Krosstindur VA230

Manningin á Krosstindi úr Miðvági í 1934 á sildaveiðu við Ísland.

Mynd: Jórun Haraldsen

Manningin á Krosstindi úr Miðvági í 1934 á sildaveiðu við Ísland.

1.Esbern á Roykheyggi,Strendur – 2.Jóan Jakku Joensen,skipari,Sørvágur – 3.Hans Pauli á Tormansbakka,Miðvágur – 4.Óli Olsen,sildabassi og bestimaður,Válur – 5.Johannes Mittelstein,Skopun – 6.Sámal Rasmussen,Miðvágur.

7.Olivar Olsen á Fjørð,Vestmanna – 8.Volmar Olsen,Válur – 9.Óla Hans Hansen,Sørvágur – 10.Hjalmar Gásdal,Sørvágur – 11.Jóannes Joensen,Søvágur – 12.Jákup Haraldsen,Miðvágur – 13.Jens Jacob Hansen,Miðvági – 14.Magnus (Maggi) Olsen,Válur.

Annars verður víðari greitt frá at tríggir mans, sum vóru við hendan túrin vænta á myndini, teir eru: Enok Joensen,reiðari,Sørvágur – Jacob Jacobsen,Miðvági og Elias Ellefsen,Miðvági.

Mynd: Jórun Haraldsen,Miðvági

Gulldrangur FD12 fyrrverandi Krosstindur VA230 - Mynd: Eddi Leyni

Krosstindur var slupp bygd í 1903 í Rosendahl í Noreg, til eigara í Austevoll, og haðani keypt til Sandavágs í 1923, har Heine Petersen var reiðari. Í 1934 verður Krosstindur seldur til Miðvágs, tá er Enok Joensen úr Sørvági reiðari.

Í 1937 verður Krosstindur seldur til Fuglafjarðar, tá er Sámal Petur Petersen (Piddi) reiðari. Sluppin helt navni í Fuglafirði.

Í 1963, er navna- og eigarabroyting í Fuglafirði, tá fær sluppin navnið Gulldrangur og Petur Midjord er reiðari.

Í 1972 verður sluppin seld til Vágs og fær navnið Múlatangi við Henning Jensen sum reiðara.

Sluppin bleiv søkt við Suðuroynna í 1990.

Enn finst eingin mynd í savninum tá sluppin hevði heimstað í Vágum, men fleiri myndir eru frá tíðini í Fuglafirði og Vági.

Um nakar liggur inni við eini mynd av Krosstindi, vil eg fegin hoyra frá tykkum.

www.vagaskip.dk

Múlatangi TG43 fyrrverandi Krosstindur VA230 - Mynd: Eddi Leyni

Krosstindur VA230

Bygd 1903 hjá Skaalurens Skipsbyggeri í Rosendahl, Noregi

Bygg.nr.81

Longd 81 fót

Stødd 63 BRT.

Nøvn:

1903 – Krystal - Oali Kalvenæs, Austevoll

1923 – Krosstindur VA230, Sandavág – Heine Petersen

1934 – Krosstindur VA230, Miðvág – Thomas Enok Joensen, Sørvági

1937 – Krosstindur FD12, Fuglafjørð – S.P.Petersen

1963 – Gulldrangur FD12, Fuglafjørð – Peter Midjord

1972 – Múlatangi TG43, Vágur – Sl/f Knópur v/Henning Jensen

Upphøgd og søkt við Suðuroynna 1990

 

www.vagaskip.dk

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

02.08 | 23:35

My grandfather (Hans Hansen) owned this ship. I helped refurbish it before they sold it.

...
27.03 | 14:50

Soleiðis endaði Atlantsfarið sínar dagar:
http://www.engineersjournal.ie/2018/03/06/regina-caelis-salvaged-cook-street-quay-county/

...
15.03 | 22:25

Teir, sum bygdu Atlansfari, vóru J.F. Kjølbro, keypmaður og Joen Frederik Isaksen, skipari (Billu Jógvan).

Billu Jógvan var abbi mín..

...
11.02 | 17:59

Ég var háseti með þeim Engilbert Guðmundi og Þór veturinn 1970 .Þeir voru fínir félagar og duglegir sem og öll sú áhöfn sem var samskipa mér ,Berti var gætinn .

...
Du kan lide denne side