Trolarin St Agnes No 1 liggur koppaður í Stórasundi í 1948 - Úr myndasavninum hjá Pedda Jacobsen, Sørvági
St Agnes No 1 úr North Shields á Sørvágsfirði.
Ein forvitnislig mynd av eingilska trolaranum Agnes No 1 er komin undan kavi í myndasavninum hjá Petur Jacobsen (Pedda), úr Sørvági.
Tað var tann 8. Juli 1948 at eingilski trolarin Agnes No 1 sást koma siglandi gjøgnum Stórasund á veg til Sørvágs. Trolarin tók í botn og var standandi.
Tveir aðrir trolarar komu seinni til fyri at royna at fáa eingilska trolaran leysan, leingi var roynt, men trossarnir slitnaðu og einki bar til.
Agnes No 1 fór rættuliga tíðliga at taka sjógv inn, og longu dagin eftir var skipið kanna og mett at vera vrak. Skipið stóð so at siga uppi á turrum framman, men fór
seinni tvørur og seinni koppaði skipið runt við kjølinum upp eftir, sum myndin vísir. Roynt var at bjargað ymiskum úr skipinum, so sum kolinum.
Menn valfartaðu út á vrakið fyri at ogna sær lutir av skipinum, eftir at tað var dømt vrak. Stakka-Niels úr Sørvági var ein, sum var umborð á vrakinum, hann hevði
skrúva eitt kúgveyga av og tikið tað heim. Hetta kúgveyga er í varðveitslu hjá Sørvágs Bygdsavnið.
Manningin
í taldi 10 mans blivu allir bjargaðir og blivu sendir suður til Havnar til sjófrágreiðing, men hendan sjófrágreiðin bleiv av ongum. Manningin á Agnes No 1 fór við trolaranum Kallsevni, niður
til Aberdeen.
Í einum illveðri sakk trolarin og bleiv burtur.
Trolarin
St. Agnes No 1 við havnakenningsnummarinum SN88, var bygdur úr stáli í 1908 hjá J.T.Eltringham & Co í South Shields, sum bygginummar 270. Skipið var 205 bruttotons til støddar og 117 ft langur tað er
35 metur. Høvuðsmaskinan var ein 3 sylindraður GT Grey á 80 Hk.
Skipið var undir fyrra heimsbardaga í 1914 tikið av Bretska hervaldinum
og brúktur til minusópara við basu í Lowestoft. Og latin eigarunum aftur í 1919.
Eigarar vóru Robert Hastie & Sons Ltd. í
North Shields.
Leita hevur verið eftir mynd av skipinum á floti, tá tað var í vinnu, men tað er ikki eydnast enn.
Um fleiri myndir og frágreiðingar eru frá trolaranum úti við Tindhólm, vilja vit fegin hoyra frá tykkum. So tað kann leggjast afturat her.
Keldur: Dimmalætting, Dagblaði, “Tyne Built Ships”, Sonni Jacobsen
janerik
20.05.2018