein nýggjur leikur í hesum talvi.

Stellufyritøkan í Klaksvík var tá komin við teimum fyrstu hekkutrolarum til Føroyar.  Um hekkutrolasøguna annars, kanst tú lesa meira um í bókini, tí har er hon væl lýst. Stellufyritøkan kom at verða fløkt upp í tann fyrsta hekkutrolarin Vesturvón frá byrjan av. Tað var í fyrsta umfari sum ráðgevarar og umboðsmenn. Hetta gekk alt upp á stás.  Sum so ofta, tá stór tøk skulu takast, komu tað at vera fíggjarligir trupulleikar. Ikki minst tí alt kom at verða dýrari enn vænta. Trupulleikar vóru vist í minst tveimum umførum. 

Eitt var at fáa nóg mikið av eginpeningi, og hitt var at fáa tey landskassaveðhald, sum skuldu til, fyri at fáa alt at bera til. Greitt verður frá, hvør í Sørvági setti pening í felagið – kommunan kom eisini upp í part. Tá avtornaði var eginpeningurin ikki nóg stórur til tað, sum kravdist fyri at fáa landskassaveðhald. Eisini kom skipið at verða dýrari. Her kom  Stellufyritøkan upp í leikin. Teir settu pening í og bjargaðu allari verkætlanini í fyrsta umfari. Men tað skuldu teir sjálvandi eisini hava okkurt aftur fyri, sum kanska ikki var heilt órímiligt. Eitt nú at umboða Vesturvón, tá veiðan skuldi seljast.

Um sørvingarnir vóru ov góðtrúnir ella bláoygdir, ber ikki til at siga, tí alt var so skjótt um at fara, tá skipið skuldi bjargast. Tað sæst á tí, sum verður sagt í søguni, at hekkutrolarin  Vesturvón longu í føðingini mundi gloppi sørvingum av hondum. Hann var eisini onkuntíð seinni í fíggjarliga tungum sjógvi og bjargaður bygdini á strikuni. Talan var jú um eitt gott, modernað skip, sum fleiri vildu hava hendur í. 

Seinni gjørdu sørvingarnir seg leysan av Stellufyritøkuni, men tað gekk vist ikki heilt friðarliga fyri seg. Hetta er alt ein áhugaverd søga, sum verður skynsamliga søgd av Jan Erik Simonsen.

Tað hevur eydnast høvundinum at geva hekkutrolaranum – stoltleikanum hjá sørvingum, tað tíð tað var – bæði lív og sál í hesi bókini. Sjálvt lýsingarnar av spesifikatiónum á skipinum sjálvum, tá tað var bygt, alt tað tekniska, maskinrúmið og hvørt av sínum verður væl lýst. Eisini tað, at skipið kom at verða dýrari, tí gingið var burtur frá, at hann skuldi vera kombineraður saltfiska og flakatrolari. Hann kom at vera flakatrolari burturav, og tað gjørdi skipið dýrari.

Tað sigur seg sjálvt, at Baader flakalinjur og alt tað, sum hevur við  “fabrikkina” umborð at gera hevur týdning í medvitnum hjá teimum, sum hava sítt lívsstarv har, og at tað hevur áhuga hjá mongum. Spesifikatiónir siga teimum nógv meira enn okkum, sum bert eta flakið. Har er ein tilvísingarkarmur, sum skapar sína egnu mentan og egnu fatan millum tey, sum skilja hann og liva í hesum karmi. Har er sjálvandi nógv at tosa um, og tað verður alt lýst eins og hagtøl og annað siga sítt fyri honum ella henni, sum hevur áhuga í teimum. Myndatilfarið í bókini er eisini fjølbroytt og gott.

At tað var ein syrgilig søga, tá maskinan tvær ferðir fór í knús, sigur seg sjálvt. Tað var einki stuttligt. Heldur ikki tað, sum kom aftaná við sjóforkláringum og øðrum. Ikki minst stríðið um bjargingarpening. Vit eru jú millum veiðumenn, og bjarging er eisini veiða, har sum mest skal fáast  burturúr –  og tryggingarnar vilja helst sleppa av við sum minst, tá tryggingarnar skulu gjaldast

At skiparin, báðu ferðina hetta hendi at maskinan fór í knús var, javnaldurin Jósup Henriksen, sum sat undir liðuni á mær, tá vit gingu í preliminerskúla í Miðvágs-Sandavágs Skúla, ger tað meir persónligt. At sambandi millum maskinmeistararnar er persónligt og kensluborið er kanska heldur ikki so løgi. Maskinan, pumpur og alt tað, er blóðrenslið í skipinum og tí sera  persónligt fyri teir, sum vara av øllum hesum. Tað er tí heldur ikki at undrast á, at ein av maskinmeistarunum  kendi  seg noyddan at koma við rættleiðingum til  eitt útvarpsfólk, sum tápuligt og rangt hevði endurgivið okkurt frá sjóforhoyrinum. Tað vildi hann ikki hava sitandi á sær, og mótmælti tí í bløðunum. 

Jan Erik Simonsen dugir væl at flætta alt hetta saman og skapa høpi í, so tað er vert og spennandi at lesa

Tað er eisini spennandi at lesa um fólkini, sum tóku stig til hekkutrolaran Vesturvón og teirra ágrýtni. Tað var í hesum sambandi syndarligt, at Jóhannes Niclasen, sum kanska var tann ídnasti aftanfyri, skuldi koma útfyri óhappi í Mykinesi og doyggja av løsti, hann fekk. Hann slapp ikki at heysta alt tað, sum hann hevði verið við til at sáa.  Tíbetur vóru tað aðrir sum kundu taka yvir.

Vesturvón varð seldur av landinum, men søgan hjá hesum skipi endaði ikki har. Tað seinastu tíðina Vesturvón – nú undir navninum Thunder– gjørdi vart við seg í altjóða miðlum fari eg at lata liggja. Tað sum tá hendi, høvdu føroyingar onga ábyrgd av. Kortini er tað sera spennandi lestur, sum leggur meira dramatikk at hesum góða sørvágsskipi. 

Miðjan av bókini eru lívssøgur hjá teimum, sum siglt hava við Vesturvón, skiparum og manning. Søgurnar eru ikki bert um teirra lív umborð, men vit fáa eisini at síggja, hvat hesir menn eisini hava fingist við í aðrar mátar í lívi teirra. Í mongum førum eru tað upptiknar og endurgivnar samrøður, har menninir sjálvir siga frá, og seta nýtt og eitt sindur øðrvísi ljós á tað, sum Jan Erik Simonsen hevur greitt frá í fyrru helvt av bókini. Tað gera eisini tey fólk, sum hava havt við tey, sum áttu Vesturvón at gera. Har verður ymiskt ljós sett á alt tað sum fór fram. Lívssøgurnar eru áhugaverdar í sjálvum sær, og fyri tey, sum persónliga kenna fólkini, mugu tær hava uppaftur størri áhuga, enn fyri fólk flest.

Tað kom ein annar Vesturvón aftan á tann henda, sum bókin er um. Hann var eisini seldur av bygdini og er ein heilt onnur søga, sum ikki er minni dramatiskt. Øll vóru ikki so fegin um hesa sølu. Veiða og skip høvdu nú í eini nýggjari kapitalistiskari siðvenju fingið eitt nýtt og øðrvísi lív, har tað eru pengarnir og størri áhugamál, sum fólkið flyta. Eg minnist at mammubeiggi mín, sum sat í nevndini fyri Vesturvón, næstan græt, tá tað hendi at Vesturvón fór úr bygdini. Tað var ikki við hansara vilja segði hann, og tað var ikki soleiðis, at hann hevði hugsað tað, tá tað í síni tíð var gjørt alt fyri at útvega arbeiðspláss til bygdina. Tað er alt ein onnur søga, sum Jan Erik Simonsen eisini kann taka upptil viðgerðar.

Sum søgugranskari kundi ein sjálvandi hugsa sær okkurt skipað og framlagt øðrvísi, men tað fari eg at lata liggja og eingin grund er at grenja um tað. Bókin er sum hon er, ein sera áhugaverd heimild, sum søgufólk kunnu fáa nyttu burtur úr.

Bókin Vesturvón er ein áhugaverd bók, skriva við hjartanum av manni, sum hevur nakað at bera fram, og sum er glaður fyri at gera tað. Bókin er verd at lesa og løtt at lesa, og Jan Erik Simonsen, dugir væl at skriva, og tað hevur nógv at siga, tá ein heldur seg til at fara undir eina bók.

Vesturvón – tí tað skal vera ein vón fyri vestan

Forlagið á Merkrunum 2019

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

17.07 | 21:08

virkilega skemmtileg síða um sögu báta í færeyjum. Takk fyrir mig. eyjolfur.

...
13.05 | 20:05

Hassurin was my grandfather. My mother was his 8th child. He was an amazing figure and we loved our times with him! Thank you for this history of his life!

...
08.09 | 01:33

Viðv Morgunstjørnan VA11 - her finna tit søguna hjá D/B Ruth í stuttum á Facebook profilinum hjá Tobba Vinaliga ÁD

...
29.06 | 01:11

Serða áhugavert at lesa søguna um Heimdal, árið 1919 var pápi mín føddur, 1919
hann var uppkallaður eftir Elias í Rættará,so Elias í Rættará var langabbi mín.

...
Du kan lide denne side