Vesturskin VA320 1986

VESTURSKIN VA320 - SØRVÁGUR
Myndir: Karmal Olsen eldri myndasavn - Eddi Leyni - Jónleif Joensen - Jan Erik Simonsen

Sørvágstrolarin Vesturskin.

Tá ein nevnir ”sørvágstrolarin Vesturskin” , so eru tríggir trolarar at velja ímillum, tann fyrsti var ein koltrolari sum kom til Sørvágs í 1947. Tað var Vága Trolarafelag við Dánjal Niclasen á odda í átti hendan Vesturskin.

Í 1986 kom aftur ein trolari við navninum Vesturskin, tað var eitt felag í Sørvági við Birgir Michelsen, Dánjal Paula Zachariassen og Suna Jacobsen á odda, ið lat skipið byggja á Skála. Og tað verður eisini tann sørvágstrolarin Vesturskin vit fara at umrøða.

Ein triðji Vesturskin var ein íslendskur trolari keyptur til Føroyar av felag hjá Aksel Hansen í Havn, hesin bleiv yvirtikin av felag í Sørvági, sum eftirkomararnir hjá Jósup Henriksen áttu.

Ein fjóðri Vesturskin var ein 30 tonsari í Havn frá 1972, Vesturskin TN170, í 1981 er hesin sami 30 tonsarin heimahoyrandi í Sandavági við sama navnið Vesturskin VA170, tað var felag hjá Jógvan Paula Haraldsen sum átti.

Tann sørvágstrolarin Vesturskin vit her fara at lýsa, var trolarin bygdur til Sørvágs í 1986.

Tá ein á einum frá Føroyum so fjarskotnum stað sum Walvis Bay í Namibia,  - fleiri enn 6000 fjóðringar heiman í frá -  møtir sama skipið knapt 33 ár seinni, fara tankarnir at sveima, og myndir og søga verður leita fram.

Sørvágur - Walvis Bay fleiri enn 6000 fjóðringar sjóvegis - Mynd: Google
Vesturskin flaggskrýddur í 1986 - Mynd: Jónleif Joensen

Vesturskin - handan og dópur á Skála.

Tað var leygardagin tann 15. mars í 1986 at nýbygdi Vesturskin bleiv latin eigarunum í P/F Núgvunes í Sørvági, oddamenn í felagnum eru Birgir Michelsen,skipari í P/F Mykines,  Dánjal Pauli Zachariassen, ið verður skipari og Suni Jacobsen, ið verður reiðari.

Tað er Skála Skipasmiðja sum hevur bygt trolaran til sørvingar. Skipið bleiv sjósett tann 8. februar og tá var hann eisini næstan liðugt bygdur.

 

Vesturskin er 41 metrar langur, og 8,85 metur breiður. Trolarin hevur ein høvuðsmotor av slagnum Wartsila-Nohab Diesel á 2038 hestar, tað er 1499 kW. Ferðin á royndartúrinum var 13,5 míl. Mett verður at trolarin lastar 2200 kassar ella 350.000 pund.

 

Fyrrapartin leygardagin 15. mars handaði skipasmiðjan trolaran til eigararnar og í sama viðfangi fekk skipið navn. Tað var systir skiparan Poulina Zachariassen sum doypti Vesturskin við hesum orðum.

 

”Til hesa tína skírnarstund,

vit koma fró um land og sund.

Lat Harran teg og manning varða,

tá tit út á havið fara

stóran fong inn fjørðin bera.

Navn títt ”Vesturskin” skal vera”

 

Kósin verður sett á Sørvág, har stór mannfjøld er á kaiini og tekur í móti nýggjasta skipinum í føroyska skipaflotanum.

Vesturskin á Sørvági - Mynd: Dagblaðið

Móttøka í Sørvági

Seinnapartin leygardagin 15. mars 1986, stevnir nýbygdi Vesturskin inn eftir Sørvágsfirði. Hetta er nýbygningur nr. 45 hjá Skála Skipasmiðju, men bygginummar 47, og fyrr um dagin er trolarin handaður eigarunum í P/F Núgvunes.

Vesturskin kostar góðar 43 milliónir krónur at byggja. Fígging er fingin til vega frá Føroya Realkreditstovni – ”Realinum” uppá 50%, Stuðulslán frá Landstýrinum uppá 30%, 10% eru fíggja í Fiskivinnubankanum  og tey seinastu 10% eru eginpeningur.

Høvuðspartaeigarar eru P/F Mykines (trolarin Dalenni) umframt teir eiga eisini P/F Vesturvón (trolarin Vesturvón), Sørvágs Kommuna og Flakavirkið í Sørvági og fleiri privatir í skipinum.

Reiðari er Suni Jacobsen (eisini kendur frá lands- og kommununal politikki)

Skipið skal fiska um 2400 tons um árið fyri at bera seg.

Væntandi vera 10 mans við Vesturskin og skipari verður Dánjal Pauli Zachariassen.

Mett verður hendan dagin í mars 1986 at Sørvágur nú eigur tann yngsta ísfiskatrolaraflotan í landinum, tí áðrenn Vesturskin er ein líknandi ísfiskatrolari komin til Sørvágs í 1984, nevniliga Vesturvarði, og afturat hesum báðum eru Dalenni frá 1978 og Vestursøki frá 1975, sum nýliga eru umbygdir og høvuðsumvældir.

Nohab diesel.

Høvuðsmotorurin á Vesturskin var ein Wärtsilä-Nohab Diesel við 2038 hestakreftum, tað svarar til 1499 kilowatt.

Umboðsmaður fyri hesar motorar í Føroyum er um hetta mundi Tummas E. Ørv í Havn.

Flakavirkið í Sørvági - Mynd: Sørvágs Bygdasavn

Rávørugrundalag hjá Flakavirkinum í Sørvági.

Vesturskin skal vera við til at tryggja rávørugrundarlagi hjá Flakavirkinum í Sørvági. Árið fyri, - í 1985 -  tók virkið ímóti 4700 tonsum av ráfiski og við Vesturskin, sum eftir ætlan skal fiska 2400 tons um árið, vænta teir á virkinum í Sørvági at arbeiði verður meira støðugt.

Á Flakavirkinum í Sørvági verður sagt at ein ráfiskanøgd uppá 6000 tons er nøktandi til støðugt arbeiði og lønandi rakstur.

 

Skipini sum skullu tryggja Flakavirkinum í Sørvági ráfisknøgdina eru: Vestursøki, Dalenni, Vesturvarði og nú eisini Vesturskin, sum eins og Vesturvarði er bygdur á Skála, men er eitt sindur størri, og omandeks eru fleiri betringar og rættingar gjørdar. Vesturskin er eins og Vesturvarði er ein sokallaður djúpvatnstrolari, og royndin verður eftir fiskasløgunum á djúpum vatni, kongafiski, longu, blálongu.

Samanborið við tveir aðrar føroyskar djúpvatnstrolarar Snodda og Suðring, sum fingu ávikavist 1800 og 2300 tons í 1985, so verður kanska stríggi at koma uppá tey 2400 tonsini, sum Vesturskin skal hava fyri at bera seg. Men mett verður at Snoddið og Suðringur høvdu ikki eydnuna við sær í 1985.

Hin sørvágstrolarin Vesturvarði, skuldi skuldi hava eitt ársúrslit uppá eini 1800-1900 tons í ráfiski fyri at svara hvørjum sítt.

Vesturskin á Havnini - Mynd: Sosialurin

Rigga til fiskiskap

Tá Vesturskin hevur ligið á Sørvági í vikuskiftinum 15. og 16. Mars 1986, verður silgt til Havnar á vitjan at vísa skipið fram fyri teimum í hava fíggja skipið.

Eftir hetta verður fari til Noregs eftir útgerð, og tá eini tríggjar vikur eru farnar, byrjar Vestuskin fiskiskap undir Føroyum.

Skála Skipasmiðja í 1984, Vesturvarði í ger - Mynd: Dimmalætting

Samanborin við Vesturvarða

Í 1984 fingu sørvingar sín fyrsta nýbygning síðan 1977.

Í 1977 vóru P/F N.Niclasen við í skipapakkanum hjá P/F Marknaðarrøkt og ein av sonevdu ”polakkunum” kom til Sørvágs, tað var Vesturleiki.

Í 1984 bleiv nýbygningur nr. 42 frá Skála Skipasmiðju latin eigarunum, tað var Vesturvarði hjá sørvingum.

Í 1986 bleiv nýbygningur nr. 47 frá Skála Skipasmiðju latin eigarunum, sum er Vesturskin.

Sjálvt um 4 bygginummør eru ímillum Vesturvarða og Vesturskin, blivu bara tvey skip handa frá skipasmiðjuni í hesum millumbili, trolarin Heinaberg (nr.43) til strandingar í 1985 og Helena (nr.44) til miðvingar í 1985.

Hini bæði bygginummørini vóru nr.45 Skálafjall og nr.46 Heygadrangur, tveir nýbygningar sum komu í drag vegna tvørrandi umstøður við eginfígging.

Vesturskin bleiv bygdur eftir sama leisti sum Vesturvarði, og vóru tey nærum systurskip. Tó blivu nakrar broytingar og betringar gjørdar omandeks. So sum innilokaðan bakka, meira yvirdekka troldekk v.m.

 

 

Vesturvarði 1984

Vesturskin 1986

Bygginummar

42

47

Nýbygningur nr.

42

45

Stødd

302 BRT.

287 BRT.

Longd

39 mtr

41 mtr

Breidd

9 mtr

8,85 mtr

Høvuðsmotor

1700 Hk

2100 Hk

Lastar

2500 kassar

2200 kassar

Ferð

13 míl

13,5 míl

Kostnaður

33 mill. kr.

43 mill. kr.

Tons av ráfiski fyri bera seg

ca.1900 t

2400 t

Vesturvarði út eftir Skálafjørðinum í 1984 - Mynd: Jónleif Joensen

Jósup byrjar reiðaravirksemi

Reiðaravirksemi hjá Jósup Henriksen, skipara, byrjaði í 1978, tá var polakkurin Vesturleiki keyptur á P/F N.Niclasen og línu- og garnaskipið Vesturleiki bleiv umbygt til trolara. Partsreiðaríði Vesturleiki átti polakkin.

Í 1984 verður felagið lagt um til partafelag, sum fekk navnið P/F Leiki. Stutt eftir hetta kemur nýbygningurin Vesturvarði.

Heinaberg av Strondum var eisini bygdur á Skála Skipasmiðju, kann koppaði tá hann bleiv sjósettur í 1985 - Mynd: Eddi Leyni
Vesturskin á Havnini - Mynd: Regin Torkilsson

Vesturskin í Fútarættinum.

Bara 4 ár eftir at Vesturskin var latin nýggju eigarunum P/F Núgvunes, fer trolarin á tvang.

22. februar 1990 fer Vesturskin hjá P/F Núgvunes í Sørvági undir hamaran, tað er Realkreditstovnurin sum krevur tvingsilssøluna av trolaranum.

Støðan var tann at Realurin átti bæði 1. og 2. veðrætt í skipinum uppá tilsamans 25 millónir krónur.

3. og 5. veðrætt átti Skála Skipasmiðja uppá 5,7 millónir krónur fyri hvønn veðrætt, íalt 11,4 mill. kr.

4. veðrætt uppá 13,5 milliónir kónur átti Landstýri

6. veðrætt uppá 76.000 krónur átti Sjóvinnubankin

Ì sjópantikrøvum vóru íalt 150.000 krónur.

Realkreditstovnurin keypir ísfiskatrolaran Vesturskin fyri 200.000 krónur, sum dekka sjópantikrøv v.m.

Vesturskin við kai í Sørvági - Myndaánari ókendur

Vesturskin keyptur aftur til Sørvágs.

Síðst í februar 1990 yvirtekur eitt partafelag undir stovnan í Sørvági, trolaran Vesturskin.

Endaliga avgreiðslan av søluni var tann 2. juli 1990.

Høvuðspartaeigarar í nýstovnaða felagnum eru Sørvágs Kommuna, Flakavirkið í Sørvági, Jósup Henriksen, skipari og Arbeiðsmannafelagið í Sørvági.

Teknaði partapeningurin er tilsamans 2,4 milliónir krónur.

Nýggja partafelagið eitur P/F Núgvuberg.

Keypsprísurin er nú 21,5 milliónir krónur tvs. 21,5 milliónir minni enn tað kostaði at byggja skipið, ein helvtarprísur.

Fyri at Vesturskin skal bera seg undir teimum nýggju treytunum, skullu teir fiska í minsta lagi 1800 tons um árið.

Kravi um 10% í eginpeningi av keypsprísinum er væl og virðiliga yvirhildi.

Restina fíggjar Realkreditstovnurin. Eitt lán sum gongur yvir 12 ár við eini rentu uppá 8,5 %

 

Jósup Henriksen var tískil reiðari á báðum trolarunum frá Skála Skipasmiðju til Sørvágs, frá juli í 1990 til august  í 1991. P/F Vesturleiki (Vesturvarði) og P/F Núgvuberg (Vesturskin).

 

Vesturvarði við kai í Sørvági, legg til merkis at bakkin er hækkaður - Mynd: Eddi Leyni

Vesturvarði í Fútarættinum

Hósdagin 22.august  1991 verður Vesturvarði seldur á tvingsilssølu í Fútarættinum.

Eftir hetta verður partafelag stovna í Sørvági, sum keypir Vesturvarða.

P/F Vesturvarði verður stovna 23. september 1991, teknaði partapeningurin er 1.658.000 krónur.

Stovnarar av felagnum eru P/F Flakavirkið í Sørvági, Birgir Michelsen, skipari, Annfinn Hentze, maskinmeistari.

Í fyrstu nevnd felagsins eru: Poul Arni Jacobsen, formaður, Helgi Mouritsen, John Mouritsen, Birgir Michelsen og Eyðun L. Rasmussen. 

Tað sum er áhugavert hesum viðvíkjandi er at nú er alt vent á høvdi eftir nøkrum fáum árum, teir í lótu Vestuvarða  byggja í 1984, Jósup Henriksen,skipari og aðrir, eiga nú Vesturskin, sum var mett at vera tað betra skipið, størri motor, arbeiðsligari troldekk osv. Bara for dýrur upprunaliga.

Og høvuðspartaeigarin í P/F Núgvunes (Vesturskin) sum var P/F Mykines, sum er trolarin Dalenni og skiparin Birgir Michelsen og aðrir, sum lótu Vesturskin byggja í 1986, hava nú tikið stig til at keypa Vesturvarða frá 1984.

Dalenni, sum Birgir Michelsen, skipari, førdi og átti saman við øðrum, hevði hetta árið fingið upphøggingarstuðul frá landinum, sum hevði sett 90 millónir krónur av til hetta tiltak fyri at minka um trýsti á føroysku fiskigrunnarnar. Av teimum 10 skipunum sum fingu av hesum stuðli var Dalenni úr Sørvági, sum eftir hetta misti fiskiloyvi og trolarin bleiv seldur til Svøríkis.

Tískil stóðu hesir eftir við kapitali men ongum skipið og tá bleiv Vesturvarði enn einaferð keyptur til Sørvágs.

Flakavirkið í Sørvági - Mynd: Dagblaðið

Flakavirkið í Sørvági letur aftur.

Í november 1992 letur Flakavirkið í Sørvági aftur, virki verður tikið upp til trotabúðarviðgerð í Fútarættinum og Skiftifundur er settur at vera 15. december 1992.

Tað var P/F Sjóvinnubankin sum átti P/F Flakavirkið í Sørvági.

Stjórin á flakavirkinum Magnus Bech, rør fram undir at ein av orsøkunum til at virkið letur aftur, er at Vesturskin ikki hevur landa til virkið ein stóran part av árinum, tí teir mettu seg fáa betri prís fyri fiskin aðrastaðni og hevur Vesturskin í fleiri førum landa aðrastaðni í landinum og uttanlanda.

Flakavirkið í Sørvági tók bara ímóti 1700 tonsum í 1992, har tað áður var sagt at virkið hevði framleiðsluorku til 6000 tons. Og stjórin á virkinum metti at tey 1000 tonsini av ráfiski sum Vesturskin hevur landa aðrastaðni høvdu muna.

Stjórin á flakavirkinum er harmur um at Vesturskin ikki hevur landa fast til virkið í Sørvági, tí tað er bygdin sum eigur trolaran.

 

Og metir stjórin Magnus Bech at stóru partaeigararnir: Sørvágs Kommuna, Sørvágs Arbeiðarafelag og P/F Flakavirkiði í Sørvági,  áttu at sligið nevan í borði og kravt trolaran at landa fast í Sørvági.

 

Størstu partaeigararnir í Vesturskin eru: Jósup Henriksen,skipari við 500.000 krónum, Sørvágs Kommuna við 500.000 krónum, Arbeiðsmannafelagið í Sørvági við 300.000 krónur og P/F Flakavirkið í Sørvági við 500.000 krónum.

 

Tann 23. januar 1993 vera ognirnar hjá P/F Flakavirkið í Sørvági lýstar til sølu.

Ognirnar hjá partafelagnum eru tveir virkisbygningar á kaiini í Sørvági, umfram eini sethús.

Samstundis vera partabrøv hjá flakavirkinum seld.

200.000 krónur í P/F Borðisteinur (trolarin Vestursøki)

400.000 krónur í P/F Vesturvarði (trolarin Vesturvarði)

500.000 krónur í P/F Núgvuberg (trolarin Vesturskin)

283.000 krónur í P/F Vestís (ísvirkið á kaiini).

Vesturskin á Vestmanna - Mynd: Jónleif Joensen
Vesturskin á Tvøroyri - Mynd: Leivur Nygaard
Vesturskin í Scrabster - Mynd: Ken Pardy
Roc Amadour og Vesturskin við kai í Sørvági, báðir fóru undir hamaran 2. december 1993 - Mynd: Arne List

Vesturskin einaferð enn á tvingsilssølu.

Tann 2. december 1993 er aftur  tvingsilssøla av trolaranum Vesturskin.

Hetta er eisini í ringastu krepputíð í Føroyum, og bara tann 2. december fara tvingsilssølur av 12 skipum fram í Fútarættinum.

Tey eru:

Rókhamar KG702,

Líðhamar KG602,

Kránaleitið TN908,

Sóley TN831,

Fagriklettur VA319,

Vesturskin VA320,

Roc Amadour FD975,

Hamraberg TG284,

Sjóborg FD457,

Bjørgvin KG503,

Maria FD200,

Dúgvustakkur TN914.

Vesturskin fer av Havnini - Mynd: Regin Torkilsson

Vesturskin keyptur til Sørvágs fyri triðju ferð.

Tann 4. december 1993 keypir felag undir stovnan í Sørvági, Vesturskin fyri 12,5 milliónir frá Føroya Realkreditstovni – ”Realinum”, eftir at Realurin enn einaferð hevði keypt skipið í Fútarættinum.

Nú var kreppan í føroysku fiskivinnuni í hæddini og tað sást aftur í keypsprísinum, sum einans er 12,5 milliónir krónur, ein fjórðing av upprunaliga byggikostnaðinum, sum var 43 milliónir krónur.

Og ein nærum hálvering av keypsprísinum frá fyrru tvingsilssøluni.

Tann 3. januar 1994 verður nýtt smápartafelag stovnað í Sørvági, tað er sP/F Vesturskin, partapeningurin er 300.000 krónur og endamál felagsins er at reka fiskivinnu og annað virksemi tengt at hesi vinnu.

Stovnarar av felagnum eru Jósup Henriksen, skipari, bróðirin Andrass Henriksen og sonur fyrrnevnda Tummas Henriksen.

Vesturskin á Sørvágsfirði 5. mars 2006 - Mynd: Jákup Persson

Nýsælendingar hava áhuga í Vesturskin.

Í oktober 1994 eru nýsælendingar í Føroyum og hyggja eftir skipum saman við skipsmeklara.

Teir eru serliga áhugaðir at keypa smærri ísfiskatrolarar og Vesturskin er eitt gott boð.

Annars eru dalstrolararnir, systurskipini Stígarklettur og Hádegisklettur og frystilínuskipið Miðvingur seld til Nýsælands hetta árið.

Skipini, ið nýsælendingar leita eftir á hesi ferðini í Føroyum, eru ísfisktrolarar, ið lasta eini 200 tons. Teir eru ikki áhugaðir í teimum stóru trolarunum.

Vesturskin út eftir Sørvágsfirði - Mynd: Atlantic Shipping-shipbrokers

Vesturskin seldur til Namibia

Í 2009 avgerða tey í sP/F Vesturskin at selja trolaran Vesturskin til Namibia.

Soleiðis endaði søgan hjá skipinum í Føroyum.

Tað var skipsmeklarafyritøkan Atlantic Shipping Shipbrokers sum stóð fyri søluni, tá Vesturskin fór av landinum í februar 2009.

Vesturskin ávegis ella komin til Namibia í 2009, myndin stóð á portalinum joanisnielsen.fo

Vesturskin navnabroyting til Rex.

Í 2009 keypir fyritøkan Seaflower, Vesturskin.

Skipið fær navnið Rex og fær heimstað í Lüderitz í Namibia.

Seaflower er fyritøka við fiskavirking á landi og eigur fleiri skip. Í 2015 eigur fyritøkan 10 skip. 4 trolarar, har tann eini hevur frysting umborð, hinir tríggir eru á ísfiskið, har ímillum er Rex. Og so eru 6 skip, sum royna eftir hummara. Øll veiðan hjá hesum skipum, trygga rávørutilgongdina hjá virkjunum á landi hjá fyritøkuni Seaflower, sum góðskar fiskavøru til frystidiskarnar í handlunum, fyri tað mesta í Namibia, men eisini í Suður-Afrika.

Rex fyrrverandi Vesturskin landar til Seaflower í Lüderitz - Mynd: Seaflower

Rex fyrrverandi Vesturskin, hevði í 2013 trupuleikar við gearinum og deilir vóru ikki á lagri og máttu tískil deilir gerast til, í tók 7-8 vikur at gera. Fyri síðan av blíva settir í skipið.

Frá 1. july 2014 og heilt fram til 30. apríl 2015 liggur Rex við kai, tá ein høvuðsumvæling fer fram umborð. Hetta var ein smeitur fyri fyritøkuna Seaflower, tá manglandi rávørutilgongdin hevði negativa ávirkan uppi á landi hjá virkinum. Rex byrjaði ikki fiskiskap fyri enn í juni 2015,

Ikki heilt ólíkt støðuni hjá Flakavirkinum í Sørvági  fyrst í 1900unum, sum omanfyri nevnt.

Túrarnir hjá Rex taka úr 5 til 7 dagar hvør, og landar verður til virkið hjá Seaflower í Lüderitz.

Tveir av trolarunum hjá Seaflower við kai í Walvis Bay, Farillon og Rex - Mynd:W-Buckle
Rex fyrrverandi Vesturskin á reklamumynd hjá Seaflower í 2017.

Facebook síðan hjá Seaflower Group of Companies trýst á hesa leinkju

https://www.facebook.com/Seaflowernamibia/

Rex við kai í Lüderitz, Namibia í 2013 - Mynd: Karl Jón Breiðaskarð

Føroyingar kenna skipið aftur.

Føroyingurin sløðist allastaðni verður sagt og soleiðis eisini í Namibia.

Í 2013 er Rex sæddur í tveimum umførum av føroyingum, sum sigla við handilsskipum ella frálandaskipum.

Tíðliga í 2013 tók Karl Jón Breiðaskarð nakrar myndir av fyrrverandi Vesturskin við kai í Lüderitz, seinni sama ár tekur Magnus Pauli Joensen úr Miðvági nakrar myndir av Rex fyrrverandi Vesturskin.

Hetta er helst um tað mundi at skipið liggur við maskinskaða, tá koblingin fór.

Rex við kai í Lüderitz, Namibia í 2013 - Mynd: Karl Jón Breiðaskarð
Rex við kai í Lüderitz, Namibia í 2013 - Mynd: Magnus Pauli Joensen úr Miðvági
Rex við kai í Lüderitz, Namibia í 2013 - Mynd: Magnus Pauli Joensen úr Miðvági
Rex við kai í Lüderitz, Namibia í 2013 - Mynd: Magnus Pauli Joensen úr Miðvági
Rex við kai í Lüderitz, Namibia í 2013 - Mynd: Magnus Pauli Joensen úr Miðvági
Rex við kai í Lüderitz, Namibia í 2013 - Mynd: Magnus Pauli Joensen úr Miðvági
Rex við kai í Lüderitz, Namibia í 2013 - Mynd: Magnus Pauli Joensen úr Miðvági
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 20.12.2018

Í hálvum gekki hjá skipasmiðju í Walvis Bay.

Í december 2018 liggur fyrrverandi Vesturskin við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, skipið sær út til at standa í hálvum gekki.

Fyrrverandi Vesturskin,  sum sambært netmiðlum nú eitur Rex I, er koyrt á sjógv aftur uttan at vera liðugt mála, einans grunding er á skrokkinum. Hvat orsøkin er til tað fekk eg ikki uppspurt.

Jólaaftan var undirritaði ein túr umborð á skipinum. Niðri á troldekkinum standa sylindarfóðringar, sum týðir uppá umvæling av høvuðsmotori. Eingin var umborð um hetta mundi og tískil eingin at spyrja um status hjá skipinum.

Eisini fer fram ein umvæling av trolspølunum, tá fleiri av hydraulikmotorunum er avmonterðaðir. Eisini sæst at trolbanin hevur fingið stál skift.

Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 20.12.2018
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 24.12.2018
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 24.12.2018
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 24.12.2018
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 24.12.2018
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 24.12.2018
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 24.12.2018
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 24.12.2018
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 24.12.2018
Rex við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, Namibia - Mynd: Jan Erik Simonsen 24.12.2018

Keldur: Blaðportalur, Føroysku dagbløðini: Dagblaðið, Dimmalætting, 14.september, Sosialurin, FF-blaðið. Seaflower annual report 2016 og Andrass Henriksen, Sørvági.

Rættingar og okkurt at leggja afturat søguni hjá sørvágstrolaranum Vesturskin, eru vælkomnar, ger eina viðmerking her undir, send ein teldupost til janerik_69@hotmail.com ella send eini boð á messenger.

Jan Erik Simonsen

www.vagaskip.dk 02.01.2018

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

29.06 | 01:11

Serða áhugavert at lesa søguna um Heimdal, árið 1919 var pápi mín føddur, 1919
hann var uppkallaður eftir Elias í Rættará,so Elias í Rættará var langabbi mín.

...
02.04 | 19:43

Eg veit ikki hvussu drongurin æt, men pápi mín Levi Petersen úr Hósvík segði at drongurin stóð á kaiini og málaði hana ,so á tann hátt fekk pápi mín myndina.

...
04.02 | 21:07

Hvørjr mundu manningin vera, tá "Sjóløvan" seinast í meimánaða 1945 fór til íslands at keypa fisk? Andrias NIelsen var skipari, Gunnar Magnussen kokkur.

...
02.08 | 23:35

My grandfather (Hans Hansen) owned this ship. I helped refurbish it before they sold it.

...
Du kan lide denne side